mikudagur 14. oktober 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjór:: Jan Múller
Fyritaksstón: Krisjan Dahl
Ljósmyndar: Kalmar Lindenskov
Blaðfólk. Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Tórfinn Smith -
Hilmar Jan Hansen -
Utgevar: P/T Soslalurin
Uppseting. P/t Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
Justines Eidesgaard
Bústaður: Argjavegl 26
Argjum
Telefon: 11820
110 Tórshavn
Telefax: 14720
Hugsjónarmaður farin
NU um dagarnar andaðist ein av
fremstu javnadarpolitikarunum í okkara
tíð, fyrrverandi vesturtýski ríkis-kansl-
arin Willy Brandt. Við deyða hansara
hevur ikki bert Týskaland og øll tann
sosialdemokratiska rørslan men allur
heimurin mist ein av sínum Størstu og
týdningarmestu politikarum nakrantíð.
WILLY BRANDT var hugsjónarmaður
um ein háls. Hann hevði sterkar hug-
sjónir og tær komu so eisini til sjóndar,
tå hann longu sum blaðungur gjørdi
vart við andstygd sína móti tí vaksandi
nazismuni í Týskalandi. Andstøda
hansara til nazistarnar varð orsøkin til,
at hann mátti flýggja og endaði í
Norðurlondum. Her var hann nógv
åvirkadur av norðurlendsku
javnadarflokkunum, serliga ti norska og
svenska, og ikki minst hugsjónum teirra
um vælferðarsamfelagið. Hann var ti
eisini nógv upptikin av tankanum at
gera Týskaland til eitt
vælferðarsamfelag, um hann skuldi fáa
ávirkan har seinni.
HANN fekk eisini broytt týska javn-
aðarflokkin frá at vera ein rættiliga for-
steinaður og ortodoksur flokkur ul ein
meira nútímans javnaðarflokk í norð-
urlendskum sniði. Hetta gjørdi, at
flokkurin vann nógv fram og tað beindi
hon leiðina fyrst til starvið sum
uttanríkisráðharri og seinni til kanslara.
Willy Brandt var eitt skifti eisini
borgarstjóri í Berlin, har hann skapti eitt
vælferðarsamfelag, sum skuldi fáa
stóran týdning fyri alla gongdina í
Týskalandi.
EISINI var hann samstarvsmadur fram
um alt og skapti eisini ta fyrstu stóru
samgonguna fyrst vid teir konservativu
og seinni vid teir liberalu. Men ein
njósnaraggla skuldi so beina fyri honum
sum ríkisleiðara. Tað, sum meira enn
nakað, eyðkendi Willy Brandt var
hansara Ótroyttiliga arbeiði til frama
fyri teimum, sum eru ringast fyri. Hóast
hann mátti fara frá sum týskur leiðari
orsakað av njósaraggluni, so gavst hann
tó ikki á hondum. Tvørturim6t fór hann
tå at gera vart við seg í aljóða høpi og
var ein av forsprákarunum í norð-suður
ordaskiftinum, fyri at tann ríki heimurin
skuldi býta sítt rikidømi við tann
fátæka.
TÁ vit skulu minnast aftur til nøkur av
stóru avrikum hansara, so var tað hann,
sum byrjaði sáttargerðina millum eystur
og vestur. Hann fekk fyrst semju í lag
við Póland, síðani við øll hini eystur-
europeisku londini og seinast við Eyst-
urtýskland, hóast stóra mótstøðu frá
teimum konservativu í Vesturtýska-
landi. Tað endaði tó við, at allir týskarar
tóku undir við honum. Tað er ikki minst
ótroyttandi og klóku tiltøkunum hjá
Willy Brandt fyri at takka, at linni kom
í viðurskiftini millum eystur og vestur.
WILLY BRANDT var nógv ávirkaður
av tveimum javnaðarmonnum, Oluf
Palme úr Svgríki og Bruno Kreiski úr
Eysturríki. Tað er heldur eingin ivi um,
at tað er tann norðurlendska útgávan av
javnaðarhugsjónini, sum hevur eyðkent
hann og verið grundarlagið undir
hansara mongu sigrum.
EIN av hansara stóru gerðum var, at
hann alment viðgekk skyldina hjá
Willy Brandt var í nógv ár leiðari í altjóða javnadarrørsluni. Eisini fóroyski
javnaðarflokkurin hevur luttkið á fundum í hesi rørsluni. Her er tað táverandi
skrivarin í føroyska javnadarflokkinum Hans Jørgensen, sum heilsar uppá Willy
Brandt.
Týskalandi í øllum ólukkunum. Hann
fór til londini, sum Týskland hevði
oyðilagt og bað um fyrigeving og beyð
sær til at byggja londini uppaftur. Tað
var hann, sum setti hol á henda svullin:
hetta at týskarar vildu ikki viðurkenna
og tosa um alt tað ónda og ræðuliga teir
høvdu gjørt móti eitt nú teimum mongu
pólsku jødunum. Tá hann fór undir
hetta var tað ikki nátúrligt fyri mong í
vesturheiminum, tí fyri tey var tað
kommunisman, sum varð tað absolutt
ónda. Serliga amerikanarar og
høgravongirnir í fleiri londum vóru
skeptiskir mótvegis Brandt í hesum
máli. Í dag síggja vit øll, at hetta var
tann rætti politikkurin, tí hann var við
til at skapa neyðugan linnan millum
eystur og vestur.
nitreytirnar
enskov á fólkatingi
drimuliga harðar
--Treytirnar, sum danska stjórnin setir, fyri at bjarga Sjóvinnu-
bankanum, minnir um yvirtóku av fíggjarpolitikkinum hjá føroy-
ingum, hesum nokti eg at trúgva og góðtaka, segði Jákup Lind-
Jákup Lindenskov hevur
ilt við at ímynda sær, at
avtalan millum landstýrið
og donsku stjórnina um
500 milliónir krónur í láni
fyri at bjarga Sjóvinnu-
bankanum, ber í sær at
Føroyar eru settar undir
administratión.
—Eg dugi ikki at síggja,
at danska stjórnin er sinn-
að at skrúva tíðina 45 ár
aftur í tíðina. Eg hetta
tilfelli, so má tað byggja á
ókennskap til gongdina í
Føroyum seinastu tíðina
við við sterkt lækkandi
livistødi og lækkandi
almennum tænastustødi,
segði Jákup Lindenskov á
Fólkatingi.
--Í Danmark hevur verið
tosað um skerjingar á
fíggjarlógini seinastu árini
og skerjingar eru í veru-
leikanum framdar. Tað er
ikki mín uppgáva at koma
við ábreiðslum av avgerð-
um, sum danskir fólka-
valdir fremja, sigur hann.
-Men í Føroyum eru
sanniliga eisini skerjingar
framdar á fíggjarlógini.
Seinastu trý árini er fíggj-
arlógin skorin niður frá
3400 milliónum til 2600
milliónir. Í mun tl dýr-
tíðarmenningina og náttúr-
ligur vøkstur á åvisum gk-
jum, raka sparingarnar í
Føroyum enn harðari enn í
Danmark, sigur Jákup
Lindenskov.
--Tað er ti órímuligt at
treytin fyri donsku
hjálpini skal minna um
yvirtøku av fíggjarligu
lóggevingin i Føroyum.
Hetta er ikki donsk
sidvenja og hesum nokti
eg at trúgva og góðtaka. Í
semasta enda er tað hóast
alt tann føroyski
skattagjaldarin, sum skal
rinda lánini aftur, segði
Jákup Lindenskov.
-Føroyska kreppan er
ein råvørukreppa, og skal
kreppan basast å sama
hått, sum statsministarin
stingur út í kortið, so
merkir hetta samanmett
við Danmark, at teir
meldaðu 800,000 fólk út
úr samfelagnum, sigur
Jákup Lindenskov.
--Tað einasta føroyingar
kunnu gera er at fáa meir
burturúr tí råvøru við eiga,
og só at sýna sparsemi á
øllum økjum, á sama hátt
sum vit hava gjørt
seinastu 3-4 árini í mun til
tey meira lættsinnaðu átta-
tiårini, segði Jákup Lind-
enskov á fólkatingi.
jústinus
Jákup Lindenskov, fólkatingsmaður EN
Postadr.: Postsmoga 76