Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. oktober 1992síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 tíðindablaðið Avskenlaðar liviumstødur - Tað er ótrúligt, sum menniskjuni kunnu avmarkað hvørt annað. Grundarlagið fyri at skapa líus- grundarlag, hevur ongantíð verið til staðar í hast familjuni. Hon er dømd at gerast tapari í samfelagnum Havnar Sjónleikafelag í Sjónleikarhúsinum: "Lokkanetid", eftir Claes Andersson Tytt: Carl Johan Jensen Leikstjóri:Tóta Magnea Tað fyrsta sum fellur tær í huga, tá tjaldið verður drig- ið fyri - fyri seinastu ferð, er tómleiki! Varð ikki annað lív lagað hesi familju, sum uttan hóvasták fer til grundar? Eingin bjarging? Eingin, sum lyftir so frætt sum ein fingur, - hvorki í familjuni ella viðgerðarliðinum, tá pápin - sum er alkoholistur, gevst at drekka, og mamm- an verður innløgd á sinnis- sjúkrahús. Tá hon kemur heimaftur, byrjar gerandislívið aftur, tó er maðurin edrúur, men tað ger hvorki frá ella til. Avmarkað slíkar familjur veruligaso nógv persónligu rættindini. Verður als einki gjørt fyri at fóta sær í nýggj- um livikorum? Hava tey als ongar dreymar um, at lívið kann - verða gðrvísi og ríkari i innihaldi, enn tað vit fáa borðreitt við á pallinum? Familjan livir ivaleyst undir trystinum at kenna seg seka, ti påpin drekkur. Foreldrini kenna seg sek mótvegis hvørjum ødrum. Fløskan hevur tikid mannin frå konuni, tey eru ikki g60 vid hvørt annad longur. Tað gongur út yvir børnini, sum ongan góðan eiga, hóast tey fáa mat og klæðir, og mamman stríðist fyri tey øll. Mamman sveimar aftur og fram í køkini, sýnist glad og smílandi, meðan pápin liggur avdottin á køksg6lv- inum! Tað er fyri sovítt ikki 6- vanligt fyri eina konu, sum hevur = alkoholikara ul mann. Slíkar konur duga avbera væl at spæla sjónleik fyri sær sjálvum og umheimi- num. Tað verður ein neyð- ugur lutur í gerandisdeg- num. Tær lågva seg burtur úr veruleikanum, tí hesin er ov ræðuligur at góðtaka. Afturfyri spilla tær sínar møguleikar, dreymar og vónir fyri framtíðina. Tær velja ikki at taka avbjóð- ingina og ábyrgdina fyri eg- na lívi. Tad er kanska harðrent og kensluleyst at siga soleiðis um konuna, men tá hugsað verður um, hvussu daprir dagar hennara eru saman við alkoholistinum, so er torført halda annað. Pápin situr einsamallur inni í køkini og røkir sínar timburmenn, tå hann av- gjørdur langar fløskuna í borðið og heldur, at nú er nóg mikið! - Ongin bardagi í familj- uni frammanundan, eingin grátur og einki tannagríðsl, oll eru líkasæl. Eingin ráðgevari av nøkrum slag, sum stuðlar familjuni og pápanum, - fyri tann skyld heldur ikki Nr. 195 — 14. oktober 1992 A 27 Hóast sálarfróðingurin ikki hevur nógv at siga, so er hann miðsavnandi persónurin, sum letur hjúnini avdúka teirra samliv. Kári D. Petersen sum sålarfrødingur, Pål Joensen og Nora Bærentsen, hjúnini Svea og Ragnar mammuni, so tey kunnu fóta sær og liva víðari, tá pápin hevur gjørt av at fara í viðgerð. Børn eru altid solidarisk måltvegis foreldrunum, hvussu tey so annars eru móti teimum. Tað er ikki óvanligt hjá menniskjum, sum hava mist onkran av sínum nærmastu, at tey seta seg hendur í favn og siga, at nú kann alt gera tað sama. Familjan á pallinum vísir á sín hátt, at tey bera sorg - soleiðis at skilja, at tey hava mist alt, uttan at vita, um tey nakrantíð hava átt nakað. Tá mamman og pápin hittast hjá sålarfrødingi- num, koma viðurkskifti fram í ljósmála, sum hjúnini ikki hava gjørt sær greitt, vóru til. Her er avdúkingin fyri at spilt lív. Børnini bera helst arvin víðari. Tey hava ikki nógvan førning at standa ímóti við, tá tey fara víðari í lívinum. Samanumtikið kann sig- ast at uppsetingin av "Lok- kanetinum" er eitt sindur óruddelig. Palltjaldið verður drigið fyri í tíð og ótíð. Um tað er gjørt fyri at áskoðarnir ikki skulu blanda leiklutin hjá í- spegilinum, saman við leik- linum á pallinum, so er tað óheppið. Íspegilin (Gundur Mort- ensen) hevur sín einsamalla leiklut, sum slíkir eisini hava í veruliga lívinum. Hann speirekur og ger sær dælt av sorgarleikinum á pallinum. Gundur Mortensen hevur tamarhald í sínum leikluti, men fyrigev - tað var eins og at síggja lýsingarbrot í sjónvarpinum á TV3, har lýsingar verða nýttar sum avbrot, tá filmurin er mest spennandi. Nora Bærentsen (Svea) bar rættiliga hesum tunga og torskilda leiki uppi. Hon spældi sín "yndisliga" leik- lut, sum ein góð kona og mamma, so sum hesar eftir uppskriftini eiga at vera. Pápin (Pól Joensen) var eins og ov stillur og ótrygg- ur í sínum leikluu. Pól Joensen royndi seg á ungum døgum á palli. Hugaligt at hann nú leitar aftur í Sjón- leikarahúsið. Her væntaði tó leikstjórnin, sum kundi sett ymsu gerðarmál hans- ara á palli, undir sjóneyku. Hetta er áhugaleikarar - hóast fleiri eru eins góðir á palli sum yrkisleikarar - ið dagliga í fleiri vikur hava nýtt sina fritid til venjingar í Sjónleikarhúsinum. Tað er í sær sjálvum lønin hjá teimum, fyri at bjóða okkum áskoðarum inn í ein ókendan heim. Áhugavert var tað, men leikarnir kundu fingið meir burturúr teirra stríði, um leikstjórin hevði lagt teim- um betur lag á. Dagny Joensen Einki nytt um verkfallið - Tað er Landsstýrið sum eigur at koma við einum útspæli. Kemur einki aftur- svar úr Tinganesi, heldur verkfallið fram til á midnátt friggjakvøldid Tað sigur Jákup Danielsen, formaður í Starvsmanna- felagnum. Er tað ikki illa dámt, at itmirnir eru it verkjali krepputíðum - Vithavaikki fingið nøk- ur boð um at nakrir limir eru ónggdir við verkfallið Hvussu nógv kostar verk- fallið Starvsmannafelag- num? - Umleið 2 - 3 mió. krón- ur, men vit leggja bert pen- ingin út. Tað hevur ongan- tíð verið ætlanin at Starvs- nannafelagið skuldi gjal- it fara at Krevta pen- ingin aftur frå tí almenna. 7 » TAO nevur verið nevni, at Vit bida eftir Landsstyri- num. Teir fingu bræv frå okkum hésdagin, men hig- artil hava vit einki frætt. So leingi vit ikki frætta úr andsstýrinum, er verkfall- Hvussu við undirskrifts- innsavningint moi verk- fallinum. Taka tit ikki tær í eftirtektar - Nei, tað gera vit ikki, tí tey mótmæltu bert, at hetta ikki var rætti málin, og tey vóru heldur ikki heft av verkfallinum. Eitt nú Tryggingarsam- bandið og sjúkrahúsgkið hava ein annan sáttmála, sum ikki er umfataður av verkfalli. Um tit einki hoyra úr Landsstýrinum, hvat so? - Tað havi eg onga við- merking til. Er verkfallið tað vert? - Jú, tað eri eg sannførdur um. TáLandsstýrið ger sátt- málar við starvsfókið uttan um Starvsmannafelagið, við at tvinga stavsfólkið til eina avtalu, so er tað átalu- vert. Tað hevur Landsstýrið ikki heimild til. Jákup Danielsen vísir til grein 9 í lógini um starv- menn: "Ein og hver starvs- bólkur hevur loyvi at taka seg saman um eitt felag, sum síðani tekur sær av lønar- og starvsviðurskift- Hetta er ein fakfelags- spurningur, sum Starvs- mannafelagið noyðist at gera vart við. Hóast tíðirnar eru vána- ligar, so noyddust vit út í hetta verkfallið. Hevdi Landsstýrið áhuga fyri at broyta sáttmálan, skuldi tað verið gjørt í samráð við Starvsmanna- felagið, og ikki við ein- stakar starvsbólkar í felag- num. Vit eru fyrimynd hjá vørum feløgum, sum kunnu koma fyri somu lagnu sum vit. - Vit hava tó einki ímóti Landsstýrinum og Lønar- deildini, og vit kunnu væl tosa saman annars. Vit hava berteinki at tosa við teir um fløtuni, sigur Jákup Daniel- sen. Dagny