Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. apríl 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 81 - 30. apríl 2003 Nr. 81 - 30. apríl 2003 11 - Eitt land fyri øll! Tað ljóðar so sjálvsagt, sum nakað, ið øll eiga at kunna taka undir við. Men hvussu sær veruleikin út? Í farna vikuskifti hevði Javni landsstevnu, har eitt evni var At menna menningartarnað. Heildarmyndin, ið ein fekk av stevnuni var, at vit enn ikki hava eitt land fyri øll. Her manglar heilt nógv í, tá vit hugsa um tey menningartarnaðu. Síggja vit hinvegin gongdina yvir eitt longri tíðarskeið t.d. tey seinastu fimti árini, eru vit ivaleyst komin langt. Tann stóri spurningurin her og nú er, hvørji útbúgvingartilboð kann samfelagið veita teimum menningartarnaðu. Talan er um at byrja við einum eftirskúla, og verður í fyrsta umfari talan um eina roynd. Hetta er eitt gott tiltak. Tey menningartarnaðu hava somu rættindi sum øll onnur í samfelagnum. Hetta merkir, at tey eiga rætt til útbúgving, arbeiði og bústað. Hetta gerst ikki uttan at settar verða á stovn serskipanir, har lagt verður upp fyri tí veru- leika, at hesir samfelagsborgar ikki megna tað sama, sum tey, ið ikki eru menningartarnað. - Vit skulu hava fjølbroytt tilboð, segði lands- stýrismaðurin – ikki ein ella tveir kassar. - Vit skulu fjølbroyta samfelagið ikki einstreingja tað, legði hann afturat. Púra rætt! Tað er væl eingin, sum er ósamdur. Men sum stjórin á sernámsdeplinum vísti á, er alt hetta ein spurningur um pening. Vit hava tann góða viljan, vit hava tey útbúgvnu fólkini til tað góða endamálið, vit hava foreldur og menn- ingartarnað, sum vilja samstarva. Men tey vøkru orðini og tann góði viljin er ikki nóg mikið. Her mugu gerðir fylgja orðum! Sam- felagið má og skal seta tær neyðturviligu upphæddirnar til taks, annars er alt hetta til fánýtis. Tann júst samtykti eftirskúlin fyri menningartarnað er eitt gott stig framá, og samtyktin bindur løgting og landsstýri til at játta, tað, sum skal til. Men framvegis er stórt trot á tilboðum til menningartarnað úti kring landið. Har trýtur arbeiði, har trýtur bústaður og har tróta útbúgvingartilboð. Allir flokkar á tingi eiga at taka lógvatak saman, so karm- arnir fyri menning av menningartarnaðum kunnu gerast so góðir at Føroyar gerast eitt land fyri øll. DAGSINS MEINING Sosialurin Eitt land fyri øll VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Marjus Dam tingmaður Spurningur til Útvarp Føroya: Er ÚF við til at undirgrava demokratiið? Gjørdist ikki sørt skelkaður ein dagin. ÚF skuldi hava politiska send- ing um ríkisveitingina. Upplýst varð, at hendan skuldi vera kl. 19 sama dag. Áhugavert, hugsaði ein. Men sendingin gjørdist eitt satt vónbrot. Tí av ó- kendari orsøk, varð størsti andstøðuflokkurin als ikki boðin við til kjaksending- ina. Úrslitið av kjaksend- ingini var eisini hareftir. Ein situr eftir og spyr, hvussu slíkt veruliga kann koma fyri í okkara sokall- aða demokratiska samfe- lagið. Eisini spyr ein, um ÚF ikki hevur misskilt sína uppgávu, tá slíkt kann koma fyri. Tí hvør er frá- greiðingin til, at Tjóðveld- isflokkurin, Fólkaflokkur- in, Javnaðarflokkurin verða bodnir til kjak, tá størsti flokkurin, Sambandsflokk- urin, ið veruliga hevur nak- að at geva hesum kjaki, als ikki er tilstaðar. Hesin flokkur, ið umboðar nærum 30 % av veljaraskaranum? Eg havi tí nakrar spurn- ingar til útvarpsstjóran: 1: Hví varð Sambands- flokkurin tilvita settur uttan fyri kjaksendingina hendan dagin? 2: Er tað fyri at leggja loka á ein týðandi bólk av føroyingum, ið hava eina aðra áskoðan enn ávísur journalistur, ið vil halda hesa hugsan og argument- ini fyri hesi burtur frá almenna kjakinum? 3: Hevur útvarpsstjórin tikið stig til, at slíkt álop á demokratiið ikki sleppur at halda fram við hjálp av ávísum starvsfólki á Út- varpi Føroya? Er ÚF við til at undirgrava demokratiið? Niklái Petersen løgtingsmaður Í endamálsorðingini hjá Postverki Føroya stendur í § 1 stk. 2 millum annað, at vera tænastuveitandi stovn- ur, og í so stóran mun sum gjørligt rikin út frá hand- isligum sjónarmiðjum, at laga seg eftir menning samfelagsins og átaka sær víðkað virksemið, tá ið viðurskiftini tala fyri tí. Ì Norðstreymi fellur hamarin tíðum, tá um nið- urlegging av posthúsum og landpostboðum ræður. Posthúsið í Hvalvík varð niðurlagt fyri fleiri árum síðani, og fingu tey land- postboð í staðin, hetta eftir avtalu við Postverk Føroya, og vóru fólk yvirhøvur væl nøgd við hesa skipan. Annars kundu tey av- greiða síni postørindir norðuri á Oyrarbakka ella aðrastaðni. Sama var gald- andi fyri Saksun, Tjørnuvík og Haldarsvík. Í Hósvík hevur land- postboð verið í fleiri ár, og hevur tað virkað væl, men so er ikki longur. Í vár komu harraboð sunnan úr Havn, at land- postboðið varð niðurlagt í Hvalvík og Hósvík og tey, ið høvdu postørindir kundu avgreiða síni viðurskiftir á Oyrarbakka ella suðuri í Kollafirði ella aðrastaðni. Eftir at Heðin Zacharia- sen reisti muntligan fyri- spurning í tinginum herfyri um niðurlegging av land- postboðunum í Hvalvíkar og Hósvíkar kommunu fyrr í vár, kom fram, at hettar var ein liður í einari fram- tíðar rationaliseringsætlan hjá Postverki Føroya. Inni á Toftum varð boða frá fyri páskir, at har skuldi posthúsið lata aftur, men hetta funnu fólk á staðnum seg ikki í, sum rímiligt var. Úrslitið av hesum mót- mælum var at landstýris- maðurin broytti avgerðina hjá Postverkinum, og post- húsið á Toftum er opið aft- ur, sum vanligt. Altso, um bara nóg nógv fólk mótmæla, so broytist avgerðin. Hetta tykist vera ein sera løgin framtíðar rationaliseringspolitikkur hjá Postverki Føroya. Nú eru Postverkshúsa- jarðarferðarpolitikkurin komin til Kvívíkar, Leynar og Stykkið, posthúsið aft- urlatið og onki í staðin. Av- greiðið tit tykkara post- ørindir í grannabygdunum. Løgin hugsunnarháttur og arbeiðsháttur fyri eina almenna fyritøku, hvørs endamál er at vera tænastu- veitari fyri landsins borg- arar, og at vera ein menn- andi stovnur fyri land og fólk. Postverksstjórin átti at havt annað endamál við sínum stovni enn at jarða alt, ið er minni enn eitt ávíst, uttan at koma við nøkrum ístaðin. Tað er ongin loyna, at nógv er broytt í okkara samfelagi seinastu árini, sambandið er gott millum oyggjarnar og alnótin vinn- ur meira og meira innpass hjá tí vanliga fólkinum, men tað er ikki øll, ið hava henda møguleika minni enn so. Í Norðstreymi hava vit merkt niðurskerjingina serliga nógv seinastu árini, og eru fólk sera fortørnað um hesi viðurskifti. Um nakar sum helst vilji er til staðar, so mátti tað kunna latið seg gjørt, at fólk kundu avgreitt síni postørindir eftir tørvi ella eftir avtalu við postboðið úti á bygdunum. Um Postverk Føroya onki annað hevur í ermuni enn at lata posthús aftur og niður- leggja landpostboðið, so er bara at snara lykilin um á Postverki Føroya og grýta hann langt vekk, so ongin finnur hann aftur. Postverkshúsajarðarferðarpolitikkur TÍÐINDASKRIV BLF, Búskapar- og Løg- frøðingafelag Føroya, hevur havt aðalfund, og nýggj nevnd varð vald. Í henni sita Atli Leo, Esther Dahl, Hans Ellef- sen og Niels Winther, sum halda áfram í nevndini, og Durita Eliasen og Sigurð Ó. Vang, sum eru nývald. Úr nevndini eru farnir Bergur Berg og Hilmar Høgenni. Nevndin hevur nú skipað seg við Niels Winther sum formanni, Esther Dahl sum nevnd- arskrivara og Atla Leo sum kassameistara. TÍÐINDASKRIV 4. umfar í tiltakinum Ársins Songrødd, sum er fyri Eysturoynna, verður í Mentanarhúsin- um í Fuglafirði leygar- kvøldið kl.23:00 tann 3.mai. Aftaná verður DJ-show, lasershow og freestylerskapping. Tað eru teir báðir Martin Kjærbo Og Jákup Jacob- sen, sum skipa fyri. Ják- up skal harumframt saman við Ragnhild Ell- ingsgaard vera frásøgu- fólk, tá ið Ársins Song- røddkappingin fer fram. Bussar koyra til og frá staðnum í sambandi við tiltakið. Ársins songrødd Nýggj nevnd í BLF Tað verður ikki OPEC, sum fer at nøkta tann veksandi eftirspurningin á oljumarknaðinum, men heldur onnur oljulond. Tað heldur norski oljumálaráð- harrin OLJUMARKNAÐUR Árni Joensen Altjóða orkustovnurin IEA hevur júst almannakunn- gjørt eina framtíðarmeting av oljumarknaðinum. Har kemur stovnurin til ta nið- urstøðu, at í 2030 fara 42 prosent av oljuni á altjóða marknaðinum at stava frá londunum í Miðeystri. Í dag koma 28 prosent hað- ani. Men hesum er norski oljumálaráðharrin, Einars Steenanæs, als ikki samdur í. Hann sigur tvørturímóti, at veksandi framleiðsla í londum uttan fyri OPEC fer at seta OPEC-londini í eina verri støðu, enn tey nakrantíð hava verið í seinastu nógvu árini. Einar Steenanæs sigur, at søgan hevur prógvað, at tað eru ikki OPEC-londini, sum nøkta eftirspurningin, tá hesin veksur, men haraftur- ímóti lond, sum eru uttan fyri felagsskapin. Norski oljumálaráðharrin heldur tí onga orsøk vera til at stúra fyri, at ídnaðar- londini verða ov bundin at OPEC-londunum, og hann heldur lítið um framtíðar- metingina hjá IEA. - Søgan hevur víst okk- um, at IEA hevur mistikið seg fyrr, og tað er skeivt at halda, OPEC fer at fáa so got tak á heimsmarknaðin- um, sum stovnurin sigur. OPEC-londini framleiða ikki meiri olju í dag enn í sjeytiárunum. Tann størsti vøksturin er í londum uttan fyri felagsskapin, sigur Einar Steenanæs. Oljulondini uttan fyri OPEC fáa størri týdning TÍÐINDASKRIV Leygardagin 3. mai millum kl. 14 og 17 verður møguleiki hjá børnum og vaksnum at koma ein túr á Argja Skúla og hugna sær við alskyns aktivitetum. Tað er harmonior- kestrið og guitarbólkur- in hjá Tórshavnar Musikkskúla, sum skip- ar fyri familjutiltakin- um. Peningurin, sum inn kemur, fer til at fíggja eina ferð til Íslands í tíð- arskeiðinum 25. til 29. juni, har orkestrini skulu luttaka í eini norður- lendskari tónleika- og musikkskúlastevnu. Á tiltakinum á Argja skúla verður ymist til hugna og stuttleikar. Nevnast kann køku- og mattombola, burturlut- ing, bommtombola, fiskibrunnur, klatrivegg- ur, skeiðirør og hoppi- borð. Eisini verður kaffi og heitar vaflur til keyps. Kl. 15.30 fara tey ungu í harmoniorkestr- inum og guitarbólkinum at spæla. Tað er Nordisk Musikskoleråd, sum skipar fyri stevnuni í Ís- landi í summar, sum verður hildin í Kópa- vogi. Børn og ung úr øllum Norðurlondum eru bjóðað við til stevn- una. Evnið á stevnuni verð- ur íslendska náttúran og mentan. Luttakararnir framføra sín tónleik ymsastaðni og spæla saman. Eisini verða út- ferðir gjørdar. Tórshavnar Musikk- skúli luttekur við tveim- um bólkum. Einum har- moniorkestri við 42 lut- takarum og einum gui- tarbólki við 10 luttakar- um. Savnandi parturin av stevnuni er eitt stórt tón- leikaprojekt, har ið allir næmingarnir úr Norður- londum, við teirra ymsu tónleika- og mentunar- bakgrundum, fara at skapa og framføra tón- leik saman. Tónleikaliga úrslitið verður til í sam- arbeiði við næmingar og leiðarar meðan stevnan er. Listerligur leiðari av hesum tiltaki verður Paul Griffiths, sum er tilknýttur Guildhall Scool of Music and Drama í London. Stórt familjutiltak í Argja Skúla Tormóður Djurhuus Í grein á baksíðuni á Oyggjatíðindi fyri miku- dagin tann 23. í h.m. undir heitinum »Risin longu fingið hjálp«, verða m.a. bornir fram hesir faktuellu upplýsingar. 1) »Hetlendingar settu frá byrjan av 50 milliónir í skipið. Nú hava teir so aftur spýtt í kassan. Hvussu nógv hetlend- ingar samanlagt hava sett í er fyribils ein loyna«. 2) »Ein sannroynd er tað í hvussu so er, at Mr. Morgan, sum situr á Hetlendsku oljumillión- unum, skrivaði undir nøkur loynilig skjøl, áðrenn sáttmálin enda- liga varð undirskrivaður av Smyril Line og skip- ið yvirtikið. Mr. Morg- an tryggjaði Smyril Line, at skipið kundir yvirtakast«. 3) »Men ikki nokk við hesum. Helendingar hava eisini tryggjað raksturin av nýggju Norrønu í trý tey fyrstu árini…« Vit í P/F Smyril Line ógv- ast við, at slík tíðindi verða borin út til almenningin, tí hetta eru ikki bert rong tíðindi, men eru hetta upplýsingar, sum eru tiknir beinleiðis burturúr leysari luft. Verður hervið boðað frá hesum. VIÐMERKINGAR Avsannan TÍÐINDASKRIV! Sum kunnugt er ættin eftir Hanus (yngra) og Jóhonnu í Túni á Toftum fjølment í Føroyum og eru enntá ættarfólk av hesi ætt í Íslandi, eftir dóttir teirra, Susanne og í Noreg eftir syni teirra Joen, kallaður Tofta Jógvan. Ættargreinirnar í Íslandi og Noreg sýna stóran áhuga at koma higar í summar fyri at heilsa uppá skyldfólkini í Føroyum. Ættarfaðir okkara, Hanus og sonur hansara Tummas sjólótust tann 30 apríl 1870 tá bátur teirra „Duen" gekk burtur við 5 monnum - eystanfyri Eystnes. Børn Hanusar og Jóhonnu (9) vóru: 1. Hanus Hansen ógiftur Toftir 2. Tummas Hansen - 1870 giftur v/Juliu Toftir Tey fingu 1 dóttir Thomina (gift til TórshavnarHavnar) 3. Susanne Hansen gift v/ Joen Petur Tórshavn (fyrra gifta) Tey fingu 1 dóttir Hansina giftist á Vopna- fjørðinum í Íslandi 3. Súsanna Hansen gift /v Niclas Jacob, Skipanes, (seinna gifta) Tey fingu 1 dóttir Katrina Maria, ógift 4. Joen Hansen giftur v/ Anne Greta (Húsar) Tórshavn Tey fingu 1 dóttir Johanne giftist til Stavanger, Noreg 5. Anna Maria gift v/ Joen Jacob Joensen, Húsar Tey fingu 6 børn: Clement, Johanne, Rakel, Hanus, Katrina og Thomina 6. Justines Hansen gift v/ Katrinu Toftum Tey fingu 8 børn: Billa, Hanus, Elisabeth, Andrias, Jóhannus, Anton, Tummas Juul og Karl 7. Johanne gift v/ JóanisLind, Svínoy Tey fingu 6 børn: Elspa Sofie, Jóhanne Sofie, Pól, Hans, Sigga, og Tummas 8. Hanus Hansen giftur v/ Elisabeth, Æðuvík Tey fingu 3 børn: Magnina, Óla hans og Johanne Sofie 9. Jóhan Hansen 1867-1960 giftur v/Mette Manelle, Nes Tey fingu 7 børn: Hans Jacob, Peter Hans, Tummas Johan, Anna Kristine, Olaf, Margretha og Henrikka Ættarstevnan verður í Ítróttarhøllini á Skála Fríggjadagin 25 juli 2003-04-24 Eftirkomarar íð ynskja at luttaka, verða at tekna seg hjá einum av niðanfyri nevndu, í seinasta lagi fríggjadagin 4 juli 2003 Veitslan er avmarkað til børn og barnabørn hjá nevndu syskinabørnum við maka. Talan er soleiðis um eina trímenninga og fermenningaveitslu. Vegna fyrireikararnir: Eftirkomari eftir Tominu: Jóhannus Rubbeksen Tórshavn, tel 312341 Eftirkomari eftir Onnu Mariu Elinborg Solmunde, Syðrugøta tel 441438 Eftirkomari eftir Justines Josefina Jacobsen, Saltnes tel 447438 Eftirkomari eftir Johanne Flóvin Jacobsen, Velbastað tel 328001 Eftirkomari eftir Hanus Jovina Højgaard, Tórshavn tel 312755 Eftirkomari eftir Johann Emil Hansen, Nes tel 447178 Stevna fyri ættina í Túni á Toftum C M Y K 11 10