Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. oktober 1992síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

altíð fremst... Nr. 198. — 17. oktober 1992 Eittljós á gøtu mint E. A. Jacobsen »Kortini trúðu tó mangir av rådharrun- um å hann, men fyri farisearanna skuld vildu teir ikki kennast vid tad, fyri at teir ikki skuldu verda utkoyrdir ur samkomuhúsinum; tí at teir elskaðu manna æru meira enn Guds æru«. Jóh. evang. 12,42—43. Av orðalagnum skilja vit, at hesi orðini hava samband við okkurt, sum frammanundan er sagt. Og so er eisini. Har verður sagt frá teirri vánaligu mótteku, sum gleðiboð- skapurin fekk eisini meðan Jesus gekk á foldum: »Men tó at hann hevði gjørt so mong tekin fyri eygum teirra, trúðu tey tó ikki á hann«. Ongantíð, hverki fyrr ella seini, hevur boð- skapurin verið so væl framborin og so veldi- liga prógvaður við teim teknum, sum við fylgdu, sum ta ferðina; men kortini tóku tey ikki við boðskapinum. Og hvussu skal tá vera vorðið á okkara døgum? Kortini eru nøkur, og kanska mong, sum eru vorðin sannførd av orðinum, men tora ikki at kennast við tað fyri monnum. Tí eitt er at kennast við at vera »religiøsur«, eitt annað er at kennast við at vera persónligur kristin ella trúgvandi sum vit siga. Men at hetta er neyðugt, hevur Jesus týði- liga sagt okkum: = »Hvør tann, ið ti vil kennast við meg fyri monnum, hann vil eisini eg kennast við fyri faðir mínum, sum er í himlunum. Men hver tann, ið avnoktar meg fyri monnum, hann vil eisini eg avnokta fyri faðir mínum, sum er í himlunum«. Og sæl er tann tjóð, sum kennist við sann- leikar kristindómsins; tí at henni er lív lagað. Tíðindablaðið Sosialurin — andlát 8. oktober Mikkjal Joensen, Trøllanesi, 87 ára gamal. 11.oktober Harry Johannesen, vanliga nevndur Harry á apotekinum, Tórshavn, 73 ára gamal. Julia Vang, ættað úr Froðba, búsitandi í Havn, 64 ára gomul. 12.oktober Aleksandur Ortind, lítli sonur Eydnu Poulsen og Jóannes Ortind, Sørvågi. 14. oktober Hans David Davidsen, Haldarsvík, 84 ára gamal. Gudstænastur Eiði: kl. 12.00 altarg. E. Olsen. Vesturkirkjan: Kl. 11.00 konfirmatión, Kj. Mørkøre. Hesti: Høgni Poulsen Tjørnuvik: kl. 12.00 M. R. Jacobsen. Vestmanna: kl. 12.00 altarg. Uni Næs. Sandavågur: kl. 11.00 altarg. D. Johannesen. Fuglafjørdur: kl. 12.00 altargangur Funningsfjørdur: kl. 16.00 altarg. Peter O.K. Olofson. Skåla: kl. 11.00 altargudstænasta. Sjovar kirkja: kl. 12.00 altargangur. Oyndarfjørdur: kl. 15.00 (sunnudagsskuli) J. Johansen Fåmjin: kl. 12.00 altarg. J. Bech. Hvalba: kl. 12.00 altargangur Sandvik: kl. 18.00 B. Johannesen. Havnar kirkja: altarg. Bjarni Bæk. Kvivik: kl. 12.00 J. Magnussen. Skuvoy: kl. 11.00 altarg. J. R. Hansen. Svinoy: kl. 12.00 H. Joensen. Glyvrar: kl. 11.00 altargangur. Søldarfjørdur: kl. 18.00 altarg. Jåkup Kass. Sunnudagin gongur talvan til frama fyri Guds orðs út- breiðslu í ollum kirkjum í Fuglafjarðar prestagjaldi. Sunnudagin gongur talvan í ollum kirkjum í Vága prestagjaldi umframt í Skopunar, Skálavíkar, Skúvoy- ar og Sands kirkjum til frama fyri Sunnudagsskúlun hjá Heimamissiønini. Broyttar kirkjutíðir: Frá komandi sunnudegi er kirkju- tíðin í Vestmanna broytt til kl. 12.00. KFUK Eldrasamkoman verður mánadagin kl. 15.00. Bíbliutími við Niels Jakku Nielsen, trúboða. Konfirmantaveitsla. Samkoma fyri foreldrum og konfirmantum verður mikukvøldid aftan á altar- gangsgudstænastuna (hold- ini frá Argjakirkju 11/10 og Vesturkirkjuni 11/10 og 18/10). Skopunar Missiónshús Møti i Samljóð kl. 19.00 sunnudagin í missi6nshus- inum kl. 17.00 við Regin Høgnesen. Sunnudagsskúli kl. 14.00. Meinigheitshúsið Tórshavn Sunnudagin kl. 14.00: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldid kl. 18.00: Møtu v/ Niels Jacob Nielsen, trúboðara. Inn- savnan til Heimamissión- ina. Mánadagin kl. 16.30- 18.00: — Junior/fritidarar- beidi fyri børn eldri enn 10 år. Månukvøldid kl. 20.00: Kvinnumóti. Týskvgldið kl. 20.00: Bibiltimi v/ Emil Hansen. Læknavaktirnar Tórshavn: Kaj Kals- berg, tlf. 13150, leygar- dag, og Andor Ellefsen, tlf. 12233, sunnudag. Eysturoy: Sverri Lam- hauge, tlf. 48016, leyg- ardag. Hålvdan Sim- onsen, tlf. 47010, sunnudag. Norduroyggjar: Steingrim Weihe, tlf. 55300. Vågar: Tlf. 32413. Suðuroy (norður): Tlf. 71560. Suduroy (sudur): Tlf. 73030. Tannlæknavakt Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar kl. 13.90-14.00. Tlf. 14544. Málslig leti og bending navna »Målslig leti“ er hent heiti á fyribrigdi, sum m.a. er vidgjørt í seinasta »Måltingi« (2/92/bls.20). Tí- verri luttaka fjølmidlarnir í hesum málsliga leti- num, tá teir eftir mongum at dema ganga á odda í fyribeining av føroyska bendingarmynstrinum. Ofta stursa målvandnir menn vid og spyrja sjálvan seg: »eru føroyingar givnir at enda fólka- nøvn? Er tað fyri at laga seg betur eftir komandi EF-normum, har t.d. danskt er við at gerast an- glosaksiskt mål?« Fáa vit ikki longur ilt millum oyruni, tå útvarp- ið sendir okkum kvøduna: »Hendan heilsan er til Gudmundur< —? Eitt er, at føroyskir fjølmidlar spilla sitt egna målkervi, annar spurningur er um vit hava rætt at brongla nøvn utlendinga. Dømi: I Sosialinum (183/16) skrivar blaðmaður (sum bæði er målfrød- ingurog íslendingur) um viðtal við landsmann sín »Vit spurdu Herður<! Er trýstið móti málsligum leti so stórt i Føroyum, at sjálvt íslendingar eftir fá ár her gloyma bendingar í norrenum málum? Tað er minsta virðing at sýna fólki at vit tíma at benda teirra nevn. málvinur Al(i(s))froði Herfyri las eg í blaðnum, at vit nú kunnu gleða okkum til at fáa eina føroyska alisfrødi ella, sum blaðið sigur, »leksikon, sum tað eitur á útlendsk- um«. Eg stúrsaði við. Er feroyskt nú blivið útlend- skt? Tí alt tað, eg veit um, hevur hetta slagið av bókaverkum itið leksikon á foroyskum. Og leksi- kon er ikki petti fremmant fyri feroyingar, tað passar væl til føroyskar bendingar og til føroyska úttalu, meðan tað »føroyska« orðið harafturímóti tykist at elva til ikki sert av trupulleikum. Í hvussu er skrivar blaðið umleið aðruhverja ferð alifroði. Kanska blandar blaðið við alisfrødi (te. tað, sum á »utlendskum« eitur fysikk)? Ella held- ur alfifrødin seg bara til laksaaling? Um vit definera føroyskt sum tað, ið feroyingar brúka, so er leksikon jú nógv meira føroyskt enn alfi)frødi, sum fæstu fercy:ngar munu vita, hvat er. Men ein av teimum, ið hevur verið við til at gjert hesa al- ella alifrødina, segði kortini í ut- varpinunm, at ey ikki høvdu tímað at stríðst um mål, men hevdu latið sær eftirlíkað at brúka tað mál, »vit skulu (1) brúka<. Hver skal siga, onkur er, sum krevur, at vit skulu brúka eitt ávíst mál, har tey vælkendu orðini skulu vrakast. Hver man tað vera? Hevði alt hetta verðið gjert fyri at gera málið betur skiljandi ella ríkari, kundi tað so verið. Men hetta verður einamest gjørt fyri at negta tervin hjá summum fyri at koyra orð, sum »likjast donskum«, úr málinum. Hetta skeiva rákið í føroyskari målrøkt, at væl- kend orð verða rikin úr skriftmálinum til frama fyri heimagjørd orðaskepilsir, hevur ikki gagnad føroyskum máli. Tað er alifløkjan gott dømi um Og taka vit eddið úr frødini, se verður fløkjan full- komin: »alisfrødi« verður tað sama sum tað danska »fysisk velvære«, »alifrødi« verður »for- meringslyst«, og »alifrødi« verður til »almindelig munterhed«. Føroysk målrøkt åtti at havt ordini hjå Olaus Fjørtoft i huga: »Maale e te fyr oss, og inkje me fyr Maale.« tey eru lika sonn i dag, sum tå tey vórðu søgd fyri meira enn hundrað árum síðani. JHJ