mikudagur 30. apríl 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sum árstíðirnar skifta, so skiftir
mótin eisini. Litir, snið, skap og
so víðari broytast, og mótaglað
fólk, fara glaðbeint oman í
klædnahandlarnar og fylla
skápið við tí nýggjasta nýggja,
sum ein ella annar sokallaður
mótaskapari situr og teknar við
eitt tekniborð í einum fjarð-
skotnum landi.
Tað er so ymiskt, hvussu høgt
fólk ganga upp í móta, og
hvussu nógvir pengar verða
brúktir uppá klæðir hvønn
mánaða. Nøkur keypa bara
nýggja klæðir til okkurt serstak
høvi, og so eru tað onnur, sum
fara rennandi oman í handilin
so skjótt ein nýggj »kollektión«
er at síggja í sýnisglugganum.
Vit kenna tað eisini frá stjørn-
unum í Hollywood og øllum
tónleikarunum. Serliga tá
Oscarhandanin er, er altíð stórt
kjak um, hvat fyri klæðum tær
ymsu stjørnurnar eru í, og hvør
mótaskapari eigur æruna av
hesum kjólanum ella hvør hev-
ur seymað handan klædningin.
Fyri okkum »vanligu« menn-
iskju, sum sita heima framm-
anfyri skíggjan og gløða um
náttina Oscarhandanin er, er
tað torført at síggja, um hasin
kjólin er ein Versace ella Donna
Karan, ella um hasin klædning-
urin er ein Armani ella Hugo
Boss.
Hvørt nikk og prikk verður
skoðað og dømt av kritikarun-
um, og teir smæðast heldur
ikki við at siga, um ein kjóli er
eitt flopp ella ikki. Og soleiðis
er eisini við donsku slaturbløð-
unum, sum ikki standa aftan-
fyri, tá tað kemur til at umm-
æla klæðini hjá teimum kendu.
Eitt skeivt »move«, og fólk
minnast tín ljóta kjóla altíð, tí
restin tú fert í til allar tær kom-
andi Oscarhandanirnar, fer at
verða samanborið við tann
ljóta kjólan, sum tú fyri 5, 10,
15 árum síðani fann uppá at
lata teg í. Ein hørð verð, vil
onkur kanska vera við.
Men móti er ikki bara klæðir.
Móti er eisini hár, hús, bilar,
taskur, brillur, fartelefonir, teld-
ur, innbúgv og so víðari. Og
skalt tú fylgja mótanum í øll-
um, so kann hetta gerast ein
dýrur umgangur, tí ein kann
saktans fáa eitt sindur ilt í
pengapungin, um mótin skal
vera fult uppdateraður alla tíð-
ina.
Í hesum blaðnum hava vit valt
at nema eitt sindur við móta.
Vit hava verið í Salong Bronx
hjá Lissi Mouritsen og hon hev-
ur fortalt okkum eitt sindur um
tann nýggjasta hármótan. Síð-
ani hava vit eisini hugt eftir eitt
sindur av klæðum, og hartil
hava vit fingið ein kendan før-
oying at vísa okkum sítt
klædnaskáp.
Mótin er á breddanum, og frá
okkum hoyra tit ikki annað
enn »Enjoy!«.
Vit skriva:
Drífa Hansen býr í Klaksvík, og
hon hevur eitt spennandi starv,
sum kanska ikki er so vanligt fyri
so ungar kvinnur. Eisini liggur tað
sera væl fyri hjá henni at syngja,
og hóast hon ikki hevur gjørt so
nógv við tað, so viðgongur hon,
at dreymar um at gerast kend inn-
an tónleikin so avgjørt eru tilstað-
ar
Tá onkur spyr Drífu Hansen hvat
hon ger til dagligt, er tað ikki hiss-
ini aftursvar ein fær. Hon er sølu-
kvinna hjá Kósini. Tað vil siga, at
hon hevur ábyrgdina av allari søl-
uni av flakavirkinum á Kósini, sum
er eitt av landsins størstu arbeiðs-
plássum.
Hon byrjaði í sínum starvi í okto-
ber í 2000, og henni dámar av-
bera væl. Hon arbeiddi sum sølu-
fólk í Noregi, tá hon frætti, at
Kósin Seafood søkti eftir sølufólki.
Hon søkti og fekk skjótt at vita, at
starvið var hennara. Hon hevur
ikki nakra útbúgving innan sølu,
men royndir hevur hon tó.
Drífa var ikki bangin fyri at taka av
starvinum, men hon vónaði bara
at hon fór at kunna makta upp-
gávuna til fulnar. Hon er fallin væl
til í umhvørvinum, og hon heldur,
at størv innan hetta yrkið hóska til
sín.
– Eg møtti eitt sindur av svart-
skygni, tá eg byrjaði, men tað var
onki at tosa um, sigur Drífa, sum
annars heldur, at tíðirnar eru so
nógv broyttar og tískil búnar til at
ein ung kvinna sessast í eitt tílíkt
týdningarmikið starv.
– Leiðslan í JFK Trol er professio-
nel, og tey eru opin fyri at geva
ungum fólki møguleika til at royna
seg, sigur Drífa, sum veit um fleiri
aðrar kvinnur í høgum størvum
innan fiskivinnuna her á landi.
Sangur fyllir nógv
Sum flest onnur hevur Drífa okk-
urt at takast við í síni frítíð. Henni
dámar avbera væl at syngja, og
hon syngur í kóri og onkuntíð
sjálv eisini.
– Eg havi altíð sungið heima, men
tað er ikki nú fyrr eg eri blivin
vaksin, at eg eri farin at gera
meira við tað, greiðir hon frá.
Mamma Drífu hevur altíð spælt
nógvan og fjølbroyttan tónleik, og
sjálv heldur Drífa, at tað er tað,
sum hevur gjørt, at henni dámar
so væl at syngja.
– Mamma hevur roynt at givið
mær kunnleika um og áhuga fyri
tónleiki, so tað hevur uttan iva eis-
ini gjørt sítt til tað, sigur hon.
Fyrr var Drífa eitt sindur bangin
fyri at syngja á palli, men tað hev-
ur broytt seg seinnu ár-
ini. Nú sigur hon, at
henni dámar betur at
syngja solo. Og sam-
stundis ásannar hon, at
dreymurin um at náa
toppin innan sang so
avgjørt livir í henni.
– Eg droymi um at verða
ein viðurkend song-
kvinna, og dreymarnir
eru altíð góðir at halda
fast í, sigur Drífa Han-
sen.
2
Sosialurin Nr. 81 - 30. apríl 2003
Sosialurin Nr. 81 - 30. apríl 2003
3
Tíðindablaðið Sosialurin
Postsmoga 76
100 Tórshavn
Tlf. 31 18 20
Fax 31 47 20
Teldupostur: ph_1@sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjórn:
Ingrid Bjarnastein
Solby Anna Eliasen
<ph_1> er ein partur av Sosialinum
annanhvønn mikudag. Evstamark er
á middegi fríggjadag
Lýsingar til <ph_1> skulu vera okkum
í hendi í seinasta lagi fríggjadagin
áðrenn blaðið kemur út.
Lýsingarnar skulu ikki vera størri enn
254 mm breiðar og 70 mm høgar.
Navn:
Drífa Hansen
Føðingardagur:
10.12.1979
Starv:
Sølukvinna
á Kósini
Yndisorð:
Ja
Hvat vildi tú verða,
tá tú vart stór,
tá tú vart lítil?
Pilot ella
skurðlækni
Vangamyndin:
Drífa Hansen
10121979
Hendurnar upp
ella
buksurnar niður
Kall ella Føroya Tele?
Kall
Jolly ella Coca Cola?
Jolly
Rás 2 ella útvarp Føroya?
Útvarp Føroya
Quality ella Roses?
Roses
Siemens ella Nokia?
Nokia
Loysing ella samband?
Loysing
Flúgva ella sigla?
Flúgva
Føroya Bjór ella Restorff?
Føroya Bjór
Fótbóltur ella honbóltur?
Fótbóltur
Dimma ella Sosialurin?
Sosialurin
Tomat ella agurk?
Tomat
Svart ella hvítt?
Svart
Pizza ella grill?
Pizza
Fløgu, band ella plátu?
Fløgu
Kaffi ella te?
Kaffi
Jakka ella frakka?
Jakka
Lissur ella karalás?
Lissur
Rock ella popp?
Rock
Mamma ella babba?
- Mamma
MacIntosh ella PC?
PC
Per ella Pól?
Per
Um tú var ein bilur, hvat slag
skuldi tú verið?
Eg skuldi verið ein Citroén 2 CV.
Hvør skuldi so sloppið at koyrt teg
og hvør skuldi als ikki?
- Ein taxaførari hevði sloppið at koyrt
meg, men Eyðun Nolsøe hevði ikki
sloppið.
# Terji Rasmussen
syngjandi sølukvinna
C
M
Y
K
19
18