Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. oktober 1992síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Fjúrtan fløgg * stolin frá Foroya Bjór tíðindablaðið —Hvør tad er, ið stjelur fløggini, vita vit ikki, men tey fáa bara ikki frið at hanga uttanfyri hjá okk- um, sigur Heini Waag, Føroya Bjór í Klaksvík Herverk er nakað, føroying- ar duga at gera, kanska fram um mong onnur. Í hvussu er fær einki frið at standa, ið er sett uttandura onkunstaðni. Meðan alt møguligt kann fáa frið í grannalondum okkara — enntá mitt í stór- byum — so fær snøgt sagt einki frið í Føroyum. Eitt rættiliga gott og tal- andi dómi um tað er ein litil lýsing í Norðlýsinum í gjár. Lýsingin er frå Føroya Bjór, og sigur hon frå, at nú eru 14 fløgg horvin av flaggstongini hjá Føroya Bjór í Klaksvík. Talan er um stór hvít fløgg við Føroya Bjór á við grónum. Fløggini fáa ikki frið — Nú havi eg ikki sjálvur sett hasa lýsingina í blaðið, AKTUELL VIÐMERKING Politihundarnir føst byarmynd Um tað er av tilvild ella ein tilætlad provoka- tion, er ikki lætt at vita. Men nú koyra politi- bilarnir í Havnini vanlig gerandiskvøld við lógarinnar glúpsku kjaftum í bilbúrinum Enn merkja hundabitini síðstu leygarnátt fjølmidlarnar og tíðindaflutningin ann- ars. Ikkier taðso legið, ti tað er óhoyrt, at so ófríðarligt hevur verið í Føroyum, at neyðugt hevur verið at beita fleiri politi- hundar eftir ungfólki. Tað legnasta av øllum er, at politiid ikki viðgongur opið og ærliga, at menn lupu framav og tóku eitt sera óheppið stig, tá teir valdu at seta teir glúpsku hundarnar inn fyri at tryggja frið i havnargøtum. Men ikki tykist nakað benda á, at politi- ið hevur hug at binda frið. Hóskveldið koyrdi ein politibllur aftur og fram i havnargøtum við einum av hundunum í bilbúrinum aftanfyri. Undirritaði var staddur uttan fyri Café Natúr í práti við ein vinmann, tá tveir yngri dreingir komu niðan eftir gongu- breytini við eini súkklu. Hesum góvu vit okkum ikki far um, fyrr enn vithoyrdu hundagoyggj. Tá var hesin politibilurin steðgaður — óivað fyri at for- mana dreingirnar um, at teir ikki máttu súkkla á gongubreytini. Og meðan hendan góða formaning fór fram, stóð hundurin sum eitt ilt og larm- aði aftan fyri í bilinum. Hetta fekk okkum báðar prátandi at venda okkum við fyri at hyggja, hvat nú var á vási. > Vinmaðurín risti eitt sindur við høvd- inum — minnist Ikki í hvørjum sambandi, tað var — og tað var nóg mikið, til at politi- bllurin koyrdi fimm metrar fram móti okkum og forðaði allari ferðsluni oman- eftir fyri at finna útav, hví annar okkara stóð og risti við heydinum og hin flenti, meðan hann royndi at hyggja at villa (ti- betur innilæsta) ódjórinum í bilinum. „Hvat skal ein sovorðin hundur vera góður fyri eitt gerandiskveld í Havn?< spurdi annar okkara. »Skuldu vit kanska slept honum leysum í býnum,< var tað yvirklóka aftursvarið frá lógarinnar um- boði. Ikki fyrr enn annar okkara var so um- hugsin hálvavegna atdraga hin inn gjøgn- um dyrnar á Café Natúr, fór politibilurin víðari. Og stóra rødin av bilum, ið høvdu bíðað aftanfyri, slapp somuleiðis víðari. Spurningurin er so, um tað er av vanda fyri at verða provokeraðir, at vaksnir politistar liggja og koyra við politihundi í havnargetum eitt gerandiskvøld, ella um tað er fyri at provokera tey mongu friðar- ligu menniskjuni, ið annars eru har. Síðsta vikuskiftið vóru rættiliga mis- javnar meiningar um, hvør provokeraði hvønn. Men um politiið heldur tað vera so stuttligt at hava við hundar at gera, at fólk Íkki so frægt sum kunnu rista við høvd- inum ella smílast eitt sindur, samstundis sum ein av lógarinnar glúpsku kjaftum er i nánd, uttan at politiid kennir tað sum sína sonnu skyldu at > vísa tenn og spenna bringu«, er einki at ivast í, hvør taðer sum provokerar! Hilmar Jan Hansen, blaðmaður men tað er veruliga satt, at fløggini uttanfyri her hjá okkum ikki fáa frið, sigur Heini Waag frá Føroya Bjór. — Vit hava tvær flagg- stengur standandi niðan fyri bygningin, men hvørgin av teimum fær frid, so nå eru ikki færrienn 14 fløgg stolin innan fyri eini tvey ella try ár, haldi eg. Heini Waag sigur, at teir hava roynt alt møguligt fyri at forða fyri, at fløggini verða stolin, men einki hev- ur hjálpt nakað. — Vit hava roynt at sett klampan hægri á stongini, so ikki skuldi bera til at røkka upp tl flagglínuna, men alt kann gera tað sama, sigur Heini. — Eg veit ikki, um ótang- arnir klúgva upp fyri at fáa fatur á fløggunum, ella um teir hava bil við sær fyri at Nr. 193 — 10. oktober 1992 røkka upp, men fløggini verda i hvussu er burtur i heilum. Mist fyri 14.000 krónur Orsøkin til, at Føroya Bjór nú vil hava fólk at gera vart við seg, um tey tilvildarliga kenna til okkurt av teimum horvnu fløggunum, er óivað eisini, at fløggini eru dyr at keypa — tey liggja um einar 1.000 krónur fyri stykkið. Og tað gevur Føroya Bjór higartil 14.000 krónur í út- reiðslum — tí enn hava teir ikki sæð eitt einasta av hes- um fløggunum aftur. Tað er bert uttan fyri bygningin í Klaksvík, at Føroya Bjór hevur mist nøk- ur fløgg á hendan hátt. Einki flagg hevur verið stolið á avgreiðsluni hjá teimum í Havnardali. hj. Flogg horvin Nú eru 14 fløgg horvin av flaggstong okka- ra. Hevur nakar av tilvild sæd nøkur fløgg, 1,5m x 2,5m, hvít við Foroya Bjór vid grø- num stavum á, sigi okkum frá. Foroya. Bjór TIf. 5 5454 Havnin skal spara Skattainntøkan verður enn minni en 1 ar Heldur ikki Tórshavnar Býráð sleppur undan at skerja, og hvussu nógv, ið skert verður, er ein ábend- ing komin um nú. Fíggjarætlanin fyri næsta ár varð løgd fyri býráðið hóskvgldið. Hon skal nú viðgerast í teimum ymisku nevndunum, og kemur aftur fyri á býráðsfundi um einar fjúrtan dagar. Tá verður hon helst samtykt endaliga. Býráðið metir, eins og Líkningarráðið, at skatta- inntøkan verður minni næsta ár enn hon er í ár. Í persónsskatti verður roknað við at fáa 189 milliónir, og fimm kunnu væntast at koma inn í partafelagsskatti. Rentuinntøkurnar eru settar til níggju milliónir og aðrar inntøkru til triggjar. Fyri at fáa inn- tøkur og útreiðslur at hanga saman er ætlanin at nýta stívliga fýra milliónir úr trygdargrunninum. Við hesum tólum javnvigar fíggjarlógin við 210 milli- ónum. Samlaða skattainntøkan er nógv fallin seinastu ár- ini. Í 1990 var hon 248 milliónir, í fjór 220 og í ár var hon metta til 212 milli- Ónir. Enn hevur fíggjarætlanin ikki fingið någreiniliga viðgerð í nevndum, men í uppskotinum, sum nú ligg- ur á borðinum, eru út- reiðslurnar settar í fimm hóvuðsbólkar. 11,5 milli- ónir til beinleiðis umsiting, 38 milliónir til tekniskar veitingar, 17,5 til skúlar og søvn, svimjihøll, stadion, fríðkan, umhvørvi og studningar eru settir til 10,4 milliónir og sosial- og heilsumál til slakar 46 milliónir. Størsti útreiðsluposturin eru tó rentur og avdráttir. Renturnar fara við 48,5 milliónum og avdråttir til 36,3 milliónir. Tvær milli- Ónir eru settar á regu- leringskontoina. tór.-