mikudagur 30. apríl 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 81 - 30. apríl 2003
Nr. 81 - 30. apríl 2003
31
Landsfelagið hjá
bjargingarfeløgunum
hevði aðalfund á Eiði
í vikuskiftinum.
Sjálvur fundurin var
fyrrapartin, og
seinnapartin skipaði
so Eiðis Bjargingar-
felag fyri einari
bjargingarroynd
AÐALFUNDUR
Solby A. Eliasen
Bjargingarroyndin, sum fór
fram á landi fyri tað mesta,
vísti, hvussu ein tílík roynd
fer fram í dag í mun til fyrr.
Landsfelagið
fekk
ein
bjargingarstól sum gávu í
1957, og hann varð nýttur
henda dagin á Eiði. Tað
gongur fyri seg á tann hátt,
at ein lína verður skotin út
við eini rakett í neyðstadda
skipið og síðani verður ein
tjúkk linja drigin út. Tey
neyðstøddu verða so spend
føst í stólin og drigin til
lands. Soleiðis varð gjørt
fyrr í tíðini. Í dag eru bæði
tyrla og verjuskip. Men tað
kann jú koma fyri, at hesi
bæði av eini ella aðrari
orsøk ikki kunna koma. Tað
veri seg vindur ella mjørki
ella okkurt heilt annað.
– Í tílíkum førum kann
tað verða sera hent at duga
hendan framferðarháttin,
sigur Eyðbjørn Mørkøre,
formaður í Eiðis Bjarg-
ingarfelag.
Hann sigur, at royndin
eydnaðist væl, og alt gekk
sum tað skuldi.
Somuleiðis vónar Eyð-
bjørn, at hetta at aðalfund-
irnir hjá landsfelagnum
verða hildnir kring landið,
fer at verða við til at
kveikja áhugan fyri bjarg-
ingarfeløgunum aftur.
– Tað er so sum so við
áhuganum. Og tað letur tað
til at vera allastaðni í land-
inum. Hjá okkum er tað
fyri tað mesta sama fólkið,
sum er í Sløkkiliðinum,
sigur Eyðbjørn Mørkøre.
Tað var ikki so gott veð-
ur, meðan royndin fór fram,
men hóast tað, so var heilt
fitt av fólki og hugdu at.
Meiri samanhald
Men tað var sum sagt ikki
bara bjargingarroynd henda
dagin. Aðalfundur felagsins
var eisini fyrrapartin henda
dagin. Har varð tosað um
mangt og hvat. Serliga varð
tosað um, hvussu tað verð-
ur framyvir við feløgunum,
og hvat kann gerast fyri at
skapa størri áhuga.
Jens Hansen, næstfor-
maður, sigur, at dreymurin
er at fólk fara at standa
meira saman um bjarging-
arfeløgini.
– Føroyingar eru óførir at
hjálpa, tá tað stendur á, tað
vita øll. Men eg hevði vilj-
að, at øll stóðu meira sam-
an her, sigur hann.
Bjargingarfeløgini hava
nú eisini fingið egnan
búna, og tað fegnast Jens
Hansen, sum var formaður
í landsfelagnum framman-
undan aðalfundinum.
– Við nýggju búnunum
fara vit at verða sjónligari
líka sum løgregla, sjúkra-
flutningstænastan
og
sløkkiliðini, sigur hann.
100 búnar eru býttir út til
tey níggju feløgini.
Jens Hansen sigur, at av
tí at feløgini eru allastaðni
kring landi, so hevur lands-
felagið gjørt av at leggja
aðalfundirnar úti á lokal-
støðunum. Hetta gevur eina
vissa breidd og kann verða
við til at skapa størri áhuga
millum fólk, heldur hann.
Eisini fegnast hann um,
at umboð, sum felagið
hevði boðið við, fyri ymsar
stovnar vóru við á fundin-
um. Tað heldur hann er
tekin um, at tað sjálvbodna
arbeiðið,
sum
feløgini
kring landið gera, verður
góðtikið. Og at áhugi er
fyri tí.
Nýggj nevnd var eisini
vald á aðalfundinum. Tað
eru níggju av tíggju bjarg-
ingarfeløgum í landinum,
sum eru limir í landsfelagn-
um, og hvørt felag sær ger
av, hvør skal umboða teirra
felag í nevndini. Sostatt eru
níggju limir í nevndini.
Nevndin skipaði seg eftir
aðalfundin við Poul Klem-
entsen sum formanni, Jens
Hansen, næstformanni og
Jóhonnu Hansen sum skriv-
ara og kassameistara.
Aðalfundur og bjargingarroynd á Eiði
Landsfelagið fyri bjargingar-
feløg í Føroyum hevði aðal-
fund á Eiði í vikuskiftinum.
Har var millum annað ein
bjargingarroynd, sum Eiðis
Bjargingarfelag stílaði fyri
Mynd: Jens K. Vang
Omanlop á
Viðareiðis-
vegnum
Tvey omanlop hava
verið á Viðareiðis-
vegnum hesa vik-
una. Ongin skaði er
tó hendur
OMANLOP
Solby A. Eliasen
Tað fyrra omanlopið var
Flaggdagin og tað seinna
mánamorgunin. Í báðum
førum var talan um rættu-
liga stórt grót, sum sam-
bært Landsverkfrøðingin-
um ikki var mannbart.
– Tað eru komin merki í
asfaltið, men ongin skaði
sum so er hendur, sigur
Landsverkfrøðingurin.
Hóast okkurt grót fór
upp um autoverjuna, so
fekk hon heldur ongan
skaða av omanlopunum
báðum.
Landsverkfrøðingurin
sigur, at tað leypir soleiðis
av og á á Viðareiðisvegn-
um, men tað er ongantíð
nakar álvarsligur skaði
hendur.
Ein
annar
líknandi
vegur er eisini í landinum.
Tað er vegurin til Tjørnu-
víkar. Hann liggur sum
Viðareiðisvegurin langt
uppi og er sera smalur.
– Har leypir eisini onk-
untíð, verður sagt frá
Landsverkfrøðinginum.
Men tað er sum sagt ong-
antíð nakar álvarsligur
skaði hendur.
Tvey omanlop hava verið á Viðareiðisvegnum innan eina
viku. Í báðum førinum var talan um so stórt grót, at tað
ikki var mannbart
Mynd: Jákup Mohr
Mánadagin frættust
tíðindi um, at Sam
hevur mist loyvið at
sigla við ferðafólkum
um Leirvíksfjørð
STRANDFERÐSLA
Solby A. Eliasen
Sam siglir bert við farmi
fyri tíðina um Leirvíks-
fjørð. Siglingarloyvið hjá
Sam er útgingið, og Skipa-
eftirlitið vil ikki endur-
nýggja tað, fyrr enn tað er
liðugt við at gjøgnumganga
tey nýggjastu tølini fyri
hann.
Magnus
Magnussen,
tekniskur leiðari á Strand-
ferðsluni, sigur, at útrokn-
ingarnar frá Strandferðsl-
uni vórðu latnar Skipaeftir-
litinum áðrenn jól. Og tað tí
helst er bara spurningur um
tíð,
inntil
viðurskiftini
verða í rættlag aftur, og
Sam kann halda fram við
ferðafólkaflutninginum.
Sam siglir bert við farmi
Í hesum døgum siglir Sam bert við farmi, tí Skipaeftirlitið ikki vil endurnýggja siglingarloyvið
fyrr enn tað hevur gjøgnumgingið tey seinastu tølini hjá Sam
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3538
Navn: Sp/f T.F.D.H.
Kranakoyring
Adressa: Sívarsvegur 6, 188
Hoyvík
Kommuna: Tórshavnar
Kommuna
Stovningardato: 03.04.2003
Viðtøkudato: 03.04.2003
Kapitalur: Kr. 91.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kontant kr. 91.000,00 til kurs
100.
Stovnari: Sp/f Tom
Hellisdal, 100 Tórshavn (Sp/f
2844)
Stjórn: Tom Hellisdal,
Sívarsvegur 6, 188 Hoyvík.
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av stjóranum.
Grannskoðari: Sp/f
Revisión v/ Kaj Joensen,
Stoffalág 4, 100 Tórshavn.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12.
Fyrsta roknskaparár:
03.04.2003 - 31.12.2003
Endamál: Endamál felagsins
er at reka lastvognskoyring,
flutningsvinnu og annað
virksemi í hesum sambandi.
Skráseting Føroya tann 24.
apríl 2003
Kristin Balle
_______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi smápartafelag:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3540
Navn: Sp/f Álkan
Adressa: 650 Toftir
Kommuna: Nes Kommuna
Stovningardato: 02.04.2003
Viðtøkudato: 02.04.2003
Kapitalur: Kr. 100.000,00
Inngjaldingarháttur:
Kontant kr. 100.000,00 til
kurs 100.
Stovnarar: Jens Christian
Olsen, Undir Nesinum, 650
Toftir og Atli Joensen, Undir
Nesinum, 650 Toftir
Stjórn: Jens Christian Olsen,
Undir Nesinum, 650 Toftir og
Atli Joensen, Undir Nesinum,
650 Toftir
Tekningarreglur: Felagið
verður teknað av tveimum
stjórum.
Grannskoðari: P/F
Rasmussen & Weihe, á
Glaðsheyggi, 100 Tórshavn.
Roknskaparár: 01.01. -
31.12.
Fyrsta roknskaparár:
02.04.2003 - 31.12.2003
Endamál: Endamál felagsins
er at reka fiskivinnu og aðra
vinnu í hesum sambandi.
Skráseting Føroya tann 24.
apríl 2003
Kristin Balle
________________________
Nýggja
leiðaraútbúgvingin
»Diplomleiðara
útbúgving«
Nøkur pláss eru eftir á hold 2, ið ætlanin er
skal byrja tann 8. mai 2003.
Útbúgvingin, sum tekur 2 ár, er býtt upp í 4 hálvár
við 10 møtidøgum hvørt hálvár, hvør møtidagur er
frá kl. 09.00-16.00.
Talan er um eina útbúgving, sum leggur dent á
praktiskar og brúksrættaðar leiðsluførleikar.
Útbúgvingin verður roknað sum ein góð barlast hjá
leiðarum. Serliga hjá teimum, sum hava arbeitt við
leiðslu, men ikki hava nomið sær útbúgving innan
starvsfólkaleiðslu.
Tilmelding: Skjótast, í seinasta lagi 2. mai 2003
Tilmeldingarblað, tilfar og tíðarætlan fæst við at
venda sær til dt@hsh.fo
ella tel. 318813, spyr eftir Doris Tróndarson ella
Georg Suðurgarð
Skeiðsdepilin við Marknagil
Marknagilsvegur 77, postsmoga 177, 110 Tórshavn
Tlf. 318813, fax 313374, t-postur dt@hsh.fo
Føroya Handilsskúli
Heilafelagið
Aðalfundur verður mikudagin 14. mai kl. 18.00 í
MBF-húsinum.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Nátturið verður aftaná.
Møguleiki er at tekna seg sum lim.
Nevndin
Til b khald okkara s knast vit eftir skri
skj tast gjłrligt.
Starvsłki:
˝ starvinum kemur tœ fyrst og fremst at t
ognarab khaldinum, og annars at hjÆlpa ti
b khalds- og skrivstovuarbei i.
Dłmi um arbei suppgÆvur eru:
- debitorrłkt
- at kontera
- at tilr ttisleggja r ttsligar innheint
- at avgrei a gjaldingar til ognararnar
- at stemma peningakonti og ognarar/skul
Fyritreytir:
Vit v nta at tœ hevur hollar royndir inna
Vi komandi œtbœgving er ein fyrimunur, me
Dentur ver ur lagdur Æ at tœ dugir v l at
ert fyrikomandi og skyldurłkin. Herumfram
teldukłn/ur innan b khald og alt vanligt
Vit bj
a t r:
Tœ kemur eitt avbj
andi starv, i setu
og fakligu eginleikar t nar. Saman vi fl
ver ur tœ vi til at mynda eina gamla, me
stł ugum vłkstri. Lłnin ver ur Æsett sa
Skrivlig ums kn vi vi m lum/pr gvum skal
hendi innan t sdagin 6. mai 2003.
IRAK HJÁLPIN
Giro 77011
ella konto hjá okkum
í peningastovnunum
REYÐI KROSSUR FØROYA
Leingjan av
umsóknarfreist
Vísandi til lýsingar eftir maskinstjórum, 1. meist-
arum og 2.meistarum,sum fyrstu ferð vóru lýstar
í viku 11.
Fiskiveiðieftirlitið hevur avgjørt, at leigja freistina
at senda inn umsókn.
Um tú hevur vinnubræv, svarandi til eina av
lýsingunum, og hevur tú áhuga í einum starvi,
har vanliga arbeiðstíðin bert er 165 dagar árliga,
so send eina umsókn til:
Fiskiveiðueftirlitið
Postsmoga 347
110 Tórshavn
Umsóknir skulu verða Fiskiveiðueftirlitinum í
hendi áðrenn kl. 12.00 mánadagin tann 5. mai
2003.
Hava tygum spurningar viðv. størvunum eru tyg-
um vælkomin at ringja tlf. 353030.
Tey, sum hava sent umsókn inn til nevndu størv,
skulu ikki senda nýggju umsókn.Tær umsóknir,sum
eru innkomnar til størvini verða viðgjørdar á jøvnum
føti við umsóknir,sum koma inn eftir hesa lýsing.
Fiskimálaráðið
Fiskiveiðueftirlitið
Lærari
Skopunar skúli sóknast eftir lærara komandi
skúlaár.
Ynskiligt er,at tann,ið sett/-ur verður,kann taka á
seg at undirvísa í svimjing og kanska eisini í tón-
leiki.
Umsóknir við viðkomandi prógvum verða at
senda skjótast til ber til:
Skúlastýrið við Skopunar skúla
v/ Kristrún Kjærbo, form.
FO-240 Skopun
Meira kann fáast at vita við at ringja til 361696
ella 217696.
C
M
Y
K
31
30