hósdagur 15. oktober 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
r
tíðindablaðið
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller
Fyntaksston: Krisjan Dahl
Ljósmyndar
Kalmar Lindenskov
Baðfólk. Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Tórfinn Smith -
Hilmar Jan Hansen -
Utgevar: PÆ Sostalurin
Uppseting P/t Sosialurin
Prent: P/f Pressan 1981
Justines Eldesgaard
TETN
Bústaður. Argjavegl 28 | Postadr: Postsmoga 76
Argjum 110Tørshavn
Telsfon: 11820 Teletax: 14720
Samgongan nu
standa sina roynd
LITID og einki er enn komid
fram um, hvussu landsstyrid ætl-
ar at enduskoda sitt egna fíggj-
arlégaruppskot fyri 1993. Sum
skilst tingast teir bådir sam-
gonguflokkarnir um, hvussu teir
kunnu skerja uppskotid vid
teimum umleid 150 mill. kr.,
sum annars vórðu settar av til at
standa ímóti veðhaldum.
TAÐ frættist, at flokkarnir báðir
hava ymisk uppskot um bæði
sparingar, nýggjar inntgkulógir,
lønarnidurskurd ol. Men einki
ftøkiligt fyriliggur enn. Og sum
tad skilst, so eru flokkarnir held-
ur ikki å einum måli um, hvussu
målid skal loysast. Tad er greitt,
at hóast tað nú meira og minni er
álagt okkum at fáa javnvág á
fíggjarlógina, so er tað ikki bert
henda stødan, sum samgongan
skal umrøda, men tað er øll stød-
an i samfelagnum i sini heild:
hvussu til stendur, hvønn veg tað
ber og hvat kann gerast fyri at
verja seg móti teimum ringastu
brotasjógvunum. Tað eru tey,
sum halda, at tað, sum higartil er
komið inn á skútuna, er bert
onkur smávegis sjaskur.
sn
SAMGONGAN er í eini torførari
stóðu, tí hon eins og samfelagið
alt er trongt upp í ein krók. Spar-
ast skal so ella so og spurning-
urin er nú, hvussu ein kann sam-
eina tey ymsu ynskini og krøv-
ini. Og hetta vita vit kann verða
torført, tá vit hava tveir flokkar,
sum hugsjónarliga og grund-
leggjandi eru so Ójavnir á máli.
Men tað var so hetta Foroya fólk
valdi, og sum hesir flokkar tóku
undir við eftir síðsta val, at teir
skuldu royna eina samgongu.
Víst varð á, at endiliga var
møguleiki at skipa eina
tveyflokkasamgongu, sum slapp
uttan um teir smærri flokkarnar.
Hetta skuldi skapa frið á
politiska pallinum. Tað eru
ymiskar meiningar um, hvussu
hesir flokkar hava klárað
uppgávuna. Tað eru tey, sum
siga, at teir eiga at taka avleið-
ingarnar av kreppuni og fara frá.
Onnur siga, at tað er eingin hjálp
í tí at fáa aðrar flokkar, sum eis-
ini eiga sína ábyrgd av kreppuni,
til ræðið. Sagt verður so eisini, at
kreppa er í øðrum londum við,
og tí ber ikki til at leggja alla
skyldina yvir á hetta landsstýrið.
Sagt verður, at vit hava ikki brúk
fyri eini politiskari kreppu nú
eisini osfr. osfr.
TAÐ er greitt, at samfelagið alt
er á einum ålvarsligum vegamót.
Samgongan sleppur av álvara at
standa sína roynd. Hon má vísa
Føroya fólki, um hon er før fyri
at skera igjøgnum og reka ein
búskaparpolitik, sum loysir upp
fyri akuttu trupulleikunum og
sum gagnar samfelagnum uppá
longri sikt. Her mugu tek takast í
felag, eingin ivi um tað, men tað
verður neyðugt at slaka á
nógvum økjum hjá báðum
flokkum. Her verður ikki bert
hugsað um tað stóru linjurnar
men eisini um 17. mansins
áhugamál kring landið alt. Fer nú
bráddliga hvgr einstakur
tingmaður at seta fram ultimativ
krøv, sum skulu verja tey ymsu
atkvøduøkini heldur enn at taka
samlaðu áhugamál landsins
framum, so hevur henda
samgonga einki
tilverugrundarlag longur.
KOMANDI dagarnir fara at vísa
okkum, um samgongan megnar
at taka ótraditionellar og eisini
ópopulerar avgerðir, sum eisini
ganga uppá tvørs av floksins
egnu sjónarmiðum og áhuga-
málum. Ger hon ikki tað, so
verður ein heilt nýggj stóða, har
samgongan antin skal víðkast við
fleiri flokkum, ella eitt heilt nýtt
landsstýrið skal taka við. Megna
vit heldur ikki tá ikki at koma til
sættis, so kann endin verða tann,
at vit fult og heilt fara at verða
styrdir uttanífrá. Henda stødan er
lutvíst longu íkomin, men enn
eiga vit so eitt løgting og eitt
landsstýri. Tað er fullkomiliga
upp til teir 32 tingmenninar og
tey:5 landsstýrisfólkini, hvat nú
skal henda við Føroya framtíð.
Stórar avgerðir skulu takast. Tær
krevja stórar menn og kvinnur.
Tær krevja ábyrgd men eisini
virðing.
EINGIN sigur, at hetta er nøkur
løtt uppåva. Men loysast skal
hon so ella so. Og nú mugu so
landsstýrisflokkarnir vísa okkum,
at teir duga, tora og eisini vita,
hvat teir gera.
Verkfrødingafelagid
25 ár á
Liðin er fjørdingsøld, síðani
navnfræmir føroyskir verk-
frødingar tóku stig ul at
skipaeitt føroyskt verkfrød-
ingafelag. Hesir vóru Heini
Olsen, Kristjan Jensen, Påll
Mikkelsen, Elith Larsen,
Hans Biskupstø, Chr. Eli
Lamhauge og Niels Juel
Nolsøe. 6. juli 1967 settu
teir 40 sivil-, akademi- og
teknikumverkfrødingum
stevnu. Fundur skuldi verða
á Hotel Hafnia Olavsøku-
aftan sama ár.
Teir sjey skutu upp at
stovna felag, hvørs endamál
skuldi verða
1) at virka fyri góðum sam-
starvsbrødaligum viður-
skiftum limanna millum,
2) at bóta um atstødurnar at
halda við lika og økja tekn-
isku útbúgving verkfrød-
ingastættarins og annars
3) at taka sær av felags á-
hugamálum limanna.
Mikkelsen,
baki
Hurrárópini dundu
Einir 30 verkfrødingar
møttu á …lavsøkufundinum
og tók væl undir við ti sjón-
armiði, at allir føroyskir
verkfrødingar áttu at vera í
sama felag.
Leivur Johannesen, Páll
Mikkelsen, Niels Juel Nol-
søe, Heini Olsen og Kristj-
an Jensen vórðu valdir í
nevnd at fyrireika stovnandi
aðalfund og at smíða upp-
skot til felagssamtyktir. Til-
takslimir gjørdust Eivin
Hansen og Magnus Sim-
onsen.
Aðrenn menn fóru hvør
til sín, róptu teir hurrá, so
>tað dundi í<, skrivar fund-
arskrivarin Páll Mikkel-
sen.
16. desember 1967 varð
Føroya Verkfrødingafe-lag
stovnad. Fyrsta nevndin
skipadi seg soleidis: Påll
formadur,
Heini Olsen, næstformad-
ur, Niels Juel Nolsøe, skriv-
ari og kassameistari, Eivind
Hansen og Vøgg Guttesen.
Tiltakslimir vóru Alfred
Steensen og Mortan Winth-
er Poulsen
Ahugafelag
og fakfelag
Í fyrstuni var Verkfrødinga-
felagið ikki eitt fakfelag. Á
ólavsgkufundinum í 1967
varð samtykt, at lønar-
spurningurin ikki skuldi
gerast eitt høvudsmål i
fyrstu syftu, tí ætlanin við
felagnum var ikki at skerja
tey rættindi, føroyskir verk-
frødingar høvdu sum limir í
útlendskum fakfelag. Dent-
ur varð heldur lagdur á fyri-
lestrar, skeið og tílíkt virk-
semi.
Men seinni gjørdist felag-
ið kortini fakfelag. Í 1980
fekk tað fyrsta.lønarsått-
Frá 6lavsøku-fundinum i 1967, tá felagið varð stovnað. Mynd: Bambus
málan við landsstýrið og er
nú fakfelag hjá teimum
verkfrødingunum, sum
starvast hjá landsverkfrød-
inginum, SEV, telefonverk-
inum og flestu komm-
ununum.
Síðani 1988 hevur verk-
frødingafelagid samrådst
saman vid hinum akadem-
ikarafeløgunum um sátt-
málar við tað almenna.
Veitsla og minnisrit
Í meira enn 20 ár hevði
Verkfréðingafelagið inni-
vist, har sum tað frægast
fekst. Øll hesi árini kjakað-
ust limirnir dúgliga um at
fáa felagnum egin høli, men
ikki fyrr enn í 1988 fekk fe-
lagið síni egnu hús og býr nú
í Tvørgøtu 3 í Havn.
Í løtuni eru hálvtannað
hundrað limir í Verkfrød-
ingafelagnum. Fyri einum
ári síðani vóru teir 175 í tali.
Í dag sita í stýrinum: Jo-
rt
han Poulsen, formaður,
Símun Hammer, næstfor-
maður, Jákup Enni, skrivari
og kassameistari umframt
Bjarka Johannesen og Suna
Joensen. Eirikur Kristjans-
son og Herluf Mortensen
eru varastýrislimir.
Føroya Verkfrødingafe-
lag heldur 25 åra fødingar-
dagin vid veitslu 31. okt.
Seinni i ár gevur felagið út
eitt minnisrit.