týsdagur 29. september 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 184 — 29. september 1992 tíðindablaðið ($0Sialurin
Ætlan fyri
framtidina
Tey fýra fakfeløgini, Føroya Ídnaðar-
felag, Føroya Arbeiðsgevarafelag,
Føroya Reidarafelag og Føroya Rå-
fiskakeyparafelag, hava sent lands-
stýrinum soljóðandi bræv:
>Eftir øllum at dóma
eru vit í Føroyum komin
inn í eina ónda ringrås,
har okkara inntóku-
grundarlag áhaldandi
mink-ar, = samstundis
sum útlitini fyri eini
broyting ul tað betra av
ymsum orsgkum eru
sera ring.
Tað, sum vit í vinnu-
lívinum merkja, er, at
likviditeturin bæði hjá
einstaklingum, virkjum
og bankum er sera av-
markaður og minkar al-
samt, samstundis sum
ongi útlit eru fyri at út-
vega nýggjan likviditet.
Sama er galdandi fyri
landskassan. Sjálvt um
tað møguliga eydnast
hjá landskassanum at
útvega sær nýggjan lik-
viditet, so verður hetta
bert til eina stutta tíð við
núverandi gongd.
Tá tosað verður um
hesi viðurskifti, verður
roynt at finna frágreið-
ingar um, hví soleiðis er
statt, og verða grund-
gevingar brúktar sum
fiskaloysi, avmarknaðir
fiskimøguleikar, vána-
ligir fiskaprisir 0.s.v.,
men hetta er ikki nakað
nýtt fyribrigdi, soleiðis
hevur altíð verið hjá
okkum sum fiskivinnu-
tjóð. Eisini verður brúkt
at kasta hvørjum ødrum
fyri teir feilir hesin og
hasin hava gjørt, heldur
ikki hetta førir til nakað.
Vithavabæði góðar og
minni góðar natúrligar
fyritreytir fyri virksemi
í Føroyum, men kanska
í mun ti lond, sum væl
fáa tað at bera til, lut-
falsliga góðar fyritreyt-
ir.
Spurningurin, vit eiga
atseta okkum, er, um vit
sjálvi hava skapt slíkar
fyritreytir fyri virksemi
í Føroyum, at tað illa
fæst nakað at bera til.
Eftir okkara tykki er
bráðneyðugt at broyta
okkara vinnuligu fyri-
treytir, struktur og
samlaða
kostnadarstødi, her
hugsa vit um effektivi-
tetin bæði innan tað al-
menna og tað privata, í-
løgukostnad, ymiskar
vinnuligar sømdir,
skattatryst og lønarlag-
ið innan åvis økir. Hetta
eru faktorar, sum hava
avgerandi týdning at fáa
í rættlag, skal nýggjur í-
løgupeningur og figg-
ing útvegast.
Tad er nevniliga so, at
sjålvt um vit kundu út-
vega nýggja likviditet,
so kundi hetta í nógvum
fórum víst seg at verið
ul fánýtis, tí okkara
kostnadarstødi ger tað
trupult at fáa virksemi í
Føroyum at bera seg.
Undirritadu feløg eru
samd um, at tað er í
evstu løtu, at vit loysa
omanfyri nevndu trup-
ulleikar beinanvegin,
skal ikki samfelagið um
heilt stutta tíð mest sum
alt steðga upp.
Vitskulu tí hervið heita
á okkara politisku
myndugleikar um sam-
an við avvarðandi pørt-
um at leggja eina ætlan
fyri, hvussu skal komast
burtur úr okkara sera
vandamiklu stóðu og
skapa karmar fyri einari
sunnari vinnu framyvir.
Vit eiga ikki at geva
okkum sjálvum longri
tíð enn restina av árinum
at koma við eini loysn
og fara undir hetta ar-
beiði beinanvegin.
Vit hava tikið hetta
óvanliga stig tí, sum
sagt omanfyri, so meta
vit,at tíðin er sera knøpp
og styttri enn tey flestu
gera sær far um.
Vit vóna at tikið verður
væl ímóti hesi áheitan
og at frætta aftur skjót-
ast<, siga formenninir í
teimum fýra fakfeløg-
unum.
Foroya Ídnaðarfelag
Bergur Poulsen
Føroya Arbeiðs-
gevarafelag
Oddfríður Gregersen
Føroya Reiðarafelag
Jákup Sólstein
Føroya Ráfiska-
keyparafelag
Leivur Michelsen
Síða 13
3000 nýggj arbeidsplåss
eftir trimum árum
Tað støðugt minkandi virksemið í Føroy-
um hevur havt eitt vaksandi arbeiðsloysi
við sær.
Eisini hevur hetta ført til, at tað er trup-
ult at fáa javnvág í á fíggjarlógini. Fyri at
loysa hendan trupulleika, eru skattir og
avgjøld hækkað, og vil hetta minka um
møguleikan og hugin hjá tí einstaka at
gera iløgur.
Vit eru eftir ollum at dóma komnir inn í
eina ónda ringrás. Fyri at snara hesi
gongd, mugu vit skipa soleiðis fyri, at tað
verður áhugavert hjá tí einstaka at gera í-
løgur í føroyskt vinnulív. Tað er nevniliga
so, at tað eru ógvuliga fá virkir i dag, sum
geva eitt yvirskot, tí kemur lítið av peningi
hagani til nytløgur — ti er tað umráðandi
at gera tað áhugavert hjá tí einstaka
løntakaranum at gera iløgur, skrivar
Foroya Arbeiðsgevarafelag í uppskoti um
åvis tiltøk fyri
at fåa skapt
nýggj
arbeiðspláss og styrkja ta fíggjarligu
orkuna hjá verandi virkjum.
Útvegan av
partapeningi
Skotið verður tí upp
at loyvt verður hverjum
einstøkum føreyingi at
keypa partbrøv ella seta
pening i virksemi upp til
eina åvisa upphædd um
árið, og skal henda upp-
hædd kunna dragast frá
inntøkuni, tá skattur skal
roknast.
Um vit hugsa okkum, at
100 milj. kr. um árið verða
brúktar sambært hesum
uppskot, so vildi hetta
skapt ca. 1000 arbeiðspláss
um árið. Eftir trimum árum
hevði hetta verið 3000 ar-
beiðspláss, og landskassin
hevði tá havt givið útivið
tríggjar ferðir so stóra inn-
tøku sum frammanundan.
Sí hjåløgdu útrokning, ið
vísir hvørja ávirka tað hevði
havt, um 100 milj. kr. um
árið vórðu settar sum parta-
peningur í nytt virksemi í
Føroyum, og hesin pening-
ur varð drigin frá skattligu
inntøkuni.
Fyritreytimar fyri hesum
roknistykkinum eru:
1) Samlada (incl. tollur og
avgjøld) marginala skatta-
trystid er 60%.
2) Medal (incl. tollur og
avgjøld) skattatrystid 45%.
3) 70% av fíggjarlógini
fer ul lønir.
4) Fyri hvørja iløgu uppå
100 kr. verda goldnar 25 kr.
i harav standandi fram-
leidslulønum.
5) Fyri hvert arbeiðs-
pláss, ið verður skapt á
hendan hátt, verður sam-
stundis skapt 1/2 arbeiðs-
pláss í aðrari vinnu.
6) Tikið er ikki við nega-
tiva åvirkanin av minni pri-
vatari nýtslu og positivu
åvirkanini av sjålvari iløg-
uni, tå ílógur verða gjørdar,
og eginpeningurin verður
drigin frå skattligu inntøk-
uni.
Roknistykkið er sum
heild ikki ein neyv tjóðbú-
skaparlig útrokning, men
heldur ein varislig meting
grundað á lyklatøl.
Tann grundleggjandi
fyritreytin er tá saman um
kemur, at iløgurnar eru
vinnuskapandi og ikki pla-
sering av passivum peningi.
Tað er ikki eydnast at finna
eina automatiska skipan,
sum tryggjar at so verður. Ti
vil tað vera neyðugt, at per-
sónar, nevnd ella stovnur í
hvørjum einstøkum føri
góðkenna tær einstøku iløg-
umar, sum kunnu fáa
nevndu skattligu sømdir-
nar.
Hugsast kundi at iløgufe-
løg kundu hjálpt teimum,
sum ynskja at gera iløgur
sambært skipanini, og verið
sambindingarlið við tann
góðkennandi myndugleik-
an.
Ein slík skipan hevði
skaptáhugamillum fólk fyri
vinnulivinum og eisini
skapt meiri fatan fyri teim-
um treytum, vinnulívið ar-
beiðir undir. Eisini kundi
verið roknað við, at tey, ið
fara at gera iløgur, koma at
seta krøv til leiðsluna á
virkjunum, um at iløgupen-
ingur skal forrentast sum
annar peningur og soleidis
verið vid til at hækka stødid
í føroyskum vinnulivi.
Vit halda ikki at nakar
skal ella er førur fyri at siga i
hvat virksemi, ílógur skulu
gerast, tað mugu fólk sjálvi
avgera, tað verið seg at
varðveita arbeiðspláss,
marginaliløgur ella heilt
nýtt virksemi. Einasta treyt
skal vera, at iløgan ikki er
passiv men vinnuskapandi.
Í sama viðfangi vilja vitgera
vart við ta óhepnu skipan,
vit hava, at mistur partapen-
ingur ikki kann dragast frá í
inntøkuni, meðan mistur
veðhaldspeningur kann
dragast frá. Hetta hevur ver-
ið medvirkandi til, at parta-
peningur í føroyskum fyri-
tøkum er sera litil. Fyritøk-
urnar koma tí so at siga bert
at arbeiða vid fremmandum
peningi, og er hetta sera dýrt
og ger fyritðkurnar Ogvu-
liga veikar.
Vit vilja tí skjóta upp, at
lógarbroytingar beinanveg-
in verða gjørdar soleiðis, at
mistur nyteknadur parta-
peningur, teknaður aftan á
frammanundan ikki er gjørt
brúka av skattafrådråtti,
framyvir kann dragast frá í
inntøkuni, og at gamlar veð-
haldsskyldur skulu kunna
oknverterast til partapening
undir nýggju skipanini.
Lånimøguleikar
Tað verður mett, at neyðugt
verður at útvega uttanlands
fígging til so stórar íløgur,
sum vit tosa um. Spurning-
urin er um ikki bankarnir
klára hesa uppgávu, ella um
tað mugu gerast serlig tiltók
fyri at útvega lån til iløg-
urnar. Bankar, vinnulív og
tað almenna eiga at fylgja
við hesum viðvíkjandi og
taka neyðugu sugini.
Vit skjóta upp, at arbeitt
verður skjótt og miðvíst við
hesum uppskoti, og at hædd
verður tíkin fyri hesum á
komandi fíggjarlóg.
Tórshavn 26.08.1992
at omannevnda skipan er Føroya
sett í gildi, og har tað Arbeiðsgevarafelag
liggupeningur við frádráttarrætti 1992
1000 kr
Til iløgur ialt um árið at draga frå 100,000
skattligu inntøkuni
Brúkt á Brúkt til
fíggjarlóg íløgur
1000 kr 1000 kr
Skattur íalt 60,000
Partapeningur 100,000
Herav brúkt til lønir og veitingar 42,000
Tilsvarandi iløga (20% eginpeningur) 500,000
Skattur av vinningsbyti (20%) 2,000
Tilsvarandi almennar lønir og veitingar 1,400
Tilsvarandi løn i nyskaptari vinnu 125,000
Til lønir ialt 126,400
Meir skaptar lønir av iløgu 84,400
Meir skaptur skattur 37,980
Meir skapt (beinleidis) arbeidsplåss 653
Avleiddar lønir 42,200
Avleiddur skattur 17,091
Avleidd arbeidsplåss 319
Meira skapt arbeidsplåss ialt 971
Samladar inntøkur hjå ti almenna 57,071
Nidursløda:
Eftir rimum árum eru skapt ca. 3000 arbeidsplåss, og landskassin
fær útivið tríggjar ferðir so stóra inntøku sum frammanundan
Canon
ES3
skrivi-
maskina
litil og løtt
Tilboð kr. 2.400,-
1lFMac ==.
Sverrisgøta 9, box 118
110 Térshavn
Tlf. 10400, fax 10915