Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. oktober 1992síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 20 ; > | - hr (Rr << TY Lagt til rættis: Oddbjorg Poulsen ——“ St ; f 3 Seinast hoyrdu vit um, hvussu Jósef varð givin ngkrum keyp- monnum úr Egyptalandi. I Egyptalandi varð Jósef seldur Potifar. Guð hjálpti Jósef, so hann var ein góður tænari, og altid gjørdi sítt besta fyri Potifar. Potifar var glaður fyri Jósef. Men kona Potifar leyg um Jósef at hann hevði gjørt nakað ræðuliga skeivt. Potifar trúði konu síni. Og tí varð Jósef koyrdur í fangahús. & tjaldinum Nr. 198 — 17. oktober 1992 - A hvíta Ferðamaður av tilvild.... Leygardagin 17. oktober vísir Filmsfelag- ið tveir filmar ein fyri born og ein fyri vaksin kl. 21.00 verður sýndur: Ferðamað- ur av tilvild VED ET TILFÆLDE Forkunnugi filmurin: „Ferðamaður av tilvild«, er bygdur å kenda skald- søgu eftir Anne Tyler. Leikarin Geena Davis fekk ein Oscar fyri besta hjáleiklutin í hesum filmi. Mong meta, at hetta er ein av týdningarmestu filmunum, ið er gjørdur í áttatiárunum. Filmurin, ið er ameri- kansku, er frá 1988. Í stuttum er segan tann, at Macon (William Hurt), ið er móður av lívi- num, flytur inn til síni ser- merktu systkin, og tað er ikki ov nógv avgjert, at kalla tey exentrisk. Macon hevur verið fyri tí sorgartilburði, at sonur hansara er deyður av van- lukku. Giftarmál hansara kláraði ikki hesa byrðu, so hann og konan eru farin frá hverjum eðrum. Annars livir hann av at skriva ferðabekur til fólk, sum hava tað sum hann, t.v.s tey kunnu ikki torga at ferðast, og vilja allar- helst hava alt so heimligt sum gjerligt, sum tey so eru stedd í London, Pe- king ella Paris. So við sínum brotna beini, flytur hann inn til systkini hjá sær. Hann gerst nú ferðamaður av tilvild í sínum egna lívi og stríðist nú bardagan mill- um tað kenda og heimliga og avbjóðingarnar í tí ókenda. Sjálvt um systkini reyna at bjarga honum, so fer hann at fjasast við eina ikki sert sermerkta yngri kvinnu, ið er hundaalari. Men mitt í ellum, nú sigur gamla kona hansara frá, at nú skulu tey flyta saman aftur. Nú er speril í, og vit hava klassiska trýkants- dramaið. Fer Macon at velja trygdina aftur í tí heimliga, mótvegis av- bjóðingunum í tí ókenda? Hetta er står avgerð at taka fyri flest ell menn- iskju. Macon dugir als ikki at taka steðu, so kanska skulu konurnar í lívi hansara taka avgerð- ina. Tað er ikki lætt at reka hendan filmin í rætt. Í USA verður hann lýstur sum romantiskur. Í Eurc- pa eru ummælararnir meira ivasamir. Mett verður, at hetta er ein avbera fjálgur og ikki størt = skemtingarsamur filmur og ikki minst er hann gevandi, tá ið talan er um at taka stórar av- gerðir her í lívinum. Í veruleikanum er hetta ein filmur um bæði lív og deyða, men við stillisliga skemti sínum og ikki minst teimum eru luttak- arunum, nærkast hann av og á komediuni. Ein filmur, ið avgjert er verdur at síggja. Tað ber til at gerast lim- ur í Filmsfelagnum við dyrnar í Sjónleikarhúsi- num, tá ið sýningarnar - eru. Vælkomið lítla barn 29. september fingu Eyðbritt Danielsen og Sonny Davidsen, Tórshavn eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 3960 gr. 30. september fingu Anni Arge Jacobsen og Sigurd Leifsson Lamhauge, Dan- mark, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3550 gr. 2. oktober fingu Heidi og Páll Arni Berg, Tórshavn, eina dótt- ur. Hon var 58 cm long og vigaði 4700 gr. 3. oktober fingu Ann og Kári Mikkelsen, Klaksvík, eina dóttur. 5. oktober fingu Anni og Marius Vihelmsen, Klaksvík, ein son. 7. oktober fingu Unn og Jón Absalonsen Østerø, Klaksvík, ein son. 7. oktober fingu Frí- bjórg Rasmussen og Bergur Østerø, Strondum, tvíburðar, gentur. Onnur var 51 cm long og vigaði 2740 gr, hin 49 cm og vigaði 2465 gr. 9. oktober fingu Tordis Debes og Hans Suni Eiriksfoss, Tórs- havn, ein son. Hann ar 52cm langur og vigaði 3350 gr. 10. oktober fingu Asa M. Samuelsen og Heri Mellemgárd, Tórs- havn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4200 gr. 11. oktober fingu Sunneva og Dånjal Ja- cobsen, Tórshavn ein son. Hann var 54 cm langur og vigad 4000 gr. 11. oktober fingu Jensa Maria og Kåri Hansen, Tórshavn ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 3200 gr. 12. oktober fingu Ragna Johannesen og Jørgin Jacobsen, Klaksvik, ein son. Hann var 54 cm lang- ur og vigadi 3800 gr. 12. oktober fingu Krista Blåsvær og Dávur Isfeldt, Al- borg, eina dóttur. Hon var 54cm long og vigaði 3550 gr. 12. oktober fingu Sól- run og Mogens Heine- sen, Skála, ein son. Hann var 52 cm lang- ur og vigaði 2665 gr. 12. oktober fingu Ja- koba og Erhard Just- inussen, Skipanes, eina dóttur. Hon var SI cm long og vigaði 3390 gr. 15. oktober fingu Joan og Jógvan Páll Kannuberg, Leirvík, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3850 gr. Aflysning af tvangsauktion Tvangsauktion over ejendommen matr. nr. 231 Tórshavn beliggende Gr. Kam- bansgøta 26, Tórshavn (AS 277/92) be- rammet til Torsdag den 29. okt. 1992 kl. 10.50 aflyses herved. Færøernes fogderet, den 13.10.92 Ole G. Olesen dfm.