Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-15, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AR NGRS0 NT NS OK: MU I ————— ss aks, = UNS SO ed ed AAN AA Nr. 196. — 15. oktober 1992 Dyr útspilling ' tíðindablaðið Tað kostaði Dan Klein 34.000 krónur í Oyggjatíðindum at skriva um Tommy Petersen í oddagrein, ið Føroya Rættur helt vera ærumeiðandi Týsdagin feldi Føroya Rættur dóm í sakarmáli- num,sum Tommy Petersen, almannastjóri, hevði reist móti Dan Klein, blaðstjóra á Oyggjatíðindum. Dómurin er harður sam- anborið við dómar, sum áð- ur eru feldir í Føroyum fyri ærumeiðing og útspilling. Dan Klein skal gjalda 20 dagbøtur á 500 krónur og rinda Tommy Petersen 20.000 krónur í endurgjaldi fyri tort. Haraftrat skal hann gjalda 1000 krónurfyri at kunngera dómin og 3.000 krónur í sakarmálskostnaði til Tommy Petersen. Til sammetingar kann nevnast, at tá Jan Miller, blaðstjóri á Sosialinum, í 1988 varð dómdur fyri æru- meiðandi skriving móti Óla Breckmann, sum tá var blaðstjóri á Dagblaðnum, var dómurin einans 10 dag- bøtur á 500 krónur, og hvorki endurgjald ella sak- armálsútreiðslur = skuldu gjaldast. Dan Klein varð dómdur fyri eina oddagrein í Oyggjatíðindum 11. okto- ber i fjør. Har skrivaði hann m.a. um Tommy Petersen, at hann fremur brot å tagn- arskyldu sina og letur løg- regluni upplysingar, at hann brýtur reglugerðir o.m.a. Hesi orðini dømdi Føroya Rættur deyð at vera. Undir sakarmálsviðgerð- ini kravdi Dan Klein at ført Dan Klein fekk harðan dóm í sakarmálinum, sum Tommy Petersen reisti móti honum. Dan Klein slapp ikki at fóra tey vitni, hann ætlaði at fóra, og rætturin gav honum ikki viðhald í, at hansara skriving í Oyggjatíðindum kundi roknast fyri at rókja áhugamál av almennum áhuga fleiri vitni, sorinskrivaran, varafútan, arrestleiðaran, ein advokat og tveir lands- stýrismenn. Hetta varð sýtt honum. Dan Klein segði seg tá ikki hava álit á dómaranum, sum var sorin- skrivarin siålvur. og rýmdi av rættarfundinum. Og málið varð tíkið upp til dóms. Dagbøturnar, ið tilsam- ans eru 10.000 krónur skal Dan Klein rinda ríkis- kassanum. Tær 20.000 krónurnar fyri tort til Tommy Peter- sen, 3000 krónur í máls- kostnaði og 1000 krónur fyri at kunngera dómin skulu rindast í seinasta lagi 14 dagar eftir, at dómurin varð feldur. Dagbøturnar kunnu ge- rast um til 20 daga hefti. Kærir dómin Dan Klein sigur, at hann hevuravgjørtat kæra dómin til landsrættin, ti hann heldur hann vera órímiliga hardan. Hann ætlar eisini at kæra démaran inn fyri serligu kærunevndina fyri at hava sagt ósatt og hava noktað sær at ført vitni. Her kann nevnast, at sakarmálsviðgerðin í hes- um málinum var grundar- lagið undir tí skriving, ið Dan Klein seinni hevur havt í Oyggjatíðindum, og sum hevði við sær, at Jógvan Andreassen, sorinskrivari. heitti å åkæruvaldid um at reisa ákæru móti Dan Klein fyri ærumeiðing móti sær sum sorinskrivara. Tað málið er enn ikki komið so langt, at stóða er tíkin til, um ákæra verður reist. randi Síða 3 Tommy Petersen fekk fult viðhald i Føroya Rætti. Orðini, sum rætturin helt vera ærumeiðandi í Oyggjatíðindi um almannastjóran, eru nú dømd deyð at vera Fáa stuðul uttanlands Verkfallið hjá felagnum vekir samhuga hjá norðurlendskum systirfeløgum Í gjár frætti Starvsmanna- felagið, sum hevur verið í verkfalli síðan á midnátt sunnukvøldid, frá einum svenskum fakfelag fyri al- menn starvsfólk. Hetta felag, ið telur 400.000 fólk, læt heilsa, at Starvsmannafelagið hevði teirra fulla stuðul moralskt. Felagið var eisini til reiðar at stuðla pengaliga, um tað skuldi gjørst neyðugt, fekk Starvsmanna- Jákup Danielsen, formaður í Starvsmannafelagnum at vita. Hann sigur, at Starvs- mannafelagið ongar frá- boðanir hevur sent til út- lendsk fakfeløg um verk- fallið og hevur heldur ikki bíðið um slíkan stuðul. Hetta felagið hevði sjálvt frætt um verkfallið og ætl- aði nú at boða ødrum frá. randi SKÁLA DEKKSØLA umframt SØLU AV DEKKUM - AVBALANSERING MONTERING og SPORING gera vit allar smærri umvælingar so sum at skifta ÚTSTOYT OLJU/FILTUR KOBLING STOYTDOYVARAR PROPPAR BREMSUKLOSSAR Tosið við okkum og avtalið eina tíð. Tlf. 41736 - 41319 SUMMARDEKK - HEILÅRSDEKK - KAVADEKK Såmuligir prisir Lýsið í soslalinum Tíðindablaðið Sosialurin liggur altíð framvið... leygardag EH KIROPRAKTOR Bíleggið viðgerðartíð á Tif. 13430 månad —friggjad. : kl.17.00-20.00 Oli H. i Sjurdargardi Doctor of Chiropractic : kl. 9.00—20.00 A en i en 0 0) 00 1