mikudagur 30. apríl 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 81 - 30. apríl 2003
Nr. 81 - 30. apríl 2003
3
Uppgerðin millum
Føroyar og Danmark
var temaið, tá Hergeir
Nielsen helt flagg-
dagsrøðu í Fuglafirði
FLAGGDAGSRØÐA
Hergeir Nielsen
Heri á Rógvi (red.)
Á flaggdegnum, 25. apríl,
var flaggdagshald hildið
kring landið. Í Fuglafirði
helt Hergeir Nielsen flagg-
dagsrøðuna.
Røðuna kallaði hann
»Einki yvirvald kann tyrva
tær kenslur, ið væta instu
røturnar í hjørtum okkara.«
Og stóra temaið í røðuni
var stríðið millum Føroyar
og Danmark. Hann nýtti
eisini høvi at gera nakrar
søguligar hugleiðingar, og
hann minti um, at hann øll
kunnu ávirka stríðið og
skriva søgu.
»Í áhaldandi stríði er
hepnast
føroyingum
at
finna loysnir á málum, sum
teir ikki stóðu saman um,
meðan á leikaði, men sum
øll stóðu saman um, tá av
tornaði.«
»Merkið kom nú í nýtslu
á fólkafundum, fyrst saman
við veðra- og tjaldursmerk-
inum, men síðan einsamalt.
Nógvar hendingar, sum í
dag kunna tykjast bein-
leiðis láturligar og skammi-
ligar, tóku seg upp, nú
danska flaggið fekk eina
avbjóðing og Merkið so við
og við vann sær innivist í
hjarta føroyinga.
Danska yvirvaldið saman
við nógvum føroyingum
kundi ikki foreina seg við,
at annar dúkur enn tann
reyði við tí hvíta kross-
merkinum veittraði yvir
føroyskum áhugamálum.
Menn vóru hóttir á
breyðið teirra, og skiparar
mistu fiskiloyvið, um teir
brúktu Merkið undir Grøn-
landi.
So við og við treiskaðust
skiparar kring alt Føroya
land meiri og meiri, og lótu
Merkið veittrað umborð á
skipum sínum.
Hetta kostaði í mongum
føri ikki so lítið, men kort-
ini stríddust føroyingar
móti yvirvaldinum, og sig-
ur varð vunnin við tíðini.«
»Ein lítil tjóð, mitt úti í
Atlandshavi, á 18 kørgum
klettum, hevur nakað at
erpa sær av, tá ið hon hevur
vunnið
sær
sítt
egna
heiðurs Merkið.
Vert er at hava í huga, at
vinningurin
av
tjóðar-
flagginum var eitt stigið hjá
tjóðini móti víðari frælsi,
so sjálvandi elvdi hetta
framstig eisini til mót-
burð.«
»Um framtíðin fer at
loyva teimum smáu at
veittra undir liðini á teim-
um stóru er ein av tíðar-
innar stóru spurningum,
sum vit føroyingar eiga at
seta okkum ein dag sum
henda.
Flaggsøga verður eisini
skriva í okkara tíð, og tað er
meiri ferð á henni nú enn
nakrantíð
fyrr.«,
segði
Hergeir Nielsen í flagg-
dagsrøðu sínari í Fugla-
firði.
Áhaldandi stríð
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at góði pápi,
verfaðir, abbi og langabbi okkara
Poul Joensen
av Trøllanesi
andaðist á Norðoya Røktarheimi,
sunnudagin 27. apríl, 94 ára gamal.
Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi,
mikudagin 30. apríl kl. 16 til Barsskor.
Jarðarferðin verður úr Mikladals kirkju
hósdagin 1. mai kl. 14 í kirkjugarðin á Trøllanesi.
Fyri tey avvarðandi
Marita, Eyðun, Jóngerð og Steinvør
Tey, ið vilja minnast Poul, kunnu geva Mikladals Kirkju eina gávu,
konto í Norðoya Sparikassa.
Tøkk
Hjartaliga takka okur fyri sýnda samkenslu
og hjálpsemi tá
Bjarti Mortensen
Tvøroyri
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur.
Ein serstøk tøkk til Suðuroyar Sjúkrahús
Annars takk til øll ið fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Sonny
Hergeir Nielsen
Birger Møller
til Føroya
TÍÐINDASKRIV
Í mai mánaða kemur danin
Birger Møller til Føroya at
undirvísa í bílætamáling á
Tórshavnar
Kvøld-
og
Ungdómsskúla.
Birger Møller undirvísir
á Århus Kunstakademi
bæði á byrjanarstøði og
víðari komnum málarum,
frá grundleggjandi máln-
ingalist til abstrakta.
Birger
Møller
hevur
sjálvur gingið á Skolen for
Brugskunst, H. C. Højers
malerskole og Kunstaka-
demiet Warzawa. Eisini
hevur hann givið út, á
bókaforlagnum hjá Gyld-
endal, bøkurnar »Acryl-
maleri« og »Gyldendals
bog om maleteknikker«.
Skeiðið, Birger Møller
fer at halda í Havn,er lýst í
aðrari av bókunum, nevni-
liga »Gyldendals bog om
maleteknikker.
Skeiðið fevnir um bæði
praktiska og teoretiska
gjøgnumgongd av grund-
leggjandi
teknikki
í
málningalist, og innleiðslu
í málningastøði, sum t.d.
ljós/skuggi, dýpd og frá-
sjón, uppbygging og lit-
læra. Tað grundleggjandi
verður arbeitt við í styttum
sniði, so verða myndir mál-
aðar við nýmótans/nútíðar
dámi við støði í føroysku
náttúruni. Myndirnar verða
gjørdar í akryl- ella olju-
máling.
Bæði byrjarar og fram-
komin kunnu luttaka á
skeiðnum, sum verður 91.-
23. mai 2003. Sí lýsing
aðrastaðni í blaðnum.
Politisk ósemja er um
byggingina av skúla-
depli í Marknagili.
Fólkaflokkurin vil
hava byggingina at
byrja sum skjótast, og
hetta kann merkja, at
Fólkaflokkurin at-
kvøður fyri uppskot-
inum hjá Sambands-
flokkinum. Hesum
kann Høgni Hoydal
als ikki góðtaka
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
Eftir nógva rokið og drúgvu
ósemjurnar fór samgongan
í arbeiðsklæðini. Áðrenn
arbeiðsmenninir
sleppa
undir at byggja nýggjan
skúladepil í Marknagili, má
samgongan arbeiða seg út
av
einari
innanhýsis
ósemju.
Støðan er tann, at semja
er um at byggja nýggjar
miðnámsskúlar og nýggjar
tekniskar skúlar – bæði í
Havn, Suðuroy og í Klaks-
vík. Eisini skal ein lista-
skúla byggjast í Sandoynni.
Hesum eru øll fyri so vítt
samd um – eisini samgong-
an. Men spurningurin er
nú, hvussu hetta skal ger-
ast.
Høgni Hoydal, landsstýr-
ismaður í mentamálum,
hevur eina ætlan um at gera
ein skúladepil í Marknagili
og gera hinar skúlarnir
komandi árini í byggistig-
um. Samlaði kostnaðurin
fyri hetta verður eftir ætlan
380 mió. kr.
– Vit hava so øgiliga
leingi arbeitt við skúla-
bygging. Vit hava avgjørt at
raðfesta
skúlabygging,
eldraøkið og sjúkrahúsini,
eftir at hava nýtt størru
íløgurnar til samferðslu,
sigur Høgni Hoydal.
Tað er serliga skúladepil-
in í Marknagili, sum er
størsta orsøkin til politiskt
høvuðbrýggj í hesum døg-
um.
Høgni Hoydal ætlar sær
at seta eina bygginevnd í
næstum at taka støðu til eitt
endaligt realistiskt prosjekt,
tí fleiri uppskot eru gjørd
seinnu árini.
Skúladepilin skal hýsa
bæði Handilsskúla, Tekn-
iska skúla og Stundaskúla.
Sambært
ætlanin
hjá
Mentamálaráðnum
skal
byggjast soleiðis, at ser-
stovur skulu kunna takast í
nýtslu so hvørt, og tær
fyrstu skulu verða lidnir í
2005/2006.
Sambandsuppskot
Sambandsflokkurin hevur
lagt eitt uppskot fyri tingið,
har Tekniski Skúlin og
Handilsskúlin taka eitt lán
til byggingina, sum lands-
kassin veðheldur fyri.
Og hesum uppskotinum
er
Fólkaflokkurin
væl
møguliga sinnaður at at-
kvøða fyri.
Hetta upplýsir formaður-
in fyri tingbólkin hjá Fólka-
flokkinum, Óli Breckmann.
– Vit mugu ikki lata
Tekniska skúla druknað í
stóru
ætlanunum,
men
heldur lata hann vera byrj-
anin til samlaðu ætlanirnar
saman við Handilsskúlan-
um, sigur Òli Breckmann.
Fólkaflokkurin krevur, at
farast skal undir at gera
Tekniska skúla og Handils-
skúla skjótast gjørligt.
– Vit hava bíða nóg
leingi, og nú mugu vit gera
nakað við tørvin, sigur Òli
Breckmann.
Hann er ikki so nógv fyri
stóru ætlanunum fyri 380
milliónir sum útgangs-
punkt.
– Fara vit fyrst eftir tí
stóra, so kunnu vit enda við
ikki at fáa alt. Velja vit
heldur at fara ígongd við
Tekniska skúla og Handils-
skúla, so eru vit komin
ígongd og kunnu gera hitt
afturat, sigur Óli Breck-
mann.
Høgni Hoydal heldur
uppskotið hjá Sambands-
flokkinum vera púrasta
burturvið. Og hann leggur
eina við, at tað als ikki
kann góðtakast, at partar av
samgonguni atkvøða fyri
hesum.
– Velja vit at taka eitt lán
upp á 87 milliónir, so vilja
rentuútreiðslurnar
kosta
næstan tað sama , og hetta
er púra skeivt. Eg fati ikki,
at mann leggur eitt tílíkt
uppskot fram, sum er so
ógjøgnumhugsað,
sigur
Høgni Hoydal.
Málið um veðhalda fyri
lánum til Tekniska skúla og
Handilsskúla
liggur
í
Mentanarnevndini hjá løg-
tinginum.
Heðin Mortensen, ting-
maður
fyri
Sambands-
flokkin, hevur heitt á Ed-
mund Joensen, løgtingsfor-
mann, um at fáa málið úr
nevnd og til aðru viðgerð.
Edmund Joensen sigur, at
Løgtingið nú skal atkvøða
um, hvørt málið skal til
aðru viðgerð. Verður meiri-
luti fyri tí, so verður tað
viðgjørt við aðru viðgerð
og atkvøðugreiðslu, men
fær tað ikki meiriluta, so
verður uppskotið koyrt
aftur í nevnd.
Løgtingsformaðurin
roknar við at av-
greiða øll mál innan
fríggjadagin, tá Løg-
tingið væntandi fer í
summarfrí. Aðal-
orðaskiftið um skrá-
sett parlag verður
ikki á skránni fyrr
enn í heyst
LØGTINGIÐ
Heri á Rógvi
Fríggjadagin fer Føroya
løgting eftir ætlan í
summarfrí.
Tingmenn
hittast so ikki aftur fyrr
enn á ólavsøku. Ikki uttan
so, at okkurt serstakt
bráðneyðugt mál stingur
seg upp.
Edmund Joensen, løg-
tingsformaður, sigur, at
hann roknar við, at Løg-
tingið megnar at avgreiða
øll mál í hesari vikuni, so-
leiðis at tingið kann fara í
summarfrí.
– Øll mál, sum vit skulu
viðgera, hava verið til
fyrstu viðgerð, og tað sær
út – sum støðan er nú – at
vit klára at verða lidnir í
vikuni, sigur Edmund
Joensen.
Hann sigur, at okkurt
nýtt mál kann koma fyri,
men við verandi uppgáv-
um, fer løgtingið í summ-
arfrí í fríggjadagin.
Aðalorðaskifti
Landsstýrið hevur eina
røð av aðalorðaskiftum á
skránni, men hesi komu
flest øll ikki fyri tingið í
hesari tingsetuni.
Nøkur
aðalorðaskifti
hava verið, men nógv
fleiri liggja og bíða, og
tey koma ikki á tingborð
fyrr enn í heyst.
Eitt av hesum aðalorða-
skiftum er tað nógv um-
talaða um persóns-, fam-
ilju- og arvarætt. Høgni
Hoydal, landsstýrismaður
í lógarmálum, hevur áður
sagt, at hetta skuldi koma
fyri í hesari tingsetuni, og
fleiri av samgonguting-
monnunum lovaðu bæði
eitt og annað, um hetta
kom fyri tingið.
Høgni Hoydal sigur nú,
at orsakað av nógva polit-
iska rokinum, so verður
neyðugt at bíða við aðal-
orðaskiftunum.
– Tað er fyri so vítt klárt
at leggja fyri tingið, men
eg dugi ikki at síggja nak-
að endamál at trýsta tað
ígjøgnum í síðstu løtu, og
tískil havi eg valt at bíða,
sigur Høgni Hoydal.
Hann vissar kortini um,
at
ætlanirnar
eru
óbroyttar, og hann ætlar,
at løgtingið skal viðgera
m.a. skrásett parlag.
Eingi
aðalorðaskifti
Skúladepil hóttir samgongu
Spurningurin er ikki um men nær hesir skúlar finna saman í depil. Ì løtuni hóttir málið samgonguna.
C
M
Y
K
3
2