fríggjadagur 16. oktober 1992síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tá Hergerð Johannesen í
fjór varð liðugt útbúgvin
sjúkrasystir, søkti hon um at
sleppaáRíkissjúkrahúsið at
arbeiða á aðrari deildini, har
AIDS-sjúklingar liggja.
Fast starv kundu hon ikki
fåa, tí tey vilja hava meira
roynd starvsfólk. Men Her-
gerð kundi fáa arbeiði sum
frítíðaravloysari, og síðan
hevur hon havt fleiri av-
loysarastørv á deildini, har
hon hevur tryggjað sær ar-
beiði fram til næsta summ-
ar
Deildina, ið er ein tropu-
og epedemi-deild, kendi
Hergerð eitt sindur framm-
anundan, tí neðan hon gekk
á sjúkrasystraskúlanum í
Føroyum høvdu tey evnis-
dagar um AIDS og vitjadu i
ti sambandinum Ríkis-
sjúkrahúsið og tosadu við
sjúklingar har.
Vildi læra meira
Eg hevdi hug at læra nakad
nytt og serliga um AIDS, ti
tað er ein sjúka, vit í
framtíðini kunnu vænta
okkum at fáa meira og
meira at gera við. Eg vildi
fáa mær nakrar royndir við
atliti ul at kunna brúka
seinni í Føroyum, sigur
Hergerð. Hon veit ikki enn,
hvussu leingi hon verður í
Danmark og arbeiðir sum
sjúkrasystir. Tað veldst eis-
int um, hverjir arbeiðs-
møguleikamir í Føroyum
verda framyvir.
A Ríkissjúkrahúsinum
eru tvær slílar AIDS-deild-
ir. 24 sjúklingar eru á hvorj-
ari deildini, og sjúkurnar
eru nógvar. AIDS er tann
álvarsligasta, og arbeiðið
við hesum sjúklingum
ógvuliga krevjandi.
6-8 AIDS-sjúklingar og
HIV-smittað plaga at vera á
hvørjari deild í senn. Fyrr
fingu hesir sjúklingar sítt
egna kamar, tí nógvum
tørvar at vera einsmallir,
men sparingarnar hava vid
sær, at tað ikki ber til
longur. Men alt verdur t6
gjørt fyri, at umstødur teirra
Skulu vera so frægar sum
gjørligt.
Kunnu verða heima
Allir sjúklingarnir steðga
ikki líka leingi á deildini,
men koma inn til kanningar
ella viðgerðar. Tá fólkini
eru blivin heilt vánalig,
verða summi til tað sein-
asta, men sjúklingunum
stendur tó í boði at vera
heima. Heimargkt er alt
samdøgrid fyri AIDS-
sjúklingar. Tey, sum vilja
vera heima til tað seinasta,
sleppa tað.
Hergerð dámar væl ar-
beiði sítt millum AIDS-
sjúklingar. Men tað er hart
arbeiði, serliga sálarliga.
Tað mesta arbeiði er røkt, at
tosa við sjúklingarnar, ugga
og vegleiða. Sjúkrasystr-
arnar tosa eisini nógv við
tey, sum varða av sjúkling-
unum.
Sr SySlalurin
Hergerð Johannesen frå Gjógv hevur í nakrar mánaðir arbeitt sum
sjúkrasystir á Ríkissjúkrahúsinum, har AIDS-sjúklingarnir koma
Starvsfólk fáa hjálp
Av tí at arbeiði hjá starvs-
fólkunum er so hart sálar-
liga, kemur ein sålarfrød-
ingur einaferð um vikuna at
tosa við starvsfólkini. Í fel-
ag tosa tey so um okkurt
evni, ið hevur tikið seg upp
ta vikuna. Tað kann t.d. vera
í sambandi við eitt deyðs-
fall. Starvsfólkini kunnu
eisini sjálv fara til sálar-
frødingin og tosa við hana,
um tey pínast av onkrum.
- Sjálvandi ávirkast vit av
arbeidinum, tí sjúklingarnir
eru ung fólk, sum fáa eina
sjúku, ið ikki kann lekjast
enn, sigur Hergerð. Sjúkl-
ingarnir, hon hevur møtt,
hava verið millum 19 og 50
ár.
- Tað ræður so nógv um
hjá okkum, at vit arbeiða
proffesionelt. Í hesum sam-
bandinum vil tað siga, at vit
ikki leggja okkara egnu
kenslur í og duga at skilja
arbeiði fráokkaraegna lívi.
Vit skulu gera okkara besta
fyri sjúklingarnar og íkki
vera køld, men tað er best
bæði fyri okkum sjálv og
fyri sjúklingin at halda
hvert frá sínum, sigur Her-
gerð.
Hesir sjuklingar hava ofta
nógvar sosialar trupulleik-
ar, tá teir fara úr arbeiði
sínum og skulu hava pen-
sión. Teir hava rætt til at fáa
stuðul úr AIDS-grunni-
num. Tílíkum tekur ein so-
sialrådgevi, sum arbeiðir á
deildini, sær av.
Ferðast saman
- Onkuntíð hava sjúklingar,
sum hava fingið fíggjarliga
studulin, tikid seg saman og
gjørt felags ferð suðureftir
fyri at uppliva nakað í felag,
og meðan tey enn orka.
Ein sålarfrødingur er eis-
ini á deildini til sjúkling-
arnar, sum allir ikki hava
tað líka gott sálarliga.
Stuðulsbólkar við HIV-
smittaðum vitja somuleiðis
javnan á deildini at tosa við
tey sjúku.
Tað er tó ikki bara syrgi-
ligt at hava sína dagligu
gongd millum fólk við hesi
ålvrsligu sjúkuni, ið enn
eingi ráð eru ímóti.
- Tey hugsa ikki alla
tíðina um deyðan, og í ein-
um slíkum arbeiði lærir tú at
síggja onnur virði í lívinum.
Tey kunnu frøast um
ymist, ið fyri okkum onnur
kann tykjast smátt. Síggja
fram til at klára okkurt, sum
ikki kann bíða. Virði, sum
vit onnur ikki altíð hava
eyga fyri. Tey plaga at siga,
at heldur livaeitt gott og ríkt
lív enn bara liva eitt langt
lív, sigur Hergerð.
Nógv verður gjørt fyri at
hava tað fjálgt og hugnaligt
á deildini. Listafólk hava
verið og prýtt veggirnar,
Hergerð Johannesen er
24 ára gomul og tók
prógv sum sjúkrasystir í
fjór. Hon heldur tað
vera umráðandi, at
fakfólk fara burtur at
fáa særroyndir, soleiðis
sum hon nú ger, tí
Føroyar eru so lítið
land
Mynd: Kalmar
fyritøkur hava sponsorerað
útgerð, td. mikroovn, til
sjúklingarnar, og matstovur
úr býnum koma á deildina
at gera mat og borðreiða.
Fleiri kvinnur
Sjálvt um Hergerð á sjúkra-
systraskúlanum hevði lært
nógv um sjúkuna AIDS,
varð hon kortini bilsin, tá
hon kom á deildina at ar-
beiða.
- Tað, sum eg vaið mest
bilsin av, var, at so nógvar
kvinnur hóast alt hava
AIDS, sjálvt um flestu
sjúklingarnir eru menn. Vit
fáa jú mest at vita um, at tað
eru homosexuellir menn.
Men millum sjúklingarnar
eru eisini fólk, sum hava
livað heterosexuelt, og tað
eru fólk, sum eru smittað, tá
Nr. 197 — 16. oktober 1992
Tú fært eyga á
onnur lívsvirði
tey hava fingið blóð. Stutt
sagt fólk, sum bara hava
verið óheppin. Og tað sigur
okkum, at tað kann henda
ein stóran part av fólkinum,
at tey fáa hesa sjúkuna.
Upplýsing
Meðan Hergerð nú hevur
verið heima og vitjað í nakr-
ar dagar, hevur hon verið á
sjúkrasystraskúlanum og
greitt frá sínum arbeiði.
Hon leggur stóran dent á,
attey, sum fáa slíka vitan og
royndir, sum hon nú fær,
hava skyldu til at upplýsa
um sjúkuna. Sjónvarps-
filmurin um Hannis var eitt
gott tiltak og tað sama við
AIDS-sjónleikinum, sum
nú verður vístur, og sum
verður fylgdur upp við, at
Anna Samuelsen, sjúkra-
systir, tosar við fólkini aft-
aná leikin.
- Vit kunnu gera okkara í
tí fyribyrgjandi arbeiðin-
um, og tað hevur mest at
siga, sigur Hergerð. Kann-
ingar aðrastaðni vísa, at
herferðir og upplýsing ann-
ars gera stóran mun. Tað
sæst á ymsum hagtglum.
Hergerð heldur, at kemur
hon aftur til Føroya og fær
arbeiði sum sjúkrasystir,
kunnu tær royndir, hon nú
fær, koma væl við. Sjálvt
um sjúklingarnir i Føroyum
ikki eru so nógvir, er eingin
ivi um, attað verða fleiri við
tíðini.
Hergerð er ikki fyrsta før-
oyska sjúkrasystirin, sum
arbeiðir á hesi deildini.
Anna Samuelsen, sum ferð-
ast um allar Føroyar og ger
upplýsandi arbeiði, hevur
verið har, og onkur aftrat
við.
Føroyskir sjúklingar
hava verið á hesi deildini.
Tað spyrja vit ikki Hergerð
um, og hon hevði heldur
ikki svarað.
- Eingin skal bera ótta
fyri, at vandi er fyri ano-
nymitetinum í Føroyum,
sjålvt um føroyingar starv-
ast å deildini. Føroyingar
eru í somu stødu sum tey, ið
koma av bygd í Danmark.
Tey vilja ikki hava, at fólk
heima vite um teirra sjúku,
og tey kunnu vera vís i, at vit
halda okkara tagnarskyldu,
sigur Hergerð.
randi
Einastandandi gott BINGO
byrjar i Sosialinum um bert fåar dagar
“Mintust tit til haldaragjaldið:..“
ve
ts