Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-09-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. september 1992síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ae SE Se > sl Sa EET ANNE Nr. 185. — 30. september 1992 tíðindablaðið SOSíalurin; =D SL og landsstyrinum geva ein ójavna uppá heilar 14 mill. kr., hevði tað verið ynskiligt, at landsstýris- maðurin í samferðslumál- um greiddi okkum frá hví so er. Sama ger seg galdandi í rakstrarætlan Postverksins, sum metir at hallið fyri komandi ár verður 10 mill. kr., meðan uppskot lands- stýrisins hinvegin metir hallid til 5 mili. Sum vit vita, so vóru tað starvsfólkini á Postverkin- um, sum herfyri góðtóku frígongu uttan løn. Hetta fyri at sleppa undan upp- sagnum. Eg loyvi mær at spyrja landsstýrismannin í post- málum, um tað er orsakað frígonguni, at hesin munur uppá 5 mill. kr. kemur. Ella er tað ætlanin at Postverkið skal spara 5 mill. afturat tí sum starvsfólkini hava lagt rygg til. Tað sigst, at fleiri bók- lingar eru gjørdir í sam- bandi við ratinalisering av Postverkinum. Tað er í løtuni í umbúna at útbyggja verandi terminal á flogvøllinum i Vágum, ímillum annað ul tolifria sølu, aðrar sólubúðir eins og framsyningarhøli hjá vinnulívinum. Í tí sambandinum vil eg heita á landsstýrismannin í postmálum um at kanna møguleikarnar, soleiðis at Postverkid kundi verðið tik- id vid í hesi útbygging. Tí hvat hevði verið meira sjálvsagt enn at posturin varð tikin beinleiðis úr flog- fannum og skildur í termi- nalinum á flogvøllinum. Hetta hevði havt við sær, at óneyðugt var at koyrt postin fyrst ul Tórshavnar, fyri síðani at koyrt hann út á bygdirnar. Hervid hevdi postverkið spart bæði tíð og pening. Landsverkfrødings- stovnurin hevur av ålvara merkt tær skerjingar, ið eru framdar seinastu árini. Ikki bara eru upphæddirnar til iløgur og rakstur minkaðar tey seinastu árini, men eis- ini í sambandi við at fáa meiri javnvág á fíggjarlóg- ina 1992 var L.V. fyri ógvusligum skerjingum, soleiðis at eitt stórt tal av timaløntum fólki varð upp- sagt. I fylgiskjólunum fyri fíggjarlógina 1993 eru 34 mill. kr. settar av til nýgerð av vegum eins og 35 mill. kr. eru settar av til stórri havnir. Viðvíkjandi tunnl- um eru avsettar 35 mill. kr. Sum vit síggja, so er tað gleðiliga hent, at Gásadalur eins og Vágarnar nú endi- liga eru komnarvið í tunn- ilsætlanina. Eg fegnistum at skjøtil nú verdur settur å gåsadals- tunnilin, helst í komandi ári. Eisini er tað at fegnast yvir, at landsstýrið fram- haldandi arbeiðir fram í- móti eini loysn viðvíkjandi fasta sambandinum um Vestmannasund. Tað var undir einum orðaskifti herfyri av sam- gongulimi ført fram, at nú skuldi eingin peningur játt- ast uttan so at tað gav kling- andi mynt. Hvat hasi orðini hava at siga í víðari merking veit eg ikki. Sum vit øll vita, so eru all- ar tær stóru iløgurnar innan samferðslugkið lidnar nú í heyst, tóer nakað av arbeiði eftir at gera í sumbiartunnl- inum. Tað vaksandi arbeiðs- loysið, sum fyri 2-3 árum tók seg upp innan tænastu- og byggivinnuna, hevur nú eisini breitt seg til okkara flakavirki. Hetta orsakað tí sera vánaliga fiskiskapin- um fleiri fylgjandi ár. Sum tað fyrr er sagt, so eru tað tey timaløntu, sum bera krepp- una og sum meira enn nakar annar merkir tað nívandi ar- beiðsloysið. Eisini vóru tað tey tíma- løntu, sum fyrst ásannaðu og tóku ábyrgd av hesi kreppu. Tí er tað burturvið, tá um- boð úr samgonguni stíga fram og siga at alt, sum ikki gevur klingandi mynt, skal ongar sømdir fáa. Um tað veruliga er so at partar av samgonguni ætla at føra ein íløgupoliukk, har alt virk- semi, sum ikki beinanvegin gevur klingandi mynt, fær Mmønusungin, so er tað ein beinleiðis hådan og undir- meung av teimum tima- løntu her å landi. Lutur teirra hevur so ong- antíð ligið eftir, eins og tey ikki eiga heiðurin av, at stødan er sum hon er í dag. Men við sínum skatta- krónum, sum allar eru farn- ar aftur í landskassan mót- vegis øðrum bólkum, sum lilan og ongan skaut hava goldið, so hevur tann tíma- lønti maðurin og kvinnan meira enn nakar annar latið sítt ískoyti til hetta samfe- lagið. Flestu fólk, ella í hvussu er øll te, sum búleikast í út- jaðaragkjunum, hava sæð hvønn ómetaligan tydning landsverkfrødingurin hev- ur havt fyri ta menning, ið fram er farin seinastu 20-30 árini. Havandi í huga tær skerj- ingar, ið gjørdar eru hjá landsverkfrødinginum og hvønn leiklut hesin stovnur hevur havt fyri tey tima- løntu runt Føroya land, soer tað ábyrgdarleyst, um sa- gongan framhaldandi kem- ur at skerja landsverkfrød- ingsstovnin. Sjálvsagter taðein funnin fressur hjá teimum, sum hava ætlanir um at privati- sera landsverkfrødingin, at virksemið verður skert, so- leiðis at maskinur og amboð koma at standa ónýtt fram- yvir. Hervið eru skaptar fyri- treytir fyri útsølu av land- sins ognum fyri spottprís. Í sambandi við tað al- menna virksemi seinastu á. - ini hevur fyribrigdið lokal- politikkur mótvegis lands- politikki verið drigið fram í so gottsum øllum orðaskift- um her á løgtingi. Lat okkum fáa Føroyar ti eitt valdømi, siga summi, sum um tað hevði við sær betur skipað politisk viður- skifti. Eisini verður mett, at skilabetri avgerðir høvdu verið tiknar, eins og lokal- politikkur við hesum hevði farið í søguna. Eitt er heilt givið, hevði tað politiska mynstrið verið soleiðis, at teir sokallaðu landspolitikararnir úr mið- stadarøkinum vóru í meiri- luta, hevði tað føroyska samfelagið ikki verið tað samfelag, sum vit kenna í dag. Annars haldi eg tað er uppá tíðina at ásanna yvir fyri hvørjum gðrum, at skulu vit framyvir búleikast á hesum fjarskotnu oyggj- um úu í Atlantshavinum, so er neyðugt við samarbeiði ístaðin fyri at mótarbeiða hvørjum ødrum. Øll hug- skot eins og allar ætlanir, ið kunnu gerast alternativ til okkara høvudsvinnu, er kærkomin. Men fyritreytin at nakað positivt skal spyrjast burtur úr, er at hugburðurin hjá tí føroyska veljaranum mót- vegis okkum politikarum broytist. Í løtuni er tað soleiðis, at fólk meta dygdina hjá politikaranum útfrá teim- um miseydnaðu ílógunum ið gjørdar eru seinastu árini bæði á sjógvi og landi. Og tað má sigast at vera stórt spell, tí sjálvt um politikararnir hava verið við til at játta pening til íløgur og skip, sum kanska íkki skuldu verið játtaðar, so kann tað ikki vera rætt bara at leggja ábyrgdina á tað politiska valdið. Í hvussu er er tað ikki serliga hugaligt hjá nyvaldum tingmonnum at virdingin fyri okkara høga tingi skal vera so litil sum hon tykist vera i løtuni. Bilur til sølu Ein Subaru 1,6, 4 ára gamal, nýsýnað- ur, til sølu fyri 65.000,- kr. Figging kann útvegast. Tlf. 21269 eftir kl. 17. Síða 15 Vinnið FAMILJU- ÆVINTÝRFERÐ fyri 2 vaksin & 2 børn til Vid SMYRILLINE & PAPUQA-FERÐUM ella onkran av hinum mongu og einastandandi vinningunum í | FØROYA i BESTA er —iðbyrjaríSOSIALINUM eftir > månadarskiftid sept./okt. - ð tykkum øll blødini — gerist haldarar = = 4 OO ORÐ OO OR OO OS OO OO GR 4 ? Eg vil tryggja mær ØLLBINGO- BLØDINI og gerist haldari fyri | oktober ársfjórðing '92 og fáið Tíðindablaðið SOSIALIN 5 ferðir um vikuna. fyri 205 kr Jårsfj. (haldarar í Føroyum) fyri 240 kr Jårsfj. (haldarar i Skandinavia) Okeypis Sosialurin rindar postgjaldid Navn: Bústaður: Tíðindablaðið Sosialurin, Bygd / byur: Postboks 76, Land FR-110 Tórshavn Kannað postverkinum