Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. oktober 1992síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 2 Lítli Páll í Nólsoy eitur nýggj bók eftir Steinbjørn B. Jacobsen. Steinbjørn hevur sum kunnugt skriv að nógvar barnabøkur, og hesaferð skrivað hevur hann skaldsøgu fyri børn um Nólsoyar Páll Í hesi bókini verður sagt frá Pálli, tá ið hann var smádrongur úti í Nólsoy Bókin byrjar við at siga frá tá ið Páll ein hannertáum 12 ára gamal lagin - fer at fiska og síðani fer um borð á eitt av stóru handilsskipunum, sum liggur å vånni, at selja fiskin. I býti fyri veiðuna fær hann ein rættiligan knív umframt annan fong Við honum á hesi ferð eru bróðurin Jóhannes og em annar drongur, Jógvan, og teir Óttast fyri hesum, sum Páll hevst at. Hetta er bert ein hend ingin í hesi bókini, sum lýsir dirvið hjá Pálli. Tað gav at bíta eina aðru ferð, tá ið Páll broytti sniðið á bátinum, sum pápin hevði í gerð. Pápiner út atrógva, men hevur heitt á Páll um at hjálpa sær við smíðing- ini. Litli Páll er ikki nøgd- ur við bátin, men tekur øksinaog høggur oman av lívflýnum í bæði borð. — Nú skal eg vísa pápa, hvussu eg vil gera bát, heldur hann fyri. Og aftur hesaferð eru Jóhannes og Jógvan málleysir. Páll upplivir annars mangt og hvat barnadag- arnar í Nólsoy, og søgan endar við at hann kemur til Havnar í læru hjá sjálv- um fútanum, Wenzeli Hammershaimb. Steinbjørn B. Jacobsen hevur við hesi bókini Hugtakandi skaldsøga um Nólsoyar Páll Steinbjørn B. Jacobsen hevur skrivað Lítli Páll í Nólsoy STEINBJØRN B. JACOBSEN bókina LITLI PÁLL I NOLSOY um Nólsoyar Páll, tá ið hann var smádrongur úti í Nólsoy. skrivað eina skaldsøgu um Nólsoyar Páll, sum er bæði skaldsliga hugtak andi og mennandi. Nógv í søguni hevur hann sjálvur funnið uppá, men hann hevur eis roynt at skriva soleiðis, at alt skal vera so søguliga eftirfar- andi sum gjørligt Sum søguligur persón ur imyndar Nélsoyar Påli nyggju tidina, sum tekur seg upp i Føroyum fyrst i 19. øld. Hanner framfýsin longu sum smådrongur, og hann er ul reiðar at ganga nýggjar leiðir, so- leiðis sum søgan um broytta bátin ber boð um. Men Nólsoyar Páll um boðar eisini eima nýggja heimsáskoðan, har fram burður og náttúruvísinda lig gransking og menning verða sett í hásæti. Í hesi bókini, sum Steinbjørn hevur skmvað, kemur hetta týðuliga fram, ser liga um tú gevur tær far um tað, sum tú lesur. Tað býr meira í hesi søguni, enn tú kanska heldur í fyrstani, og tey størru børnini, tey 9-13 åra gomlu—og vaksin vid, kunnu ti gleda seg til hesa bókina um Nólsoyar Páll, sum Steinbjørn B. Ja- cobsen hevur skriv ad. Bárður Jákupsson hevur prýtt bókina um Lítla Páll við framúr góð- um myndum, heilsíðu- myndum og vignettum. LÍTLI PÁLL Í NÓLS- OY er komin í bókabúð- irnar, og hon kostar 133 kr. Frammanundan hava limirnir í bólki III i Barna- bókaklubbanum fingið hesa bókina. tíðindablaðið % Nr. 195 — 14. oktober 1992 HASH meira vanda- Herfyri hevdi morgunsend- ingin hjå Utvarpi Føroya eitt prát vid ein mann, sum av og á roykti hash. Vit halda at henda samrøda læt alt ov nógvar spurningar liggja ósvaraðar, m.a. hvussu vandamikið tað í veruleikanum er at roykja hash við jøvnum millumbil- um. Danska heilsustýrið hevur júst útgivið ein fald- ara, sum umrødur rúsevnið hash. Vit skulu stutt siga eitt sindur um hvat stendur skrivað um hashnýtslu i hesum faldara. Rusurin — styrkin á hashi er sera ymisk, so tað ber ikki til at síggja á hashinum hvussu sterkt tað er. — tey sjónligu tekini av ein- um hashrúsi er m.a. reyð- sprongd eygu. Likamliga verður ein turrur í munnin- um, fær hægri puls og ofta hjartabankan av at roykja hash. — hashrúsurin broytir sansaupplivingar og hýr- in. Hvønn rús fólk fáa er sera treytað av hýrinum hjá brúkaranum og teimum um- stóðum, sum hashið verður roykt í. Summi fáa eina 6- fjálga >panikuppliving<. — rúsurin ger altid fólk meira dólsk og dovislig, tað darvar evnini ul at tonkja, minnast og læra — heilt upp í 24 tímar eftir at ein hevur roykt hashið. Sjálvur rúsur- in varar uml. 3 ul 4 tímar — tað er ikki so lætt at fáa alt hashið úrkroppinum, tað kann vanliga sporast í einum »urinprøva« upp í 2 til 4 vikur aftan á rúsin. Javnlig nýtsla — um tú roykir meira enn einaferð um vikuna, so hóp- ast hashid upp í feittvevnað- inum í kroppinum. Tað er heldur ivasamt hvussu henda upphóping av hashi ávirkar kroppin. — hash er vanabindandi. Aftan á stutta tíð at hava nýtt hash ofta, skal ein stórri nøgd av hashi til fyri at fáa somu rúsávirkan. — tað ber til at blíva bundin av hashi. Eftir at hava roykt javnan í uml. 1 mánaða, kann ein fáa sokallað »ab- stinenseyðkenni<, um ein heldur uppat at roykja. Eyðkennini eru argilsi, friðloysi, tunglyndi og svøvnloysi. Hetta gongur yvir um ein gevst við at nýta hash. — javnlig nýtsla av hashi ger altíð at fólk verða meira dølsk, sein, líkaglað, »initiativleys«, >ókonsen- trerað< — alla tíðina, ikki bert tá ið tey eru ávirkað. Onnur verða hartil í døpur- huga. — hash ger fólk »byttari«: Tey fara at minnast verri, læra verri og duga verri at loysa sínar trupulleikar. Hesar ávirkanir vara nakrar vikur ella mánaðir, eftir at ein er givin at nýta hash. — hash kann skapa ein >óndan sirkul«: ein virkar vánaliga í ti dagliga, fær fleiri = trupulleikar, dugir verri at loysa hesar — hetta kann geva einum hug til at roykja meiri hash. Fólk hava tað best saman við ødrum, sum eisini roykja hash, tí ein á tann hátt fær staðfest seg sjálvan og hini um, at hash ikki skapar trupulleikar. — hashroyking er meira vandamikil fyri lunguni enn tubbak. Hash og onnur rúsevni — at blanda fleiri rúsevni saman, t.d. hash og alkohol, ger altíð at ávirkanin verður meira tilvildarlig ella 6- væntað. — fleiri ymisk sløg av rús- evnum, ein nýtir, stórri verður møguleikin fyri mis- nýtslu. Um tú roykir hash so er spurningurin, hvussu leingi tå vilt koyra vid skerdari megi. Tú kanst sjálvur halda uppat — og tað er heilt ófarligt. Men ofta er tað lættari, um ein fær stuðul frá familjuni, vinum og maka. Vinir, sum sjálvir nýta hash, kunnu illa stuðla tær. Annars kann ein fara til lækna ella fáa ráðgeving aðrastaðni frá. Kann hash saman- berast við rúsdrekka Tað er eingin orsøk til at samanbera hash og rús- drekka. Hash hevur aldrin verið ein partur av ti før- oyska gerandisdegnum, og má aldrin blíva tað. Vit mugu minnast ul at tann gransking, sum er gjørd á rúsdrekkagkinum, er farin fram yvir eitt nógv longri tíðarskeið, og alla tíðina hava granskarar funnið nýggj vandamál á hesum øki. Viðv. hashgransking er henda nógv yngri, og tí vita granskarar ikki so nógv um mikið enn tú heldur hash, sum teir vita um alko- hol. Eitt er tó vist, at hash- nýtsla loysir ongar ris- drekkatrupulleikar, tí tey, sum hava eina stóra hash- nýtslu, hava ofta eisini eina stóra rúsdrekkanýtslu. So ver varin og lat ongan billa tær inn, at hash loysir nakrar trupulleikar, tí teir kanst tú einans loysa sjálv/ ur. Hvussu så hash verður roykt í 9. flokkunum Í einari kanning, sum >Rús- drekka- og narkotikaráðið< gjørdi í 1991 í øllum 9. flokkunum í Føroyum, vísti tað seg, at av teimum 570 spurdu næmingunum vóru tað 42, sum høvdu roynt hash, og av hesum 42 vóru tað 17, sum einans høvdu roynt tað einaferð, og 9 sum rokja við jóvnum millum- bilum (uml. 1,6%). Hini 16 hava roynt hash nakrar fåar ferdir. Henda kanning vísir so- statt, at hashnýtsla millum ungfólk ikki er so vanlig sum summi vilja gera hana ul. Hartil er nýtslan síðan 1989 minkað við 12,5% fyri næmingar í 9. flokkunum, frá 48 ul 42 næmingar. Orsøkin til at vit taka hesi tól fram, er m.a. tann, at ofta kann nýtslan vaksa, um ungfólk trúgva at tey flestu roykja hash. Felagsskrivstovan hjá Fråhaldsrørsluni Postsmoga 222 110 Tórshavn = 3