Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. september 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| tíðindablaðið Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Muller Fyritaksstjóri: Krisjan Daði Ljósmyndar. Kalmar Lindenskov Blaðfølk- Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Tórfinn Smith - Hilmar Jan Hansen - Utgevari: P/fSosialurin Uppseting: P/fSosialurin Prent P/f Pressan 1981 Justines Eidesgaard Bústaður: Argjavegi 26 Telefon: 11820 Argjum Teletax: 14720 | | Lønarlækking og samgonga TINGIÐ fór mánadagin undir 1. viðgerð av fíggjarlógaruppskot- inum fyri 1993. Og mánakvoldið hoyrdu vit so framsøgumenninar og landsstýrismannin í fíggjar- málum leggja fram síni sjónar- mið. Hvar beit ein so serliga merki í undir hesum fyrsta part- inum av orðaskiftinum! AHUGAVERT var at hoyra framsøgumann sambandsfloks ins, Finnboga Arge brúka næstan alla sína talutíð at gera viðmerk- ingar til samrødu, sum Sosialurin hevði við løgmann í farnu viku. Hesin tingmadur, sum fyrr í Dimmalætting hevur verið rætt- iliga ófantaligur við júst Sosialin og skriving blaðsins bygdi hesa- ferð alla sína rødu uppá uttalilsi í just Sosialinum. Umframt at gera viðmerkingar til Atla Dam hevði eisini væl og virðiliga lisið sam- rødu blaðið hevur havt við formannin í Ráðgevandi Nevnd- ini og samrøðu við fíggarmálar- áðharran. TAÐ er hugaligt, at tingmenn úr andstøduflokkunum hava so mik- ið av virðing fyri ødrum bløðum enn sínum egna málgagni, at teir ofra stóran part av síni tíð undir viðgerðini av fíggjarlógini til at gera viðmerkingar til tað Sosi- alurin hevur at bera sínum lesa- rum. Hetta kunnu vit bert fegnast um og vóna, at framsøgumadur sambandsfloksins heldur fram við at lesa Sosialin og brúka hann sum keldu í tí annars so týðandi ordaskiftinum á ungi. Tekk skal hann hava fyri tað. Tað er nevniliga ikki so langt síðani, at sami maður kom við sera politiserandi og órættvísum skuldsetingum móti tíðindavið gerðini í blaðnum. Vit kunnu so bert sanna, at hann er komin upp á aðrar og betri tankar. Vit skulu so royna at gera okkara ítarsta fyri at skaffa tilfar til komandi orðaskifti á tingi og í fjølmidl- unum annars. TAÐ var annars áhugavert at lýða á tað, sum umboð fólka- floksins høvdu upp á hjartað. Bæði Anfin Kalsberg og Jógvan Sundstein brúktu stóran part av síni tíð til at endurtaka ynski floksin um lønarnidurskurd. Framsøgumadurin helt fyri, at kreppan kann bert loysast, um lønarnidurskurdur verður veru- leiki. Fíggjarmálaráðharrin legði eisini stóran dent á hetta. SJÁLVANDI skulu fólkafloks- menn hava loyvi til at bera fram síni hjartamál ella dreymaynski á tingi, men hvussu ber tað til, at teir halda fram við at endurtaka hesi, hóast samstarvsflokkur teirra í Tinganesi aftur og aftur hevur víst aftur eini lønar- lækking! Er hetta einasta loysnin at fåt okkum burtur úr kreppuni, og fólkaflokkurin veit, at javn- aðarflokkurin ikki gongur vid til hetta, hví tvíhalda fólkafloks- menn so kortini um hetta! Skal hetta skiljast sum ein roynd at uppsiga samarbeiðið við javnað- arflokkin - og royna fólkafloks- menn við hesum úttalilsum á tingi at finna sær nýggjar partnarar! Ella hvat! ÁHUGA VERT verður at hoyra, hvat løgmaður og aðrir javnað- armenn hava at siga til hesi endurtiknu úttalilsi fólkafloks- manna! Neyvan ætlar flokkurin sær at slaka í hesum máli, og hetta munnu fólkafloksmenn vita. Ella er tað veruliga so, at nú valskeiðið er hálvrunnið og fólkafloksmenn ikki síggja nakr- an møguleika at fáa hetta teirra hjartamál igjøgnum, at tå vilja brúka tað sum kardinalmål og harvið skunda undir eitt val í ótíð. Ikki er lætt at vita og gita, men nú fáa vit so at síggja, hvussu leikur fer fram. 3esti brennarin til okkara viðkvæma umhvørvi, »g samstundis oljusparandi Statoil B-9 er okkara nýggjasti og mest nútímans oljubrennari. Og nútímans verður hann tey næstu mongu árini framyvir. Ótrúliga umhvervisvinarligur. í Danmerk. allar hitaeindir. Vit hava orku til alt So umhvervisvinarligar, at teir kræsnu týskararnir hava givið honum fremstu umhvervisviður- kenningina: «Blaue Engel«. Royndur við framúr úrslitum á Teknologisk Institut Tú veist at hann er har, men tú hoyrir hann nærum ikki. So ljóðveikur er hann! Oljusparandi og so mikið lítil, at hann kann ísetast Statoil B-9 er besta valið, tú kanst gera, um tú skalt hava nýggjan oljubrennara, -og restin av skipanini annars virkar sum hon skal. Postadr.: Postsmoga 76 | 110 Tórshavn | Í SL LA A 0 — TE