fríggjadagur 16. oktober 1992síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 197. — 16. oktober 1992
Spaniolar visa
Føroyum áhuga
Vilja sleppa at fiska i føroyskum sjógvi, eitt nú
svartkjaft - hugaðir at avreiða fisk veiddan í al-
tjóða sjógvi til føroysk virki og eru eisini åhug-
aðir fyri at keypa fóroysk flakavirki.
Spaniólar eru hugaðir fyri
at fáa samstarv í lag við
føroyingar innan fiski-
vinnu, ídnað o.a. Herfyri
var biiskapar- og handils-
rådgevi vid sponsku
sendistovuna i
Keypmannahavn,
Leopoldo Ceballos å
vitjan i Føroyum. Ørindi
hansara vóru at vita,
hverjir møguleikar eru at
knýta samstarv millum
Spania og Føroyar.
Fyrr í hesum mánað-
inum vitjaði ein sponsk
sendinevnd ymisk fiski-
vinnupláss í Danmark. í
nevndini vóru eisini
umboð fyri havnina í Vigo
og La Caruna, reiðara-
felagið í Vigo og handils-
kamarið í La Coruna.
Nevndin hevði so eisini
fund við leiðaran á før-
oysku viðskiftastovuni í
Keypmannahavn, Tryggva
Johansen.
Á hesum fundinum
greiddu spaniólar frå stød-
uni í teirra egnu fiski-
vinnu, sum seinastu árini
er vorðin alt meira torfør
serliga nú fiskimøguleik-
arnir fækka. Ein stórur
partur av flotanum, sum er
ein tann størsti í heim-
inum, er tí als ikki í vinnu.
su ' 3
-f3 FE
TF
ہ
Tryggvi Johansen, leid-
ari á føroysku viðskifta-
stovuni í Keypmanna-
havn, sum herfyri hevði
áhugaverdan fund við
umboð fyri spanska
fiskivinnu.
Vilja fiska her
Spaniólar søgdu seg hava
áhuga fyri at fiska í før-
oyskum sjógvi møguliga í
samarbeiði við føroysk
virki, sum afturfyri tryggj-
að sær atgongd til spanska
marknaðin, ið er stødugt
vaksandi og letur høgan
prís.
Sambært fiskivinnuav-
talu okkara við EF hava
spaniólar ikki atgongd til
føroyskan sjógv, og
einasti stovnur, sum ikki
verður fult troyttur er
svartkjafturin.
Spaniólar halda, at tað
hevði verið áhugavert at
kanna møguleikan fyri
einum joint-venture av-
talu, soleidis at teir møgu-
liga kundi brúkt nøkur av
sínum skipum til svart-
kjaftaveiðu.
Spaniólar eru eisini
hugaðir fyri at landa fisk
til føroysk fiskavirki. Her
er talan um sponsk skip,
sum veiða í altjóða sjógvi
vestan fyri Føroyar. Tað
mesta av veiðuni er
kongafiskur og ymisk
djupvatnsfiskasløg.
Keypa flakavirki
Eisini eru spaniumenn
sinnadir til at keypa
flakavirki i Føroyum, sum
annars ikki bera seg sum
er.
Spaniolar vilja hava
samstarv vid føroyingar.
Síða 11
Umboðini fyri handils-
kamarið í La Coruna
nevndu á fundinum á før-
oysku viðskiftastovuni í
Keypmannahavn, at stórir
møguleikar eru fyri at
selja, sum føroysk skip
veiða, har hjá teimum.
Tey søgdu seg eisini verða
hugað fyri beinleiðis
landingum í bæði Vigo og
La Coruna og vístu á, at
prísirnir eru minst líka
góðir har sum í ødrum
havnum í Europa.
Spaniólar søgdu annars,
at teir eisini eru hugaðir
fyri at selja føroyingum
verur av ymsum slag.
A fundinum varð av-
talað at kanna umrøddu
møguleikar fyri eitt nú
joint-ventures alt fyri eitt,
herundir eisini ynskið um
royndarfiskiskap í stytri
tíðarskeið.
Alt eigur at kannast
Tummas Arabo, lands-
stýrismaður sigur við
Sosialin, at landsstýrið
vísir málinum stóran
áhuga og hevur tað til
viðgerðar í løtuni. Hann
vil tó einki siga um, hvat
kann spyrjast burtur úr.
Men allir møgul eikar fyri
samstarvi, sum kunnu
gagna Føroyum eiga at
kannað sigur hann.
jan
Grein 12 strokin. Hon er ósunn:
Blokkurin
ikki í vand
Tað verður ikki mótróknað í
blokktilskotinum klára vit ikki
halda skyldurnar í sambandi
við lán úr danska tjóðbank-
anum. Henda grein er nú
strokin.
Ein av greinunum í av-
taluni millum landsstýrið
og donsku stjórnina í
sambandi við endurreisn
av Sjóvinnubankanum er
nú strokin. Hetta er grein
12, sum er soljóðandi:
"Ved misligholdelse af
nationalbanklán eller
statslán vil der blive fore-
taget modregning í blok-
tilskud"
Atli Dam, løgmaður sig-
ur í eini viðmerking, at
henda greinin er strokin, tí
mett verður at hon er
ósonn mótvegis útlendsk-
um lángevarum til Føroya.
Hon kann tulkast sum at
staturin setir seg í eina
framihjåstødu, og hetta
ber ikki til.
Landsstýrið hevur gjørt
donsku stjórnina varuga
við hetta, sum so hevur
tikið tað til eftirtektar og
strokið grein 12 úr sátt-
málanum.
Avtalan er enn íkki
endaliga samtykt . Fyri at
koma í gildi skal hon sam-
tykkjast bæði í løgting-
inum og á fólkatingi.
Hetta má vera skjótt skal
Sjóvinnubankin fáa ta
neyðugu kapitalinnspæn-
ingina.
jan
Grein 12 í avtaluni
er nú strokin
BTATSMINISTEAIET
DATO 6. OKTOBER 1992
Der er mellem den Ganske regering og det færøske landsstyre
indgået følgende aftale:
Natíonalbanken rediskonterer landsstyreveksler for 300 mio.kr
uðsteðt til de færøske pengeinstitutter
tid på í måneder
Natiocalbanken forhøjes med 200
Beløbet kan
Vekslerne har en lebe-
efter aftale med regeringen og
mill.kr.
Der ydes stategarantí for lendsstyrevekslerne
Landsstyret og Investeringsfonden for Færesrne foretsger kapital
indskud í en nyoprettet fond på 500
mio. kr
Aktiekapital i Sjévinnubankin nedskrives til 15 mio. mod au 98
mio.
Fonden indsky/er ny kajital i
tidig stemmnefordeling Cc; eventuelt
og ansvarlig kapitel
Fonden ledes af en Destyrslse på 3 medlemmer.
3. landsstyret udpeger 2.
Bjóvínnubankín
Fonden sfgør frem-
fordeling melles sktiekspital
Regeringen udpeger
Ved forfald af vekslerne fra landsstyret indtræder staten som
långiver.
. Landsstyret opstiller et realistísk fínanslovforslag med balance
mellem indtægter og udgifter fcr 1993
styret et skonomisk-politisk stabílíseringsprogram.
Bnividere følger Lanis-
Dette pro-
gran udarbejdes efter ipternationsle standeråder for genopret-
Ríngsprograsmer inden 5 månsder.
Det udarbejdes af uvildigt eko-
noser, der udlånes af INF, og som godkendes af de færsske og
daneke myndigheder
af åen færø
12. Yes
ve forstaget modregni
Nærværende aftale sr
í Denmark til Ge neðv
» Nærværende aftale sr
på Fareeroe til at genr
Landsstyret medvirker til
en modernisering
erhvervslovgivning, herunder bank-, aktieselskabse-
7, såfremt Ge efter punkt 8 an-
; á
sjálvandi
gista vit á
BLÁDÝPI !
Bed £ Breakfast in Blue
Dr. Jakobsensgeta 14-16
FR-100 Tórshavn
Tei.: 11951 Fax: 19451