mikudagur 30. apríl 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 81 - 30. apríl 2003
Nr. 81 - 30. apríl 2003
5
Flaggdagin kemur
fosturlandsalskurin
fram í okkum øllum.
Men tað skal eisini
annað til, segði Malan
Marnersdóttir mill-
um annað í flaggrøðu
á Giljanesi flaggdagin
FLAGGRØÐA
Edvard Joensen
Giljanes: Tað er ein dygd
at vera góður við flaggið og
landið. Men tað skal vera
eitt mark fyri, hvat vit
kunnu bjóða flagginum og
brúka tað til, minti Malan
Marnersdóttir, rektari á
Fróðskaparsetrinum, á í
flaggrøðu síni á Giljanesi.
Malan Marnersdóttir tók
støði í tí at liva í Føroyum.
Hon vísti til rithøvundar
sum Heðin Brú, Jóannes
Nielsen og Jens Paula
Heinesen.
Flaggdagurin er ein av
døgunum, har vit gerast
national,
vísti
Malan
Marnersdóttir á, og tók í
eina yrking hjá Jóannesi
Nielsen, sum heldur, at vit
liva ikki av berari national-
ismu í Føroyum.
»Júst so«, sigur Jóannes
Nielsen. »Nationalisma eru
ov stórar og ov nógvar
tjóðskaparkenslur og tí
betur, kunnu vit svara, lív
okkara er fult av øllum
møguligum øðrum enn tí.«
Vit velja okkum symbol
upp á tjóðina og útnevna
ymisk ting og fyribrigdi at
vera serføroyskar ímyndir,
visti Malan Marnersdóttir
á.
Eitt nú føroyskur dansur
og grindaboð, sum verða
førd fram sum nakað heilt
serføroyskt. Ikki tí at tað er
tað, vit gera mest av í Før-
oyum. Als ikki, segði hon.
Vit mála nógv oftari hús,
pussa bilar ella tosa nógv
meira í fartelefon í Føroy-
um, enn vit dansa føroysk-
an dans ella fara í grind.
– Men tjóðin er tað, sum
vit vilja og siga hon er, og
tjóðdagarnir eru týdningar-
mikil symbol í so máta. Við
teimum stíva vit tilvitan
okkara av, vit fara kanska
eina mest til flaggdagshald
við børnunum at vísa teim-
um, hvussu vit samtykkja,
at vit eru tey, vit vilja vera
soleiðis savnað og sum
heild, segði Malan Marn-
ersdóttir millum annað í
flaggrøðuni.
Men flaggdagar valdast,
vísti hon á og sipaði til tað
hendingina, sum varð víst
um allan heim herfyri, tá
ein amerikanskur hermaður
sveipaði Stars and Stripes
um høvdið á eini irakiskari
standmynd.
Flaggið skal viðfarast við
virðing, eins og vit eisini
skulu vísa virðing fyri
øðrum enn okkara egna, tí
fløgg povokera og ímynda
nógv meira enn tað, tey eru,
vísti hon á.
Malan
Marnersdóttir
fegnaðist um, at vit síggja
og leggja merki til flagg
okkara. Tí tað kann einki
vera verri enn at hava eitt
flagg, sum eingin leggur
merki til, helt hon.
– Hvat høvdu føroyingar
hildið, um eingin legði
merki til flaggið, og fólk
bara lótu sum luft, hóast tað
tað var har? spurdi hon.
Vit liva ikki av symbol-
um og tjóðskaparkenslu.
Tað eru ikki grækaris-
messa, flaggdagur og ólav-
søka, sum einsamøll halda
okkum á lívi. Hetta eru
ritual, sum verða endurtikin
á hvørjum ári, eins og jól,
páskir og føðingardagar.
Men hesir dagar hava týdn-
ing, vísti Malan Marners-
dóttir á.
– Tað eru teir góðu dagar-
nir, sum gera tað liviligt her
á landi. Teir góðu dagarnir,
tá ið tað sæst, at tað ger
mun, at vit virka og gera,
tað vit kunnu. Teir góðu
dagarnir skulu til, fyri at vit
skulu koma ígjøgnum teir
nógvu vátu og blásandi
dagarnar.
Vit liva av
øðrum enn
nationalismu
Malan Marnersdóttir helt
flaggrøðuna á Giljanesi í ár
At tað framvegis
verður skeltað við, at
ferja siglir um
Vestmannasund, er
forsømilsi, viðgongur
landsverkfrøðingurin
. Hann væntar, at
skeltini heilt skjótt
verða broytt
SKELTING
Edvard Joensen
Vágar: Tað stendur fram-
vegis
á
ferðsluskeltum
bæði í Vágum og í Norður-
streymoy, at ferja siglir um
Vestmannasund. Hóast tað
líður væl á fimta mánað,
síðan siglingin helt uppat.
Hóat tað nærkast fimm
mánaðum síðan, Vágatunn-
ilin lat upp, og ferðslan
varð beind burtur av Oyrar-
gjógv, vísa ferðsluskeltini,
ið eitt nú fremmandafólk,
sum koma um flogvøllin,
síggja, at siglast skal ella
kann um Vestmannasund av
Oyrargjógv.
Fólk í ferðavinnuni hava
víst á tað óhepna í, at
fremmandafólk,
sum
kanska ikki hava fingið nóg
neyvar uplýsingar heiman-
ífrá, kunnu koma út fyri at
koyra norður á Oyrargjógv
at seta seg at bíða eftir ferj-
uni í teirri trúgv, at hon
framvegis siglir.
Ein teirra, sum hevur víst
á hendan møguleikan, sig-
ur, at kemur fremmant
ferðafólk eitt nú við flog-
fari og leigar sær bil á flog-
vøllinum, kann tað skjótt
enda við, at hann stendur
einsamallur á Oyrargjógv
og undrast á, hvat verður av
ferjuni.
Tí við flogvøllin eru
skelti, sum vísa til, at so og
so nógvir kilometrar eru til
Havnar. Ávegis skal koyr-
ast til Oyrargjáar, har skelt-
ið sigur frá, at ferja er.
Sama skilið er aftur í
Sandavági. Har er eisini
skelti, sum vísir til ferju á
Oyrargjógv. Og tá so komið
verður norður á Fútaklett,
stendur eitt skelti við vegin,
sum vísir á, at her verður
sneitt av til Oyrargjáar.
Hinumegin er ikki mæt-
ari, vísir sama keldan á.
Víst verður við skeltum til
flogvøllin. Men saman við
skeltum til Vestmanna. Og
við tunnilsmunnan í Leyn-
um stendur bara Vágar,
men einki, sum vísir til, at
her skal sneiðast av fyri at
náa flogvøllinum.
Og í Vestmanna er verri
enn á Oyrargjógv, tí har
liggur í løtuni Ternan beint
við skeltini, sum framvegis
vísa, at her skal farast, tá
ein skal við ferju vestur í
Vágar, har flogvøllurin er.
– Í Vestmanna kunnu
frammandafók, sum ikki er
nóg væl upplýst, so verða
standandi og bíða, til portr-
ið fer niður, vísir keldan á.
Oyvindur
Brimnes,
landsverkfrøðingur, sigur,
at har eru tey greið um
trupulleikan. Og hann við-
gongur samstundis, at talan
er um forsømilsi, at hesi
skeltini ikki eru niðurtikin.
Tó er tað ikki so, at tey
bara skulu takast burtur,
Tað skulu nýggj setast upp-
aftur. Eitt nú eru vega-
longdirnar millum Vágar
og restina av landinum
broyttar, nú ikki verður
koyrt eftir Vestmannavegn-
um.
Men tað er ikki Lands-
verkfrøðingurin einsamall-
ur, sum viðgerð slíkt. Tað
skal fyri í Landsferðslu-
nevndini, har millum onnur
løgreglan og Bilefirlitið
eisini eru umboðað, vísir
landsverkfrøðinguin á.
Men hann váttar tó, at tað
verður heilt skjótt, at skelt-
ingin verður broytt.
Skeltingin er óneyv
Framvegis fáa fók at vita, at ferja siglir av Oyrargjógv, hóast
tað gongur væl á fimta mánað, síðan hon gavst at sigla.
Heldur ikki vegalongdin til Havnar samsvarar við tað, sum
stendur á skeltinum. Hetta fer landsverkfrøðingurin at broyta í
næstu framtíð
Játtanin til arbeiðið í
Gásadlastunlinum í
ár verður nakað
skjótt uppbrúkt. Tó
væntar landsverk-
frøðingurin, at loftið
verður tryggjað,
áðrenn uppi er
JÁTTAN
Edvard Joensen
Vágar: Peningurin, sum
avsettur er til arbeiðið í
Gásadalstunlinum
í
ár,
verður skjótt uppi, sigur
Oyvindur Brimnes, lands-
verkfrøðingur. Hann vænt-
ar tó, at loftið verður liðugt
tryggjað, áðrenn teir gevast
at arbeiða.
Men hóast so verður,
verður ikki latið upp fyri al-
mennari ferðslu til Gásadal
kortini, sigur hann. Gása-
dalsfólk fáa eina serskipan,
men onnur mugu famvegis
brúka gomlu gøtuna um
fjallið.
Spurdur um tað fer at
bera til eitt nú at fáa eina
avtalu um at flyta ferðaløg
gjøgnum tunnilin við bussi,
sigur landsverkfrøðingurin,
at tað er ikki tikin nøkur
støða til enn.
Hann útihýsir ikki møgu-
leikanum, men heldur, at
um so skuldi verðið, verður
tað fyri rokning. Tí tað fer
at kosta at senda boð eftir
fólki at lata upp og aftur í
slíkum førum.
Landsverkfrøðingurin
veit eins og onnur av, at
fólk av og á ganga gjøgnum
tunnilin. Men tað er ikki
loyvt, tí talan er um eitt
byggipláss, har almenn
ferðsla ikki er loyvd. Fólk
mugu undir øllum umstøð-
um vænta, at slík ferðsla er
fyri egna ábyrgd, sigur
landsverkførðingurin.
Pengarnir ganga undan
Gásadalsfólk fáa serskipan at ferðast gjøgnum tunnilin, meðan
hann er í gerð. Onnur mugu nýta gomlu gøtuna
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
5
4
Tilboðini eru galdandi 1.- 3. mai ella so leingi, vøra er á goymslu. Fyrivarni verður tikið móti prentvillum.
Norðstreymoy
421000
Miðvágur
332000
Klaksvík
457488
Sandur
361000
Tvøroyri
371000
Saltangará
404400
team85
NOKIA 3410
Tann nýggja smarta frá Nokia
Sera brúkaravinarlig við øllum hentleikum
Ymsar frontar, wap, spøl og mangt annað
1.MAI TILBOÐ
1.MAI TILBOÐ
Tórshavn
317010
einans795kr.
SIEMENS A50
Lítil og løtt, einans 96g
Wap, bólka-SMS og lang SMS (760 tekin)
Standby-tíð: Yvir 10 dagar
einans995kr.
hósdagin 1. og fríggjadagin 2. og leygardagin 3.