týsdagur 29. september 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 184 — 29. september 1992
Frá viðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum í tinginum mánadagin. Løgmadur
skrivar sær viðmerkingar til teir ymsu róðararnar
Framhald av síðu 2
faldað í mun til tað, sum hon
var fyri bert fýra árum síð-
ani. Og her gongur ein spá-
dómur hjá okkum í javnað-
arflokkinum út.
Fyri trimum árum síðani
vístu vit á, at tann privata
uttanlandsskuldin fór at
verða flutt yvir í landskass-
an, og tað er júst hetta sum
hendir. Sambært Hagtíðindi
nr. 2 frá juli 1992 eru tølini
hesi: Vid årslok 1988 var
samlaða nettouttanlands-
skuldin 7 mia. og 755 mió.
kr. Av hesum eiga landið,
kommunur og stovnar um-
leið ein triðingella2 mia. og
626 mió. kr., meðan privatir
eiga 5 mia. og 129 mió. kr.
Fara vit so fram til árslok
1991, sær stødan soleiðis út,
at samlada nettouttanlands-
skuldin er 8 mia. og 192
mió. kr. Nú eiga landið,
kommunur og stovnar
helminginella4 mia. og 163
mió. kr., meðan privatir eiga
4 mia. og 029 mió. kr.
Inntskurnar
Á framlagda fíggjarlógar-
uppskotinum eru samlaðu
inntøkurnar mettar til 2
milliardir 759 milliónir og
005 túsund krónur.
Sammett við upprunaligu
fíggjarlógina fyri 1992 er
hetta ein lækking uppá stív-
liga 36 mió. kr., men sam-
meta vit talið við ta endur-
skoðaðu fíggjarlógina fyri
1992, er talan um eina
hækking uppá góðar 63
mió. kr.
Hyggja vit nærri at inn-
tøkusiduni, so síggja vit, at
størsta einstaka inntøku-
keldan hjå landskassanum i
1993 verda toll-, nytslu- og
framleidslugjøldini, id
verða mett at geva 949 mió.
kr. Sammett við galdandi
fíggjarlóg er hetta ein hækk-
ing uppá 148 mió. kr.
Fara vit so at útgreina inn-
tókukelduna, sum eitur toll-
„ nýtslu- og framleiðslu-
gjøld, so síggja vit, at meir-
virðisgjaldið verður mett at
geva 535 mió. kr., at punkt-
gjøldini verða mett at geva
205 mi6., tollgjøldini 10
mió. brennioljugjaldið 85
mió. og framleidslugjøldini
32 mið. kr.
Næststørsta einstaka inn-
tøkukelda er sjálvur inn-
tøkuskatturin. Í 1993 verður
hesin mettur at geva 902
mió. kr. Sammett við gald-
andi fíggjarlóg er hetta ein
lækking uppá 108 mió. kr.
Av teimum 902 mió. eru
850 mió. vanligur lands-
skattur, meðan 11 mió. eru
felagsskattur og 65 mió. kr.
eru rentuskattur. Burtur av
upphæddini fara 30 mió. kr.,
sum verða endurgoldnar
kommununum orsakað av,
at pensionistarnir ikki skulu
rinda skatt.
Tann tridstørsta inntøku-
keldan eru gjøldini frå
danska rikiskassanum.
Hetta er tann sonevndi
blokkstudulin. Hesin er sett-
ur til 805 mió. kr., ella til
umleið tað sama, sum í ver-
andi fíggjarári. Eisini er vert
at nevna, at rentuinntøkur-
nar hjá landskassanum eru
mettar at geva 65 mió. í
1993, ímóti 60 mió. kr. á
fíggjarlógini fyri 1992.
Vert er at leggja til merk-
is, at undanfarin ár hevur
inntøkuskatturin altíð verið
høvudsinntøkukeldan hjá
landskassanum. Men eru
metingarnar hjá landsstýr-
inum rættar, so verður hetta
ikki so í 1993, tá toll-,
nýtslu- og framleiðslu-
gjøldini fara fram um inn-
tøkuskattin. Hetta kemst
sjálvandi av ti stóra og vaks-
andi arbeidsloysinum og av
ti, at meirvirdisgjaldid, sum
avloysir innflutningsgjald-
ið, eisini fevnir um ymiskar
tænastur.
Utreidslurnar
Samlaðu rakstrarútreiðsl-
urnar á fíggjarlógarupp-
skotinum eru mettar úl 2
milliardir 645 milliónir og
202 túsund krónur.
Sammett við upprunaligu
fíggjarlógina fyri 1992 er
hetta ein hækking uppá 29,4
mió. kr., men sammeta vit
hetta talið við ta endurskoð-
aðu fíggjarlógina fyri 1992,
er talan um eina lækking
uppá góðar 50,2 mió. kr.
Og hyggja vit so nærri at
útreiðslusíðuni, so síggja
vit, at fimm stør størstu
greinarnar eru: 1) Grein 19:
Almannamál við eini játtan
uppá slakar 775,5 mió. kr.
2) Grein 14: Utbúgving og
gransking sum fær eina játt-
an uppá 369,9 mió. 3) Grein
12: Heilsumál við einum tali
uppá 353,7 mió. 4) Grein
22: Rentuútreiðslur, sum
verða mettar at fara við 258
mió. kr. á fíggjarlógini fyri
1993.
Tá rakstrarútreiðsurnar
eru drignar frá inntøkunum
á fíggjarlógaruppskotinum,
sýnir uppskotið eitt avlop
uppá 113,8 mió. kr., men so
koma íløguútreiðslurnar
omaná. Hesar eru settar til
262,7 mió. kr. Og tá tær eru
tiknar við sýnir fíggjarlóg-
aruppskotið eitt hall uppá
148,9 mió. kr. Hetta tal,
sum svarar til effektivu veð-
haldsbindingarnar, = sum
undir rakstrarútreiðslunum
á fíggjarlógini, eru settar til
150 mió. kr., ætlar lands-
stýrið at fáa til vega við lán-
tóku til landskassan.
Í hesum døgum eru lands-
kassaveðhaldini gjørd til
Framhald å sidu 4
Síða 3
Vinnið FAMILJU-
ÆVINTÝRFERÐ
fyri 2 Fr 8 2 børn
EY
RESORT * PARIS
Við SMYRILLINE 8 PAPUQA-FERÐUM
ella onkran av hinum mongu og
einastandandi vinningunum í
í
; FØROYA
BESTA
— ið byrjar i SOSIALINUM eftir
månadarskiftid sept./okt.
Vissið tykkum oll blødini
= gerist haldarar
! Eg vil tryggja mær ØLLBINGO-
BLØDINI og gerist haldari fyri
oktober ársfjórðing '92 og fáið
honest SOSIALIN 5 ferðir um vikuna.
fyri 205 kr Jårsfj. (haldarar i Føroyum)
fyri 240 kr Jårsfj. (haldarar i Skandinavia)
Okeypis
Sosialurin
rindar
postgjaldid
Navn:
Bústaður: Tíðindablaðið
1 Sosialurin,
Bygd / býur. Postboks 76,
Land: FR-110
Tórshavn
re ———— om ——— [| [ff [——
Kannað postverkinum