Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. apríl 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 81 - 30. apríl 2003 At føroyskur fótbólt- ur fekk samband við útheimin, metir EB/Streymur venjarin vera høvuðsorsøkin til stóru menningina í føroyskum fótbólti seinastu árini. FÓTBÓLTSPRÁT Páll Holm Johannesen Tað er einki at dylja yvir, at størsta yvirraskilsið í fót- bóltskappingini í ár hevur verið EB/Streymur. Felag- ið, ið vanliga liggur í tyngra endanum í 1. deild, hevur tikið øll á bóli í ár, og fór strúkandi víðari úr bólkaspælinum. Samant- vinningin av ungum og evnaríkum leikararum og meira royndum spælararum hevur higartil eydnast sera væl. EB/Streymur hevur í ár fingið tilgongd av fleiri spælararum, ið seinnu árini hava verið at funnið í odda- liðum í føroysku kappingini. Nýggju leikararnir Marek Wierzbicki, Egil á Bø og Magni á Lakjuni styrkja væl um hjá Sundalagsmonnum, og hóast lítið er fráliðið í kappingini, so tykist EB/- Streymur hava eitt lið, ið avgjørt kann fara at arga tey størru feløgini í ár. Umframt tilgongdina av fleiri leikararum, so hevur felagsliðið eisini fingið nýggjan venjara í ár. Pól- lendingurin, Piotr Krakow- ski, hevur eftir trý ár í B36, í ár leita sær í norður í Sunda- lagið. Hetta er fjúrtanda árið á rað Piotr er í Føroyum. At útlendsk ítróttafólk eru so leingi í Føroyum er rættiliga óvanligt, tí vanliga mynstrið er, at tey bert steðga í nøkur fá ár. Tey fjúrtan árini hjá Piotr Krakowski í Føroyum hava sanniliga rúma bæði gleðis- løtur og minni hendingarík- ar løtur. Póllendingurin hevur bæði sum venjari og leikari megna at gerast meistari, og at fara tí tungu leið niður í aðru deild. Vit hava hitt Piotr á máli um tey seinastu fjúrtan árini í Føroyum. FM vinnari fyrsta árið Seinast í áttati árunum var rættiliga farið at rilla undir jarntjaldinum í eysturevr- opa, og hetta merktist eisini innan fótbóltin. Fótbólts- spælarar úr kommunsist- isku londunum í eystur- evropa høvdu sera torført við at sleppa út úr heim- landinum at umboða stór- feløg í Evropa. Hetta er í dag ein farin tíð, tí í dag eru bóltsnillingarnir úr eystur- evropa at finna í øllum fel- øgum runt í Evropa, men fyri bara 15 árum síðan var hetta ikki galdandi. Í heimlandinum hjá Piotr, Póllandi, var støðan tann sama sum í hinum komm- unistisku londunum. Seinast í áttiti árunum vóru stórar rembingar í flestu eysturevropeisku londum, og tá jarntjaldi opnaði, sluppu póllending- ar og aðrir eysturevropearar endiliga at spæla uttanfyri heimlandið. Piotr var um hetta mundi við at enda sína fótbóltskarrieru í Pól- landi, og um hann skuldi royna eydnuna uttanlands, so mátti hann gera skjótt av. Á vetri í 1988 var Piotr Krakowski blivin 31 ára gamal, og pólski venjarin hjá B71, Jan Kaczynski, var í heimlandinum, og fregnaðist eftir leikararum til Sandoynna. B71 hevði júst vunnið sær sætið í fremstu deildini fyri fyrstu ferð, men liðið var sera ungt og óroynt, og tí metti Jan Kaczynski, at neyðugt var við útlendskum ísletti, um liðið skuldi halda seg uppí 1. deild. Tað stóð Piotr í boði at fara til Avstralia ella Svø- ríki, men kortini fall valið á Føroyar og Sandoynna. Umframt Piotr Krakowski, so kom málverjin Wiesek Zakrewski eisini við til Føroya. Tað var ein stór broyting at flyta frá stórbýnum Poz- nan, sum hevur 800000 íbúgvar og til Sands. Pól- lendingur ásannar eisini, at tað var torført at venja seg við broytingina, men sum tíðin leið, gekk betur og betur. Á fótbóltsvøllinum gekk væl, uppflytararnir B71 tóku alt og øll á bóli, og gjørdu ikki mætari enn at vinna FM, fyrsta árið teir vóru í 1.deild. Blandingin av evnaríkum ungum leikararum og bólt- snillinginum Piotr og einum framúrskarandi mál- verja í Wiesek Zakrewski var rætta uppskriftin, og B71 fór ósigrað gjøgnum kappingarárið 1989. Piotr Krakowski var av flestum mettur at vera besti fót- bóltsleikarin, ið hevði verið í Føroyum. Póllendingurin var tekniskt, taktiskt og fysiskt langt frammanfyri føroysku leikararnar, og við sínum góða eyga fyri spæl- inum, var hann fyrstu árini snøgt sagt besti leikarin í føroysku kappingini. At tað kann ganga skjótt í fótbólti, máttu sandoyingar ásanna longu árið eftir, tí meistararnir frá 1989, máttu ta tungu leið niður í 2. deild at leika kappingar- árið 1991. Eftir niðurflyt- ingina tók Piotr yvir á Sandi og gjørdist venjari hjá besta liðnum. B71 flutti í fyrstu royndini uppaftur í 1. deild fram til 1996 stóð Piotr á odda fyri B71. Hesi árini spældu sandoyingar seg tveir reisur í finaluna um Løgmanssteypið, og B71 luttók eisini í evrope- isku kappingunum við góð- um úrslitum. Liðið í 1993, sum vann steypafinaluna ímóti HB, metir Piotr verða sterkasta liðið sandoyingar hava havt. - Eg veit væl vit gjørdist meistarar í 89, men eftir mínum tykki var liðið í 1993 betri, sigur EB/- Streymur venjarin. Á liðnum í 1993 taldust so frægir leikarar sum Eli Hentze, Torbjørn Jensen, Niclas Joensen, Bjarki Mohr, Ib Mohr Olsen og Páll á Reynatúgvu. - Flestu av hesum leikararum vóru eisini við í 1989, men tá vóru teir so ungir, og tí meti eg liðið frá 90 árunum vera betri, greiðir Piotr frá. Niðurtúrarnir Eftir sjey góð ár á Sandi, var tíðin komin til at bróta úr nýggjum. Í 1997 gjørdist Piotr venjari hjá FS Vág- um. Vágaliðið var í 1. deild, men vágamenn fluttu niður, eftir tveir avgerandi dystir ímóti TB. Piotr steðgaði bert tað eina árið í Vágum, og árið eftir gekk leiðin til Fuglafjarðar. Bæði í 1998 og 99 stóð Piotr á odda hjá ÍF. Fyrra árið gekk væl, men seinna árið flutti ÍF niður í aðru deild. Spurdur um hvussu tað kendist, at vera venjari hjá einum liði, ið flutti niður, svarar Piotr, at tað ikki var nøkur vanlukka, tí hann gjørdi sítt ítarsta, men ásannaði, at tað var ikki var nóg mikið hesi árini. Piotr Krakowski á fjúrtanda ári í Føroyum Greipuvinnari Eftir niðurflytingina við ÍF, ætlaði Piotr sær at halda frí í 2000, men tá honum stóð í boði at venja 2. lið hjá B36, og hann valdi at taka av. Stórur rumbul var í B36 hetta árið, og út á heystið vóru bæði venjarin, Pelle Andersson, og útlendsku leikararnir sendir heimaft- ur, og Piotr tók um endan seinastu dystirnar. Leiðsla og leikarar í B36 vóru so mikið nøgd við Piotr, at hann, árið eftir, var biðin at standa á odda fyri 1. liði. 2001 gjørdist besta árið hjá Piotr sum venjara í Føroyum, tí B36 vann bæði landskapping og steypa- kapping. Tað var rættiliga stórt lop at gerast venjari hjá so stór- um felagi, sum B36, tí hann var vanur við at venja smærri feløg. - Tað er nógv størri trýst at venja eitt stórt felag, tí tú skalt vinna allar dystirnar. Størri feløgini eru eisini nógv betri skip- aði, og generelt eru um- støðurnar betri, greiðir Piotr frá. Arbeiðir eisini Øll fjúrtan árini hevur Piotr, umframt at spælt fót- bólt og verið venjari, eisini havt arbeiði við síðurnar av. Hóast hann kundi havt nóg mikið við venjarastarvin- um, so tímir hann ikki at sita heima um dagarnar. - Eg tími ikki at sita inni, tí eg vil gjarna koma út mill- um fólk, og tí havi eg altíð arbeitt afturat venjarastarv- inum, fortelur póllend- ingurin. Á Sandoynni starvaðist Piotr á Fiskavirking, meðan hann í Miðvági og Fugla- firði arbeiddi hann í ali- vinnuni. Seinastu árini hevur hann verið á Skipa- smiðjuni í Havn, og hann stórtrívist. Piotr er annars útbúgvin sum lærari í ítrótti, og hann vónar innan ikki alt ov drúgva tíð, at tað verður honum møguligt at undirvísa í ítrótti í Føroyum. - Eg havi havt trupulleik- ar at samskipa mína pólsku útbúgving við føroysku út- búgvingarskipanini, men nú fer Pólland upp í ES, og tí vóni eg í framtíðini eg kann nýta mína útbúgving í Føroyum, fortelur Piotr. Stór menning Føroyskur fótbóltur hevur verið fyri eini øgiligari menning, tey fjúrtan árini Piotr hevur verið í Føroy- um. Hann er ikki í iva um, at tað er útlendska ísletti og tað, at føroyingar eru farnir at luttaka í altjóða fótbólti, er høvuðsorsøkin aftanfyri menningina. – Tað er avgjørt vaksandi sambandið við útheimin, har bæði útlendskir spælarar og venjarar eru komnir í føroyskan fótbólt, sum hevur givið føroyskum fótbólti eitt kvik uppeftir, sigur póllendingurin. Hann ásannar eisini, at útlendingarnir ikki bara hava verið til tað betra fyri føroyskan fótbólt. - Tað hava verið fleiri rættiliga góðir leikarar, men sanniliga eisini nógvir, sum einki hava at gera í Føroyum. Endamálið við at hava útlenskar leikarar má vera, at teir eru betri, enn teir føroysku og skulu geva nakað eyka, men tað er ikki altíð galdandi, sigur EB/- Streymur venjarin. Piotr samanber við før- oyskan fótbólt við 4.deild í Pólandi, tá hann búsettist her í 1989, men nú vit skriva 2003, heldur hann, at bestu liðini væl kundu klára seg í næst bestu deildini í Pólandi. Royna at enda í miðjuni Tá prátið fellur inn á møgu- leikarnar hjá EB/Streymi í ár, hevur Piotr eitt greitt endamál. - Vit skulu byggja eitt lið upp, sum næstu árini ikki skal róta niðri í botnin- um. Vita hava í løtuni tríggjar unglingaspælarar á liðnum, og saman við teim- um meira royndu leikarar- unum, ætla vit at stremba eftir at enda í miðjuni í 1.deild í ár. Komandi vikuskiftið eru fjórðingsfinalurnar í kapp- ingini um Løgmanssteypið á skránni, og EB/Streymur fær vitjan av fyrrverandi felagnum hjá Piotr, B36. Hóast hann skírir B36 at vera stórfavoritt til bæði steypakapping og lands- kapping í ár, so ætlar EB/- Streymur at spæla fyri møguleikanum leygar- dagin. - Steypadystir er nakað heilt serligt, og vit hava heimavøll, og vit fara tí sjálvsagt at gera alt fyri at vinna dystin, men tað verð- ur ein sera trupul uppgáva. Mínir leikarar eru sera svangir, tí flestu teirra hava aldrin vunnið nakað, so tað verður spennandi leygar- dagin, sigur EB/Streymur venjarin. Piotr sigur seg trívast stak væl í EB/Streymi, sum hann metir sum eina sera spennandi uppgávu. Hon- um dámar væl at venja smærri lið, og fegnast um byrjanina felagið hevur fingið í steypakappingini. Í Sundalagnum siga tey, at liðið aldrin hevur verið so gott sum nú, so tað liggur eitt spennandi kappingarár fyri framman hjá Piotr og EB/Streymi. Helmingin av árunum í Føroyum hevur Piotr verið á Sandoynna. Fyrstu árini sum leikari, og seinnu árini sum venjari hjá B71. Tá Piotr kom til Føroya var hann snøgt besti leikarin í føroysku kappingini. Mynd: Savnsmynd Piotr Krakowski tímir ikki at sita inni, og tí arbeiðir hann á Tórshavnar Skipasmiðju afturat venjarastarvinum í Sundalagnum. Her sæst hann spula bátin Venus Mynd: Jens Kristian Vang Besta úrslitið sum venjari fekk Piotr í B36, tá felagið vann greipuna í 2001. Mynd:Savnsmynd Navn: Piotr Krakowski Føddur: 15 mars 1957 Feløg: Lech Poznan (1976-80), Olimia Poznia (1980-85), Zagtebie Lubin (1985-1988), B71 (1989-1996), FS Vágar (1997), ÍF (1998-1999), B36 (2000-2002) og EB/Streymur (2003-) Tjóðskapur: Póllendingur Útbúgving: Lærari í ítrótti Starv: Venjari hjá 1. liði hjá EB/Streymi og á Tórshavnar Skipasmiðju Fakta C M Y K 26 Nr. 81 - 30. apríl 2003 27 27