hósdagur 1. oktober 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 186. — 1. oktober 1992 tíðindablaðið
-Eitt sindur baksut er av
oljutunnunum, -serliga tá
veðrið er ófantaligt, heldur
skiparin fyri. Teir føra tó
ikki olju á Kirkju. Har
kemur oljubáturin tvær
ferðir um árið at fylla upp í
tangarnar hjá SEV, og tå
nýta húsarháldini har høvi
til at fáa sínar oljugoymsl-
ur fyltar samstundis.
Umframt matvørur og
annan farm, teir hava til
húsarhaldini, er rættiliga
nógv at flyta í samband
við bóndagarðin og smolt-
støðina í Svínoy.
Í dag var kyrt
Vit nærkast nú Svín-
oynni og skiparin kallar á
bygdina gjøgnum VHF-in.
-Eitt sera hent amboð.
Altíð lætt at fáa fatur á
fólki, og tað hevur nógv at
siga. Veðrið kann broytast
so skjótt, og tí ræður um at
fáa at vita hvussu komandi
er at lendingini, sigur
Olivur.
Í dag er eingin trupul-
leiki at koma at á Eiðinum,
fær skiparin at vita um
VHF-in. Hetta styttir mun-
andi um leiðina. Er ikki
komandi at her, verður
farið suðurum og inn á
víkina.
Nógv fleiri ferðafólk
Hendan dagin vóru eini
tíggju ferðafólk við Más-
anum, men hann hevur
loyvi til at taka 63. Ein
hevur ilt við at hugsa sær
hvussu og hvar pláss er
fyri teimum. Tað spurdu
vit eisini skiparan um.
-Tá er trongligt, og pláss
er bert fyri 40 fólkum í
ferðamannarúminum. Hini
mugu vera á dekkinum, og
tá kunnu vit ikki annað
enn vóna at turt er í veðri-
num. Hóast báturin er 30
ára gamal riggar hann sera
væl, men til tíðir er hann |
alt ov lítil. Um summarið
er ikki so sjáldan, at vit fáa
ikki oll við. Tá vit hava
talt til 63, mugu vit bert
bakka útfrá, sigur Olivur.
Hann leggur aftrat, at tvey
tey seinastu sumrini hava
føroyingar gjørt nógv
meira av enn fyrr at ferðast
í Føroyum. Tað hava teir
tíðiliga merkt á Másanum.
Vága ikki so nógv
Skiparin á Másanum sær
onga hóttan í Tyrluni mót-
vegis arbeiðsplássunum
umborð á Másanum.
-Tyrlan kemur væl við
hjá okkum øllum, og hana
vilja vit ikki av aftur við.
Hon ger eisini tað, at vit
leggja ikki so nógv fyri
longur sum fyrr. Millum
annað tá vit skuldu royna
at fáa skipsmenn av oyggj-
unum.
Men, leggur siparin af-
trat, -tað er sjáldan at vit
leggja túr burturímillum. Í
Svínoy tvær triggjar ferðir
um árið,- eitt sindur oftari í
Fugloy.
Síða 9
Lækna- og sjúkra-
flutningurin í lagi
tí nú virkar Ritan aftur sum læknabátur hjá
nólsoyingum
Atli Dam um føroysku undirgrundaravtaluna
Nú verður Ritan
sjúkrabátur hjá
nólsoyingum. Á hendan
hátt fáa nólsoyingar
skjótari og tryggari
sjúkraflutning á
Landssjúkrahúsið.
Mynd: Kalmar
Yvirtøkan av undirgrund
fult tráð við áheitan løg-
tingsins og heimastýrislóg
-Grónlendingar hava valt at varðveita sína skipan og tað hava
teir loyvi til
Í vikuni var fundur á
Christiansborg, har
forsætismálaráðharrin
kunnaði hinar flokkarnar á
fólkatingi um undirgrund-
aravtaluna við føroyingar,
og so vitt Sosialurin hevur
skilt tóku flokkarnir í prin-
cippinum undir við at av-
talan verður gjørd, hóast
tann endaliga avtalan ikki
er skrivað enn.
Hvat víðvíkur skriv-
ingini i Dagblaðnum í
gjár um at grønlendingar
Skulu hava fingið eina
betri avtalu enn vit sigur
Atli Dam, at tí er hann
ikki samdur í.
-Vit hava fingið eina
avtalu so góða, sum vit nú
kundu fáa hana. Tí hon er
heilt eftir Heimastýrislóg-
ini, og eg ætli mær ikki at
gera meg av við at meta
um nakað annað hevði
verið betri.
Atli Dam ynskir ikki at
gera viðmerkingar til tað,
sum Janus Norðberg sigur
við Dagblaðið, men vísir
á, at vit hava valt eina
skipan og teir hava ynskt
stórt sæð at varðveita sína
skipan.
-Tað er væl soleiðis
sum viðurskiftini hava
verið í báðum londunum.
Vit hava yvirtikið
undirgrundina fult í tráð
við åheitan løgtingsins og
í tráð við
heimastýrislógina.
Jan
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður hevði
eitt sera stutt og greitt
svar til ein fyrispurning
frá Bjarna Djurholm,
løgtingsmanni å
ungfundinum týsdagin.
Løgungsmadurin
spurdi hvat landsstyrid
ætlar at gera fyri at
tryggja, at sjúkra- og
læknaflutningurin mill-
um Nólsoy og Havnina
verður betri skipaður.
Svarið frá landsstýris-
manninum var: Málið er
loyst
Landsstýrismaðurin
segði eisini hvussu
landsstýrið hevði loyst
málið. Strandferðslan
hevur fingið boð frá
landsstýrinum um, at
Ritan skal brúkast í
samband við lækna- og
sjúkraflutning í samband
við Nólsoynna, og er hon
tí umfatað av stand-by
avtaluni. Ti røkir Ritan í
dag lækna- og sjiikra-
flutningin i samband vid
Nólsoynna fult nøktandi,
segði
landsstýrismaðurin.
tor.-
i |mE
sjålvandi
gista vit &
BLÁDÝPI !
JO Bládýpi
Bed & Breakfast in Blue
Dr. Jakobsensgeta 14-16
FR-100 Térshavn
Tel.: 11951 Fax: 19451
yu
NU er at spenna
BELTINI