mikudagur 30. apríl 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 81 - 30. apríl 2003
Nr. 81 - 30. apríl 2003
7
Eg arbeiði ikki á so
lágum støði sigur
Jenis av Rana.
Mánakvøldið var
hann annars lagdur
undir at hava meldað
teir, sum fyrireika
fiskivinnustevuna
fyri at skeinkja
ólógliga
FISKIVINNUSTEVNA
Áki Bertholdsen
Sosialurin í Runavík: Eg
havi ikki í hvussu so er ikki
melda nakan.
Jenis av Rana avsannar,
at hevur nakar meldað fyri
ólógliga skeinking umborð
á Norrønu í sambandi við
fiskivinnustevnuna, er tað í
hvussu so er ikki hann.
Annars gekk sum róta-
súpan í Runavík mána-
kvøldið, at tað var Jenis av
Rana, sum hevði meldað og
at tað var orsøkin til, at
Løgreglan legði upp í ætl-
anin at skeinkja umborð á
Norrønu.
Í gjár gekk eitt sindur
strilti at fáa vátta, at málið
varð meldað, ella um løg-
reglan legði upp í avsínum
eintingum, men Jenis sigur,
at hann hevur so onki við
tað at gera.
– Eg arbeiði ikki á so lág-
um støði, sum hatta. Vildi
eg lagt meg út í hatta málið,
so hevði eg gjørt tað á ann-
an hátt. So hevði tað verið
gjørt í politiskt, tí tað er í
politikki, at eg arbeiði.
Hann sigur, at er tað
ólógligt at skeinkja umborð
á Norrønu, væntar hann, at
Løgreglan tekur sær av tí
sjálv.
Ger hon ikki tað, skulu
teir eisini fáa loyvi skeinkja
fyri sær, tí so fer hann
heldur ikki at blanda seg
uppí.
Hann sigur annars, skal
skal
spurningurin
um
skeinking umborð á Nor-
rønu verða so avgerandi
partur av fiskivinnustevn-
uni, sum tað er gjørt til,
heldur hann, at hon er á
einum so lágum støði, at
hon hevur ikki uppibotið at
verða nevnd altjóða stevna.
Men herfyri var ætlanin
at broyta rúsdrekkalógina
so at tað skuldi bera til at
skeinkja á ávísum tiltøkum.
Er tað ikki rætt, at tit settu
samonguna í veð fyri at
forða fyri tí?
– Nei tað er ikki rætt og
tað var eisini óneyðugt at
hugsa so langt. Veruleikin
er, at í fjør legði Bjarni
Djurholm hetta uppskotið
fyri tingið.
Eftir uppskotinum skuldi
tað vera loyvi at skeinkja á
ávísum tiltøkum. Treytin
var, at onkur, sum hevði
skonkiloyvi frammanund-
an, skuldi standa fyri
skeinkingini.
Tá søgdu vit okkara
hugsa um tað. At hann so
aftur nú aftur ætlaði at
leggja sama uppskot fram,
er at undirmeta miðflokkin.
Tá
skrivaðu
vit
til
Løgmann og vístu á, at tað
tóku vit ikki undir við.
Løgmaður kallaði so til
samgongufund. Talan var
um ein stuttan og ógvuliga
friðaligan samgongufund,
sum endaði við at Bjarni
Djurholm
ásannaði,
at
meiriluti var ikki fyri at
geva skeinkiloyvi til ávís
tiltøk og tí var tann aprturin
tikin
burturúr
uppskotinum, sum Bjarni
Djurholm
síðani
legði
fram.
Skuldi tað bera til at fáa
skeinkiloyvi til ávís tiltøk,
hevði tað blivið ein vinnu-
vegur í sær sjálvu mat ferð-
ast runt at skonkt ymsa-
staðni og tað hevði skjótt
farið á glið, so tað vildu vit
ikki taka undir við, sigur
Jenis av Rana.
Jenis av Rana:
Eg havi ikki meldað
Ruðulleiki valdaði
umborð á Nørruna
fyrsta stevnudagin á
North Atlantic Fish
Fair. Útlendingar og
føroyingar í hópatali
gista umborð, men
støðan varð so ógreið,
at skiparin setti
forboð fyri at
skeinkja fyri
gestunum. Sum skilst
hevur fútin givið
fyrireikarunum
forboð ímóti at
skeinkja sterkt á
stevnuni, tí teir hava
onki skeinkiloyvi
FISKIVINNUSTEVNA
Ingi Rasmussen
Norrøna
liggur
við
bryggju í Runavík. Nýggi
stoltleiki
føroyinga
er
hotellskip
á
stóru
fiskivinnumessuni, North
Atlantic Fish Fair, har
útlendingar og føroyingar í
1000-tali vitja.
Við eina slíka stevnu
hoyrir vanliga vín og øl
afturvið einum betri bita
um kvøldarnar, tá fólk taka
sær av løttum og sodna
dagsins meldur og fiska-
prát.
Men í ár er Norrøna turr-
løgd. Fútin hevur boðað
fyrireikarunum
frá,
at
skeinkjast má ikki við rús-
andi løgi undir nøkrum um-
støðum. Sum skilst hevur
onkur meldað North Atlan-
tic Fish Fair fyri fútan, tí
tað hevur ljóðað, at Nor-
røna ætlar at skeinkja,
hóast hon ikki hevur fingið
serliga skeinkiloyvið, sum
krevst.
Onki loyvi
Tað eydnaðist okkum ikki
at fáa orðið á fútan, áðrenn
blaðið fór til prentingar.
Kári Thorsteinsson, loyv-
isleiðari á politistøðini í
Havn, sigur við Sosialin, at
Norrøna hevur fingið mat-
stovuloyvið upp á pláss,
men hon hevur ikki loyvi at
skeinkja, so leingi hon ligg-
ur við bryggju og er hotell-
Føroyingar missa
andlit, og Restorff’s
bryggjarí missar ein
metstóran ordra. Tað
sigur Johan »Hot«
Mortensen, stjóri í
Restorff’s bryggjarí,
nú forðað verður
Norrønu at skeinkja á
stóru fiskivinnu-
stevnuni í Runavík
FISKIVINNUSTEVNA
Ingi Rasmussen
– Hetta er ein landaskomm!
Hyklarí í ytsta potensi.
Johan »Hot« Mortensen,
stjóri á Restorff bryggjarí,
er alt annað enn fegin um,
at Norrøna, nú brádliga er
turrløgd.
Bryggjaríið hevur gjørt
avtalu við fiskivinnustevn-
una um, at ølið frá Restorff
er tað einasta, sum verður
selt umborð á Norrønu.
Føroya Bjór er koyrt í land,
og hetta er ein søguliga
stórur ordri hjá bryggjarín-
um úr Havn, tí túsundtals
gestir vitja á stevnuni. Nú
kann ølið tað sama stoytast
fyri borð.
– Vit hava staðið á høvd-
inum síðstu dagarnar fyri at
stoyta øl í føt til hesa stevn-
una, men nú verður hetta av
ongum. Tað er pínligt.
Bæði fyri okkum og fyri
nógvu stevnuluttakararnar,
sigur ein heitur Johan Mor-
tensen, stjóri í Restorff’s
bryggjarí.
Missa andlit
Seinasta ár vóru ein 7000
vitjandi, og1000 teirra vóru
útlendingar. Í ár er ikki
óhugsandi, at tað vera útvið
10.000 vitjandi, og umleið
500 av teimum búgva um-
borð á Norrønu. Men skulu
tey hava eitt glas, mugu tey
altso velja ímillum mjólk,
sodavatn og kanska eina
veika øl.
– Føroyingar missa full-
komiliga andlit av hesum.
Hetta er nógv tann størsta
altjóða stevnan, sum føroy-
ingar skipa fyri, og so ber
ikki til hjá teimum útlend-
ingum, sum ómaka sær hig-
ar at fáa eina øl. Tað er
beinleiðis pínligt, sigur
Johan Mortensen.
Sum Sosialurin skilir, so
arbeiðir løgreglan við mál-
inum. Skal Norrøna brúk-
ast
sum
hotelskip,
ið
skeinkir, so skulu bæði
matstovuloyvi og skeinki-
loyvi vera í lagi. Men bara
matstovuloyvi er fingið,
sigur Kári Thorsteinsson av
politistøðini í Havn, sum
hyggur eftir, at loyvini
verða yvirhildin.
Einasta í verðini
Í fjør bar til. Tá var fiski-
vinnustevnan gjørd til eina
afturlætna samkomu, sum
skonkt varð fyri. Í ár hevur
ljóðað, at stevnan hevði
funnið eitt hol í lógini.
Norrøna skuldi selja gløs,
sum fiskivinnustevnan síð-
an skonkti rúsandi løg í.
Men hetta er at sníkja seg
undan lógini, halda myn-
dugleikarnir.
– Eg veit ikki, um vit
kunnu lasta fyrireikararnar
fyri, at teir ikki hava fingið
síni viðurskifti í rættlag.
Tað er ómetaliga seint at
koma dagin fyri stevnuna
og siga, at tað ikki má
skeinkjast. Hetta er pínligt,
og útlendingar fara at
flenna eftir okkum. Hetta er
einasta stevnan í verðini,
har tað ikki ber til at fáa sær
eina øl um kvøldið, sigur
Johan Mortensen.
Politiskt hykl
Tá til stykkis kemur, er tað
hvørki fútin ella fiski-
vinnustevnan, sum skal
lastast, heldur bryggjaríið.
Tað
eru
føroysku
politikararnir, sum ikki eru
sína uppgávu vaksnir.
–
Rúsdrekkalógin
er
100% tápulig, men ongin
politikari torir at nerta við
hana. Teir eru so bangnir
fyri
at
missa
sínar
atkvøður, at teir lata bara
standa til, hóast ein slík
stevna vísir, hvussu langt
úti vit eru í Føroyum. Hetta
er
rein
forðing
av
føroyskum vinnulívi, sigur
Johan Mortensen.
Restorff’s missir
metstóran ordra
Viðurskiftini við
hotel-og
resturatiónsvirksemi
num umborð á
Norrønu eru komin
uppá pláss
FISH FAIR
Vilmund Jacobsen
Mánakvøldið, tá ið seinasta
hond varð løgd á fyrireik-
ingarnar til North Atlantic
Fish Fair stevnuna, tók ivi
seg upp, hvørt ein partur av
virkseminum, sum verður
umborð á Norrønu, ið
liggur við bryggju í Sal-
tangará sum hotel-skip, er
lógligt ella ikki.
Nógv fundarvirksemi var
í Havn mánakvøldið eftir at
tað frættist, at fútin hevði
tikið málið upp, tí ivi er um
hetta virksemið.
Mánakvøldið var løg-
reglan umborð á Norrønu
og kannaði viðurskiftini.
Meldað ella ikki
Annar av fyrireikarunum,
Andrias Jacobsen, sum vit
hittu á framsýningarøkin-
um mánakvøldið, segði seg
hava skilt, at onkur hevur
meldað ætlaða virksemið,
men hann visti ikki, hvør
hevur tikið hetta stigið.
Hann visti heldur ikki við
vissu at siga, um málið er
meldað - ella, um fútin
hevur tikið hetta málið upp
av sínum eintingum.
Soleiðis, sum Sosialurin
hevur skilt, vóru hin fyri-
reikarin, Áki í Skemmuni
og
býráðsformaðurin
í
Runavíkar
kommunu,
Rodmundur Nielsen saman
við sakføraranum, Kristiani
Andreassen, á fundi í Havn
við Smyril Line.
Smyril Line, sum rekur
virksemið, meðan Norrøna
liggur við bryggju í Sal-
tangará, vil – sum skilst –
ikki váða, at umdømi hjá
skipinum kemur í vanda, og
tí vil felagið, at virksemið,
sum fer fram umborð, ikki
er í stríð við lógina.
Mánakvøldið sá út til, at
sjálvt hotel-og resturatións-
virksemið umborð á Nor-
rønu bleiv av ongum, men
týsmorgunin skiltist, at hesi
viðurskifti vóru komin
uppá pláss.
Trupulleikin
var,
at
Smyril Line hevði ikki søkt
um at sleppa at reka hetta
virksemið, meðan skipið lá
við bryggju í Saltangará, tí
felagið metti, at tað var ein
sjálvfylgja, at hetta var í
lagi.
Nógv virksemi
Hvussu verður við skeink-
ing umborð á Norrønu,
meðan North Atlantic Fish
Fair verður hildin, var ikki
greitt, tá ið Sosialurin fór
til prenttilgerðar í gjár.
Arbeitt verður á nógvum
»frontum«, soleiðis at við-
urskiftini, sum hava tikið
seg upp, ikki skulu órógva
hesa altjóða fiskivinnu- og
alistevnu, sum nú á øðrum
sinni verður hildin í Føroy-
um.
Ólavur Hovsgarð, skipari
á Norrønu, hevur gjørt
greitt, at eingin skeinking
verður umborð á Norrønu,
fyrr enn øll viðurskifti í
hesum sambandi eru komin
uppá pláss.
skip.
Hann kennir onki til, at
Norrøna er meldað til fút-
an, sum tað hevur ljóðað,
men hann vísir á, at løg-
reglan hevur skyldu til at
tryggja sær, at loyvini eru í
lagi, áðrenn skonkt verður
alment.
Rúni Joensen, aðalstjóri í
løgmálaráðnum, er for-
maður í serligu nevndini,
sum veitir skeinkiloyvi. Og
hann ger púra greitt, at
Norrøna ikki kann skeinkja
fyri sínum gestum.
– Í Føroyum hava vit ikki
tann møguleika at veita
skeinkiloyvi til einstøk til-
tøk, sum tey hava í londun-
um kring okkum. Í Føroy-
um verða loyvini býtt út í
ávísum tali til ymisku økini
og eru galdandi fyri fýra ár
í senn. Ávísar treytir skulu
lúkast, men í lógini er ikki
hugsað um, at vit kundu fáa
eitt flótandi hotellskip,
sigur Rúni Joensen.
Politiskur vilji
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður við vinnumál-
um, hevur arbeitt við
einum
uppskoti,
sum
miðaði
ímóti,
at
skeinkiloyvi kundu gevast
til einstøk tiltøk. Tað var
lagt fyri landsstýrisfund,
men júst tann heimildin,
varð tikin útaftur.
Uppskotið var kortini
lagt fyri løgtingið. Løg-
tingsfólk vórðu kunnað
um, at hetta merkti, at
Norrøna ikki fór at fáa
skeinkiloyvi til slík tiltøk.
Men ongin politikari ynskti
nakra broyting.
– Bæði landsstýri og løg-
ting ynskja, at tað skal vera
soleiðis, og tí er púrt onki
at gera hjá Norrønu. Hon
kann ikki fáa loyvi at
skeinkja, sum lógin er
orðað, sigur Rúni Joensen.
Kreppufundur um virk-
semið umborð á Norrønu
Tað er ikki loyvt at
skeinkja sterkari enn veikt
øl á Norrønu, so leingi
hon er flótandi hotellskip
á stóru fiskivinnumessuni
Mynd: Jens K. Vang
Norrøna turrløgd
– Rúsdrekkalógin er 100% tápulig, men ongin politikari torir at nerta við hana. Teir eru so
bangnir fyri at missa sínar atkvøður, at teir lata bara standa til, hóast ein slík stevna vísir, hvussu
langt úti vit eru í Føroyum. Hetta er rein forðing av føroyskum vinnulívi, siga Johan Mortensen
og Óla Svenn Nolsøe
C
M
Y
K
7
6