Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. oktober 1992síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 tiðindablaðið Danskir rus- drekkaprísir á føroyskum matstovum Setið håmarksprisir á rúsdrekka á føroysku mat- stovunum, so at vanliga fólkið sleppur í býin og Føroyar gerast eitt áhugavert land hjá ferða- fólki skrivar Bergur Jacobsen, útvarpsmaður í "Sjónarmið" í dag. Hvar er logikkurin? Nú vit fingu nýggja rús- drekkalóggávu, var tað altumráðandi, at vit sam- stundis fingu eina rús- drekkaeinkarselu — hett- ar varð gjert fyri at verja neyðars føroyingin móti alkoholdjevlinum, og fyri onkursvegna at broyta drykkjumentanina í Fer- oyum. Veggirnir á rúsdrekka- seluni skulu vera so og so tjúkkir, jarnstengur skulu vera fyri vindeygu- ni og diskurin skal vera so breiður, at ongin fær toygt seg innum. Afturat hesum skal bara vera opið nakrar fáar tímar um dag- in, og stongt leygardag, við tí endamáli at byrgja fyri ovurnýtslu og minsta loyvda negdin tú kannst keypa av øli er tolv fløsk- ur. Hetta ljóðar sera vakurt — men hvussu er veruleikin? Eigur tú eitt borð, fýra stólar, kokka- húgvu og eina steikipan- nu, so galda hesar annars so neyðugu reglugerðir ikki! Tú fært eitt skeinki- loyvi, so kannst tú skeinkja frá kl. sjey á morgni og til seint á kveldi — og her er ikki neyðugt at keypa í minsta lagi tólv øl, men tú fært eina ol fyri næst- an tað sama sum tað kostar at keypa seks øl av bryggjarínum. Um so er, at tað er tvingandi neyðugt at lata rúsdrekkaseluna aftur, leygardag og tá fólk koma aftur úr arbeiði, fyri á hendan hátt at forða ovurnýtslu — hví í allari víðu verð er tað so loyvt matstovum at selja rús- drekka til langt út á kveldið og allan leygar- dagin og sunnudagin við? Hví er tað óskaðiligt at keypa eina øl sum kostar 8 kr. á einkarseluni fyri 22 kr. á matstovu, leygar- dag, sunnudag og kl. tíggju á kveldið, tá tú noyðist at keypa tólv øl, um tú útvegar tær tær seinnapartin millum 14 og 17?? tí hetta minsta markið skal forða fyri misnýtslu?99 Er borgarin ikki í vanda, tá hann ella hon keypir eina fløsku av víni á matstovu kl. níggju eitt leygarkveld fyri kr. 160,00, sum hann ikki fær loyvi at keypa leygar- morgun ella eftir kl. fimm á einkarseluni, fyri kr. 40.00, tí tað skal vera skaðiligt at kunna keypa rúsdrekka nær sum helst!? Eftirlikna dønum Spyrt tå matstovueigarar hví teir taka so stóran vinning av rúsdrekka, so svara teir óyvað allir við ein munn, at tað er fyri at regulera nytsluna, soleid- is at fólk ikki drekka seg full! Tað er meguligt, at fleiri fáa afturhald av teimum hegu prísunum, og enn fleiri noyðast at halda seg burtur — men, kortini góðtaki eg ikki svarið, tí hevuðsorsekin til hegu prísirnar er at matstovueigararnir vilja hava skjótan vinning, og tí at teir eftirlíkna dansk- ari prísmentan á hesum økinum, og vita at føroy- ingar sum aldrin líta út- um kongaríkið, blint góð- taka at vit skulu gera sum danir og selja el, vín og spiritus fyri okursprís á matstovum. Tað er als eingin grund til at eftirlikna dønum á hesum økinum, tí teir hava í veruleikanum heimsins vánaligastu vertshåsmentan — og skal tad endiliga vera neydugt at taka høgar prisir fyri at forda fyri ovurnytslu å matstovum, so skulu matstovueigar- arnir ikki hava vinningin av hesum alkoholprofy- laktiska politikkinum; men sjålvandi skal tad vera landið, skattaborgar- in, ið fær vinningin! tann, ið hvur ferðast sunnanfyri veit, at danir hava onga vertshús ella matstovumentan sum er fyri vanliga fólkið — prís- irnir í Danmark eru so- leiðis, at bara ríkfólk ella neyðardýr finna uppá at gjalda teir. Restin situr heldur við hús, tí hver hugsandi menniskja fer gleðiliga at gjalda fýra, fimm, seks ella sjey ferðir so nógv fyri drekka, sum tað kostar á einkarsøluni? Hvat ger socialist- iski rúsdrekka- målarådharrin? Nú er tað ikki minst takkað verið socialist- iska rúsdrekkamálaráð- harra okkara, at lógar- broytingin varð framd. Men, ein hevði helst vón- að, at eisini vanligi borg- arin í Feroyum fór at hava ráð til at fara út at fáa sær at eta við góðum drekka afturvið. Men, gakk! Einkarsøl- an selur fyri ein prís um dagin. Privatu rúsdrek- kasølurnar selja fyri fleir- faldaðan pris um kveldið — og tað gongur, sum al- tíð, útyvir Palleba og frú. Fert tú suðureftir, so er tað vanlig sjón at heil- ar familjur sita á mat- stovu og hugna sær og fáa bæði eitt og annað afturvið matinum — og tað tey kunnu gera tað, tí munurin á at keypa dryk- kjuverur á matstovu og at keypa tær hjá keyp- Nr. 198 — 17. oktober 1992 på manninum er ikki ovur- honds stórur. Sjålvandi skulu mat- stovur hava loyvi til at selja vid vinningi — og i teimum førum, tá til dømis livandi tónleikur ella annað undirhald fæst afturvið matinum, og tað onki kostar at koma inn, so er tað ein sjálvfylgja at matstovurnar eisini skulu kunna taka seg løntan fyri hettar. Men samstundis eigur tav eisini at vera so, at vanlig fólk skulu hava råd at fara å matstovu til smågildir, og ikki bara tey riku, tey sum kunnu skriva rokningina upp å eitt virki, ella tey, sum eru totalt likaglad hvat tey nyta pening sin til. Prisirnir eiga eisini at vera so, at tá útlendingar fyrireika ferðir, so skulu teir siga, her er endiliga eitt land, har tað ber til hjá fólki at fáa sær ein góðan bita við onkrum afturvið, uttan at tey skulu fáa nervasaman- brot tá rokningin kemur. Tá blind leiða blind! Tey, sum onga drykkju- mentan hava kunnu sjálvandi ikki ganga á odda, tá talan er um at menna eina drykkjumentan — men, í Feroyum er alt ovugt, og so er eisini á hesum øki- num. Fólk, sum onki skil hava á drykkjumentan skulu skipa fyri — vit ræðast jú serkunnleika og at ásanna at í ávísum forum er neyðugt at leita sær útum oyggjarnar eft- ir neyðugum serkunn- leika. Nóg mikið um tað! Er tað so alneyðugt at tað almenna tekur sær av einkarselu av rúsdrekka, so er tað eisini alneyðugt, at atð almenna leggur seg uppí prispolitikkin hjá teimum privatu rús- drekkaselunum (matstovunum). Eg fari at loyva mær at skjóta upp hesar hámarksprísir: 1. Á matstovum har onki undirhald er: hægst loyvdi vinningur á eli og sodavatni 60%, hægst loyvdi vinningur å vini og heitvini 60%, hægst loyvdi vinningur å spiri- tusi og likøri 100%. 2. Å matstovum har skipað verður fyri livandi undirhaldi, og onki verð- ur goldid fyri at koma inn: hægst loyvdi vinn- ingur á øli og sodavatni 100%, hægst loyvdi vinningur á víni og heit- víni 120%, og hægst loyvdi vinningur á spiri- tusi og likøri 200%. Tad eru ongar greinar i teirri friu vinnuni, id kunnu loyva sær at taka fleiri hundrad prosent i vinningi — hugsa um matvøruhandlar, vilhandlarar, ella klæd- nahandlarar! Skuldu teir tikið nógv hundrað pro- sent í vinningi, so hevði ongin keypt verurnar, og prísráðið og eftirlitið hevði lagt seg uppí bein- anvegin. Tí eiga vit beinanvegin við lóg at forða fyri danskari vanahugsan í Føroyum, og skipa fyri rúsdrekkaprísum á mat- stovum, sum fremja mat- stovumentanina til fólk- sins ogn, og soleiðis at landið verður áhugavert hjá teimum ið fyrireika ráðstevnur og eðrum ferðandi. Matstovur í heimsklassa Tað finnast vánaligar matstovur í Feroyum, matstovur, ið áttu at skammast um prísirnar á matskránni (um nekur matskrá finnst) — men, vit eiga eisini fleiri frá- líkar matstovur, sum ikki smæda seg burtur imillum tær frægu. Tad er bert harmiligt at teir borgarar — Palle- ba og frå — sum halda landinum uppi, íkki skulu hava ráð til at njóta gott av hesum, tí prísirnir eru ætlaðir før- oyingum og útlending- um. sum eta fyri rokning hjå ødrum. Og mól tað runt hjá hesum góðu matstovum áðrenn tær fingu loyvi at selja rúsdrekka, so er ikki neyðugt at taka so hegar prísir nú tær fáa hendan eykavinningin. Nei, seti hámarksprísir á, so at vanliga fólkið sleppur í býin og Feroyar gerast eitt áhugavert land hjá ferðafólki. Tað er ikki rætt at kopiera danskan príspolitikk á hesum økinum — tí með- an danir kunnu læra okk- um mangt og hvat um góðan mat, so er ongin grund at kopiera rús- drekkaprísirnar á donsk- um matstovum, tí tað eru júst hesir prísir, ið eru orsekin til at fólk sita heima og at hendan vinn- an er í vanda. Bergur Jacobsen 3 ek ——————