Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. apríl 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 81 - 30. apríl 2003 Nr. 81 - 30. apríl 2003 13 Tann eina túrin høvdu teir 27 metrar um sekundið beint ímóti, men hon rullaði slett ikki SAMFERÐSLA Áki Bertholdsen Sosialurin í Runavík: Norrøna vísir seg at klára seg avbera væl. Nú hevur Norrøna siglt ímillum lond í nakrar vikur og tí skuldi skiparin havt eina hóming av dygdini í skipinum. Vit hittu hann á brúnni í gjáramorgunin, nú Norrøna liggur við bryggju í Runa- vík í sambandi við fiski- vinnustevnuna. Og tað er ein vælnøgdur skipari, vit hitta. Norrøna vísir seg at klára seg ógvuliga væl, sigur Ólavur Hovsgarð. Hann sigur, at tann eina túrin ímillum Danmark og Føroyar høvdu teir 27 metrar um sekundið meint ímóti, men har var onki at merkja til ristingar ella nakað sum helst annað. Eina aðru ferðina høvdu teir 22-24 metrar um sekundið inn á bakborðs bógv og tá kundi onkrar smávegis ristingar merkjast inn ímillum. Men hon rullaði yvir- høvur ikki hvørga ferðina. Tað vísir seg sum um at hon sker seg ígjøgnum sjógvin, tí hon hevur eitt heilt annað snið enn gamla Norrøna hevði. Tað hevur eisini heilt fitt á fólki siglt við. Tveir túrar hava tað verið yvir 1100 fólk við og tann eina týurin vóru yvir 1300 fólk við. – Sjálvandi hava páskirn- ar gjørt sítt, men eg haldi, at tað er heilt væl av fólki, tá ið hugsað verður um, at ferðamannatíðin ikki er byrjað enn, sigur skiparin. Norrøna fer nú at liggja við bryggju í Runavík til fríggjadagin, tá ið hon aftur fer í sigling. Í tí sambandi er uppgáv- an hjá skiparanum at ganga vakt og yvirhøvur at hava ábyrgdina av skipinum. Annars skal hann sam- skipa tað, sum hendir um- borð, saman við hotelstjór- anum á Norrønu. Umstøðurnar hjá Norrønu at leggja at í Havn, eru alt ov vánaligar, sigur Ólavur Hovsgarð, sum ikki skilur, at ikki ein betri loysn er funnin SAMFERÐSLA: Áki Bertholdsen Sosialurin i Runavík: Viðurskiftini í Tórshavnar Havn eru beinleiðis skomm at bjóða Norrønu. Ólavur Hovsgarð, skipari á Norrønu hevur hesar sein- astu vikurnar fingið mangt høggið yvir seg, tí tað gongur so seint at leggja Norrønu at í Havn. Tað er meiri enn so kom- ið fyri, at tað hevur tikið útvið ein tíma, ella enn longri at leggja Norrønu at og tað hava fólk funnist at skiparanum fyri. Men skiparin hevur eina heilt aðra frágreiðing og hann leggur ikki fingrarnar ímillum. – Umstøðurnar at leggja at í Havnini eru út av lagi vánaligar. Tað er rætt og slætt skomm at bjóða Norrønu slíkar usmtøður, sigur Ólavur Hovsgarð, tá ið vit hittu hann á brúnni á Norrønu í gjáramorgunin, beint áðrenn fiskivinnu- stevnan varð sett. Hann biðjur fólk hava í huga, hvussu stórt skip, Norrøna er. – Hon er 165 metrar long og tað er altso ikki sum at leggja at við einum tjúgu tonsara, sigur Ólavur Hovs- garð. Samstundis stingur hon ikki meir enn 5,8 ella 5,9 metrar í miðal, so hon flýt- ur at kalla omaná og kann tí vera skjót at dríva av. Hann vísir á, at Norrøna hevur bara 7,5 metrar at geva av framman og tað sama aftan, tá ið hon skal leggja at, so tað sigur seg sjálvt at er neyðugt at fara fram við størsta varsemi. – Og tað er betri at tað tekur ein tíma at leggja at, heldur enn at Norrøna skal verða standandi á Tinganesi í fleiri dagar. Hann sigur, at hendir nakað, er tað bara ein, sum fær skyldina og tað er skip- arin. – Onkrar dagar hevur verið nogvur vindur, tá ið teir hava skula lagt at í Havnini. – Tann eina dagin var hann 18 metrar um sekund- ið, eystaneftir og onkrar aðru ferð hevur hann verið ímillum 12 og 16 metrar um sekundið. – Og tað er ikki bara sum at siga tað at leggja at tá. Ólavur Hovsgarð sigur, at sostatt má tað taka tað tíð, tað tekur at leggja at. – Eg havi gjørt upp við meg sjálvan at míni pappír skulu so ikki skalast fyri at koma eitt sindur skjótari at bryggju. Tí er betri at vera fyrivar- in enn eftirsnarin, tí vit skulu eisini ansa eftir, at vit ikki koma ov hart inn ímóti. Hann minnist eisini, at tað er ikki óvanligt, at tað tekur langa tíð hjá ferða- mannaskipum at leggja at í Havn. – Tá ið DFDS sigldi, tók tað mangt slíkt, men tá tos- aði ongin um tað, leggur Ólavur Hovsgarð afturat. Hann væntar tó, at tað fer at vera betri og at tað fer at ganga betri og betri at leggja at so hvørt, hann verður meiri kunnugur við skipið. Og tað tekur sína tíð at verða kunnugur við eitt so stórt skip, sum hetta. Hann vísir á, at tá ið Smyril kom í 1975, høvdu teir vandan skipara við í fleiri mánaðir. Øðrvísi var hjá Ólavi, tí hann fekk skipið upp í hendurnar at kalla sama dag, sum hann skuldi føra tað einsamallur. Ikki kei at bjóða fólki Ólavur Hovsgarð heldur eisini lítið um atløguviður- skiftini í Havn. – Hatta er ikki kei at bjóða fólki, sigur Ólavur Hovsgarð. Hann sigur, at allar aðra staðni, har Norrøna siglur, eru atløguviðurskiftini nógv betri, enn í Havn Hann skilir ikki, hví ein onnur loysn ikki er funnin. Eitt nú hevði tað verið nógv betri at lagt at í krók- inum undir Skipafelagnum. Og so hevur tað enntá ikki verið serliga ringt veð- ur. Tí er væntandi, at tað verða onkrar túrar um vet- urin, har tað verður ógvu- liga ringt at koma at í Havn. Annars skuldi gamla Norrøna hava sleiparan at hjálpa sær, tá ið vindurin fór upp um 12 metrar um sekundið. Hann sigur, at sannleikin er, at havnalagið í Havn er rætt og slætt ov lítið, so um- støðurnar verða aldrin góð- ar, sama hvat so enn verður gjørt. Hann skilir heldur ikki, hví alt skal trokast saman mitt í býnum í Havn og tí hevði verið betri at funnið onkra aðra loysn til Nor- rønu, kanska enntá á Signa- bø ella í Runavík, har um- støðurnar eru nógv betri enn í Havn. Hann stúrir eisini fyri, hvussu tað verður, tá í Smyril eisini fer at sigla. – Tá má okkurt gerast, tí tað er ikki pláss fyri báðum skipunum ísenn. Men tað er eisini á landið, at okkurt má gerast, tí har er eisini alt ov lítið pláss, sigur Ólavur Hovsgarð. Skiparin á Norrønu: Skomm at bjóða fólki – Tað er betri at tað tekur ein tíma at leggja at, heldur enn at Norrøna skal verða standandi á Tinganesi í fleiri dagar, sigur Óalvur Hovsgarð, skipari á Norrønu, nú summi finnast honum fyri at tað onkuntíð tekur so langa tíð at leggja at í Havn Norrøna klárar seg avbera væl í ringum veðri Norrøna hevur roynst avbera væl, síðani hon kom í sigling, sigur Ólavur Hovsgarð, skipari Helvtin av svenska fólkinum er ímóti at skifta krónuna við evruna, og Gøran Persson, forsætisráð- harri gevur nú sínum egna mótstøðufólki munnkurv SVØRÍKI Árni Joensen Tann 14. september skulu sviar á fólkaatkvøðu um at seta evruna í gildi ístaðin fyri krónuna, men mein- ingakanningar í seinastuni hava víst, at helmingurin av veljarunum vilja ikki hava evruna. Hjá Gøran Persson, for- sætisráðharra er tað tí umráðandi, at hansara egni flokkur tosar við einari tungu í hesum máli, tí eing- in skal vera í iva um støð- una hjá stjórnarflokkinum. Minst fimm av ráðharrum floksins hava alment sagt, at teir eru ímóti evruni, men nú hevur forsætisráð- harrin sett teimum forboð fyri at útala seg. Tey mis- nøgdu skulu stutt sagt tiga, eru boðini. Boðini frá floksformann- inum eru beinleiðis í stríð við eina samtykt, sum flokkurin gjørdi á lands- fundi seinasta heyst. Tá varð avgjørt, at øll skulu sleppa at siga sína hugsan, bæði tey, sum taka undir við evruni og tey, sum eru ímóti. Eygleiðarar í Stockholm halda, at tað er ein blað- grein hjá Leif Pagrotsky, vinnumálaráðharra, sum hevur fingið forsætisráð- harran at taka tað óvæntaða stigið. Ráðharrin hevur alment sagt seg vera ímóti felags gjaldoyranum, og í greinini ávaraði hann um, at evran fer at elva til ó- neyðugt arbeiðsloysi í Svø- ríki. UTTAN ÚR HEIMI Sjómaður doyði av miltbrandi Brasilska løgreglan kennir seg rættiliga vísa í, at ein egyptiskur sjómaður doyði av miltbrandi á einum gistingarhúsi í Amazonas-landspartinum Para tann 11. apríl. Maðurin var komin úr Kairo og skuldi við einum farmaskipi, sum lá í Brasil. Áðrenn hann fór úr Kairo, hevði maðurin fingið eitt kuffert, sum hann skuldi hava við sær til kanada, har onkur skuldi taka ímóti tí. Komin á gistingarhúsið gjørdist sjómaðurin forvitin og ætlaði at vita, hvat var í kuffertinum. Tað kostaði honum lívið. Brasilska løgreglan sigur, at tað er 90 prosent vissa fyri, at miltbrandbakteriur vóru í kuffertinum, men at egyptiski sjómaðurin visti tað ikki. Myndugleikarnir hava tikið royndir av líkinum, og tær eru nú sendar til Kanada til nærri kanningar. Hótti við at fara frá Í Týsklandi gav Gerhard Schrøder, kanslari leiðsluni í sosialdemokratiska flokkinum knívin á barkan, tá hon mánadagin skuldi taka støðu til eina ætlan hjá stjórnini at nýskipa vælferðarsamfelagið. Boðini frá kanslaranum vóru, at tók leiðslan ikki undir við ætlanini, legði hann frá sær. Hóttanin gav eisini úrslit. Tá atkvøtt varð, tóku 28 floksleiðslulimir undir við uppskotinum hjá stjórnini, fýra atkvøddu ikki, meðan fýra sýttu fyri at lata hóttan kanslarans við seg koma og atkvøddu ímóti. Tann 1. juni skal sosialdemokratiski flokkurin taka endaliga støðu til uppskotið um at nýskipa fleiri lógir á vælferðarøkinum. Vinstravongurin í flokkin- um hevur boðað frá, at hann er ímóti ætlanini, men aftan á sigurin á floksleiðslufundinum væntar Schrøder, at hann fer eisini at vinna ta avgerandi atkvøðugreiðsluna um ein mánað. Fornlutir komnir afturíaftur Amerikanska herleiðslan í Qatar sigur, at meiri enn hundrað fornlutir, sum vórðu rændir á irakskum fornminnissøvnum undir krígnum har, eru nú komnir afturíaftur. Millum lutirnar, sum eru komnir undan kavi, eru ein 7000 ára gamal vasi og ein standmynd av einum assýriskum kongi. Fleiri túsund virðismiklir fornlutir hvurvu ella vórðu oyðilagdir, eftir at amerikansku hermenninir høvdu rikið irakska herin úr Bagdad. Hetta elvdi til hvassar atfinningar at amerikanarunum. Víst varð á, at amerikanska herleiðslan hevði allar neyðugar upplýsingar um tey virðismiklu iraksku søvnini, og at hermenninir áttu at vart tey ímóti ránsmonnum og øðrum búrkroppum. Koyrir 7.000 fólk til hús Stóra svenska telefyritøkan Ericsson hevur framvegis trupulleikar, og leiðslan hevur tí gjørt av at koyra 7.000 starvsfólk til hús. Tað verður gjørt teir næstu mánaðarnar, soleiðis at um ársskiftið verða 47.000 fólk eftir í arbeiði hjá fyritøkuni. Ericsson kunngjørdi fyri nøkrum døgum síðani roknskapin fyri tríggjar teir fyrstu mánaðarnar í ár, sum vísti 4,3 milliardir svenskar krónur í halli. Við at siga 7.000 fólk upp og við at spara á ymsum økjum væntar leiðslan at spara einar 13 milliardir svenskar krónur. Tað er ikki bara Ericsson, sum hevur trupulleikar við rakstrinum. Hinar stóru telefyritøkurnar hava somu trupulleikar. Her liggja tey horvnu Síðani stýrið hjá Saddam Hussein fall, hava irakar leitað eftir fólki, sum vórðu tikin ella stutt sagt hvurvu í einaræðistíðini í Irak. Í landsins størsta fongsli, sum er einar 20 kilometrar vestan fyri Bagdad, hava menn funnið nógvar gravir, har politisk mótstøðufólk hjá Saddam-stýrinum liggja grivin. Nú verða tey tikin uppaftur og eyðmerkt - um tað ber til. Bíðað verður í spenn- ingi eftir bókini hjá fyrrverandi ameri- kansku forsetafrúuni BØKUR Árni Joensen Hillary Rodman Clinton, kona fyrrverandi ameri- kanska forsetan Bill Clint- on, hevur skrivað eina bók um árini í Hvítu Húsunum í Washington. Bókin hevur fingið heitið "Living History". Amerikanarar bíða í spenningi eftir bókini, og serliga bíða fólk eftir, um og hvat hon man hava skrivað um viðurskiftini millum mann hennara og Monicu Levinsky. Higartil hava hvørki høvundurin ella forlagið sagt nakað um hetta. Fyrsta útgávan verður prentað í einari millión ein- tøkum, og forlagið dylir heldur ikki fyri, at tey vænta, at bókin fer at ganga sum heitt breyð. Áhugin fyri bókini er eisini stórur uttanlands, og forlagið hev- ur longu selt rættindini til at geva bókina út í 16 øðrum londum. Sjálv hevur Hillary Clint- on longu fingið fimm milliónir krónur í forskoti frá forlagnum. Hon hevur nýtt tvey ár til at skriva bókina, sum er heilar 576 síður. Hillary Clinton gevur út bók um árini í Hvítu Húsunum Mótstøðufólk fáa munnkurv C M Y K 13 12