Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-10-20, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. oktober 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 199. — 20. oktober 1992 tíðindablaðið Tvinnir eru kostirnir: Løn niður ella hopuppsagnir Einar 100 milliónir skulu sparast á fíggjarlóg- ina við lønarskerjingum, men hóast tað slepst neyvan undan at siga fólki upp At fíggjarlógin fyri kom- andi ár skal javnviga er eingin ivi um. Í mun til fyrra fíggjarlógaruppskotið skal landsstýrið finna millum 400 og 500 milli- ónir. Partvíst í sparingum og partvist í fleiri inntøk- um. Landsstyrid roknar vid at hava fíggjarlógaruppskotið liðugt í hesi ella næstu viku tá tað verður latið Jørgini Thomsen figgjarnevndarformanni. Ein spurningur, sum leingi hevur verið umrødd- ur, er um almennu lønirnar skulu skerjast,- nær og hvussu. Landsstýrisflokk- arnir tykjast at vera nær- kadir hvørjum ødrum i hesum spurningi soleidis at liti er at ivast i, at i seinasta lagi 1. juni verða tær almennu lgnirnar minni enn tær eru í dag. Atli Dam, løgmadur sigur, at valid stendur ímillum at siga nógvum fólki úr starvi ella at lækka lønirnar. Javnaðarflokk- urin fer ikki at seta seg ímóti at lønirnar verða lækkaðar, men flokkurin er ikki fyri at gera tað við lóg. Atli Dam sigur, at eftir hansara hugsan ber ikki til at leggja upp í lønarsåttmålarnar sum eru galdandi. Løgmaður held- ur, at landsstýrið fer at siga allar almennar sáttmálar upp, men hann heldur ein møguleika vera fyri at fáa samráðingar við fakfeløg- ini í hesum árinum so- leiðis, at ein avtala kann fáast at virka frá fyrst í komandi ári. Tað hevði gjørt tað lættari at fáa fíggjarlógina at halda. Løgmadur sigur, at hóast lønarskerjingar slepst neyvan undan at siga mill- um 200 og 250 félkum upp. Øll eiga at bera byrðar Jógvan Sundstein, fíggj- armálaráðharri segði við útvarpið í gjár, at valið stendur í millum at siga Síða 3 umleið 800 fólkum upp, ella at taka toppin av øllum inntøkunum. Fíggj- armálaráðharrin sigur, at best var, um lønirnar kundu verið skerdar longu frá 1. januar. Ber ikki til at skerja fyrr enn eftir 1. juni, verða skerjingarnar so mikið harðari. Sum skilst skulu 150 milliónir fáast inn í eyka inntøkum og 250 milliónir í ymiskum skerjingum. Millum hesar skerjingarnar er lønarskerjingin. Men hóast landsstýrið nú tykist Dúgliga var fundast um vikuskiftið. Landsstýrisflokkarnir hvør sær, og saman at hava funnið tær 400 milliónirnar skulu millum 50 og 100 milliónir sparast aftrat. tór.- Myndir: Jan Skar fleiri bátar leysar | Leygarnáttina gjórdi ein ungur maður í Klaksvík rættiliga um seg við knívi Ein ungur maður í Klaks- vík skar sjey bátar leysar sum teir lógu við bryggju. Flestu av bátunum vóru útróðrabátar. Eisini ferða- mannabåturin Barsskor varð skorin leysur. Tveir av bátunum róku inn á sandin, og onkur fekk skaða, tá hann var togaður út aftur. Til alla lukku eydnaðist at fáa fatur á teimum flestu av bátunum sum teir róku á víkini, áðrenn stórvegis skaði hendi. Ikki nógmikið við at skera bátarnar leysar. Heldur ikki bilar sluppu undan knívinum. Áðrenn maðurin varð handtikin hevði hann kruvt øll dekk- ini á fimm bilum. Politiið í Klaksvík sigur, at maðurin fyrr er tikin fyri líknandi herverk. Eisini Barsskor fekk endarnar kvettar, men tað eydnaðist at fáa fatur á honum áðrenn tór.. hann rak á land