mikudagur 30. apríl 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 81 • mikudagur • 30. apríl 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Jacques undirskrivað
sáttmála við ÍF Føroyar
TÍÐINDASKRIV
Á móttøku í sambandi við
eitt ára føðingardagin hjá
náttklubbanum Jackways
leygardagin 19. apríl megn-
aði nevndin hjá føroyska
fótbóltsfelagnum í Keyp-
mannahavn, ÍF Føroyum,
tað, sum FCK-leiðslan ikki
dugdi: At fáa Tóda Jónsson
at seta sína undirskrift á ein
sáttmála.
Hetta merkir tó ikki, at
Tódi Jónsson skal spæla
við ÍF Føroyar komandi
kappingarár, tí talan er ikki
um ein leikarasáttmála,
men hinvegin um ein stuð-
ulssáttmála millum TMS
Jackways, ið er felagið
aftanfyri náttklubban, og
sum Todi Jónsson er parta-
eigari í, og ÍF Føroyar-
Fótbólt.
Sáttmálin inniber millum
annað, at 1. og 2. lið hjá ÍF
Føroyum í 2003 fer at
brúka venjingartroyggjur
við
búmerkinum
hjá
Jacques Discothèque á. Um
onkur undrast yvir, hví tað
skal standa Jacques Dis-
cothèque og ikki Jackways
á troyggjunum, er orsøkin,
at føroyski náttklubbin hev-
ur tikið navnabroyting og
framyvir fer at ganga undir
hesum franska heiti. Hetta
hendi eisini í sambandi við
eitt ára føðingardagin.
Stuðulssáttmálin millum
TMS Jackways og fótbólts-
deildina hjá ÍF Føroyum er
komin í lag eftir ynski frá
báðum pørtum, tí tað bleiv
hildið, at tað var upplagt, at
ÍF Føroyar-Fótbóltur og
Jacques Discothèque sam-
starvaðu. Á ein hátt eru fót-
bóltsfelagið og náttklubbin
í familju, tí talan er í roynd
og veru um føroyskar
stovnar á danskari jørð,
hvørs leikarar og viðskifta-
fólk eru føroyskir útisetar í
danska
høvuðsstaðnum.
Tað skal heldur ikki av-
noktast, at í mongum førum
er talan um somu persónar,
ið ganga aftur á báðum
støðum.
Stuðulssáttmálin er eitt
munagott íkast til raksturin
av ÍF Føroyar-Fótbólti,
hvørs besta lið av trimum í
løtuni er at finna í oddinum
á donsku seriu 1.
Sáttmálin
ger
TMS
Jackways til høvuðsstuðul
hjá ÍF Føroyum-Fótbólti
fyri kappingarárið 2003.
Flogbóltssam-
bandið havt
aðalfund
AÐALFUNDUR
Páll Holm Johannesen
Sunnudagin hevði Flog-
bóltssamband Føroya að-
alfund. Undirtøkan var
góð, tí øll feløgini lut-
tøku,
fyriuttan
eitt.
Størsta umrøðan fór við
teimum yngru deildunum.
Stóra undirtøkan millum
tey ungu, ger at kapping-
arnar ikki kunnu skipast
eftir núverandi leisti.
Umframt tey ungu, so
varð kjakast um upp- og
niðurflytingardystir skulu
vera í framtíðini. Feløgini
avráddu at innkalla til ein
eykaaðalfund
skjótast
gjørligt, við tí fyri eyga at
fremja eina lógarbroyting.
Nevndin í Flogbólts-
sambandinum varð øll
afturvald. Í henni sita,
Niclas Joensen, formaður,
Magnus Tausen, skrivari
og Trúgvi H. Poulsen,
kappingarleiðari.
Leygardagin 19. apríl skrivaðu TMS Jackways, ið er felagið
aftanfyri føroyska náttklubban í Keypmannahavn, og ÍF
Føroyar-Fótbólt undir stuðulssáttmál fyri kappingarárið 2003.
Á myndini síggjast Todi Jónsson, partaeigari í TMS Jackways,
og Uni L. Hansen, nevndarlimur í ÍF Føroyum.
Malan Michelsen og
Andrass Thomsen
vera fyri fyrstu ferð
við á oyggjaleikunum
SVIMJING
Páll Holm Johannsen
Um vikuskiftið var úttøku-
kapping hjá svimjararunum
til oyggjaleikirnar seinast í
juni mánaði. Kappingin
byrjaði fríggjadagin, og
hildið varð á til sunnu-
kvøldið. Tey luttakandi fel-
øgini vóru, Ægir, Havnar
Svimjifelag, Fuglafjarðar
Svimjifelag og Tvøroyar
Svimjifelag.
Eftir kappingarnar boð-
aði landsliðsvenjarin frá,
Petur Heðin á Fløtti, hvørjir
svimjarar fara at umboða
Føroyar á oyggjaleikunum
á Guernsy. Hesi eru: Dia
Jacobsen, Andrass Thom-
sen, Eivind Eysturoy, Ás-
bjørn Hansen, Kristoffur
Hentze, Benthe S. Ander-
sen,
Malan
Michelsen,
Shaila millum Garðarnar.
Komandi
vikuskiftið
møtast oyggjaleikasvimjar-
arnir til fyrstu venjingar-
leguna, sum verður í Fugla-
firði.
Svimjilandsliðið úttikið
Frá vinstru aftast: Eivind
Eysturoy, Kristoffer Hentze,
Dia Jacobsen, Andrass
Thomsen frá vinstru
framman: Petur Heðin á
Fløtti venjari, Benthe Sikivat
Andersen, Malan Súsanna
Michelsen, Shaila millum
Garðarnar og Remi Lam-
hauge hjálparvenjari. As-
bjørn Hansen vantar á
myndini
25
24
Nr. 81 - 30. apríl 2003
Maid in Manhattan - Byens små mirakler
Aftur ein av gentufilmunum. Ein
Øskufíu-filmur, sum hevur alt, ein
øskufíufilmur skal hava. Lat tað
beinanvegin verða sagt, at ert tú
ein, sum leitar eftir stórspæli og
møguligum Oscar-vinnarum, so er
Maid in Manhattan ikki fyri teg.
Ert tú hinvegin úti eftir at síggja
ein fittan og romantiskan film
saman við vinkonunum ella sjeiki-
num, so er filmurin júst tað, tú/tit
hava brúk fyri.
Jennifer Lopez hevur høvuðsleik-
lutin í filminum. Hon er stovugent-
an, Marisa Ventura á Beresford
hotellinum í Manhattan. Pengar
eru ikki nógvir av, og eisini hevur
Marisa ein son, sum eitur Ty. Páp-
an sær hann ikki nógv til, og er
pápin ein av teimum, sum altíð
hevur ein umskyldning fyri ikki at
koma – aftur hesuferð.
Lívið er strævið, og hvønn dag
noyðist Marisa til arbeiðis fyri at
fáa breyð á borðið hjá familjuni.
Men hon trívist væl á hotellinum
millum hinar stovugenturnar, og
eisini hini arbeiðsfólkini á hotelli-
num eru góð við hana og sonin.
Ein dagin, tá Marisa og ein stovu-
genta og vinkona, Steph, gera
reint í Park-suituni, fjasa tær býtt,
og endin verður tann, at Steph
fær yvirtalað Marisu til at royna
eina 5000$ verda Dolce &
Gabbana drakt. Tingini byrja at
ganga galið, og beint tá kemur
senator-valevnið Chris Marshall
inn við soninum Ty, tí Ty vil við
Chris at ganga túr við hundinum
Rufus. Nú eru góð ráð dýr. Ikki er
nógv annað at gera enn at lata
sum um Marisa býr á kamarinum,
og tá Chris bjóðar henni við út ber
ikki til at bera seg undan.
Nú er bara at gera alt fyri, at Chris
ikki finnur útav, at Marisa ikki er
ein rík kvinna við einum góðum
arbeiði, sum gevur nógvar pengar.
Hon roynir av
øllum alvi at
krógva tað, men
tað er lættari
sagt enn gjørt.
Endin av filminum skal ikki avdúk-
ast her, men hetta er sum sagt ein
Øskufíu-filmur, so endin er nú ikki
so torførur at rokna út.
Filmurin er ok. Hann er stuttligur í
støðum, og tann mest sjarmerandi
í øllum filminum er sonurin, Ty.
Hygg bara eftir honum. Tú fert
ikki at biðja um pengarnar aftur
aftaná.
Fakta um <Maid in Manhattan>
leikarar:
Jennifer Lopez,
Ralph Fiennes, Tyler
Posey, Marissa
Matrone, Natasha
Richardson
longd:
107 min.
sta›:
Havnar Bio - filmurin
er fyri øll
Jákup Mørk,
ítróttarskrivari á Sosialinum:
1. Heldur tú sjálvur, at tú ert húsligur?
– Nei, ikki serliga. Eg vaski gólv av og á og okkurt annað
smávegis. Men mær dámar ikki at rudda, men væl at gera
mat.
2. Hvat fyri uppvaskisápu nýta tit heima?
– Kemilux sitrónuppvask, og onnur uppvaskibustin er hvít,
og hin er reyð.
3. Hvussu ofta gert tú døgurða um vikuna?
– Tað er ymiskt. Alt eftir nær eg eri heima, men mær
dámar væl at gera mat. Tað er bara ikki so ofta, at tíð er til
tað.
4. Hvussu longi kókar tú eplir?
– 35 minuttir, men tað veldst sjálvandi um tey eru stór ella
lítil. Tey størru fáa eitt sindur longri tíð.
5. Og egg?
– Tá eg kóki egg, vil eg hava tey hartkókað, so tey fáa
ríkiligt. Men annars dámar mær best spejlegg, og tá skal
blomman vera bleyt.
6. Hvørja húsarhaldsplikt dámar tær minst at gera?
– At rudda upp inni í kamarinum, so tað geri eg ongantíð.
7. Og hvørja dámar tær so best?
– Um matgerð er ein húsarhaldsplikt, so dámar mær best
hana. Og annars at skrúva tónleik hart frá og so fara at
vaska gólv. Tað allarbesta er tó, tá ein nýtir einar 5-6 tímar
at gera ein góðan døgurða.
8. Hvørjum borðreiðir tú við, tá tú hevur gjørt okkurt
serstakliga leskiligt?
– Tá gevi eg tí allan armin. Kanska ein fiskaforrætt ella
rækjur. Onkra lekra steik ella villinidjór til høvuðsrætt og so
onkra lekra dessert omaná. Og hon er ongantíð tann sama.
B rm lt
upp 5-6 t mar
C
M
Y
K
24