Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. apríl 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 81 - 30. apríl 2003 Nr. 81 - 30. apríl 2003 9 Týdningurin av al- tjóða samhandli hev- ur ongantíð verið størri, enn hann er í dag. Vit eiga sum tjóð at taka við avbjóðing- ini og styrkja um okkara støðu, segði Anfinn Kallsberg, tá ið hann setti fiski- vinnustevnuna í Runavík SETAN Eyðun Klakstein Sosialurin í Runavík: Í ill- fýsnum veðri – vindi og eitt sindur av regni – var stóra fiskvinnustevnan í Runavík sett týsmorgunin. Nógvu fremmandu fløggini veitraðu uttan fyri inngongdina, og bæði horn- orkestur og kór vóru møtt at seta hátíðarligan dáma løtuna. Tað var Anfinn Kalls- berg, løgmaður, sum hevði fingið heiðurin at siga tey innleiðandi orðini, áðrenn teir umleið 300 framsýnar- arnir lótu dyrnar upp á víð- an vegg í teimum serligu høllunum á havnalagnum í Runavík. – Mítt ynski er, at før- oyskar fyritøkur í enn størri mun fara at troyta teir møguleikar, sum liggja uttan fyri okkara landoddar, segði Anfinn Kallsberg í røðu síni, sum varð hildin á føroyskum, hóast nógvir útlendskir gestir eru til stevnuna. Ein ensk týðing av røðu løgmans varð løgd fram á stevnuni, so teir fremm- andu gestirnir eisini kundu fáa orð løgmans við í skjáttuna. Sterkt vinnulív er neyðugt Anfinn Kallsberg legði dent á, at altjóða samhandil skal tryggja framgongd og sjálvbjargni hjá føroying- um. – Týdningurin av altjóða samhandli hevur ongantíð verið størri, enn hann er í dag. Vit eiga sum tjóð at taka við avbjóðingini og styrkja um okkara støðu. – Mangan kann tað tykjast lættari at halda seg til tað kenda og heimliga – kanska serliga tá ið tíðirnar heima eru góðar - men skulu vit gerast framkomin og sjálvbjargin í tíðini, sum kemur, mugu vit hava eitt sterkt vinnulív, sum eisini ger seg galdandi í altjóða høpi, segði løgmaður. Framsýning týdning Hetta er aðru ferð, at North Atlantic Fish Fair (NAFF) verður hildin, og hon er størri hesaferð, enn hon var seinast. Eisini uttanlands er stórur áhugi fyri stevnuni. – Tann týdningur, sum ein tílík framsýning hevur fyri Føroyar, skal ikki undirmetast. Serliga før- oyska vinnulívið kann gleðast um hetta tiltakið. Fyritøkur fáa høvið til at sýna fram sínar vørur og tænastur fyri føroyskum og útlendskum keyparum. Al- tjóða kapping setur krøv til fyritøkur og gevur íblástur til vørumenning. Seljarar og keyparar hittast, og nýggj sambond verða knýtt, segði løgmaður. Hann helt, at sum lítil og fjarskotin tjóð í Norðurat- lantshavinum eru føroy- ingar ikki vanir við, at fólk detta inn á gólvið. Heldur eru tað føroyingar, sum mugu fara í onnur lond, um teir vilja vitja slíkar fram- sýningar. Men hetta hevur NAFF broytt. Kunnu læra av føroyingum Anfinn Kallbserg helt, at útlendingar hava nakað at læra av føroyingum, tá ið tað snýr seg um fiskivinu. – Í fiskivinnuhøpi eru vit ikki lítil og fjarskotin. Vit hava í dag eina fiskivinnu, sum man teljast millum bestu í heiminum, og sum útlendingar í dag vilja læra av. Vónandi hava vit eisini lært av okkara mistøkum, so at vit kunnu standa sterk, um fortreytirnar versna. – At fleiri hundrað út- lendskir gestir vitja hesa framsýning, fegnist eg um, og tit eru hjartaliga væl- komin til Føroya. Vónandi fáa tit nakrar góðar dagar her í Runavík, og eg vóni, at tit eisini fáa møguleika at síggja aðrar partar av landi og náttúru okkara, segi løgmaður, áðrenn hann við hjálp frá Rodmundi Niel- sen, borgarstjóra í Runa- víkar kommunu slapp at kvetta eitt band framman fyri inngongdina. Harvið varð stevnan latin upp, og beinanvegin var nógv fólk í framsýningar- høllunum. Føroyskar fyritøkur skulu troyta møguleikar uttanlands – Í fiskivinnuhøpi eru vit ikki lítil og fjarskotin. Vit hava í dag eina fiskivinnu, sum man teljast millum bestu í heiminum, og sum útlendingar í dag vilja læra av. Vónandi hava vit eisini lært av okkara mistøkum, so at vit kunnu standa sterk, um fortreytirnar versna, segði Anfinn Kallsberg. Mynd: Jens Kristian Vang Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, fekk sær prát við Janus Petersen, stjóra í Føroya Banka, og aðrar góðar menn Mynd: Jens Kristian Vang NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 30. apríl. Severius. Var í fimtu øld biskupur í Napoli. Fía Høj 70 ár Týsdagin 29. apríl fylti Suffía Høj, vanliga nevnd Fía, í Klaksvík 70 ár. Fía er dóttir Annu Wolles av Trøllanesi og Jógvan Isak- sen úr Lorvík. Fía tók millumskúla- prógv í Klaksvík. Síðani arbeiddi hon í nøkur ár á Sýsluskrivstovuni og Post- húsinum. Í 1954 giftist hon við John Høj, sum er sonur Ebbu Klakkstein úr Vági í Klaksvík og Jacob Adrian Høj av Strondum. John var leiðari á Hermetikkfabrikk- ini hjá Kjølbro og síðani á Kósini í mong ár. Hann keypti tað lítla virkið í Árnafirði og kallaði tað Norðís. Har hevur fram- leiðsla verið í mong ár, eisini tá flestøll onnur virki fóru av knóranum. Norðís hevur serliga lagt seg eftir at framleiða panerað hýsu- fløk. Fía hevur havt rokn- skapin á virkinum um hendi. Fía og John fingu trý børn. Ebba er gift við Jens Andreasen, lækna. Tey búgva í Havn. Jógvan er giftur við Sonju Hammer úr Klaksvík, har tey búgva. Og Joan er gift við Jan Jacobsen úr Klaksvík, har eisini tey búgva. Hóast Fía hevur verið illa plágað av sjúkum, hevur hon altíð verið lívsglað og lívsfús. Rasmus Glyvradal 65 ár Í dag, 30 apríl, fyllir Ras- mus Glyvradal á Glyvrum 65 ár. Rasmus er føddur og uppvaksin á Glyvrum, sonur Martinu, f. Joensen, og Christian Jacobsen á Glyvrum. Sum ungur var hann til skips, til hann fór á landbúnaðarskúla í Voss í Norra árini 1958 og 1959. Pápin doyði tá Rasmus var 4 ára gamal, og mamman sat eftir við festinum, sum var ein fýra marka garður. Rasmus yvirtók garðin og hevur rikið hann síðan tá. Samstundis sum Rasmus hevur rikið garðin, hevur hann verið onkrar túrar til skips og arbeitt við egnari gravimaskinu fyri Lands- verkfrøðingin í sambandi við arbeiðið upp á Norð- skálatunnilin og tunnils- gerðir í Kallsoynni. Ras- mus er giftur við Onnu Sufíu, f. Samuelsen, úr Haldórsvík og eiga tey 6 børn, tríggjar døtur og tríggjar synir. Føðingar- dagin er Rasmus at hitta í heiminum frá kl. 9-12. Restina av degnum er hann burturstaddur. Mina og Svenning Reinert á Christiansborg Í gjár skrivaðu vit um at Svenning Reinert í Norðra- dali var til móttøku hjá drotningini mánadagin 28. apríl. Móttøkan var í sambandi við at hann hevði arbeitt 40 ár hjá Færøernes Kommando. Her hava vit eina mynd av Svenning og konuni, Minu Reinert, á Christiansborg. Tað var váttligt og heldur illfýsið, tá ið løgmaður setti altjóða fiskivinnu-og ali- framsýningina, North Atlantic Fish Fair, í gjár FISH FAIR Vilmund Jacobsen Nakað av fólki var saman- komið at líða á horntón- leikin og setanarrøðuna, sum er prentað aðrastaðni í blaðnum í dag. Framsýningin fer fram í pakkhúsunum hjá Skipafe- lag Føroya og í pakkhúsin- um hjá reiðavirkinum, Beta, í Saltangará. Aftrat hesum eru trý stór tjøld sett upp, sum tilsamans eru 2.500 fermetrar stór. Heimamissiónin hevur eisini eitt minni tjald á øk- inum, har Sjómansheimið í Runavík hevur kafeteria og kunning um virksemið hjá eitt nú sjómansheimunum og sjómansmissiónini. North Atlantic Fish Fair verður opin fram til hós- dagin, hvønn dag frá kl. 10.00 til 17.00. At vitja stevnuna ein dag kostar 150 krónur, men til ber eisini at keypa atgongu- merki til allar tríggjar dag- arnar, sum kostar 350 krón- ur. Nógvir framsýnarar Reklamuvirkið, Petur & Petur, sum hevur tikið sær av marknaðarføringini og samskipanini av stevnuni, sigur, at eini 300 feløg úr meira enn 10 londum sýna fram á umleið 4.700 fer- metrum. Seinast, stevnan varð hildin fyri tveimum árum síðan, vóru 212 fram- sýnarar úr 8 londum. Samlaða talið av vitjandi í 2001 var umleið 7.000, harav 570 útlendingar vóru úr tilsamans 19 londum. Nú kunningin uttanlands um stevnuna er nógv betur enn seinast, vænta fyrireik- ararnir, at væl fleiri út- lendskir gestir koma higar, og væntað verður eisini, at stevnan fer at vera væl vitjað av føroyingum, sum vilja síggja, hvat útendsku fyritøkurnar hava at sýna fram. Veðrið og tjøldini Skipanin við, at ein fittur partur av stevnuøkinum er í tjøldum, krevur, at veðrið stevudagarnar heldur sær nøkulunda. Skuldi tað keði- liga hent, at veðrið verður rættiliga illfýsið, fara tjald- dúkarnir at sláa og larma, og tá verða tjøldini ikki so væl egnaði. Hóast týsmorg- unin var nakað illfýsin, var vindurin tó ikki so nógvur, at tað bilaði. Ein annar trupulleiki, tá ið vindur er, er kuldin inni í tjøldunum, og týsmorgunin var eisini kalt í veðrinum. Sosialurin hevur bás á North Atlantic Fish Fair, og týsmorgunin skuldu fingr- arnir verða rættiliga kvikir, um hitin í fingrum og kroppi skuldi haldast so nøkulunda. Líkt er tó ikki til, at tað verður nakað illveður, með- an stevnan er. North Atlantic Fish Fair farin av bakkastokki North Atlantic Fish Fair, sum læt upp í gjár, fevnir um eitt framsýningarøkið, sum er umleið 4.700 fermetrar stórt. C M Y K 9 8