Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-04-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. apríl 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 81 - 30. apríl 2003 Nr. 81 - 30. apríl 2003 29 Smá- dreingir fingu ringa samvitsku Tveir 14 ára gamlir dreingir hava tikið ábyrgdina av heimagjørdu fløskubumbuni, sum hevur kløkkað foreldur at smáum børnum FLØSKUBUMBA Ingi Rasmussen Tað fór sum ein skelkur gjøgnum føroyingar, tá ein heimagjørd bumba brast undir vogninum hjá einari dagrøktar- mammu í Havn. Eitt av hennara dag- røktarbørnum hevði funnið fløskuna í býn- um, og tey løgdu hana undir vognin, tí tey ætlaðu at selja hana. Men tá tey komu inn í SMS, brast fløskan und- ir vogninum. Komið var fram til, at talan var um eina heimagjørda bumbu. Saltsýra var fylt í fløskuna, og staniol varð lagt í hana. Ein vandamikil koktail, sum skaði kundi staðist burt- urúr, tí blandingin brest- ur. Nú hava tveir 14 ára gamlir dreingir tikið sær ábyrgdina av vanda- miklu dreingjalótunum. Dreingirnir fingu ringa samvitsku, tá teir frættu um hendingina í fjøl- miðlunum. Teir søgdu foreldrunum frá, og tey søgdu síðan løgregluni frá, sigur Jan Fossaberg á Politistøðini í Havn við Útvarp Føroya. Dreingirnir tóku salt- sýruna í skúlanum og fyltu hana í fløskuna uttan fyri skúlan. Tá fløskan ikki sprongdist eftir lítlari løtu, spark- aðu teir hana inn ímill- um nøkur trø og fóru av- stað. Løtu seinni kom dagrøktarmamman við børnunum, sum funnu fløskuna. Vandin við hesari bumbuni er, at tú veitst ikki, nær hon brestir. Dreingirnir eru av- hoyrdir, meðan forledur og barnavernd vóru hjá- stødd. Teir eru yngri enn 15 ár, so meira hendir ikki. Vit kunnu bara vóna, at teir og onnur eru vorðin klókari. Føroyska løgmála- ráðið hevur mótmælt hjá donsku stjórnini, at hon hevur sett hernaðarlógir í gildi fyri Føroyar uttan at spyrja føroyingar eftir – og enntá beint ímóti einari løgtings- samtykt. Ríkismynd- ugleikarnir hava brotið galdandi rætt, skrivar Høgni Hoy- dal, landsstýrismaður HERNAÐARMÁL Ingi Rasmussen Hann dregur aftur á luftina í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Atvoldin er, at danska stjórnin hevur sett danskar lógir í gildi fyri Føroyar beint ímóti einari løgtings- samtykt. Síðsta orðið er ikki sagt. Tað var forsætismálaráð- ið, sum álegði ríkisum- boðnum at seta nýggjar lógir fyri hervaldið í Føroy- um í gildi, hóast løgtingið einmælt samtykti 21. nov- ember 2001, at hernaðar- ligu revsilógirnar skuldu takast av og ongar setast í staðin. Í løtuni viðger løgtingið eitt uppskot til ríkislógartil- mæli frá Javnaðarflokkin- um um at taka lógirnar av aftur. Og í vikuni, sum fór, sendi løgmálaráðið eitt hvassorðað mótmæli til ríkisumboðið í Føroyum. Tað vil siga til donsku stjórnina. Í brævinum, sum Høgni Hoydal hevur skrivað undir, verður staðfest, at ríkis- myndugleikarnir hava brotið vanligar siðvenjur í hesum máli. Sagt verður, at framferðin hjá donsku stjórnini »er ikki í samsvari við fatanina hjá løgmála- ráðnum í Føroyum av rætt- arstøðu føroyinga«, og at »løgmálaráðharrin metir málið sera álvarsligt«. Brot á siðvenju Víst verður til grein 7 í heimastýrislógini, sum sig- ur, at ríkismyndugleikarnir skulu leggja ríkislógir, sum viðvíkja føroyskum viður- skiftum, fyri heimastýris- myndugleikarnir til álitis, áðrenn tær verða settar í gildi í Føroyum. Tað hevur eisini verið vanlig manna- gongd higartil. At løgting og landsstýri eisini hava hildið hesa mannagongd vera ófrávíki- liga sæst eisini av grein 47 í stýrisskipanarlógini, sum ásetir, at áheitan um at seta í gildi fyri Føroyar ríkislóg bert kann vera gjørt við rík- islógartilmæli, sum skulu hava tríggjar viðgerðir á Føroya løgtingi. – Tann siðvenja, ið er íkomin, og sum er staðfest í grein 47 í stýrisskipanar- lógini, er tí at meta sum galdandi rættur. Tí verður staðfest, at ríkismyndug- leikarnir hava brotið van- ligar fyrisitingarligar grundreglur í hesum sam- bandi, skrivar Høgni Hoy- dal, landsstýrismaður til donsku stjórnina. Demokratiskt eindømi Men málið er sambært landsstýrismanninum meira álvarsligt enn eitt fyrisitingarligt brot. Málið er reist av Høgna Hoydal sjálvum, og løgtingið sam- tykti einmælt hansara til- mæli um, at hernaðarligu revsilógirnar skuldu takast av og onki setast í staðin. – Tí hava ríkismyndug- leikarnir í hesum føri ikki bert brotið galdandi sið- venju og rætt við at lýsa lógir og kunngerðir fyri Føroyar. Í hesum føri er gingið beint ímóti einari einmæltari løgtingssamtykt í einum máli, sum føroyskir myndugleikar sjálvir hava reist, skrivar Høgni Hoydal. Fólkaræðisliga er málið helst eindømi í nýggjari søgu føroyinga, heldur Høgni Hoydal, og hann heitir í brævinum á ríkis- myndugleikarnar um bein- anvegin at rætta skeivu framferðina og at seta nevndu ríkislógirnar úr gildi, soleiðis at málið kann fáa eina rætta viðgerð. Noktar at gjalda Sambært galdandi skipan fyri kunngerð av ríkislóg- um, verða ríkislógir settar í gildi fyri Føroyar kunn- gjørdar í Kunngerðarblaðn- um B, sum landsstýrið gevur út og rindar fyri. Tað er eisini hent í hesum føri. Ríkisumboðið hevur sent Kunngerðarblaðnum lógir- nar til kunngerðar uttan at spyrja landsstýri og løgting eftir. Men Høgni Hoydal hevur givið sínari umsiting um ikki at rinda rokning- ina. – Ein fyritreyt fyri, at landsstýrið rindar fyri kunngerð av ríkislóggávu í Føroyum, er, at galdandi rættur í slíkum málum verður fylgdur. Sagt verður frá, at landsstýrið ikki ætlar at gjalda fyri útgávuna av Kunngerðarblaðnum B, hefti 5, 2003, har ið nevnda ríkislóggáva er kunngjørd, skrivar Høgni Hoydal. Ríkismyndugleikar hava brotið galdandi rætt Fólkaræðisliga er talan um eindømi í nýggjari føroyskari søgu, heldur løgmálaráðið við Høgna Hoydal á odda, sum vil hava danskar mynd- ugleikar um at taka hernað- arlógirnar av aftur beinan- vegin. Mynd: Jens K. Vang Málið um donsku hernaðarlógirnar í Føroyum tók seg upp, tí víst varð á, at tann gamla hernaðarliga revsilógin frá 1937 loyvdi deyðarevsing í krígstíð í Føroyum. Føroyska løgmálaráðið vildi hava lógina tikna av. Eitt uppskot til ríkislógartilmæli varð lagt fyri løg- tingið tann 26. oktober 2001. Eftir nevndarviðgerð og álit er tað samtykt einmælt í løgtinginum 21. november 2001. Í landsstýrisins viðmerkingum til ríkislógartilmæli og í nevndarálitinum frá Rættarnevnd løgtingsins, er dentur lagdur á, at talan er um avtøku av gald- andi lóg. Og at onki skal setast í staðin. Kortini velja danskir myndugleikar í Kunngerðar- blaðnum B, hefti 5, 2003, at kunngera eina røð av ríkislógum og kunngerðum, sum viðvíkja danska hervaldinum í Føroyum. Uttan at hesar fyrst hava verið lagdar fyri landsstýrið og løgtingið til álitis. Løgtingið viðger í løtuni eitt uppskot frá Javnaðar- flokkinum um at taka lógirnar av aftur. Fakta C M Y K 29 28