Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. apríl 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 81 - 30. apríl 2003 Gestir høvdu uppiborið at vunnið. Teir megn- aðu at gera øllum eftir vil, bæði áhoyrarunum í salinum og sjónvarps- hyggjarunum, meðan aðrir bólkar gingu ov høgt uppí at gera sínum vinum niðri í salinum eftir vild. Tað heldur Boogie studieverturin Mikkel Herforth, sum hevur verið í Føroyum í eina viku í sambandi við Prix finaluna PRIX FØROYAR Rúnar Reistrup Vinnarin av Prix Føroyum, Gestir, fer beinleiðis víðari til kappingina Starfighters á Skanderborg festivalinum í august í ár, har hann kem- ur at kappast ímóti donsk- um bólkum um høvuðs- vinningin, sum í hesi kapp- ingini er ein plátusáttmáli. Í tí sambandi valdi ung- dómssendingin Boogie hjá DR1, ið saman við Dan- marks Radio útvarpsstøðini P3 skipar fyri Starfighters kappingini, at senda ein av sínum studievertum til Føroya saman við einum sjónvarpsliði. At tað bleiv Mikkel og ikki ein av hinum trimum vertunum komst ikki av at hann úttrykkiliga bað um at verða sendur til Føroya, men tí tað snøgt sagt lá verri fyri hjá hinum enn hjá honum. Tónleikurin ov harður Vit hittu hann til arbeiðis í Norðurlandahúsinum leyg- arkvøldið, beint eftir at kvøldsins klimaks var farið framvið. Sigur tónleikurin í Prix finaluni tykkara hyggjarum nakað? - Ja partvís, onkrir av bókunum líkjast teimum, sum vanliga eru at síggja í Boogie, men her eru eisini nakrir, sum man als ikki sær. Eg haldi sjálvur, at tónleikurin til Prix finaluna sum heild helst er eitt sindur ov harður og rockut- ur, til at tey fimtan til fimmogtjúgu ára gomlu í Danmark eta hann ráðan. Mugu syngja á enskum Hvussu fer tónleikurin hjá Prix vinnarunum, Gestir, at rigga sum Boogie innihald? - Tað fer í hvussu er at skilja seg burturúr mongd- ini, av tí at teir syngja á føroyskum. Men teir spæla væl. Eg haldi at nakrir av hinum bólkunum gingu ov høgt uppí at gera sínum vinum niðri í salinum eftir vild. Vinnararnir kláraðu at gera øllum eftir vild, bæði áhoyrarunum í salinum og sjónvarpshyggjarunum. So eg haldi, at tað var uppi- borið, at Gestir vunnu. Plátusáttmáli er gularót Starfighters kappingin, sum Gestir hava tryggjað sær luttøku í við at vinna Prix Føroyar, verður ein kapping millum tólv bólk- ar. Boogie og útvarpsstøðin P3 hava bjóðað bólkum um alt Danmark at senda eina demofløgu inn og soleiðis vera við í úttøkuni til Starfighters kappingina. Føroyskir bólkar kunnu eisini luttaka, men nú skal berast skjótt at, tí freistin at senda demofløgu inn er 1. mai. Einasta treyt fyri lut- tøku er, at bólkarnir ikki hava givið fløgu út. Undan kappingini skulu allir bólkar skriva undir ein bindandi sáttmála við pláturfelagið Starfighter Records. Sáttmálin bindur vinnandi bólkin til at út- geva fyrstu fløgu sína í- gjøgnum Starfighter Re- cords. Mugu syngja á enskum Um Gestir klára seg væl og vinna kappingina, kann tað lata nógvar hurðar upp, eisini uttan fyri Danmark. Spurdur um hann heldur at Gestir hava møguleika at klára seg uttanlands, er Mikkel Herforth er rætti- liga varin. - Tað er ringt at siga. Tað fer nokk at valdast um málið, vætni eg. Á Skanderborg festivalinum verður føroyska málið kanska ein fyrimunur. Við at syngja á føroyskum hava Gestir eitt sereyðkenni, sum fær teir at taka seg burturúr rúgvuni av bólkum. Men skulu teir longur út í heimin enn Danmark, mugu teir nokk byrja at syngja á enskum, heldur Mikkel, sum umframt at røkja sítt arbeiði eisini hevur havt tíð at verið úti og hugt at náttarlívinum í Havnini. Eitt náttarlív, sum ikki hevur nakað ímóti at hava upplivað, men sum hann leygarkvøldið viðgekk, at hann ikki fer at sakna stórliga Gleðir tú teg at fara heim í morgin? Ja, eitt sindur. Tað má eg viðganga. - Kanska verður tað eitt sindur einsíðug kunning, tí vit tala sjálvandi okkara egnu søk, men tað skal ikki vera nøkur propa- gandamaskina, sigur Georg F. Hansen næstformaður í Før- oya Arbeiðarafelag um innihaldið á nýggja portalinum hjá føroysku arbeið- arafeløgunum MIÐLAR Rúnar Reistrup Arbeiðsgevarafeløgini hava longu í nógv ár havt sín egna miðil á vevsíðuni industry.fo, sum til tíðir hevur verið nógv siteraður í tíðindabløðunum og loft- miðlunum. Nú hava øll arbeiðara- feløgini eisini tikið stig til at fáa sín egna miðil við portalinum fakfelog.com, sum fyrstu ferð var at síggja mitt í hesum mán- aðinum. Endamálið er sambært Georg F. Hansen, næstfor- manni í Føroya Arbeiðara- felag, fyrst og fremst at kunna limirnar um virkið hjá arbeiðarafeløgunum, men feløgini vóna, at eisini onnur, ikki minst stóru fjølmiðlarnir, fara at brúka miðilin at kunna seg um hvat fer fram á arbeiðs- marknaðinum. Brúk fyri mótvekt Hóast næstformaðurin í Føroya Arbeiðarafelag ikki er nógv fyri at kalla stigið eina eftirlíkning av Ar- beiðsgevarafeløgunum, so ásannar hann at industry.fo hevur skapað tørv á einari mótvekt. - Vit sóu við seinastu sáttmálasamráðingar, at tíðindini á industry.fo bert lýstu eina síðu av málinum, og at tað bert var í góðum ljósi. Vit halda tað vera umráðandi, at fólk eisini fáa høvi at hoyra um veru- leikan, soleiðis sum vit síggja hann, sigur Georg F. Hansen, sum leggur afturat, at hóast sáttmálasamráð- ingarnar settu skund á ar- beiðið at fáa portalin klár- an, er hann ætlaður til annað og meir enn at lýsa sáttmálasamráðingarnar frá arbeiðarafelaganna síðu. Arbeiðarafeløgini løna einum fólki fyri at skriva tíðindi til portalin. Tíðindi verða ikki beinleiðis kon- trollerað av arbeiðarafeløg- unum, men fara tó at lýsa mál frá sjónarhorni arbeið- arafelaganna. Talan verður tó ikki um nakra propa- ganda, sigur Georg F. Han- sen. - Tí so tímir eingin at lesa tað, heldur hann Sáttmálasamráðingarnar eru so smátt farnar ígongd, men enn hevur eingin av pørtunum úttalað seg al- ment um knútapunktini í samráðingunum, og í teim- um báðum internetbornu miðlunum hjá pørtunum er enn lítið og einki at síggja um samráðingarsemjur ella ósemjur. Nú er finalubólk- urin til Prix Før- oyar, Makrel, komin út við fyrstu fløg- uni, við heldur løgna heitinum »Makrel stinkar« ÚTGÁVA Ingrid Bjarnastein Í gjár, týsdagin, kom út nýggj fløga við Makrel. Hon hevur heldur sjálv- spottandi heitið »Makrel stinkar«. Makrel vóru við til Prix Føroyar finaluna leygar- kvøldið, har teir endaðu á einum triðja plássi. Eisini hava teir áður roynt seg í íslendskari tónleikakapp- ing, har úrslitið var gott, og harumframt var Ras- mus Rasmussen kosin besti gittarspælari í kapp- ingini. Fløgan, sum kostar 159 krónur í handlunum, inni- heldur 14 provokerandi og minni provokerandi løg, sum øll eru heima- gjørd. Tað er 3´arin, sum gevur fløguna út. Upptøkurnar eru farnar fram í Íslandi, og er tað Gudmund Kristinn Jóns- son, eisini nevndur Kiddi, sum har sat handan knøtt- arnar. So nú er møguleikin at fáa eitt smakk av Makrel – ikki í dós, men á fløgu. Makrel í dós Arbeiðarafeløgini egnan kunningarmiðil Makrel hevur nú givið út eina fløgu við heitinum »Makrel stinkar« Mikkel úr Boogie: Gestir gjørdu øllum eftir vild Í Danmark kann tað vera ein fyrimunur fyri Gestir, at teir syngja á føroyskum, men skulu teir longur enn Danmark, mugu teir nokk byrja at syngja á enskum, heldur Mikkel Herforth úr DR1 ungdómssendingini Boogie Terji Rasmussen: hendurnar upp ella buksurnar ni›ur Vangamyndin: Drífa Hansen Kokkurin á Sosialinum: Jákup Mørk Hygg mítt klædnaskáp Jógvan Páll Lassen C M Y K 17 16