Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. oktober 1992síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

———— hl SA aaa Nr. 198. — 17. oktober 1992 SRA s0Slalurin Tann hóvligi droymarin Tað er einki legið, um tann, sum hevur sitið og lisið hetta savnið av grein- um og yrkingum eftir Trónda á Malarenda, fær tað hugskot, at mong list verður kveikt av sakni. Útlegdin — har saknurin er ein hjartatáttur — hevur birt nakrar ser- merktar streingir í feroy- skari list, einum renna í huga nevn um Regin Dahl, Janus Djurhuus og listamálarin Mikines. Tróndur Olsen er uppi i hesum flokkinum. Hann var ikki hevundur burtur- av, fekst við at skriva frammihjå, tað mesta eftir at hann var fyltur seksti. Men at kalla alt, hann hevur skrivað, er útlegdar frukt. Tróndur Olsen var fødd- ur úti í Nólsoy í december 1879. Á ungum aldri kom hann til Havnar, har hann arbeiddi sum krambakall- ur í handlinum í Fúta- stovu. Hetta var um ald- arskiftið, í tí sakleysu og moyardæmdu ftíðini, tá Tingakrossur fór at koma út, og Jóannes Patursson fór niður á fólkatingið at umboða førovingar. Í 1907 fór Tróndur niður til Danmarkar. Hann fór at fáast við handil og endaði sum stjóri í einum virki og varð búgvandi niðri alt lívið. Tróndur fór til Dan- markar í einum tí mest ro- mantiska tíðarskeiði í Fer- oya segu. Hetta hevur týdning. Tí hóast Tróndur tykist at hava verið hóv- ligur og lítið veruleikafjar- ur maður, sveimar yvir stubbunum og greinunum í hesi bók tann bjartskyg- di dámurin frá ungmanna- felagstíðini. Tað fyrsta, sum fangar eygað í hesum savni, er skrivingarlagið hjá Trón- da. Umframt at orðatilfar hansara er óvanliga stórt, tykist hann — serliga í týðingum sínum — at hava dugað at flyta málið út um begarðarnar. Hann er ein av teimum, sum — lutíst við at smíða orð og við at mýkja málsins bygnadarlag — ger føroy- skt bygdamál til bók- mentamál. Tróndur er eis- ini sera stílmedvitin hev- undur. Tað er kortini eitt ann- að, sum ger skrivingarlag- ið hjá Trónda sermerkt: hetta at hann, ofta á spel- nan máta, ger evnið, hann skrivar um — veður ella landslag — til persónar. Tróndur man her hava lært av Johannes V. Jen- sen. Onkur minnist kan- ska ouverturuna til >Den lange rejse«, ta ótrúliga stásiligu lýsingina av gos- fjalinum Gunung Apí, sum verður spillivandi, ti tað verður persóngjert. Jóannes Patursson heyði sum kveikjari ómetaliga stóran týdning fyri Trónda á Malarenda og ættarlið hans- ara. Vinstrumegin frá: Tróndur Olsen, ókend, Stina í Kina, Jóannes Patursson og Maria Hammershaimb Tróndur ger hetta sama í heilum, eitt nú tá ið hann lýsir útsynningin sum ein gamlan mann, ið hevur fragd av at blása alt hann orkar, ella tá ið brimið tvertur um mjækkan á Nólsoynni verður til eina orrustu millum tveir risar, eystanmannin og vestan- mannin. Tróndur brúkar tær somu snildirnar, tá hann lýsir oyggja sína, sum hon sær út úr Havn, sum eina smædna gentu — helst tann vakrasta mynd iiskrift, sum til er av Nólsoynni. Um tað ættarlið, sum Tróndur Olsen var partur av — fólk, sum vóru eini tjúgu-tretivu ár um aldar- skiftið — skrivar Jørgen- Frantz Jacobsen: »I tjóð- búna — bókstaviliga talað — gingu feroyingar til metis við framtíðina. Dekt, miðaldarkent ger- andislív fekk nú ein lukku- dreym, skæran og fjøllitan sum hánorren summar- natt beint fyri sålarris«. Tey flestu í hesum skara av ésjålvsøknum hugsjón- arfólkum, sum Jergen- Frantz so vakurt lýsir, eru í dag gloymd. Tey, vit kenna og hoyra um, er tann lítli parturin, sum gjerdi vart seg listarliga ella skrivliga. Tróndur var ein av hesum. Og við tað at hann livdi tey flestu í sínum ættarliði av, fall tað honum í lut at skriva greinir og minningarorð um tey. Hesir tekstir eru við til at geva okkum eina meira livandi mynd av tí tjóðskaparliga ættarliði- num, eg hugsi t.d. um greinir hansara um Jóan- nes Patursson, Hans An- drias Djurhuus og Mariu Mikkelsen, vælskrivaðar greinir, serliga tann um Mariu — ein bæði eym og fjølbroytt mynd av einum sjáldsomum menniskja. Kortini er tann mynd, hetta savnið sum heild gevur okkum av sjálvstýr- isrersluni, merkiliga lítið nýanserað. Vit vita í dag, at sjálvstýrisrerslan var ikki bara ein samd fylk- ing, við einum elskaðum skipara á odda. Hon var tverturímóti eyðkend av stórum tvídrátti, av meira enn einari ljótari gelu, og hóast skipari hennara var ein úrmælingur við nógv- um ríkum gávum, var hann ikki nakað halgimen- ni. Tað kann tí tykja ein- um nútíðar lesara spell, at ein so skilagóður og hóv- ligur — eygleidari sum Tróndur Olsen ongantíð problematiserar ta rerslu, hann var partur av. Hinvegin tykist Trónd- ur at hava verið óvanliga medvitin um tann búskap- arliga og samfelagsliga dynamikkin í 19. eld i Før- oya segu. Sum demi um hetta medvit kann eg nevna ta áhugaverdu greinina >Eitt yvirlita. Tróndur dregur her — tá hann skal lýsa tjóðskapar- rersluna — sluppfiski- skapin fram sum eina skapandi megi og vísir, at samstundis sum bygda- kenslan slitnar, vaknar á teimum savningarsteð- um, sum sluppirnar vóru, fyri fyrstu ferð kenslan av, at føroyingar eru eitt fólk. Henda búskaparliga — ein kundi næsta nsagt: marxistiska — lýsingin av tjóðskaparrersluni er áhugaverd. Her kann verða lagt aftrat, at Tróndur í síni lívssjón er radikalur framburðarmað- ur. Fríhandilin kom eftir hansara tykki eini 40 ár ov seint, og tað politiska frælsið, sum heimastýris- lógin hevði við sær, átti somuleiðis eftir hansara tykki at verið komið nógv fyrr. Eitt seguligt medvit og ein persónlig steðutakan eru — lagdar saman — uppskriftin til eina polit- iska áskoðan. Hesi ítrivini og hesar greinirnar hjá Trónda eru ikki politisk, snúgva seg heldur um segu, um fólk, um natúru- na ella bera á brá at vera ein kátur leikur við orð- um. Og kortini er tað, sum vit nógvastaðni — ofta millum reglurnar — hóma eina aktuella politiska við- merking. Fari eg ikki skeivur, hevur Tróndur eftir 2. heimsbardaga havt ta áskoðan, at Feroy- ar áttu at gerast politiskt sjálvrádnar, gerast ein statur sum Ísland. Trónd- ur tykist serstakliga at hava lagt dent á tankan um olitiskt frælsi sum nakað sjálvsmennandi og sjálvsuppalandi. Henda bókin hjá Trónda kemur dettandi niður ímillum okkara, meðan Feroyar eru í síni hættis- ligastu buskaparkreppu eftir 2. heimsbardaga. Onkur kundi tí kanska freistast til, sum eitt framhald av Tróndar po- litisku hugsan, at sett við- urskiftini soleiðis upp: fingu Føroyar politiskt frælsi i 1946 ella 1948, hevði landið í dag verið moralskt búnari til at lofta nútíðar avbjóðing- um. Tað er kanska ikki heilt einfalt at meta um tey seguligu alternativ, sum ikki vórðu roynd. Men eitt er vist. Tað tyk- ist, sum Feroyar hava brúk fyri einum drúgvum skeiði í fólkaræði, morali, heildarhugsan og spar- semi. Og tað man vera lítið skil í at hugsa um at troyta tilfeingið í undir- grundini — tað veri seg sum harrar ella sum tiltak hjá útlendskum harrum —, so leingi sum okkara politiska og vinnuliga fólkatilfeingi næstan kýt- ir seg at prógva, at tað ikki hevur moralskan og fakligan ferleika til so mikið sum at skala hesi avbjóðing. Tað er Jóhannes Enni, sum hevur fingið hugskot- ið til hetta savn og hevur greitt tað úr hondum. Ar- beiði hansara er í allar mátar eitt valaverk. Bók- in er greið í bygnaði og rættlestrarliga væl frá- gingin. Sum prentlutur er hon vekur og samanfail- andi. Í bókini er at kalla alt, sum Tróndur hevur skrivað, harímillum eisini yrkingar, tættir ítað man neyvan vera annar enn T.N. Djurhuus, sum kann javnmetast við Trónda sum tåttayrkjari) og ein týðing eftir Dostojevskij ein hevundur, sum kortini ikki hevur vakt somu málgleði í Trónda sum Johannes V. Jensen Bókin er sett á Hest- prenti. Kápumyndin er málningur eftir Sámal Joensen-Mikines. Innan er bókin prýdd við tekn- ingum eftir Ingálv av Reyni. Útgevari er Ment- unargrunnur Studenta- felagsins. bókin kostar 290 krónur. Til seinast fari eg at gera vart við eina flógv, sum er loynd í hesum savni, men sum kanska ikki er lett at fanga. Tróndur var ættaður av Velbastað, men vaks upp í Nólsoy. Kona hansara — Sigga — var av Velbastað. Hesar báðar bygdirnar, tiltiknar dansi- og vert- skapsbygdir, er tann sið- menningarliga moldin, Tróndur er sprottin úr. Og allastaðni í hesi bók hóm- ast andin frá eini heilskap- aðari mentan, roykurin av kryddaríum og rullipylsu eina jólahegtíð, tann merkiligi longsulin, eitt visuørindi kann ganda fram í huganum — so rík- ur og sc fremmandur, tí hann er ein tíðarvilla, ein heilsan frá eini siðmenn- ing, sum blómaði fyri 7- 800 árum síðani. Hanus Andreassen Tróndur Olsen: Her er dámligt í Feroyum um krossmessutid. Savnad og lagt til rættis hevur Jó- hannes Enni. 384 síður. 290 kr. Mentunargrunnur Studentafelagsins. Einastandandi gott PINGO byrjar i Sosialinum um bert få Uað “Mintust tit til þaldaragjafdið „.“