mikudagur 30. apríl 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 81 - 30. apríl 2003
15
14
Nr. 81 - 30. apríl 2003
– At vit fingu 69% frá
teimum útlendsku
dómarunum, sigur
mær so mikið sum
tað, at vit kanska hava
fatur á onkrum, sum
fólk uttanfyri Føroyar
hava áhuga fyri. Nú er
nógv hart arbeiði fyri
framman, og vit ætla
okkum at venja nógv
og gera góðan tónleik,
sigur Knút Háberg
Eysturstein úr eystur-
oyarbólkinum, Gestir,
sum leygarkvøldið
vann Prix Føroyar
VINNARAR 2003
Ingrid Bjarnastein
Sum flest øllum kunnugt,
so vóru tað Gestir, sum
leygardagin kundu standa
sum greipuvinnarar av Prix
Føroyum 2003. Teir ognaðu
sær eitt festivalpláss í Nibe,
har Clickhaze var í fjør, og
harafturat endaðu teir á
ongum minni enn fyrsta
plássi í kappingini.
Í innleiðandi umfarinum
í Fuglafirði endaðu Gestir
sum nummar tvey – aftan-
fyri Hatespeech, og sum
vinnarar av hálvfinaluni
tann 8. mars, høvdu gest-
irnir úr Gøtu ognað sær eitt
finalupláss í Norðurlanda-
húsinum leygarkvøldið.
Tað var onki »fancy« við
framførsluni hjá Gestum.
Teir vóru teir. Tónleikurin
var í miðdeplinum, og
fjeppararnir í reyðum Gest-
ir t-shirts, stóðu sum ein
stórur fýrakantaður klump-
ur beint frammanfyri pall-
in. Stjørnukastarar høvdu
fjeppararnir úr Gøtu eisini
við sær, men ongin eldur
var á pallinum, og onki
konfetti kom dettandi yvir
høvdini á fjøldini.
Væl nøgdir
Spurningurin er sjálvandi
býttur, men spyrjast má
sjálvandi, hvussu gekst við
framførsluni, og hvussu
bólkurin er nøgdur við
avrikið og úrslitið.
– Vit eru væl nøgdir. Tað
gekk væl at spæla, og tað er
tað, sum vit eru mest glaðir
fyri. Vit fingu eisini undir-
tøku og stuðul frá áhoyrar-
unum, sigur Knút Háberg
Eysturstein,
ljómborðs-
spælari í Gestum.
– Tað er sjálvandi gott, at
tú verður stuðlaður, men
tað týdningarmesta er, at
fólkið gevur tónleikinum
ans og lurtar eftir tónleikin-
um, og tað gjørdu tey
leygarkvøldið.
Finalan gjørdist tøtt leyg-
arkvøldið. Tá alt varð talt
saman, vóru tað bara fimm
stig, sum skiltu Gestir og
Déjá Vu.
– Nú havi eg sæð final-
una í sjónvarpinum, og tað
var øgiliga tætt. Déjá Vu
vóru knasandi góðir, so tað
kundi eins væl verið teir
sum vunnu sum vit. Makrel
vóru eisini góðir, men eg
haldi, at tað var eitt sindur
løgið, at stigini vórðu
kunngjørd á ein hálvgum
pínligan hátt.
Útlendsku
dómararnir
góvu Gestum heili 69% av
sínum atkvøðum, og kann
ein róliga siga, at tað er
rættiliga nógv.
–
69%
frá
teimum
útlendsku dómarunum sig-
ur okkum, at vit hava
kanska fatur á onkrum, sum
fólk uttanfyri Føroyar hava
áhuga fyri, heldur Knút.
Føroyskt og egið
Gestir eru ein føroyskur
bólkur, og tað ætla teir ikki
at broyta nakað uppá. Teir
yrkja føroyskt, og hesum
ætla teir eisini at halda fram
við.
– Vit ætla at halda fram
við at yrkja á føroyskum.
Tað hoyrir uppí heildina hjá
okkum. Vit hava eitt vakurt
mál, og tað eiga vit at brúka
ístaðin fyri enskt. At yrkja á
føroyskum ger tað meira
egið enn tað verður á ensk-
um, sigur gesturin úr Gøtu.
Post-prix-rúsurin er nú
við at taka av og dagligdag-
urin byrjar so spakuliga
aftur.
– Nú royna vit bara at fáa
tað at sodna, og royna at
hugsa um, hvat hetta inni-
ber. Vit skulu í studio og til
festival, og hetta er sjálv-
andi stuttligt. Men hetta er
eisini ein stór avbjóðing, so
nú fara vit at venja nógv og
gera góðan tónleik. At
vinna prixið er uttan iva
eisini ein góð motivatión.
Hetta er aðru ferð á rað,
at Prix Føroyar sigurin
endar í Gøtu. Hvat eta tit
har, sum ikki er at fáa aðra-
staðni í landinum?
– Nú veit eg ikki, hvat vit
eta, men eg haldi, at tað
hevur nakað við tað at gera,
at Grót trýr uppá virksem-
ið, sum gongur fyri seg har.
Vit venja í venjingarhølun-
um hjá Grót, og tað gevur
nógv at vera við í samtakin-
um. Eg vil næstan siga, at
tað er grundarlagið undir
bólkinum, sigur Knút, sum
leggur afturat, at tað, at
prixið tvær ferðir á rað er
endað í Gøtu, er uttan iva
eitt herðaklapp til Grót.
Hann heldur eisini, at
politikkararnir áttu at fing-
ið eyguni upp fyri virkna
tónleikalívinum her á landi.
Aðrar leiðir
Føroysku dómararnir góvu
Gestum ein triðing av
atkvøðunum. Og hyggjarar
og lurtarar kring landið
góvu Gestum 34%. Til
samanberingar vóru Déjá
Vu nógv betur umtóktir
millum føroyingar. Teir
fingu 58% av føroysku
dómaraatkvøðunum,
og
48% frá hyggjarum og lurt-
arum.
– Déjá Vu raka breiðari
enn vit gera, men uppá ein
annan máta. Vit larma
meira, meðan teirra tón-
leikur er meira reinur og
poleraður – uppá ein góðan
máta. Onkur eftirlýsti góð
løg á prixnum, men eg
haldi, at hetta er eitt týðiligt
tekin uppá, at tónleikurin í
Føroyum
gongur
aðrar
leiðir enn áður, heldur
Knút.
Fleiri vilja vera við, at
Gestir minnir í so nógv um
bretska bólkin Radiohead.
Til hetta sigur Knút:
– Radiohead er ein av
nógvum bólkum, sum vit
lurta eftir. Eg haldi, at í
góðum tónleiki, finnur tú
eina javnvág millum íblást-
ur frá øðrum og títt egna,
har tú leggur tín egna sam-
leika
og
tína
egnu
bakgrund í.
Og her noyðast vit aftur
at nevna, at Gestir yrkja á
føroyskum.
– At vit yrkja á føroysk-
um, haldi eg er eitt pluss,
og nakað, sum dómararnir
hava lagt merki til. Hvat
hevði Kent verið, um teir
ikki yrktu á svenskum. Tað
er teirra egna mál, sum ger
tað til nakað serligt. Tað
sama við Sigur Rós úr
Íslandi. Á henda hátt gerst
tað spennandi og áhuga-
vert.
Framtíðin
Vinningurin til vinnaran av
Prix Føroyum var ein
stórur pakki við blandaðum
tónleikaragóðgæti.
Mentamálráðið fíggjar
eina viku í Lundgaard
Studio í Keypmannhavn,
har ungu tónleikararnir fáa
høvi at vera gestir í eina
viku.
– Framtíðin sær ljós og
spennandi út. Vit fara at
arbeiða meira við tónleiki,
og tað gleða vit okkum til.
Harafturat sleppa teir við
í donsku tónleikakapping-
ina, Starfighters, sum kann
geva
atgongumerki
til
Skanderborg festivalin.
Umframt hetta, so ogn-
aðu
Gestir
sær
eitt
atgongumerki
til
Nibe
festivalin tann 27. juni.
– Vit høvdu ikki væntað,
at sloppið við á nakran
festival, men vit høvdu
sjálvsagt vóna tað. Tað
verður eisini stuttligt og
spennandi. Vit eru bara
nøgdir, sigur Knút Háberg
Eysturstein úr Gestum,
vinnarabólkinum til Prix
Føroyar 2003, at enda.
Prix Føroyar vinnararnir:
Vit hava fatur á onkrum
– Prix Føroyar blivið
eitt so stór national
hending, at Norður-
landahúsið má fáa
nýggjar samstarv-
partar fyri at menna
tiltakið meira, sigur
Helga Hjørvar, stjóri í
Norðurlandahúsin-
um. Hon heldur, at
føroyskar fyritøkur
og tað almenna skulu
spæla ein meira
virknan leiklut í
tiltakinum
PRIXIÐ
Eyðun Klakstein
– Um Prixið var okkara
barn, tá ið vit byrjaðu við tí,
so er tú nú blivið vaksið, og
tíðin er búgvin til, at tiltak-
ið nú verður meira sjálv-
støðugt.
Soleiðis sigur stjórin í
Norðurlandahúsinum,
Helga Hjørvar, nú fimta
Prix Føroyar kappingin er
av.
– Norðurlandahúsið skal
vera uppi í Prix Føroyum á
onkran hátt, og til dømis er
salurin her í húsinum akku-
rát tann rætti til finaluna,
men eg haldi, at Prixið átti
at farið meira yvir á før-
oyskar hendur nú, heldur
Helga Hjørvar.
– Eg vil mæla til, at tað
verður gjørt eitt nýtt sam-
starv, sum skal taka sær av
Prix Føroyum framyvir. Við
tí haldi eg ikki, at Norður-
landahúsið skal bakka full-
komiliga út úr kappingini,
men vit eiga at geva pláss
fyri føroyskum initiativi.
National hending
Stjórin í Norðurlandahúsin-
um heldur, at møguleikarn-
ir hjá kappingini og bólk-
unum at fáa enn meira
burtur úr, eru góðir.
– Eg trúgvi, at kappingin
framvegis kann menna seg
nógv, og tað ber til at brúka
tíðina ímillum kappingarn-
ar til at promovera bólkarn-
ar uttanlands, sigur Helga
Hjørvar.
– Tað finnast nógv góð
hugskot um, hvussu arbeið-
ast kann við føroyskum
tónleiki og bólkunum, sum
eru við í Prixnum, men
Norðurlandahúsið
hevur
ikki orku til at arbeiða við tí
ímillum Prixini.
Norðurlandahúsið brúkar
nógvar pengar til Prix
Føroyar. Kundu tit hugsa
tykkum at sloppið av við
Prixið og harvið kunna
brúkt pengarnar til onnur
tiltøk?
– Nei, tað er ikki tað,
sum eg meini. Eg haldi, at
pengarnir eru brúktir skila-
gott, tí øll síggja, hvussu
ótrúliga stóran týdning Prix
Føroyar hevur fyri tónleik-
arar og ungfólk í Føroyum.
Hetta er ikki ein spurningur
um pengar, men hinvegin er
Prix Føroyar blivið eitt so
stór national hending, at
Norðurlandahúsið má fáa
nýggjar
samstarvspartar
framyvir.
Gera nýtt samstarv
Helga Hjørvar heldur, at
tað skal ikki bíðast við at
fáa nýggjar samstarvsfelag-
ar upp í Prix Føroyar kapp-
ingina.
– Eg haldi, at stig beinan-
vegin eiga at vera tikin til
eitt ella annað samstav, har
bólkarnir, sum hava gjørt
vart við seg í Prix Føroy-
um, verða promoveraðir
uttanlands. Tað er nógv at
gera, tá bólkar skulu av
landinum, og tað kostar
nógv at ferðast, og Norður-
landahúsið
hevur
ikki
møguleika at standa fyri
øllum hesum.
Helga Hjørvar heldur, at
nýggja samstarvið millum
stovnar og fyritøkur síðani
kundi staðið fyri næstu Prix
Føroyar kappingini.
– Eg haldi avgjørt, at
føroyskt vinnulív hevur
áhuga fyri at koma uppí
Prix Føroyar kappingina og
promoveringina av føroysk-
um tónleiki uttanlands.
Vinnulívið
hevur
víst
áhuga fyri mentan og at
betra frítíðartilboðini her í
landinum, og tí er tað upp-
lagt, at vinnulívið verður
við í Prix Føroyum. Og síð-
ani er tað kanska ein al-
menn uppgáva at stuðla
hesum arbeiði.
Verður Norðurlandahúsið
vertur fyri finaluni í Prix
Føroyum um tvey ár?
– Ja, tað rokni eg avgjørt
við. Hóast børnini gerast
meira sjálvstøðugt, so eru
tey altíð vælkomin heim-
aftur.
Prixið er búgvið
at gerast sjálvstøðugt
Helga Hjørvar heldur, at nýtt samstarv við føroyskar stovnar og fyritøkur kundi staðið fyri næstu Prix Føroyar kappingini um
tvey ár. Stig skulu beinanvegin takast til hetta samstarv, heldur stjórin í Norðurlandahúsinum.
Mynd: Jens Kristian Vang
– At vit fingu 69% frá teimum útlendsku dómarunum sigur mær so mikið sum tað, at vit hava kanska fatur á onkrum, sum fólk uttanfyri Føroyar hava áhuga fyri, sigur Prix Føroyar vinnarin, Knút Háberg
Eysturstein, sum saman við bólkin Gestir ognaði sær fyrsta plássið. Her er tað forsangarin Ólavur Hansen.
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
14