leygardagur 10. oktober 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Sosialurin
I
Åbyrgdarbiadstjån: Jan Múller
Fyrtaksston: Krisjan Dahl
Ljósmyndar: Kalmar Lindenskov
Blaðfólk. Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Tórfinn Smith -
Hilmar Jan Hansen -
Utgevar: PÆ Soslalurin
Uppseting. Pt Soslaturin
Prent: PT Pressan 1981
Justines Eidesgaard
Bústaður: Argjavegl 26
Telefon: 11829
Postadr.: Postsmoga 76
110 Tórshavn
Telefax: 14720
Argjum
Har ein skrida er lopin.…
TÍÐINDINI um álvarsligu støduna i
føroyska bankaheiminum og bjarg-
ingina av bankunum vid uppilegging frå
landsstýrinum og donsku stjórnini hava
skelkað alt føroyska samfelagið. Væl
vistu vit, at tað stóð illa til í samfelagn-
um, men fáur mundi hava gjørt sær fær
um, at "skrædlið" skuldi koma so
bráddliga. Tó við onkrum undantaki.
Tað var blaðið hjá stóru fakfeløgunum,
sum herfyri hevði samrødu við Olaf
Olsen, sum segði, at talan var bert um
vikur til skrædlið kom. Um sama
mundið var ein danskur geografur uppi
til endaliga prévtøku í Roskilde, har
hann skuldi verja ritgerð sína undir
heitinum "Færøerne 1990 - et geo-
grafisk essay”.
HESIN dani "spáddi", at stødan í Før-
oyum fór at versna so mikið nógv, at
Sjóvinnubankin fór at "krakka" og tað
sum verri er, at hann fór at taka gigantin
- mastodontin - Føroya Fiskasølu við
sær í dýpið, sum tað stendur á síðu 166
í ritgerðini. Sosialurin prentar í dag brot
úr ritgerðini, sum snúgva seg um henda
spurningin. Vit fara eisini í komandi
bløðum at blaða í ritgerðini, sum í stór-
an mun viðger teir spurningar, sum eru
frammi í løtuni.
VIT mugu so bara vóna, at spádómarnir
í hesi annars sera áhugaverðu ritgerð
ikki fara at ganga út. Torført er at í-
mynda sær avleiðingarnar fyri sam-
felagið alt, um henda fyritøka, sum
stendur fyr: meira enn 80% av okkara
útflutningi, skuldi steðgað upp. Hvat
tað við øllum virkjunum og nógvum av
skipunum, sum eru fulliliga bundin at
Fiskasøluni!
LEIDSLAN å Fiskasøluni er i løtuni
uttanlanda, har tad sigst, at hon hevur
samráðingar við síni bankasambond eitt
nú í Bretlandi. Ikki er torført at gita um,
hvat hesir fundir snúgva seg um, nú
Fiskasølan misti allan sín partapening í
Sjóvinnubankanum. Spurningurin er
um hetta fer at fáa so ålvarsligar
avleiðingar fyri bankasamband
Fiskasølunar i útlandinum, at hetta
verður kvett ella krøvini verður skerpað
munandi! Vit vita jú, at Fiskasølan
hevur kredittir í einum bretskum banka,
sum so aftur hevur eina ella aðra trygd í
Føroyum. Er tað so at henda trygd m.a.
varð knýtt at partapeninginum hjá
Fiskaøsøluni i Sjóvinnubankanum, so er
greitt, at stødan hjå Fiskasøluni er
ålvarslig og harvid eisini hjå øllum
limunum í hesi fyritøku, sum eru virki,
skip, alibrúk um alt landið. Tí tann
eginpeningurin er jú fokin.
UTTAN mun ul hvat vit halda um
iløgu-,veidu-, framleiðslu- og sølu-
politikk Fiskasølunnar (og Sjóvinnu-
bankans) øll hesi seinastu árini, so
verður tað ein so mikið stór vanlukka
skuldi henda fyritøka mist sínar
kredittir í útlandinum, at tað hevði havt
ófatiligar avleiðingar fyri allar Føroyar.
VIT mugu tí vóna, at stóðan hjá Fiska-
søluni ikki er so ring, sum giungar og
spádómar siga. Hinvegin er tað ein
sannroynd, at stødan má vera ring, tí
minni fiskur er til, prísirnir eru lækkaðir
og nú kom so Sjóvinnubankamissurin
omanå. Tað er tí greitt, at stødan á hesi
landsins størstu fyritøku má vera torfør
í løtuni.
TAÐ eru tey, sum halda, at ein av
orsøkunum, onkur heldur tað er sjálv
høvudsorsøkin, til kreppuna, er skeivi
politikkur Fiskasølunnar hesi mongu
seinastu årini, har iløgupolitikkurin hjå
Sjóvinnubankanum hevur verið so nær
tengdur at veiðu-, framleiðslu- og sølu-
politikkinum hjá "stórabeigggja" Fiska-
søluni, at hesir hava koyrt samfelagið
alt út í eina - ikki bert peningakreppu -
men tað, sum nógv verri er - eina rá-
fangiskreppu.
Í somu ritgerð, sum vit hava nevnt
omanfyri og í ótaldum greinum og rgð-
um hjá sama John Smith, sum er ein av
høvudskeldunum til ritgerðina, verður
ábyrgdin av kreppuni løgd á ti hann
nevnir "landsins skuggastjórn", sum
varð styrd av ongum gðrum enn tá-
verandi stjóranum í Fiskasgluni og
nevndarformanninum í Sjóvinnubank-
anum, Birgir Danielsen. Við nærum at
stavnsbinda einasta gullnám okkara,
nevniliga fiskin í havinum, sum rávgru
til tær multinationalu fyritøkurnar inni á
meginlandinum eigur hann høvuds-
ábyrgdina av gongdini.
NÚ um dagarnar hoyrdu vit so sama
mann vaska sínar hendur í Sjóvinnu-
bankakreppuni við at leggja alla ábyrgd
yvir á politikararnar, sum stýrt hava
hesi seinastu mongu árini. Við ødrum
orðum frítók hann seg sjálvan - fyri
tað fyrsta sum nevndarformann í
bankanum og harnæst sum stjóri í tí
fyritøku, sum hevur staðið fyri næstan
øllum útflutninginum og harvið í
veruleikanum hevur havt bæði buktina
og báðar endar.
VIT skulu ikki gera okkum til dómarar
yvir, hvør sannleikin er í hesum føri-
num. Men skulu vit til at lýta í bak-
speglið, sum er vorðið so populert fyri
tíðina - m.a. soleiðis sum nevndarfor-
maðurin í Sjóvinnubankanum hevur
gjørt tað í hesum døgum, tá hann gevur
gongdini í samfelagnum og politisku
avgerðina skyldina fyri kreppuna hjá
bankanum - so skert ikki burtur, at tað
hevur verið hann, sum hevur stýrt
meginpartin av tí føroyska vinnul-
ívinum - og fyri at brúka hansara egnu
orð - samfelagnum - nú hann hevur sitid
í tveimum av landsins mest týðandi
størvum í mong mong ár. Tá hetta er
sagt, so skal tað eisini sigast, at henda
sannroynd frítekur ikki politikararnar
og skiftandi stýri her á landi fyri at hava
sína stóru ábyrgd av støduni.
UR |
ønarspurningar
1ðsmarknaðurin hevur
paruin av hesari øldini
seg sjálvan. Telvast
verið um sáttmálar,
;er komið fram til eina
sn, og sáttmálar eru so
jørdir fyri ávís tíðarskeið.
Í hesm døgum er stór
diskussi6n um, um politiski
myndugleikin skal fara inn
og skerja almennar lønir við
lóg. Eg eri prinsipielt ímóti
at fara inn í sáttmálaskeiði
og skerja lønir við lóg, uttan
mun til, um tær eru almenn-
ar ella ikki. Tað brýtur við
grundprinsipp í mínum
hugsunarhátti, og tað brýtur
við grundprinsipp í javnað-
arhugsjónini.
Um vit gjørdu tað, so eri
eg heilt vísur í, at hetta varð
bert byrjanin ul, at lóg-
gávumyndugleikin gjørdi
allar sáttmálar og setti allar
lønir. Við einum borgarlig-
um stýri í Tinganesi ivist eg
ikki í, at teir altíð høvdu
funnið eina kreppustødu,
soleiðis at teir kundu lóg-
givið um lønir, og so var av-
talurætturin á arbeiðsmark-
naðinum í veruleikanum
settur úr gildi.
Hinvegin skulu vit eisini
vera púra greið yvir, at um
ein gekk inn fyri prinsipp-
inum um at lóggeva lønir
niður, so var eisini MØgu-
leiki fyri at lóggivið lønir
upp, og hvar vóru vit so,
hvusus vildi so arbeiðs-
marknaðurin sæð út? Vildu
politikarar stilla upp við
lyfti um, at koma vit til
ræðið, so vilja vit hækka
lønimar við 20%, og ein
annar partur stillar upp og
gevur lyfti um, at teir vilja
lækka lønimar við 20%.
Størri kaos í landinum — tað
hevði verðið úrslitið.
Í summar var ein semja
gjørd um, at ein skuldi
royna at fáa tær almennu
lønimar skerdar eitt sindur
við frívilligum avtalum við
fólk. Henda avtala var
ógvuliga ódámlig, og bara
tað, at tann almenni parturin
skuldi fríganga uttan ign,
ljóðar merkiligt. Har liggur
í orðavalinum, at tað al-
menna bara kann fríganga
uttan at tað bilar nakað,
t.v.s. at ein fær varhugan av,
at tann almenni parturin í
veruleikanum gott kann
verast fyri uttan, kann hann
fríganga eina viku, hví so
ikki tvær, ja, hví ikki eitt
hálvt ár.
Mær hevði dámt betur,
um tað varð formulerað so-
leiðis, at landsstýrið fór út
til tey alment løntu og
spurdi tey: »Kunnu tit ar-
beiða eina viku Gkeypis?«
Tað hevði í hvussu so er
verið meira dámligt at borið
tað soleiðis fram.
Í komandi ári koma so
nýggjar lønarsamrådingar
og tað er heilt givið, at tað
almenna fyri sín part sum
arbeiðsgevari fer at stilla
krøv, sum koma at bera í
sær, at lønarutgjaldingarnar
hjå ti almenna okma at fara
niður — tað eru vit noyddir
til. Lønarparturin er vorðin
Ov stórur í mun til heildar-
útreiðslumar.
Hverjar hugsanir kundu
so komið fram? Frígongu-
prátið uttan løn er í hvussu
so er ein ógvuliga vanda-
mikil leið at fara, tí sum
nevnt kann tað væl hugsast,
at onkur byrjar at tosa um at
lata fólk fríganga alt árið
uttan løn. Merkiligt, at
starvsfólkabólkarnir = íkki
hava gjørt sær hetta klárt.
Generelt má sigast, at tað
almenna sum arbeiðsgevari
helst fer at krevja at fáa liði-
ligari sáttmálaskipanir.
Hetta merkir, at normar eiga
at verða broyttir, yvirtíðar-
satsir eiga at verða tíkin upp
til nývurderingar, >skjúldar
lønarinntøkur«, vaktir,
stand-by, alt eigur at verda
endurskoðað. Avspaser-
ingsskipanir eiga eisini at
eftirhyggjast, soleidis at lut-
fallid i slikum skipanum
verður meira rímiligt.
Longd arbeiðstíð kann
sjálvandi eisini verða ein
møguleiki, og er tað heilt 6-
rímiligt at krevja, at fólk í
føstum starvi, og her hugsi
eg ikki bara um tað almenna
— fråskriva sær, sum tidimar
eru, tann rættin at halda
fimm vikur feriu og i stadin
noyðast við eina viku
minni? Nú fáa vit at síggja
hvussu leikur fer.
Vit, sum hava sagt nei til
at fara inn og lóggeva løn-
irnar niður í einum sáttmála-
skeiði, vit forvænta og vóna,
at sáttmálapartarnir í sam-
felagnum ikki misskilja tað
soleiðis, at vit vilja verja
stirvnar og órímiligar skip-
anir, ið nerva okkara eksi-
stensgrundarlag, hvørki so
ella so.
Hetta eigur at havast i
huga, nú nýggir sáttmálar
verða gjørdir frá årsskiftin-
um og úteftir.
Thomas Arabo
við lívið !
&