mikudagur 30. apríl 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 81 - 30. apríl 2003
Sosialurin Nr. 81 - 30. apríl 2003
5
Várið er komið, og summarið nærkast við stórum fetum. Og júst sum vár skiftir til summar,
so skiftir mótin eisini. Ikki bert innan klæðir, men eisini innan hár. Vit hava verið í Salong
Bronx, har Lissi Mouritsen fyri góðum hálvum øðrum ári síðani lat upp egna
hárfríðkanarstovu.
– Nú fyri tíðina er hárið bæði langt og stutt, og nógvir ljósir og myrkir litir verða nýttir.
Reyðum er ikki so nógv av beint nú, sigur Lissi.
Afturvendandi nú fyri tíðina er, at hárið skal ikki síggja ov pent út, men helst vera eitt
sindur rokaligt, og tað er galdandi bæði fyri mannfólk og konufólk.
– Mannfólk vilja eisini gjarna hava eitt sindur av hári. Altso hárið er ikki so stuttklipt, tí
soleiðis fáa teir eitt sindur at manerera við, greiðir Lissi frá.
Langt hár er »in«, men tað skal ikki verða klipt beint av. Fruntur og aðrar lítlar detaljur
gera nógv við langt hár, og fáa tað at síggja festligari út.
– Stutt hár er eisini nýmótans, men eg vil siga, at fleiri fara eftir langum hári enn stuttum.
Um tú hevur stutt hár, so ber til at brúka nógvar litir, og gera tað nokkso »pjuskut«, sigur
Lissi, sum viðgongur, at tað eru tey ungu, sum tora best at nýggja tann nýggja hármótan.
Eins og klædnamótin, so skiftir hármótin við árstíðunum. Lissi sigur, at tá tað fer at líða
ímóti sumri, so vilja fólk hava ljósari hár.
– Um veturin ganga fólk ikki so nógv til frisør, men tað merkist væl, tá okkurt er í hondum.
Sum til dømis jól, páskir, ólavsøka og so framvegis. Tað merkist eisini aftur, tá
konfirmatiónirnar koma í hæddina um várið og heystið, sigur Lissi at enda.
H r vi l ggjum vindi
tann svarta Versace klædningin, sum
er goymdur í einum klædnaposa.
– Nakrir klædningar eru bara til slips,
men aðrir eru soleiðis, at ein kann
vera í eini lættari blusu innanfyri. Eg
haldi, at eg eigi einar 10 klædningar.
– Eg havi altíð keypt ordilig klæðir,
sum góðska er í. Tey halda betri, og
tey rukkast ikki so illa. Tú kanst
lættliga fara í flúgvaran og sita har í
tveir tímar, og fara beinleiðis til ein
fund í Keypmannahavn tá tú kemur,
greiðir Jógvan Páll frá.
Tá sakførarin fer sær ein túr, so er
hann í gonguskóm og góðum Helly
Hansen regnklæðum um veðrið ikki er
til vildar. Og hann krógvar ikki, at
hann er HB´ari, tí tá hann er úti og
rennur, so er tað í HB drakt.
– Á floti eri eg í einum gomlum
oljuklæðum, sum pápi átti. Tey eru
eini 30 ára gomul, men tey halda væl,
og haldi eg, at tað er ógvuliga
stuttligt. Hansara navn stendur eisini
enn í klæðunum.
Jógvan Páll dylir ikki fyri, at honum
dámar væl at keypa ítróttarblusur. Í
løtuni er tað ein blusa hjá italska
landsliðnum, sum honum dámar
ógvuliga væl, tí hon er so góð at skía
í.
– Eg havi ein Kjus skíjakka, sum er
ógvuliga góður, sigur Jógvan Páll,
meðan hann vísir okkum jakkan, sum
er reyður og svartur.
– Eg gangi ikki so øgiliga høgt uppí
móta. Klæðini eg keypi eru klassisk og
góðskugóð. Um tú fert væl við einum
klædningi kann hann halda eini 10 ár.
Sakførarin sigur, at hann vil heldur
gjalda eini tveir hundraðkrónuseðlar
meira fyri góðsku enn at keypa okkurt
bíligt, sum ikki er eins gott.
Beint áðrenn vit fara avstað vísir
Jógvan Páll okkum ein hatt, sum hann
hevur fingið frá soninum Teiti. Hetta
er tó ikk ein hattur, sum hann fer út í.
Hygg m tt kl dnask p!
Móti er nógv, men klæðir mugu sigast at vera eitt tað fyrsta einum kemur til hugs, tá
hugtakið móti verður nevnt. <ph_1> hevur vitjað klædnahandilin Total í Klaksvík og
spurt tey, hvat er “in” millum ungar gentur í dag.
Tað letur til, at tað eru teir ljósu litirnir, sum gera nógv um seg fyri tíðina. Summarið
stendur fyri durum, og um veðrið heldur fram at skikka sær so væl sum tað gjørdi á
páskum, so verða summar litirnir nógv nýttir í ár.
Frá Total siga tey, at tað serliga er merkið Vero Moda, sum stýrir mótanum. Vero Moda
er eitt væl umtókt merki millum gentur í aldrinum 18 ár og uppeftir. Eisini er Sisters
vælumtókt, men tað eru yngri gentur sum keypa tað. Tær flestu millum 14 og 16 ár.
Tað kemur kanska serliga av, at støddirnar eru so lítlar í tí.
Eitt sum ger, at júst hesi bæði merkini eru so væl umtókt er, at tey ikki eru so dýr. Av
merkjunum fáast blusur fyri millum 90 og 120 krónur, so tað eru nógvar gentur, sum
keypa tær - og við stuttum millumbilum skifta tær so eisini út.
Kovboybuksurnar frá Vero Moda ganga eisini sum heitt breyð. Serliga tær vaskaðu og
slitnu. Tað serliga við teimum er, at tað ikki er eitt par, sum er líka, tí at tær verða
vaskaðar hvørt parið fyri seg. Hetta ger, at tær slítast á ymiskan hátt.
Eisini eru tær stuttu buksurnar modernaðar nú. Í Total vænta tey, at fram móti
Norðoyastevnuni og inn í summarið verða tað tær stuttu buksurnar, sum fara at selja
mest, soleiðis sum gongdin er nú. Hesar buksurnar eru ikki heilt stuttar, men tað sum
kann kallast trýkvart. Tað vil siga, at tær koma niður til skinnabeinini.
Tá tað so fer at líða longur út á summarið, og heystið fer at nærkast, verða litirnir
meira døkkir aftur. Svart og ymiskir gráir litir fara tá at verða nógv at síggja. Tær stuttu
buksurnar fara at halda fram, meðan kragatroyggjur væntandi verða meira at síggja
tá.
Hvat síðani verður, tá tað líður longur til jóla er ilt at siga nakað um nú, so tað má bíða
til tað er liðið longur út á heystið. Men ongin ivi man vera um, at í summar fara stuttar
buksur og ymsar blusur í ljósum litum at verða nógv at síggja.
Jógvan Páll Lassen er sakførari.
Umframt er hann eisini pápi, og tað er
ikki einum og hvørjum hann er pápi
hjá. Teitur Lassen er nevniliga sonur
Jógvan Páll, sum vit her hava sett
stevnu. Hann hevur latið
skápshurðarnar upp á víðan vegg, og
víst okkum eitt sindur av tí, hann hevur
at velja ímillum um morgnarnar áðrenn
hann fer til arbeiðis.
Í skápinum hanga mest klædningar. Í
øllum møguligum litum. Svartir, gráir og
fleirlittir klædningar eru at síggja, og
eisini eru skjúrturnar nógvar í tali, og
hongur alt pent og nýstrokið uppi.
– Tað eru mest klædningar og skjúrtur í
skápinum hjá mær, tí tað er jú tað, sum
eg brúki til dagligt í mínum arbeiði.
Men so havi eg sjálvandi ymiskt annað
til mína frítíð, sigur Jógvan Páll, meðan
hann vísir okkum, hvat goymir seg
handan hurðarnar á skápinum.
Ymiskt er, hvat fyri klædningur verður
nýttur til hvørt høvið. Og tá Jógvan Páll
veruliga skal vera fínur, so fer hann í
Ljósir litir
til summari›
C
M
Y
K
21
20