mikudagur 14. oktober 1992síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
3
Í
Nr. 195. — 14. oktober 1992
Bygdarhusid
á Strondum
Í morgin, 15. okt., byrjar tónleikasteyna í
Bygdarhúsinum á Strondum
Tað verða ikki bert Povl
Dissing og Benny Ander-
sen, ið koma at seta dám á í
bygdarhúsinum á Strond-
um við vísum um Svanta
v.m. í hesi vikuni. Hósdagin
15. okt. kl. 19.30 byrjar
Tónleikastevnan 92. Hetta
er fyrstu ferð at skipað verð-
ur fyri slikari stevnu á
Strondum, so ikki er at
undrast yvir at fyrireikarar-
nir eru spentir um undir-
tøkuna frá áhoyrarunum.
Hósdagin kl. 19.30:
Skúlaorkestrið, Strendur/
Skála
Næmingar úr 5.—10. flokki í
Stranda skúla hava seinastu
tíðina vant dúgliga ymisk
blásiinstrument, ljómborð
0.a. undir leiðslu av Graeme
Rudd, tónleikalærara.
Spennandi verður at síggja
og hoyra hvat tey hava fing-
ið burturúr.
Jónhard og vinmenn
- gospel -
Jónhard Johansen sang,
Sámal Kalsoy orgul, Jó-
hannis Johannesen. Hesir
tríggir standa fyri einasta
gospelinnslagnum á stevn-
uni. Felags fyri teir allar er
at teir hava verið við í rætti-
liga nógvum, sum hevur
samband við heimamissi-
ónina, bæði sum sangarar,
tónleikar og teknikarar. T.d.
vóru teir við á bandinum,
sum >Eysturoyar kvartettin
gav út, og á jólabandinum
>Jólaklokkur ringja<.
Dupultkvartettin av
Skálafirði.
- rytm. kór -
Petur Hans Hansen, Eyðun
Antoniussen, Arnfinn
Langgaard, Dánial P. Jen-
sen, Sædis Jacobsen, Anne
Olsen, Maibritt Johannes-
sen, Ingun Joensen. Kórið
er vorðið sera væl umtókt
síðstu tíðina, og verður
rættiliga nógv umbiðið til
tiltøk av ymiskum slagi.
Tey syngja negro spirituals,
sangir hjá Beatles 0.9.
Fríggjadagin kl. 19.30
Jógvan Telling
- vísur o.m.a. -
Ikki er gott at vita, hvat
Jógvan Telling kann finna
uppá. Men helst fer hann at
spæla okkurt stykki, skriv-
að til spanskan guitar, eisini
tekur hann harmonikuna
fram. Um vit fáa >Skiparan
tíðindablaðið
litla«, >Skúmbananir< ella
>Meg minnist eina mynd«,
vil tíðin vísa.
ÅEJ-trio, Strendur
Andras Danielsen guitar og
sang, Elisabeth á Fríðriks-
mørk sang, Joan Danielsen
Syngja á sín sermerkta
hátt løg hjá H. A. Djurhuus,
Lars Lilholt, Beatles, Dire
Straits 0.9.
FLAG - fólka-, rokk-
og blues
Sámal Ravnsfjall guitar,
sang og munnhørpu. Konni
Nielsen guitar og sang.
Hans Sivertsen bass.
Kristina Heldarsgard sang.
Hava fingið stóru viður-
kenningina at vera við á
Tórshavnar jass-, fólka- og
blues festival síðstu trý ár-
ini. Øll roynir og fjølbroyttir
tónleikarar, sum vit finna
aftur ymsastaðni í føroyska
tónleikalívinum.
Leygardagin kl. 19.30
Terji Rasmussen
- vísur 0.0. -
Ivaleyst best kendur frå
Terja og Føstufressum. Men
hevur kortini fleiri ferðir
roynt seg einsamallur við
góðum úrsliti. Hann fer at
syngja løg hjá C. V. Jørgen-
sen, Terja og Føstufressum,
Lars Lilholt, Frændum 0.Ø.
ENEKK
- fólkatónleikur -
Kåri Lamhauge guitar og
sang, Agnar Lamhauge
bass, Oli Olsen ljómborð,
Unn Patursson sang, Eyðun
Klakkstein trummur.
Nyggjur og spennandi
bólkur við sera evnaríkum
tónleikarum, sum vit heilt
vist koa at hoyra meira til í
framtíðini. Í løtuni eru tey
við at leggja síðstu hond á
eina nýggja plátu, sum
kemur út í næsta mør. Bólk-
urin hevði eitt lag við á Am-
nesty bandinum, tað var
»Eru vit til«.
Kári P.
- vísur -
>Vælferðarvísur< og
»Hinumegin ringvegin< eru
varðar i føroyskari tónleika-
útgávu, sum koma at standa
í allar tíðir. Nógv er sagt og
skrivað um Kára P. millum
ár og dag, og vit kunnu bert
Stutt leggja afturat: enn hev-
ur hann ikki fingið nakran
síðumann.
Tónleikastevnan = 1992
letur seg bert gera, tí vit
hava fingið stuðul. Tøkk til
Mentanargrunn Føroya
Løgtings, Island Air, Før-
oya Banka, Sjóvinnubank-
an, Føroya Sparikassa, P/f
Grannskodarastovan,
Stranda Centrum, Data-
Føroyar.
Atgongumerki á 60 kr./
kvøld fåast i forssølu å hes-
um stødum: Kiosk Vår i
Runavík, Shellstødini í
Gøtudali, Stranda Centrum,
Bygdarhusinum å Strond-
um, Kunningarstovuni i
Tórshavn.
Fittur hundur burturblivin
Meðalstórur bl. colliehundur, myrkur um skallan, oyr-
uni, oman eftir bakinum og h
alanum brúnum um snyid,
undir øsinum,
niður á
bringuna og um beinini,
hvítar labbar — burturblivin
og seinast sæddur 27.
sept., kl. 11 á Móritsarvegi
í Hoyvík.
Veit nakar um >Jack“
sum kennist við navn sítt,
at siga, so vinarligast
ringið tlf. 16738.
Lýsið i soslalinum
GJØCO
DEKSOLJA
ælabogin
Tif. 12120 - Sverrisgeta 20
DESTROY BOTNPATENT
Síða 11
Stórt heyst-
tiltak í Sørvågi
Uppbodssøla av livandi seyði og dansur
við livandi tónleiki verður í Sørvågi
leygarkvøldid
Sørvågs Róðrarfelag
skipar, eins og undan-
farin år, aftur i ar fyri
uppbodssølu av livandi
seydi i Sørvågi. Sølan
fer fram i år i dansistov-
unileygarkvøldid frå kl.
19.
Uppboðsssla
Uppbodssølan fer fram
á tann hátt, at byrjað
verður at bjóða 10kr.,ið
skulu gjaldast beinan-
vegin. Boðið verður
hereftir hækkað við 10
krónum hverja ferð, ið
somuleiðis skulu gjald-
as beinanvegin. Tá
boðið er komið upp á
1.000 kr, verður boðið
hækkað við 20 krónum
hvørja ferð til boðið er
2.000 kr. Tá hækkar
boðið við 30 krónum,
og soleiðis verður hildið
fram, til ikki fleiri boð
verða givin. Tann, ið
seinasta boðið hevur,
fær sostatt seyðin.
Seyð fyri 10 krónur
A henda hátt er møgu-
ligt at ogna sær ein seyð
fyri lítið og lætt. Teoret-
iskt sæð er gjørligt at
hava seinasta boðið við
einans at gjalda 10, 20
ella kanska 30 krónur,
so ikki kann sigast ann-
að, enn at hetta kann
verða bíligt.
Umframt at kunna
bjóða seg heitan«,
verdur eisini møguligt
at halda hitanum å ann-
an hátt. Skipað verður
fyri sølu av kaffi og te
við nýbakaðum vaflum.
Somuleiðis verður
møguligt at keypa soda-
vatn og annað.
Robert Mcbirnie,
Tinganest og
Hips um Haps
Seinni á kvøldi verður
skipað fyri >Mega-
dansi< í dansistovuni.
Tað er langt ímillum, at
skipað verður fyri stórri
dansitiltaki í Sørvågi.
Leygarkvøldid verður
tó stórt dansitiltak i Sør-
vågi, har Tinganest,
Hipsum Haps og Robert
Mcbirnie fara at spæla
og syngja. Lagt er tí upp
til eitt rimmar vikuskifti
i Sørvågi.
Eydnuhjól
Sørvågs Róðrarfelag
skipar í næsta mánað
fyri stórum eydnuhjóli.
Hetta verður sunnudag-
in 29. november, har
ymisk tiltøk verða bæði
fyri vaksin og børn. Tey,
ið hava lutir at lata fe-
lagnum, eru vælkomin
at lata hesar til ein av
nevndarlimunum.
AN