Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. oktober 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Janus Norðberg: Hjarta mitt er I Hvalba --At keypa eitt flakavirkið er ein tann bíttasta iløgan ein kann gera í løtuni, men áhuga havi eg avgjørt, um virkið er til sólu, sigur hann Skuldi flakavirkið Fisk verið selt á tvingsilssølu, so verður Janus Norðberg í hvussu er ein av teim áhugaðu. --Men sum búskaparliga stødan er í landinum i løtuni, so er tad ein tann byttasta iløgan ein kann gera, nevniliga at keypa eitt flakavirkid, sigur Jan- us Nordberg. -Eg dugi ikki at ímynda mær, at eg og teir hval- bingar, sum eiga trolar- arnar saman við mær fara at gera nakra hasardloysn, fyri at fáa virkið. Tað er nógv, sum skal fáast uppá pláss, bæði bankaviður- skiftir og eisini hvørja pol- itiska linju landsstýrið fer at reka, sigur Janus Norð- berg --Nú studningurin verður avtikin, so loysir tað seg best at selja fiskin ótil- virkaðan av landinum. Tá er ikki neyðugt við nøk- rum góðkendum góð- skingarvirkid, sigur Janus Nordberg. Burturvistur Metir tú, at nakað útlit er fyri semju millum teg og nevndina i P/F Fisk? --Nei, tað sær tað ikki út til. Eg meti, at vit eru burt- Íbúð - Hús Vit ynskja eina góða íbúð ella lítil hús, helst á Argjum, til leigu. Vit eru 3 edrúi- lig, vaksin fólk. Prísuppskot 3-4.000 kr. um mør. v/ ljósi og hita. Bill. mrk. 145 urvístir úr Hvalba av nýggju nevndini i Fisk. Teir vilja ikki arbeida okkara fisk. Hendan støda er avgjørt ikki heppin fyri okkum. Eg haldi, at eg og hinir eigararnir av trolar- unum hava vist seinastu 9 årini, at vit vilja bygdini væl. Sum sagt, hjarta mitt er i Hvalba, sigur Janus Nordberg. --Men um nøkur semja kom nú, so metið eg ikki at virkið kann bjargast. Síðan nýggja nevndin kom til er virkið so illa rikið, at tað kann ikki klára seg. Um vit landaðu aftur har nú, so hevði tað bert verið eitt plástur uppá sárið. Virkið er kolldømt, sigur Janus Norðberg. --Trolararnir hava sum teir fáu í landinum klárað at humpað seg igjøgnum og hava klárað at svara hvørjum sítt. Eg og eigar- amir siggja hesi skip sum eitt so mikið virðismikið aktiv, at vit mugu gera alt fyri, at tey standa seg, sig- ur Janus Norðberg. --Lat meg siga enn eina- ferð. Hvat enn hendur í Hvalba, so hevur tað mín størsta áhuga, sigur Janus jústinus tíðindablaðið Beiskur Jens Norðberg um hvalbiartrolararnar Avhøvda hert fyri at faa Studning Nr. 196 — 15. oktober 1992 —Trolararnir landa í Havn, fiskurin fer mest sum ógóðskaður av landinum. I meðan blødir flakavirkið hjá okkum og 120 fólk verða send út í myrkið Tað er bert spurningur um tíð, so letur flakavirkið Fisk í Hvalba aftur. Har er onki virksemi í løtuni. Í dag fellur eitt lán i Føroya Banka uppá 300.000 krónur og virkið hevur ikki pengar tøkar fyri at rinda hetta. --Tað er rættuliga beiskt hjá okkum at hyggja at, meðan hvalbiartrolararnir landa fiskin til Bacalao. Fiskurin verður avhøvd- aður og fer mest sum ráfiskur av landinum. Einasta endamålid við at avhøvda fiskin er at fáa studning. Sidan sleppa tyskarar at arbeida fiskin víðari, sigur Jens Norð- berg, stóreigari í Fisk. Tómt tos og reyp um góðsking --Hvussu nógvir panel- fundir seinastu 10 árini, sum eru fyriskipaðir í Norðurlandahúsinum um góðsking, tað havi eg ikki tal á, men teir eru mangir. Og hvat fáa vit burturúr. Fiskurin fer 6vidgjørdur av landinum, og skatta- gjadarin skal enntá rinda studning til hendan, sigur Jens Norðberg. --Eg havi greitt Arabo frá, at hvalbiartrolararnir fingu innflutningsloyvi til Hvalbiar. Men tað hjálpir einki. Tí í loyvinum stend- ur einki um hvar skipini skulu landa, sigur Jens Norðberg. Feðgastríð Stríðið um hvalbiartrol- ararnar er Ólukkuligt. Tal- an er um eina beiska or- rustu millum faðir og son, millum Janus Norðberg, sum eigur meirilutan í hvalbiartrolarunum og påpan Jens Nordberg, sum er sterki madurin i flaka- virkinum Fisk. Er nakað útlit fyri at hetta stríð fer at linna? --Nei, her einki útlit fyri nakrari semju, alt er Gvist. Virkið hevur mist eina millión sidan trolararnir fóru av bygdini. I løtuni landar bert ein linubåtur og hann fær lítið. Virkið liggur stilt, men vit eru ikki farnir á húsagang enn. --Tó, bankatrygd krevst fyri hvørja fiskalast vit keypa og bankarnir vilja ikki vera vid longur, sigur Jens Nordberg. jústinus