mikudagur 14. oktober 1992síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Kalda kri;
ið av og sparitíðir:
i Mjørkadali
Síðani kalda kríggið mill-
um eystur og vestur end-
aði hevur verið minni at
gera á radarstødini á Sorn-
felli. Í hvussu so er síggja
teir nú lítið og einki til so-
kallað fíggindasinnað
flogfør. Hans Nielsen,
ovasti á stødini í
Mjørkadali, sigur, at
hernaðarliga virksemið i
luftini er nærum heilt
einki. Hetta kemst sjálv-
andi av, at tað eisini eru
krepputíðir í Ruslandi, so-
leiðis at teir rætt og slætt
ikki hava ráð til at senda
flogfør síni á venjingar-
ferðir í Norðuratlantshavi.
Haraftrat kemur so tann
sannroynd, at fígginda-
myndirnar eru ikki tær
somu í dag sum undir
"kalda krígnum".
Herfyri varð ein partur
av virkseminum á Nato-
stødini niðurlagdur, nevni-
liga tann sokallada Scatt-
erstødin, sum hevur verid
samskiftislið millum hern-
a0arstødimar í Íslandi og
Bretlandi. Nú hava fylgi-
sveinar yvirtikið hetta ar-
beiðið.
Eisini sparing
Men hvussu so við restini
av virkseminum í Mjørk-
adali og á Somfelli. Tann
spurningin hava vit sett
Hans Nielsen, ovasta á
stødini.
Hann sigur, at sum stød-
an nú sær út, so kann tað
koma upp á tal at lækka
manningartalið á stødini. Í
dag eru 104 fólk har .
Hetta verður møgliga
lækkað við eini 10% - eis-
ini av spariorsøkum.
Tað kostar
árliga
danska statinum millum
40 og 50 mill. kr. at reka
støðina í Mjørkadali.
Umleið 15 føroyingar
arbeiða á stødini, sum
eisini gevur so av sær
rættiliga fitt í skatta-
krónum til føroyska sam-
felagið.
Hans Nielsen, sum tók
við sum ovasti á stødini
fyri ikki so langari tíð síð-
ani, skal taka við einum
ødrum starvi i Danmark
komandi ár, so hann verð-
ur ikki drúgvur her.
Hermálsligan týdning
Hann sigur, at hóast kalda
kríggið er av, so hevur
stødin framvegis stórar
hermálsligan týdning.
Radarin varð skiftur út
fyri stuttum og er hann
sera væl utgjørdur til at
eyðleiða alt virksemið í
luftinum her um leiðir.
Henda eftiransingarupp-
gávan hevur framvegis
stóran týdning fyri fram-
haldandi at tryggja og
varðveita fridin heldur
Hans Nielsen. Allir upp-
lýsingar frá stødini á
Sornfelli fara víðari til
ensku loftverjuna sum
partur av virkseminum hjá
Early Warning-ávaringar-
skipanini, ið eisini fevnir
um bæði Noreg, Ísland og
Grønland.
Eisini sivilar uppgávur
Men uppgávan hjá stødini
er eisini av sivilum slag.
Stødin verður eisini brúkt
av sivilu loftferðsluni og
5 ba“ *
Helst færri mans
hevur í hesum sambandi
m.a. til uppgávu at lata
íslendingum upplýsingar.
Annars hevur stødin eis-
ini ul uppgávu mótvegis
umheiminum at verja su-
vernitetin hjá hesum parti-
num av ríkisfelagsskap-
inum.
Hans Nielsen sigur, at
hetta kann sjálvandi eisini
gerast uppá aðrar mátar.
Eitt nú røkir Siriuspatrul-
jan í Grønlandi hesa upp-
gåvu fyri tann partin av
rikinum. Men tå nú rad-
arin er á Sornfelli sum
partur av Nato-verjuni, so
kann hann einsvæl rgkja
ta uppgávuna eisini heldur
Hans Nielsen.
Honum dámar annars
væl í Føroyum. -Fólk eru
blíð og fryntlig og eg havi
ongastaðni mett nøkrum
mótvilja móti okkara hjá-
veru her sigur ovastin á
"Flyvestation Thorshavn"
at enda vid Sosialin.
jan
Nr. 195— 14. oktober 1992
Hans Nielsen, ovasti i Mjørkadali. Mynd kalmar 3
Aflysning af
tvangsauktion
Tvangsauktion over ejendommen
matr. nr. 1145 cn, Tórshavn beligg-
ende Skemmingsgeta 6, Tórshavn
(AS 384/92) berammet til
Torsdag den 29. okt. 1992 kl. 09.50
aflyses herved.
Færøernes Fogedret,
den 12.10.92
Ole G. Olesen
dfm.
GULL TIL SOSIALIN!!
„EINASTA FØROYSKA
BLAÐ 5 FERÐIR
UM VIKUNA!
JE
HALDID SOSIALIN
OG SPARIÐ HELVTINA
| MUN TIL
LEYSASØLUNA!