Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. oktober 1992síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 195. — 14. oktober 1992 Bjarti Mohr, Fiskasólustjóri: Leggið peninga- tíðindablaðið stovnar saman! -Vit hava alt ov stóra umsiting í landinum tað verið seg hjá privatum og tí almenna. Kapitalgrundarlagið er ov lítið og ov spjatt í dag, og tí mugu samanleggingar til fyri at fáa ein nóg stóran eginpening til vega og harvið bíligari rakstur. Hetta sigur stjórin á Føroya Fiskasølu, Bjarti Mohr, sum mælir til samanlegging av eitt nú peningastovnum. Sosialurin hevur prátað við hann. -Tað er greitt, at tað, sum er hent við Sjóvinnubank- anum, rakar okkum gll so ella so. Ein slíkur sjaskur rakar eisini Fiskasgluna, men vit hava fult tamar- hald á støduni sigur Bjarti Mohr, stjóri í Føroya Fiskasølu, sum júst er heimafturkomin av snar- ferð í Bretlandi. Tá tað frættist, at landið og staturin máttu koma inn í myndina fyri at bjarga Sjóvinnubankanum gjórdi leiðslan á Fiskasøluni av at fara til Bretlands og Danmarkar at kunna bankasambondini har um støduna hjá Fiska- søluni og kanska serliga støduna i Føroyum sum heild. Hardari treytir -Teir vóru sera væl nøgdir við, at vit sjålvir komu "face to face", at tosa við Frålikt hugskot Bjarti Mohr, stjóri á Fiskasgluni dámar væl tíðindini um, at íslend- ingar av álvara eru farnir at sýna føroying- um samhuga, nú Før- oyar eru í so svárari kreppu. -Eg haldi, at tað er eitt frálíkt hugskot, sum íslendingar koma við, tá tað verður nevnt, at vit skulu fáa stórri kvotu komandi ár. | jan teir,. Hetta eru teir ikki vanir við. Hóast treytirnar frá bankanna síðu fram- yvir verða harðari, so er eingin kredittur hjá Fiska- søluni skorin niður ella steðgaður sigur Bjarti Mohr, sum eisini vísir aft- ur tíðindunum í fjølmidl- unum um, at útlendsku bankarnir høvdu trygd í partabrøvunum hjá Fiska- søluni í Sjóvinnubankan- um. -Utlendskir lånistovnar hava ongantíð havt pant í partabrøvunum hjá okkum í Sjóvinnubankanum. Bjarti Mohr sigur ann- ars, at krepputidimar, sum rakt hava okkum, raka eis- ini londini rundan um okkum. Øll Norðurlond eru "blacklistað" fyri tíð- ina í altjóða samanhangi, m.a. tí fleiri bankar eru farnir á heysin í bæði Danmark og Noregi. Fígging altavgerandi Fiskasglustjórin sigur víð- ari, at tað, sum í løtuni er mest avgerandi fyri sam- felagið Føroyar, er, at vit kunnu fáa fígging úr út- landinum. Her hugsar hann m.a. um pengar til fígging av goymslum, framleiðslu osfr. Sum stødan er verða hesar treytir harðari og harðari, men fígging mugu vit so hava undir øllum umstød- um. Skerja útreiðslur Men hvat kunnu vit so gera fyri at betra um stød- una! Bjarti Mohr: -Vit mugu til at skerja bæði á tí al- menna og tí privata økin- um. Sjálvur haldi eg, at vit hava eina alt ov stóra um- siting í landinum, sum borgararnir als ikki eru førir fyri at bera. Hann heldur, at vit hava Ov nógvar peningastovnar í landinum og mælir tí til at leggja saman tvs. fusio- nera -Kapitalgrundarlagið er ov lítið og ov spjatt í dag og tí mugu samanlegg- ingar til fyri at fáa ein nóg stóran eginpening til. -Vóru peningastovnar lagdir saman og eisini aðr- ar fyritøkur so sum trygg- ingarfeløg ol., sum øll jú hava sama og avmarkaða talið av kundum, so høvdu vit kunnað spart sera nógvar pengar við minni umsiting. -Í dag er stødan tann, at vit gjalda til fleiri veldugar umsitingar. Varð lagt saman so høvdu vit kunnað fingið nógv stórri eginpening og bíligari rakstur. Hóast alt so er tað brúkarin, sum skal gjalda. Haraftrat mugu vit vera meira effektivir heldur Fiskasglustjórin. Spara á Fiskassluni Og fyri at vísa at hetta ikki bert eru tóm orð, so hevur hann sjálvur eisini tikið avleiðingarnar og skert talið á starvsfólki á Fiskasgluni, umframt at fólk eru farin niður i løn við umleið 10%. Bjarti Mohr útihýsir ikki møguleikanum, at tað verða gjørdir uppaftur fleiri niðurskurðir á Fiska- søluni soleiðis sum stødan er vordin. -Vit verda øll noydd til at laga útreiðsl- umar eftir inntøkunum. Har er eingin bøn. Verkfallið - ein vanlukka Fiskasglustjórin er ikki serliga fegin verkfallið hjá Starvsmannafelagnum. Hann heldur tað vera eina vanlukku fyri limirnar í felagnum. -Tá má vera frægari, aí vit fara niður í løn, enn at fleiri og fleiri gerast arbeiðsleys sigur hann. Verkfallið kemur sera illa við beint nú. Innflutningur av fiski Um eitt av teimum nógv umrøddu málunum i løt- uni, nevniliga innflutning- in av fiski, heldur Bjarti Mohr, at vit læra av mis- tøkunum. Hann heldur, at tad var skeivt av okkum, tå vit i fjør spjaddu inn- flutta fiskin yvir å ov n6gv virki. -Nú eru vit so farnir at gera royndir á Lynfrost, sum eg haldi er ein sera spennandi leið, har fleiri virki fara saman um upp- gávuna. Hetta hevði eisini kunnað verið gjørt aðra- staðni t.d. vesturi í Vág- um, har annað av virkj- unum kundi verið brúkt til at arbeiða innfluttan fisk og serstakar vørur. Síða 9 Vit hava øll skyldina Bjarti Mohr sigur at enda, at tað er sera umráðandi, at vit gera nakað itøkiligt fyri at loysa trupulleikar- nar í samfelagnum. Hann er ikki ein av teimum, sum vil geva polit- ikarunum alla skyldina fyri støduna. - Vit hava øll verið við í dansinum um gullkálvin - eisini nevndin í Sjóvinnu- bankanum! Annars heldur Bjarti Mohr ikki, at vit hava ikki brúk fyri eini politiskari kreppu omaná tað heila og er hann tí ímóti einum nývali ella útskifting av verandi stórn. Og hvørji góð ráð hevur hann so til politikararnar! -Rekid landspolitik i- stadin fyri lokalpolitik. jan