Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. oktober 1992síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 195. — 14. oktober 1992 tíðindablaðið B | S É | | | | | ] Síða 7 So komu boðini hann % í Á hevði óttast fy Landsverkfróðingurin hevur nú sagt 40 bergholsmonnum upp. Hetta kemur illa við hjá teimum, eins og óðrum, sum fáa og hava fingið somu lagnu. Tilvildarlig mynd: Kalmar Uppsagdur! Maður, kona og fýra børn við arbeiðsloysisskipanini sum einastu inntøku: Vónleyst at svara hvørjum sítt Um vikuskiftið fingu 40 mans eitt lítið hugaligt bræv frå Landsverkfrød- inginum. Bodini i bræv- inum vóru stutt og greið: Uppsagdur! Vit tosaðu við ein teirra. Hann og konan sita í rættiliga nýggjum húsum, við fýra børnum teirra sum eru í og undir skúlaaldri. -Vit hava klára okkum hampuliga væl hóast tað bert hevur verið mín inntøka, sum komin er í húsið. Konan hevur roynt at fingið arbeiði, men ikki hevur borið til, og nú standi eisini eg uttan ar- beiði. Hvussu verður við okkum nú veit eg ikki, men at svara hvørjum sítt, er eingin vón fyri, sigur fyrrverandi arbeiðsmaður- in hjá Landsverkfrøding- inum. Hetta kom tó ikki heilt óvart á meg. So frægt fylgir man við, og eg havi tí longu verið hjá mínum peningastovni og greitt teimum frå støduni. Jú peningastovnurin var at tosa við, og vónadi finna vit eina loysn, sigur mað- urin sum ikki vil vera -0g tingfundurin, sum skuldi vera hósdagin er útsettur navngivin. Hann gevur fólki, sum koma í tílíka stóðu tey ráðini, at tosa við sín peningastovn beinan- vegin ein er greiðir yvir, at tað fer at sansa at fíggjar- liga. -Hvussu í allari víðu verð skulu vit klára okkum nå einar 60.000 krónur koma færri í húsið um árið? Vit eru kortini íkki ringast fyri, men tí er sjálvandi als eingin uggi í. Fleiri av mínum arbeiðs- feløgum, sum nú gjørdust arbeiðsleysir, eru munandi verri fyri. Verkfallið Or0gvar Tað verður eingin ting- fundur hósdagin, sum ætlanin annars var. Orsøk- in er starsmannafelags- verkfall, og hetta ger seg eisini galdandi í Tinganesi, har landsstýrismenn og fulltrúar sjálvir skulu taka sær av øllum praktiskum arbeiði. Hetta ger eisini sítt til at tað gongur meira strilti við fíggjarlógarar- beiðinum. Eisini embætismenninir hava úr at gera. Her Jógvan Páll Háberg og Jalgrim Hilduberg. Mynd: Kalmar -Eg veit væl, at illa standur til í hesum landi, men hevði tað ikki borið til at býtt inntøkurnar og arbeiði eitt sindur meira rættvíst millum okkum? Hvørjum líkist tað, at fólk, sum eru farin um pensiónsaldur, enn arbeiða hjá eitt nú landsverkfrød- inginum? Tað eru eisini fólk, sum hava fleiri ar- beiði í dag, og tað líkist heldur ongum sum tíðirnar eru og fleiri ganga ar- beiðsleys, heldur hin arbeiðsleysi fyri. tór.- Jógvan Sundstein, fíggj- armálaráðharri er ógvuliga fáorðaður. Hann sigur tó, at ætlanin at lata ein ávísan skattalætta til lægri inn- tøkurnar, enn ikki er slept, og ivaleyst verður eyka- skatturin á hægru inntøk- urnar helst galdandi nakað inn í næsta ár. Hvussu fíggjarlógarupp- skotið fer at síggja út er enn heilt ógreitt, men tað Skilst, at talan verður bæði. um skerjingar og hækkan av inntøknum til lands- kassan. Á hendan hátt skulu einar 400 milliónir fáast til vega. tór.- Inntøkurnar hava ment seg aftur Samlaðu lýnarútgjaldingar- nar í september eru nærum á sama stødi sum fyri ári síðani Kunnu vit loyva okkum at leggja samlaðu lønar- útgjaldingarnar í september mánað í ár til grund fyri metingunum framyvir tykist ein avgjørdur glotti at hómast. I síðsta mánað vóru tilsamans útgoldnar 323 milli- ónir í lónum móti 327 milliónir sama mánað í fjør. Sammeta vit mánað fyri mánað í ár við í fjør er hetta ein heilt munandi bati. Langt hevur annars verið millum tølini í ár og í fjør. Til dømis vóru í august í ár útgoldnar 78 milliónir færri enn sama mánað í fjør, og í juli 55 milliónir færri. Higartil í ár eru útgoldnar 2,8 milliardir í lónum í mun til 3,1 somu mánaðir í fjør. Minni av fiski Tað er so mangan sagt, at krepan, føroyska sam- felagið er í, fyrst og fremst er ein tilfeingiskreppa. Minni at fiska og minni at tilvirka á flakavirkjunum, og hevur hetta eisini verið at sæð í lønanitgjalding- unum í hesum vinnugreinum. Eisini innan hesar vinnugreinir er í september mánað rættilig vend komin í. Bert fýra milliónir samanlagt minni í september í ár innan fiskiskap og fiskatilvirking. Til samanberingar kunnu vit siga, at í august vóru útgoldnar 52 milliónir færri innan hesar vinnugreinir í mun til august í fjør, og í juli vóru 28 milliónir færri útgoldnar. Byggja meira Lenarútgjaldingarnar innan flestu av hinum vinnugreinunum eru eisini á leið tær somu sum sama mánað í fjør. Byggivinnan hevur verið illa fyri. Innan bygging vóru í september í ár útgoldnar tilsamans 15,3 milliónir í mun til 15,6 í september í fjør. Størsta broytingin millum september månadirnar í ár og í fjør er at finnan innan sjóflutning og almennar tænastur. Innan sjóflutning vóru útgoldnar 4 milliónir færri, og innan almennar tænastur fýra milliónir fleiri. tór.- Innan fiskiskap og fiskatilvirking eru lónarútgj ingarnar á leið tær somu i september í ár í mu sama mánað í fjór. Mynd: Kalmar