Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. oktober 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tá sjálvur fóðingardagurin var av, vóru níggju metrar av lag- køkuni etnir. Men lagkøka fer ikki at standa á borðinum hvønn dag framyvir. Tungt verður, men samtøkuloysnin man vera hin besta at koma burtur úr kreppuni, heldur Sigrid Dalsgaard, stjórnarfor kvinna i FK Mong viðskiftafólk vóru í 40 ára fæðingardegi hjá Keypssamtøkuni í Dr. Jakobsensgøtu i Havn, og tað sást eisini á teirri 14 metrar longu lagkøkuni, sum var sett fyri tey, sum vitjaðu fødingardagsbarnid í miðbýnum. Hon tódnaði skjótt niður í einar fimm metrar, tá fødingardagurin var av Sigrid Dalsgaard, sum er forkvinna í stjórnini í Før- oya Keypssamtøku, letur væl at hóast tíðirnar ikki eru av teimum bestu. Hon heldur umleið veimum árum síðani, men nu gongur aftur rætta vegin. Sigrid heldur fyri, at samtøkuloysnin man vera hin besta at koma sær burtur år figgjarligu trong- støduni Forkvinnan dylur ikki, at eisini hjá Keypssamtøkuni liggja stórar avbjóðingar fyri framman, og at handil- in má laga seg eftir broytt- um umstødum. -Skulu vit framyvir halda Sigur, at tað så dapurt ut fyri Jógvan Poulsen, fyrrverandi stjórnarlimur, og ein av elstu limunum í Keyps- samtókuni, vitjaði eisini oman í Dr. Jakobsensgótu á fóðingardegnum Mynd: Kalmar sama rímiliga lága prísin á vørum okkara, mugu út- reiðslurnar minka, og neyðugt verður at spara innan ávísar tænastur. Nakrir av handlunum lata upp eitt sindur seinri á mongni fyri at spara lønaritreidslur, og onkur handil, sum fyrr hevur bjóða viðskiftafólki ókey- pis vørukoyring, er nú farin at taka gjalda fyri koyringina, sigur Sigrid Dalsgaard. Skeinkiloyvi Matstovan í handlinum Hoyvík søkti herfyri um skeikiloyvi,- at selja gl og vín aftur við matinum, men enn hevur Keypssam- tókan ikki fingið svar hesum viðvíkjandi. Sigrid Dalsgaard sigur, at allir limir eru ikki so fegnir um, at søkt varð um skeinki- loyvi til eina matstovu, sum bert er opin í vanligari handilstíð. Men hetta var kortini hildið at vera beint, tí aðrar matstovur av sama slag hava somu ætlanir. Nr. 193 — 10. okiober 1992 á Á Forkvinnan leggur aftrat, at stjórnin fer at gera heilt greiðar reglur fyri hvussu eitt møguligt skeinkiloyvi skal umsitast so tad ikki verdur misnytt å nakran hátt. Sunt verður dýrari Forkvinnan í Keypssam- tøkuni vil fegin gera greitt, at við meirvirðisgjaldinum verða flest allar matvørur dýrari, og tað er ikki or- saka av einum hægri vinningi hjá handlunum. Hon vil ikki siga, um tað er skeivt ella beint at hava moms, men hon harmast um, at tað verða serliga tær Sunnu vørurnar, sum vera dýrari. -Heilsupolitikkur er eisini kostpolitikkur og góður og fjølbroyttur matur er ein partur av ti fyribyrgjandi heilsurgktini. Frukt, grønmeti og epli er Music Center SCM-6500 | ognátaram ser 3,450, Music Center VIP-580 v/håtalarum Framhald á síðu 10 er a