Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. oktober 1992síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

' Síða 6 tíðindablaðið Fólk kunnu ikki spenna lívreimina enn meira u Húsaprísirnir fara enn longri niður Galapagos- oyggjarnar i Nóatúni I kvøld kl. 20.00 fyrilestur á Fiski- rannsóknarstovuni í Nóatúni Í kveld kl. 20.00 heldur- Dánjal Petur Højgaard, livfrødingur, fyrilestur á Fiskirannsóknarstov - uni í Nóatúni undir heitinum: Galapagos- oyggjarnar - Eitt alfriðað øki við ser- merktum plantu- og djóralívi. Í 1991 skipaðu lív- frødi-lesandi á Fróð- skaparsetrinum saman við Føroya Fólkahá- skúla og ødrum áhug- aðum fyri námsferð til Galapagos-oyggjarnar og fyrilestrahaldarin var ein av luttakarunum á hesi ferð. Oyggjarnar vórðu í 1959 gjørdar heims- nåttåru-park - eitt al- fridad øki, vegna sera sjåldsamt plantu- og djóralív. »Las Islas Encanta- das« - >„Gandaðu Oyggjarnar< kalladu spanskttalandi sjó- menn henda oyggja- bólk í Kyrrahavinum. Grundin var serliga teir hørðu, Óóútrokniligu streymarnir kring oyggjamar - og ikki minst: tey mongu ser- støku dýrini á oyggjun- um. Seinni varð navnið broytt til >Galapagos<, ið merkir skjaldbøka. Greitt verður frá upp- runa, søgu og um lívið í oyggjunum og sjónum - serliga um dýrini - og samanberingar verða gjørdar við føroysk viðurskifti og nomið verður við, hvat fæst burtur úr tílíkari ferð til ein livfrødiligan ævin- týrheim. Fyrilesturin er almenn- ur. (Ætlaði fyrilesturin um »Plantufrødiligar rann- sóknir< er útsettur til várs). u Væl fleiri fara á tvang u Liviféturin lækkar enn meira u Húsabygging steðgar so gott sum heilt u I ávísum fórum er trygdin hjá peningastovnunum í vanda. Hesi eru nøkur av sjónarmiðunum hjá teimum innan føroyska figgjar- heimin Tað er lítið sum bendir á, at tað verður lættari at vera føroyingur eina stytri ella longri tíð framyvir. Landið skal hava fleiri krónur í kassan, og hesar skulu partvíst koma frá skatt- gjaldarunum. Momsurin fer at gera gerðandisdagin dýrari, og politikarar tosa nú av álvara um at lénin skal skerjast. Haraftrat gerast alt fleiri arbeiðsleys. Undir øllum umstødum er lítið at ivast í, at reallønin minkar,- tað vera færri krónur eftir í kassanum hjá hvørjum húski eftir at føstu útreiðslurnar eru -Er ein realistiskur møguleiki fyri at fólk klára tað, um tey fáa umfíggja síni lán, so verður tað roynt, sigur Helgi Brekku tiknar frá, um talan er um avlop yvirhøvur. Men hvussu mikið eru fólk før fyri at spenna liv- reimina inn aftrat? Hendan spurning hava vit sett fólki innan føroyska peninga- heimin. Fleiri skylda Eyðun á Rógvu Olsen, stjóri í Føroya Sparikassa sigur, at lítið er at ivast í, at tíðirnar verða enn truplari enn tær eru í dag, men sera torført er at gera sær tankar um júst hvussu verður. Tað velst millum anað um hvussu komandi fíggjarlóg fer at síggja út. Hvussu fiskiskapurin verð- ur, hvussu fer at gangast við fiskatilvirkingini, út- flutninginum 0.$.fr. Men higartil hava fólk gjørt sitt ítarsta at goldið rentur av avdrátt, sigur sparikassa- stjórin. Hann leggur tó aftrat, at í seinastuni hava tey í Sparikassanum merkt ein åvisan vøkstur í eftir- stødum. Fleiri å tvang -At fólk gera tað tey kunnu fyri at sleppa undan at missa hús og heim er heilt greitt, men vit mugu síggja í eyguni, at øll fara ikki at klára tað..Helst fara væl fleiri hús á tvang framyvir, livifóturin lækk- ar, bygging fer so gott sum at steðga heilt upp, og húsaprísurin fellur enn meira, heldur Eyðun á Rógvu Olsen. Hann held- ur, at sethús framhaldandi LH vera søluvøru, men fyri lægri pris. Sparikassa- stjórin heldur ikki, at Sparikassin kann rokna við at missa nógv við tvangssølum, tí Sparikass- in eigur ikki meira enn millum 30 og 40 prosent av samlada húsaprísinum. Onkur fer tó at missa. Tapini verða serliga upp á tey dýraru húsini, sum í prísi eru fallin eini 30 prosent niður um tað, fólk skylda í teimum. Hesin parturin av trygdini er heilt burtur í dag, sigur Eyðun á Rógvu Olsen. -Tey eru alt fleiri, sum koma í ta stóðu, at hvor dagur er ein kampur at yvirliva fíggjarliga, og tí er lítið skilagott at leggja fleiri byrðar á hesi fólk, heldur Eyðun á Rógvu Olsen. A markinum Flestu sethúsalánini í Sjóvinnubankanum verða goldin til tíðina, og eftir- stødan er ikki stórvegis ødrvisi enn hon hevur verið seinastu árini. Men hvussu útlitini eru, ivast eisini Helgi Brekku í. Hann umsitur privatlánini í Sjóvinnubankanum. Lítið skilagott at leggja fleiri byrðar á fólk, heldur Eyðun á Rógvu Olsen -Tað allar síðsta er at lata hús fara á tvang. Tað verð- ur ikki gjørt uttan so, at eingin annar møguleiki er. Vit kanna møguleikarnar at umfíggja, og hava fólk við eini umfígging ein reellan møguleika at klára seg, so royna vit tað, sigur Helgi Brekku, sum heldur, at nógv fólk liggja beint á markinum til hvat tey kunnu klára fíggjarliga, og tola tí ikki eykabyrðar. Spurdur um vandi er fyri, at Sjóvinnubankin missir pengar av sethúsa- lánum sigur Helgi Brekku, at sethúsini eru eitt sindur lættari at virðismeta enn vinnulán, og bankin fylgir sera væl við. Hann heldur ikki, at vandin fyri at missa tað nógva, er stórur sum er. Sjóvinnubankin hevur í løtuni fimm sethús á sølu- listanum. Nr. 195 — 14. oktober 1992 Alt fleiri noyðast nú eftir teimum seinastu oyrunum. Myndin er úr ársfrágreiðing hjá Føroya Banka Laga seg eftir umstødum Í Føroya Banka umsitur Martin Jacobsen sethúsa- lánini. Hann letur væl at hvussu fólk greiða sínar skyldur við sethúsalánum, og heldur fyri, at fólk hava dugað væl at laga seg eftir broyttu umstødunum. Men nú eru mong so hart kroyst fíggjarliga, at tey neyvan klára fleiri byrðar, heldur Martin Jacobsen. Umboðini fyri allar tríggjar peningastovnamar, vit tosaðu við siga, at broytast umstødurnar hjá fólki, soleiðis at tey hava ilt við at klára seg, eiga tey at vanda sær til sín pen- ingastovn sum skjótast. Tá er stórri møguleiki fyri at ein loysn kann finnast. tór.-