mikudagur 30. apríl 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 81 - 30. apríl 2003
Sosialurin Nr. 81 - 30. apríl 2003
7
Mótsetningar hittast
Beyoncé Knowles og 50 cent
eru tað nýggjasta parið inn-
an showbusiness heimin.
Beyoncé Knowles úr Dest-
iny´s Child hevur sett sínar
longu negl fastar í fyrrver-
andi kokain-seljaran 50
Cent, sum er sera nógv
frammi innan rapp heimin
fyri tíðina. Hann hevur eina
fortíð millum gøtubandar í
New York og er millum ann-
að blivin skotin ikki færri enn
níggju ferðir. Hann og Emi-
nem eru vinir, so hann hevur
eitt CV, sum ger, at hann er avbera vælegnaður til rap-
hierarkiið.
Fyrr sást Beyoncé saman við Jay-Z, men hann er nú vorðin
yvirhálaður av 50 Cent bæði so og so.
Tað rann saman millum tey bæði, tá tey skuldu syngja eina
duett, sum also helt fram í sovikamarinum, eftir at øll tól
vóru sløkt.
Ein kann sanniliga siga, at her er talan um tveir mótsetn-
ingar, sum hittast. Tí Beyoncé nýtti sín ungdóm til at finna
Gud, meðan 50 Cent sat í geglinum, so tey bæði munnu
fara at hava ov mikið at tosa um.
Madonna nærum handtikin
Madonna mundi
verðið handtikin fyri
barnaræning, tá hon
ein dagin herfyri
skuldi avheinta dóttr-
ina úr skúlanum.
Madonna hevur altíð
skift hár og stíl yvir-
høvur sum onnur
skifta hosur. Og nú ein dagin mátti hon so sanna, at tað
ikki altíð er so smart at skifta í øllum førum hárlit. Hon
hevði litað sær hárið myrkabrúnt, og tá hon kom í skúlan
eftir dóttrini, vóru tað fleiri, sum ikki kendu hana aftur.
– Eg bleiv fleiri ferðir steðgað av lærarum og foreldrum,
sum ákærdu meg fyri at stjala mína egnu dóttur. Onkur tók
enntá í meg og spurdi, hvat eg var í ferð við, og hvar
mamma gentuna var. Tað tók mær fitt av tíð at greiða
teimum frá, at eg also var Madonna, greiðir Madonna sjálv
frá.
Men hon sigur eisini, at hon skilir væl atburðin hjá fólki,
hóast tað ikki var stuttligt hjá henni, meðan tað stóð uppá.
Hon heldur, at hetta vísir, at fólk hugsa um Lourdes, og at
mamma hennara er kend. Og tað fegnast Madonna um.
Flestu fólk kenna Madonnu sum blondinu, men hon var
faktiskt myrkhærd fyri nøkrum árum síðani. Tað er tó bara
so langt síðani longu, at ongin minnist tað. Og tað er helst
orsøkin til, at fleiri av foreldrunum reageraðu soleiðis.
Annars hevur Madonna júst verið búsitandi í Los Angeles, tí
hon hevur verið við í sendirøðini Will og Grace, men tá tað
var liðugt, segði hon við mannin hjá sær, at nú helt hon, at
tey skuldu flyta aftur til Onglands.
– Hollywood er so keðiligt at búgva í. Okkum dámar væl í
London, sigur Madonna, sum tó er bangin fyri at koyra í
vinstru síðu.
topp.10/video
01.
Harry Potter og hemmilighedens kammer
02.
xXx
03.
Ali G INDAHOUSE
04.
Lilo & Stitch
05.
40 Days and 40 Nights
06.
Iceman
07.
K19 – The Widowmaker
08.
Enough
09.
Sum of All Fears
10.
Mr Deeds
topp.10/cd-rom
01.
Port Royal
02.
Vietcong
03.
Delta Force – Black Hawk Down
04.
Soldier of Fortune 2 – Gold Edition
05.
Anno 1503 – The New World
06.
Heroes IV
07.
Championship Mananger 4
08.
Splinter Cell
09.
C&C Generals
10.
Rainbow Six 3 – Raven Shield
topp.10/fløgur
01.
Ymiskt – Now 3
02.
Ymiskt – Stjerne for en aften
03.
Madonna – American Life
04.
Linkin Park – Meteora
05.
Ymiskt – Re:play 2
06.
Ymiskt – Celtic Circle
07.
Ozzy Osbourne – The Essential
08.
Celine Dion – One Heart
09.
Ymiskt – Hits for Kids
10.
T.A.T.U
– 200 KM/H in the Wrong Lane
topp.10/ps2 spøl
01.
Splinter Cell
02.
Metal Gear Solid 2: Substance
03.
Rayman m
04.
Spyro Enter the Dragonfly
05.
The Getaway
06.
Grand Theft Auto – Vice City
07.
Iss 3
08.
NBA 2K3
09.
Time Splitters
10.
The Sims
<n‡tt - n‡tt>
Harry Potter og
hemmilighedernes kammer
Høvuðsleiklutir: Daniel
Radcliffe, Rupert Grint og
Emma Watson
Longd: 155 minuttir
Prod. ár: 2002
Spirit
Longd: 80 minuttir
Prod ár: 2003
Teir somu, sum hava gjørt
Shrek, venda her aftur við
einum filmævintýri, sum øll
skulu síggja. Fylg við tí villa,
unga rossinum Spirit. Hann
fer út á eina dramatiska ferð
fyri at gera tað ómøguliga –
at bjarga sínum heimstaði og
afturvinna heimstaðin. Á síni
djørvu og spennandi ferð í
stóru villmarkini í USA verður
Spirit vinur við ein ungan Lakota-krígsmann, snýtir flog
flogfaralið og forelskar seg í vøkru ryssuni Rain. Spirit er
ein ógloymandi forteljing um at finna dirvi í sær sjálvum.
K 19 The Widowmaker
Árið er 1961 og tað Kalda
Kríggið millum USA og Sovjet
er uppá tað hægsta, meðan
heimurin heldur andanum við
hóttanini um eitt atomkrígj.
Harrison Ford spælir tann
sovjetiski kavbátayvirmaðurin
Alexei Vostrikov, sum
yvirtekur leiðsluna umborð á
atomkavbátinum K-19. Tann
fyrsti yvirmaðurin, Mikail
Polenin (Liam Neeson), er
vorðin lækkaður í tign eftir
hann hevur noktað at sjóseta
K-19, tí báturin hevur alt ov stórar feilir. Myndugleikarnir
herða á byggingina og vegurin hjá K-19 er raktur av eini
røð av óhappum og manningin gevur bátinum eyknevni
»The Widowmaker «.
Jomfrúferðin hjá K-19 gongur til Antarktis, har ein
atomrakett skal royndarskjótast. Nær við av eina
amerikanska herstøð hendir tað, sum ikki má henda – ein
atomandgera køliskipan fer at leka. Vostrivok stendur
brádliga einsamallur yvirfyri einum ómøguligum vali, at
skula biðja arvafíggindan, USA um hjálp – ella at risikera
eina niðursmelting, og harvið eina eksplosión, sum helst
fer at útloysa 3. veraldarbardaga.
Enough
Tann hartarbeiðandi
servitrisan Slim (Jennifer
Lopez) helt, at hon fór at
fáa eitt lív innan fyri
rammurnar í einum
hjúnarbandi, tá hon gifti
seg við Mitch (Billy
Campbell), hennara
dreymadrongi. Eftir at tey
hava fingið teirra fyrsta
barn, byrjar hennara
fullkomna lív at
niðurbrótast, tí tá
uppdagar hon ta myrku
síðuna hjá Mitch – ein
sjúkliga øvundsjúkur og harðráðin persónur, sum broytir
álit, eydnu og kærleika til ótta. Slim, sum er ræðslusligin
og er bangin fyri lívinum hjá barninum, velur at flýggja
við dóttrini. Men Mitch er náðileysur og setur ein kaldan
leigusvein í starv í jaktini eftir tí vinningi, sum einaferð var
hansara familja. At enda verður Slim noydd til at
konfrontera veiðumanninum, og hon og Mitch kasta seg
út í ein intensan og kropsligan bardaga, har Slim einaferð
fyri allar, vil vísa honum, at hon hevur fingið nóg mikið!!
Kate Ryan
Heiti: Different
Skeringar: 16
Plátufelag: Antler-Subway
Records
Madonna
Heiti: American Life
Skeringar: 11
Plátufelag: Maveric/Warn
er Bros.
MTV Unplugged 2
Bólkar: Sting, Chris Isaak,
R.E.M, Eric Clapton, Bob
Dylan, Sheryl Crow, Elton
John, Björk o.o.
Skeringar: 16
Plátufelag: Universal
The Celtic Circle
Dupultfløga
Bólkar: The Corrs,
Nightnoise, Anuna, James
Horner, Night Wish, John
Williams Clannad & Bono
o.o
Skeringar: 16+16
Plátufelag: BMG
<n‡tt - n‡tt>
Jim Carrey er gírigur
Tað sigur fyrrverandi kona
hansara, Melissa Womer. Hon
sigur, at Carrey er óreinur við
dóttur teirra, ta 15 ára gomlu
Jane, tí hon fær ikki nóg mik-
ið av lummapengum.
Onkur vildi kanska hildið, at
16.300 krónur um vikuna
skuldi verið nokk hjá einum
tannáringi til at fingið megin-
partin av sínum útreiðslum
dekkaðar, men ikki í teimum
høpunum, har Melissa Wo-
mer ferðast dagliga. Hon hevur nú sent rættinum eitt um-
fatandi krav, har hon krevur, at Carrey rindar 2,3 milliónir
krónur til útreiðslurnar hjá dóttrini.
– Eg tími ikki, at hon gongur og plágar meg um eyka-
lummapengar, tá hann hevur ráð til at geva henni teir, sigur
Melissa, sum varð sundurlisin frá Carrey í 1995 eftir átta ára
hjúnaband.
Í kravinum frá Melissu stendur millum annað, at dótturin
skal hava skíferiur, privatan skílærara, lívverja, ríðitímar og
flogferðir á fyrsta klassa goldnar. Hetta eru alt fastar út-
reiðslur. Harafturat skal hon hava egið studium fyri knappar
1, 4 milliónir har hon skal kunna menna síni listarligu evni.
Og eisini skal hon hava egna bil, sum kostar um milliónina,
og har skal tryggingin sjálvandi eisini rindast. So íalt er kra-
við upp á góðar fýra milliónir krónur.
Tann 21. apríl skal rætturin taka støðu til kravið frá Melissu
Womer. Hon er ikki í iva um, at hon vinnur sakina.
Ben og J-Lo í Casablanca
Ben Affleck og Jennifer
Lopez hava gjørt ein stór-
an sáttmála við at spæla
høvuðsleiklutirnar í endur-
innspælingini av stóra
klassikaranum Casa-
blanca.
Play it…kanska eru hesi
bæði orðini úr filminum
Casablanca tey kendastu í
filmsheiminum yvirhøvur.
Tey vórðu søgd av
Humphrey Bogart í 1942, og nú bendir alt á, at Ben Affleck
skal siga tey í eini lýsing, sum skal takast upp í Hollywood.
Til leiklutin hjá Ingrid Bergman hevur leikstjórin valt unnust-
una hjá Ben í veruleikanum, Jennifer Lopez. Hon skal also
vera tann, sum rýmir og letur Affleck standa einsamallan
eftir við tveimum whiskey fløskum og tí myrka bartvørði-
num, sum heldur enn fegin spælir ” As time goes by ” um
aftur og umaftur á tí lítlu barrini í tí stóra, myrka býnum.
Nógvar røddir eru frammi um, at tey bæði tora avbera væl,
tí tey eru farin í holt við hesa verkætlanina. Onkur heldur
enntá, at tað kann fara at verða tað heilt stóra skrædlið fyri
tey bæði, tí tey eru farin at pilka við tann kendasta filmin í
søguni.
Men tey bæði eru ovurfegin um, at tey sleppa at sýna teirra
evni fram í sama filmi. Um ikki annað, so kunnu tey vísa
bankanum evnini, tí tey fáa í nánd av 200 milliónum krón-
um tilsamans fyri at leypa í leiklutirnar hjá Bogart og
Bergman.
Mariah Carey einsmøll í tvey ár
Hóast Mariah Carey má sig-
ast at vera ein tann vakrasta
og mest sexuta songkvinnan
íheiminum, so hevur hon ikki
havt eitt fast samband við
nakað mannfólk tey seinastu
tvey árini. Tann 33 ára gamla
songkvinnan hevur sjálv gjørt
av at liva í cølibat, eftir at
hon og Luis Miguel fóru hvør
til sítt.
– Eg havi sjálv valt at liva einsamøll, sigur hon.
– Nógv mannfólk síggja meg bara sum eitt sex objekt, sum
teir vilja sleppa í song við, so teir kunnu reypa sær av tí aft-
aná. Teir eru slettis ikki áhugaðir í at læra meg at kenna
sum persón. Og tað finni eg meg ikki í. Eg skal ikki upp-
fatast sum um eg eri nemm ella bílig, sigur sangfuglurin
also.
Mariah Carey sigur, at tey mannfólkini hon hevur havt í
sínum lívi, kunnu teljast á aðrari hondini. Hon livdi saman
við Tommy Mottola í fimm ár, síðani fall hon fyri baseball-
spælaranum Derek Jeter og seinast var tað so Luis Miguel.
Eminem og 50 Cent hava annars gingið og reypað av, at
teir hava báðir verið saman við songkvinnuni, men tað
avsannar hon.
– Eg havi tosað við teir báðar einaferð, men hvussu teir fáa
tað til nakað seksuelt, tað er mær ein gáta, sigur Mariah
Carey, sum tó ikki hevur givið upp at finna kærleikan.
Salma og Edward hava trupulleikar
Salma Hayek og Edward Norton eru eitt ómakað par. Tey
eru sera ymisk. Hon elskar
veitslur og Hollywood
lívið, meðan hann heldur
seg langt vekk frá
ljóskastaranum.
Tað hevur givið teimum
báðum stórar trupulleikar.
Edward er vorðin troyttur
av, at Salma rennur til
hvørja veitslu og frum-
framførslu. So nú hevur
hann givið henni tvey í at velja:
Antin kemur tú niður ájørðina og verður tú sjálv. Ella eru vit
bæði liðug.
Tað hevur verið týðuligt fleiri ferðir, at tey bæði hava trupul-
leikar. Til dømis til Oscar handanina. Eftir sjálva handanina
var ein døgurði, har tey bæði vóru við. Men Edward fór
heim tíðliga, meðan Salma var eftir og helt á til langt út á
náttina. Keldur vilja vera við, at hon bleiv meiri avslappað
og glað, tá Edward var farin.
Salma Hayek er kend fyri at elska rampuljósið. Í Hollywood
verður skemtað við, at hon hevði farið til upplatingina av
einum brævbjálva, um hon visti, at ein myndamaður fór at
verða hjá og taka myndir av henni.
– Edward Norton kundi ikki verið meira mótsatt Salmu.
Hann hatar alt alment, og tað er blivið ein trupulleiki fyri
hann, at unnusta hansara elskar tað. Hjá Salmu er tað alla-
tíðina eg, eg og aftur eg, og tað er hann nú vorðin troyttur
av. Hann skammar seg simpulten av henni nú, siga keldur
um parið.
01.
Spirit
02.
Mr. Deeds
03.
Harry Potter – Hemmilighedens kammer
04.
xXx
05.
Signs
06.
Dragejægerne
07.
Enough
08.
Mortal Combat – Final Battle
09.
Bourne Identity
10.
Tilbage til fremtiden – trilogy box
topp.10/dvd
C
M
Y
K
23
22