fríggjadagur 25. september 1992síða 19
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Í
i
Í
|
|
Nr. 182 — 25. september 1992
Framhald av sidu 6
skriva er, at fíggjarlógin
eigur at verða sett soleiðis
upp, at tað ikki gongur
sum í 1992, har tað jú
seinni vísir seg, at tølini
als ikki halda. Kjarnan í
hesum er, at landsstýrið
má syrgja fyri, at tað ikki
framhaldandi verður und-
irskot í landskassanum.
Erik Bonnerup sigur
víðari, at tað eftir teirra
tykki als íkki ber til at
blíva við at hava eitt so
stórt undirskot á fíggjar-
lógini.
-Búskaparliga fer tað
als ikki at bera til, tí tað
verður alt meira torført at
fíggja hesi undirskotini. Tí
skriva vit eisini, at talan er
um eina torføra og ringa
tillaging, sum fer at taka
tíð og sum fer at hava við
sær ein lægri livifót í Før-
oyum.
Erik Bonnerup heldur
stødan er so mikið álvars-
lig, at landsstýrið eigur
ikki bert at gera eina
fíggjarlóg sum javnvigar,
men eisini tryggja sær, at
hon í 1993 ikki kortini
gevur undirskot.
Rentuskattur
I- frágreiðingini vísir
neyndin á, at rentuskatt-
urin í Føroyum er mun-
andi lægri enn tann i
Danmark. Vil tad siga, at
Ráðgevandi Nevndin
heldur, at hesin skatturin
átti at verið hægri?
-Sammett við onnur
lond er skatturin á kapital-
inntøku sera lítil, og tå
tosað verður um, at hann
er hækkaður, so er veru-
leikin tann, at rentuskatt-
urin als ikki er hækkaður
so nógv. Fyrr var skatturin
1/2% av innistandandi og
nú er hann 9% - ikki av
innistandandi, men av
rentunum, so tað er ikki
nøkur stórvegis øking í
hesum skattinum.
-Vónar tú, at komandi
fíggjarlógarorðaskiftið
eisini fer at verða merkt
av tykkara frágreiðing?
-Tað geri út frá tí sann-
roynd, at frágreiðingin er
liðug og tí at vit hava gjørt
eitt rættiliga stórt arbeiði.
Vit hava tosað nógv um
viðurskiftini og eisini er
nógv taltilfar, sum undir-
byggir hetta. Tá tú hevur
gjørt eitt sovorðið stórt
arbeiði, so vónar tú sjálv-
andi, at onnur vilja um-
røda tað seriøst. Og har-
aftrat meina vit, at hetta er
neyðugt.
Glottar, men...
-Men tit vísa eisini á
onkrar glottar eitt nú
meirgóðskingina!
-Tað er rætt, men tað er
ikki fyri at vera negativur,
tá eg so sigi, at ein má
ikki halda, at góðskingin
loysir allar trupulleikar.
Tað er eisini neyðugt, at
vid einum
tann lidugvøra, sum
verður framleidd á
virkjunum, er
kappingarfør við líknandi
veru í úlandinum.
Erik Bonnerup vísir á,
at keyp av fiski úr øðrum
londum hevur nógv at
siga, men tað er tó av-
markað, hvussu nógv er
til, nú fleiri londum tørvar
fisk.
-Tað hevur eisini víst
seg, at tann fiskurin, sum
tit hava keypt í ár er so
mikið dýrur, at tað er
torført at fáa lønsemi í
framleiðsluna av
lidugvørum.
Hann heldur annars, at
hetta er ein gongd arbeitt
eigur at verda vidari vid,
men hetta einsamalt loysir
ikki teir grundleggjandi
trupulleikarnar. Tað kann
hjálpa til, men tað tekur
tíð og tað hjálpir bert
lutvíst. Tað er sum við
alingini. Hon kann vera
eitt gott íkast, men latið
vera við at halda, at trøini
vaksa inn í himmalin á tí
økinum.Tad gera tey ikki.
Føroyskir politikarar
kenna støduna
-Heldur tú, nú tú hevur
tosað vid føroyskar polit-
ikarar, at hesir royna at
lýsa stóðuna meira posi-
tiva enn hon í verul-
eikanum er.
-Nei soleiðis havi eg
ikki upplivað tað. Vit hava
tosað við framstandandi
politikarar og vinnulivs-
fólk og eg havi varhugan
av, at hesi fólk duga at
síggja trupulleikarnar,
men so er tað spurning-
urin, sum eitthvørt demo-
kratiskt samfelag hevur,
nevniliga at kunna blíva
samdur um loysnirnar. Og
tað kann vera torført,
eisini her hjá okkum í
Danmark. Men eg havi
sum sagt avgjørt ikki var-
hugan av, at nakar heldur
ella roynir at fyrigykla
øðrum, at tað sær ljóst út.
-Men tá nú polit-
kararnir kortini arbeiða
ávísum
undirskoti á fíggjarlógini
fyri komandi ár eisini,
merkir tað tá ikki, at teir
meta ikki stóðuna so
ringa!
-Møguliga tað ella er
stødan tann, at flokkarnir
reint politiskt ikki kunnu
semjast um tær neyðugu
loysnirnar.
Minni at býta
-Hvat meina tit við, tá tit
siga, at livifóturin fer at
lækka?
-Tað verður minni at
býta í ti føroyska sam-
felagnum, og tað er ikki ti,
at vit halda, at tað er
serliga hugaligt at skula
skriva hetta, men vit mugu
skriva, hvørjar avleiðing-
arnar verða.Eftir okkara
hugsan er eingin annar út-
vegur. Grundleggjandi bú-
tíðindablaðið
skaparligu trupulleikarnir
eru nevniliga so mikið
stórir, at teir mugu
loysast.
-Nú vita vit, at nógv
lond í Europa hava stórar
trupulleikar, men tá tú
lýtur at Europakortinum
og serliga eygleiðir Før-
oyar, heldur tú tá, at vit
eru í eini verri stóðu enn
onnur lond?
-Eg vil ikki siga nógv
verri. Vit í Danmark hava
jú eisini stórar trupul-
leikar, men hyggur tú at
føroysku uttanlandsskuld-
ini, so er hon umleid
triggjar ferdir so stør sum
tann danska, sum aftur i
altjóða høpi er stór. Nú
kenna vit ikki tølini fyri
1992, men har hava vit
sæð eina hepna gongd í
1991, har eitt yvirskot á
gjaldsjavninum hevði við
sær, at tað bar til at aft-
urrinda av uttanlands-
skuldini, sær tað nú út til,
at tað bara verður javnvág
í 1992, og hetta merkir, at
tit í ár fáa ikki minkað um
skuldina til útlandið.
Trý sjúkrahús!
Formaðurin í Ráðgevandi
Nevndini vil treyðugt gera
viðmerkingar til einstøk
mál, sum eru frammi í
ordaskiftinum í Føroyum,
men tá vit bóðu um hans-
ara vidmerking ordaskift-
ið um eina av teimum
tungu greinunum á fíggj-
arlógini, og sum helst
nógv fer at verða tosað um
undri viðgerðini av
fíggjarlógaruppskotinum,
nevniliga sjúkrahúsverk-
ið, hevur hann hesa reint
persónligu viðmerking:
-Tá tú vitjar i Føroyum
og kunnar teg við føroysk
viðurskifti, so eru tað
nøkur viðurskifti, sum tú
serliga leggur tær í geyma
og eru tey m.a. hetta, at
tit hava trý sjúkrahús
umframt eina sera væl
útbygda samferðslu við
góðum vegum og nógvum
tunlum. Har spyr tå teg
sjålvan: hevur eitt slikt
samfelag ráð til at varð-
veita trý sjúkrahús ella er
hetta ov dýrt! Tað er
greitt, at tað má vera dýr-
ari við trimum sjúkra-
húsum og skal ein mink-
andi peningaupphædd
býtast millum hesi, so er
eisini greitt, at tad verð-
ur torføran at varðveita
tænastuna.
Erik Bonnerup leggur
aftrat, at fyri ein fremm-
andan, sum hevur roynt at
seta seg inn í føroysk við-
urskifti, er júst sjúkrahús-
sektorurin eitt dómi um
nakað ein straks leggur til
merkis.
-Tað er ikki mín upp-
gåva at siga politikarun-
um, hvat er best at gera,
men persónliga haldi eg,
at hetta er eitt av teimum
økjunum, sum ein átti at
kannað nærri.
jan
Miðvágs-Sandavágs
kvoldskúli
Veturin 1992/93
Um nóg nógv tekna seg, verða hesi skeið í vetur:
Fimleikur (Aerobic)
Guðrið á Lofti Tlf. 32811 Má/Mi kl. 19.00—20 40
Motionsfimleikur f. menn
Gudrid å Lofti Tlf. 32811 Fr kl. 18.30-20.10
Motiónsfimleikur f. kvinnur (móðir/barn e. avt.)
Sanna Akselsen Tlf. 33512 Tý/Hó kl. 18.00—19.40
Ættargransking
Lydia Laksafoss tlf. 33190 Mi kl. 19.00-22.30
Enskt
Martin Pollard Tlf. 33413 Hó kl. 20.00—21.40
Orgul/Klaver/Keyboard
Martin Pollard Tlf. 33413 Mi kl. 18.00—
Datalæra
Tórhallur Simonsen Tlf. 33216 e. avt.
Træskurdur
Tummas Lauritsen Tit. 33033 Mi kl. 19.30
Seyming
Kathrina Hansen Tlf. 32480 Må/Ty kl. 19.00-22.30
Seyming
Susan Rummelhoff Tlf. 32227 Mi kl. 19.00-22.30
Ledur- og skinnseyming Tlf. 32227 Hó kl. 19.00—22.30
Øll skeidini eru treytað av góðkenning og nóg stórari undirtøku.
Luttokugjaldið er 300 kr. Skúlin byrjar mánakveldið 28. sept.
Miðvágs-Sandavágs kvoldskúli
PRNNNNENNENNERNENNENNEANRRNRNRNRNNNNNBRNRNNERNRNNVRNRNNENNENNERNRRNVRNRNRERRUANUDNUNVERVENRRANERKNRRNNNNRANKNNENUNNNNNRKNRRNVENERNUNNUNVRNNRNRKNNKNRNNERERNRN
Snid 3 v/ Valbjørn Dalsgarð
Prisur frå kr. 750.000 Timburmeistara
Ringid og biðið um Bakkagøta 5 - 160 Argir
nærri upplysingar Tlf. 19279 - 89279
re TP