Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. oktober 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tiBindabla8i8 ES Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller Fyntaksstór: Krisjan Dahl Ljósmyndar: Kalmar Lindenskov Blaðfólk. Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Tórfinn Smith - Hilmar Jan Hansen - Justines Eidesgaard Utgevar: P/f Sestalurin Uppseting. P/t Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Telefon: 11820 Bústaður: Argjavegl 26 | Postadr.. Postsmoga 76 Argjum 110 Tórshavn Telefax: 14720 | 2 Landsstýrið og fakfeløgini FÍGGJARÓGARUPPSKOTIÐ fyri 1993 skal skerjast við umleið einum 6. parti ella umleið 400 ul 500 mill. kr. Hetta må sigast at vera eindømi í søguni og hendir hetta eftir, at landið alt er komið í eina svára kreppu. Pengar eru rætt og slætt ikki til at reka hetta samfelagið fyri og tískil má skerjast og sparast so tað forslær. HESAR seinastu dagarnar hava umboð fyri báðar samgonguflokkarnar tosað um, hvussu hesar mongu milliónirnar kunnu finnast antin sum sparingar ella sum nýggjar inntøkur. Í einum sam- felag, har óvissan ræður, er sera torført at gera sær neyvan metingar av kom- andi inntøkum, og tí verður denturin í stórri mun lagdur á at finna sparingar. Hetta hevur so aftur við sær, at fólk verða uppsøgd og stovnar verða skerdir, onkur møguliga niðurlagdur. Men hetta er ikki nokk til at røkka teimum umleið 450 mill. kr. og tí eru samgonguflokkarnir vornir samdir um at fremja eina lønarlækking. JAYNAÐARFLOKKURIN er ímóu ai krevja lønarlækking við lóg, men tað líkasum hevur ligið í kortunum, at fólkaflokkurin ynksti og møguliga kravdi slíka við lóg. Nú eru so báðir flokkarnir samdur um at siga upp Sått- målarnar vid almennu fakfeløgini fyri at gera nýggjar sáttmálar, har einar 100 mill. kr. skulu finnast við lønarlækk- ingum ella á annan hátt. ENN eru hesi tíðindi rættiliga fesk, so viðmerkingarnar eru fáar. Men hvat siga fakfeløgini til, at sáttmálarnir verða uppsagdir á henda hátt og hvussu fara tey at fyrihalda sær! Hetta er avgerandi spurningurin. Nógv verður tosað um, at øll skulu bera byrðarnar - eisini tey fastuløntu hjá tí almenna. Leygardagin segði ein buskaparfrødingur við Sos- ialin, at alment løn treydugt vilja fremja sparingar sjålvbodin. Hetta visir gongd- in alla staðni sigur hann. LØGMADUR og fíggjarmálaráðharrin søgdu við útvarpið sunnudagin, at antin mugu tolk niður í løn ella verða hóp- uppsagnir. Í kvøld hava fakfeløgini undir ti almenna fund i Havn, har støda verður tíkin til hetta stóra og ålvarsliga málið. Tad er greitt, at tey fastløntu eru noydd til at umstilla seg og sínar sátt- málar til ta tíð vit liva í, men ein einvís "hetz" móti fólki í almennum størvum kann talan ikki blíva um. At tað eru element í fólkaflokkinum, sum alt tað vit vita um hava sæð niður á fólk í almennum størvum eigur ikki at fáa javnaðarflokkin nú at kúvenda og venda hesum bakið. KRAVT eigur at verða av javnaðar- flokkinum og fakfeløgunum, at hesi seta seg saman og umrøda spurningin uttan at einvís boð fyrst koma úr erva. Heldur ikki nyttar hjá fakfeløgunum at seta fótur i spenni ímóti øllum tiltøkum. Málið er ikki bara so einfalt sum ávísir fólkafloksmenn vilja gera tað til: tað er bara at tvinga hesi alment løntu so og so nógv niður í løn, og so gongur alt annað av sær sjálvum. Tí hvat við vinnulívinum! Verður tað meira efffektivt fara lønirnar hjá teimum alment løntu niður í løn! SKULU fólk niður í løn, skal eyka- skattur koma eisini, MVG gjald og so nógv annað, hvussu verður tað at fáa endarnar at røkka saman hjá fólki! Skulu lønimar lækkast so má tað vera ein ófrávíkilig treyt, at bankarentan eisini lækkar, tí annars fáa fólk als ikki goldið rentur og avdrøg. So hetta mál er ikki so einfalt sum ein harra Olsen vil gera tað til. Tá hann so avgjørdur krevur lønarlækking við lóg, hvat tá at áleggja bankunum at lækka rentuna tilsvarandi! JAVNADARFLOKKURIN hevur stóra ábyrgd at røkja í hesum døgum. Sum landsins størsti flokkur eigur hann ikki at rýma undan hesi ábyrgd, men hann eigur so heldur ikki bara at standa og hyggja at, meðan fólkaflokkurin einvíst roynir at fremja sínar fólkafloksloysnir, sum í mongum stinga djúpri, nevniliga so djúpt, at ein kann ikki bara sær fyri at hugsa, at tær eru ætlaðar fult og heilt at taka grundarlagið undan javnaðarflokkinum. Hóast hetta ikki júst er tíðin at røkja ideologisk áhugamál, so eigur javnaðarflokkurin at ansa eftir, at tað ikki júst er hetta, sum ávísir fólkafloksmenn gera, tá teir seta fram krøv um einvísa lønarlækking við lóg. Tað verður tí áhugavert at vita, hvat fakfelggini nú fara at siga. Sverre Midjord, tingmaður mælir til: ongd á aftur ið hjálp frá 39ugrunninum | Brúkið pengar úr Høgugrunninum til at fáa gongd á aftur í samfelagnum. Latið nakrar av milliónunum fara til arbeiðsskapandi tiltók, eitt nú innkeyp av fiski, sum vildi givið fólki okkara arbeiði og harvið lívsmótið aftur mælir Sverre Midjord tingmaður til í hesi greinini. Í sambandi við ta ætlan, sum Føroya Landsstýri hev- r vid ti stavnhaldi at bjarga yjóvinnubankanum, verður agt, at tað skulu setast 200 nilliónir í nýggjum parta- peningi frá almennari síðu og hesin skal fåast ul vega frá tí fyrrkallaða 60 milli- énagrunninum, ein grunn- ur, sum P. M. Dam såli fekk donsku javnaðarstjórnina at seta á stovn fyri at hjálpa føroyingum. Hesin grunnur er víðkað- ur og hevur nú nógvan pen- ing og verður nå nevndur »iløgugrunnurin fyri Før- oyar«. Við tað at hetta er ein iløgugrunnur, er tað rímu- ligt, at ein gevur sær far um, hvat meinast vid iløgur, og hvat er i veruleikanum rimuligar íløgur! I hesum tíðum við vaksandi arbeiðs- loysi vildi tað ikki verið nøkur betri íløga enn at brúktnakað av hesum milli- ónunum tl arbeiðsskap- andi tiltgk, innkeyp av fiski, sum vildi givið fólki okkara arbeiði og harvið lívsmótið aftur. Tað vildi givið nýtt áræði fyri fólk okkara, um tað við hjálp frá hesum pengasterka grunni bleiv gjørt nakað veruligt fyri at fingið gongd á aftur. Eg ivist onga létu í, at teir, sum løgdu stødi til henda grunn, høvdu ikki himprast við at tikið avgerðina um at brúkt grunnin til arbeiðsskapandi ultøk. Tað var arbeidsskapandi viðurskifti, sum P. M. Dam sáli hugsaði um, tá hann fekk danskar politikarar til atganga við til at seta henda grunnin á stovn. At so teir politikarar, sum eru komnir aftaná, hava hugsað, at vit skuldu brúka peningin til at útbyggja okkara land tekn- iskt vid at leggja iløgurnar í SEV og Telefonverkið, tað hevur eisini havt sín týdn- ing. Tá vóru vit ikki í tí stóðu, vit eru í í dag. Vit hava umrøtt viður- skiftini við hesum grunni og møguleikan at gera brúk av grunninum. Hetta er við- gjør í Arbeiðaramála- nevndini, og eisini er Ídn- aðarnevndini hjá løgtingin- um kunnað um hetta. Vit eru ikki komin víðari við hesum. Eitt var tí atnevndin ikki varð skipað. Nú er hon skipað og er farin til verka. Eg meti, at vit hava møgu- leikar at fáa pening úr hes- um grunni til innkeyp av fiski ul virkingar á virkj- unum, sum í dag mangla fisk. Á henda hátt verður arbeiði til nógvar hendur og tað vil ávirka allan búskap- in. SN SS Sverre Midjord ting- maður: -Tað mest rætta ílógan er arbeiði. Tað skapar tryggleika fyri heimini og eisini trygg politisk viðurskifti og tað hava vit brúk fyri Tað er greitt, at tá vit kunnu brúka peningin úr ílógugrunninum tl re- konstruering av Sjóvinnu- bankanum, sc uiga vit eisini at gera nakað við arbeiðs- loysið, sum hevur lagt okk- ara samfelag lamið. Vit Skulu eisini gera fløgur í arbeiði. Tá peningur er tøkur, skal hann brúkast til gagns fyri heildina, ikki bara ul rekonstruering av einum banka, ikki so at skilja, teir skulu eisini hjálpast, men uttan arbeiði til tey vanligu arbeiðsfólk- ini, kvinnur og menn, sum gjalda sín skatt, sum ikki hava nakrar fyrimunir, utt- an teirra iløgur, og teirra fløgur eru treytaðar av stød- ugum arbeiði, og tað er tað, sum tøkur peningur skal brúkast til — uttan hetta er ikki brúk fyri ngkrum banka. Men gevur fløgan til bankarnar stabilitet og vilja teir so vera meira positivir fyri at skapa arbeiði saman } við ti, sum vit frá løgting- + mum kunnu gera, so er í- i løgan røtt. Tøkur peningur er i fløgu- ? grunninum, og hann skal brúkast til at skapa arbeiði | vid, og tað hevur uttan iva verið wunkin frá byrjanini | av, og tann fløgan vil bara gagna heildini. Tann mest rætta fløgan er arbeiði. Tað skapar trygg- leika fyri heimini og eisini trygg politisk viðurskifti, og tað hava vit brúk fyri. Sverre Midjord