Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. september 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

; LA Nr. 185. — 30. september 1992 tíðindablaðið Vilhelm ohannesen, frams javnaðarfloksins: Skeivt at gera politikararnar til syndabukk Kreppa er ikki bert i Føroyum, men eisini í óllum okkara grannalondum. Her hjá okkum verður roynt at leita eftir syndabukkum, og politikararnir eru teir, sum fáa skyldina fyri stóðuna. Men vit hava ikki verri politikarar enn aðrir, eiheldur verri vinnulívsmenn, stjórar, arbeiðsmenn osfr segði Vilhelm Johannesen, framsøgumadur javnaðarfloksins m.a. undir 1., viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum á tingi mánadagin. Hann segði: Batar Hóast tað, at okkara netto- uttanlandsskuld, sum við árslok 1991 var 1 mia. og 192 mió. kr., er í stórra lagi, so kunnu vit kortini ásanna og fegnast um, at ávísir batar eru hendir í okkara fíggjarviðurskiftum við út- heimin. Tey almennu tølini sýna, at í 1991 høvdu vit eitt av- lop å handilsjavnanum uppá góðar 800 mió. kr., at vit høvdu eitt avlop á gjalds- javnanum uppá stívliga 400 mið. og at uttanlandsskuld- in hjá Føroyum varð nidur- goldin við meira enn 300 mió. kr., suleiðis at netto- uttanlandsskuldin gjørdist hetta minni. Men hinvegin mugu vit síggja í eyguni at vit hava stórar innlendis trupulleik- ar at dragast við. Í 1993 hava vit fimta árið á rað hall á fíggjarlógini. Bæði lands- kassin og samfelagið annars hava gjaldføristrupulleikar at dragast við. Í stóran mun hava fiskastovnarnir svíkt við tí úrsliti at okkara høv- uðsvinna er í kreppu. Ali- vinnan hevur eisini sínar trupulleikar at dragast við. Arbeiðsloysið, ið er alt ov Stórt, tykist tíverri at vera í støðugum vøkstri. Hettaeru so nakrir av trupulleikun- um. umaður Politikararnir syndabukkar Gamalt er, at tå krubban er tóm, fara hestarnir at bítast. Og soleiðis tykist eisini at vera í Føroyum í løtuni. Øll royna at leita eftir synda- bukkum við tí fyri eyga at finna onkran ella nakrar, sum kunnu fáaskyldina fyri ta vánaligu støduna i samfelagnum. Og nærum øll eru samd um, at tað eru oplitikararnir, ið hava skyldina. Vit hava alt alt ov vånaligar politikarar í Før- oyum. Al oftast er hetta nið- urstødan. Hava vit ov vånaligar politikarar? Ella hava vit ov Sida 13 vånaligar alarar. Er tad møguliga galið vid leiðsl- unum i peningastovnun- um? Ella hava vit ov våna- ligar skiparar og fiskimenn? Ella er tað møguliga galið við vinnulívsstjórunum, virkisleidslunum og ar- beiðsfólkinum á okkara fiskavirkjum? Ella er tað føroyska fólkatilfarið sum heild, ið onki nyttar? Og so- leiðis kundu vit hildið á at spurt og leitað eftir synda- bukkum. Men mitt svar er nei til allar teir spurningarnar, sumeg sjálvur júst havi sett. Vit hava ikki verri politik- arar enn aðrir. Okkara alar- ar standa onki aftan fyri alarar í øðrum londum. Tað *} sama kann sigast um okkara skiparar, fiskimenn, leidsl- urnar í peningastovunun- um, vinnulívsstjórarnar, virkisleiðslumar, arbeids- fólkið o.s.fr. Eins og øll onnur lond hava vit bæði góðar og eisini minni góðar politikarar. Og hetta sama ger seg galdandi á øllum økjum í samfelagnum, uttan mun til um vit tosa um skip- arar, alarar, fiskimenn, virkisleiðarar, stjórar 0.s.fr. I øllum bólkum hava vit nøkur, ið skæra framúr, vit hava onnur, ið eru góð og uppaftur onnur, sum eru minni góð. Stødan í sðrum londum Hvønn dag og fleiri ferðir um dagin frætta vit føroy- ingar tíðindi uttan úr heimi. Vit hoyra hvat hendir í okk- ara næstu grannalondum, eins og vit frætta tíðindi úr fjarskotnum londum kring allan kngttin. Teir før- oyingar, sum halda at bú- skaparkreppan er eitt ser- føroyskt fyribrigdi, og at or- søkin ul kreppuna er tann, at vit hava vánaligar politik- arar í Føroyum, áttu at latið eygu og oyru upp fyri teim- um uttanlandstíðindum, ið verða borin gjøgnum blød, útvarp og sjónvarp. Lat meg í stuttum greiða irá, hvat vit hava frætt Triggir av ungmonnum javnadarfloksins fylgja við viðgerðini av fígg arlógini. Mynd kalmar uttanefur seinastu tíðina. Ur Noreg hoyrdu vit fyri nøkrum vikum síðani at tað fara at resta 40 millíardir krónur í á norsku fíggjar- lógini. Úr Svøriki hava vit frætt, at borgarliga stjórn-in har, saman við sosialdemo- kratisku andstøduni, hevur samtykt tann stórsta spari- pakkan í svensku søguni Og úr Finlandi hoyra vit um somu tíð, at borgarliga stjórnin har í landinum hev- ur í umbúna at gera tað sama, eisini saman við sosialdemorkausku and- støduni. Seinasta friggjadag hevði útvarpið nøkur tíðindi úr Grønlandi. Har varð sagt, at uppskotið til ta fimtu spari- fíggjarlógina á rað er fram- lagt í grønlendska lands- tinginum. Vit hoyrdu eisini, at í ár fer útflutningsvirðið hjá grønlendingum vænt- andi at minka við 700 milli- ónum krónum, samanborið við útflutningsvirðið í fjør. Víðari varð sagt úr Grøn- landi, at arbeiðsloysið er stórt og alsamt vaksandi, og at enda varð sagt, at fiski- skapurin hjá grønlending- um svíkur í mun ul undan- farin ár. Og fyri bert nøkrum fáum døgum síðani hoyrdu vit í uttanlandstíðindunum, at forsøgnir í Russlandi benda á, at inntøkurnar hjá russ- iska rikiskassanum i år bent verða 40% av ti, sum rokn- að varð við á fíggjarlógini fyri 1992. Í USA hevur risa- stórt hall verið á fíggjarlóg- ini í fleiri Harrans ár. Og nú fyri stuttum segði demo- kratiska forsetavalevnið Bill Clinton, at búskapar- liga stødan í USA er so hættislig, at hon minnir sera nógv um støðuna i 1929, tá alt brendi saman og tann størsta kreppan, ið nakar veit um at siga, og sum gjørdist heimsumfatandi, varð útloyst. Og fara vit so til tað land- ið, ið vit hava størst sam- skifti við og eru í ríkisfe- lagsskapi við, nevniliga Danmark, so má eg siga, at tað orðið, sum eg havi hoyrt mest á donskum tungumáli seinastu 25 árini, er orðið »krise«. Í roynd og veru hevur Danmark verið í bú- skaparkreppu seinastu 25 árini Sum eg havi nevnt, so hava vit stórar trupulleikar av fíggjarlógini, sum ikki javnvigar fimta árið á rað. Men nærum øll lond, sum vit kenna nakað til, hava sama trupulleika at dragast við. Fiskastovnarnir hava svikið, og ti er okkara fiski- vinna í kreppu, men øll okk- ara grannalond og fleiri onnur lond, sum vit hava kunnleika um, eru í somu stóðu. Føroyska alvinnan hevur stórar trupulleikar. Men alivinnan í Noreg, sum vit ofta sammeta okkum við, hevur júst somu trupul- leikar