mikudagur 21. oktober 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
ARG isis
En — —
Nr. 200 — 21. oktober 1992
AMERIKANSKU SJONVARPSFOLKINI
Sina egnu mynd.
av yrindadránpi
— Hóast vit ikki skulu rokna vid, at øll sjónvarpslið, ið vitja hend-
anvegin, eru so Føroya- -vinarlig, mugu vit royna at vera blíð við
tey, sigur Kate Sanderson úr Fiskivinnudeildini í Tinganesi. —
Eru vit blíð móti teimum, kann tað kanska ávirka tey rætta vegin
Mánadagin 5. oktober kom
eitt sjónvarpslið frå amerik-
ansku sjónvarpsrásini ABC
til Føroya at frætta ymist
um grindadråp.
Hendan rásin hevur hvørt
friggjakvøld eina rættiliga
vælumtókta og kenda send-
ing, ið ber heitið >Twenty-
Twenty< og viðgerð ymisk
aktuell evni.
— Tað var eftir at rásin
hevði fingið sendandi ymist
tilfar frá felagsskapinum
Tað eru millum annað upptøkur, ið hendan EIA-daman gjørdi í Funningsfirði í juli, ið verða brúktar sum grundarlag und-
ir sendingini, amerikanska sjónvarpsrásin ABC herfyri var í Føroyum fyri at gera. Sendingin verður sýnd í amerikanskum
sjónvarpi í januar mánaði. Vanliga hevur sendingin, ið ber heitið »Twenty-Twenty«, einar 30 milliónir hyggjarar.
EIA, at gjørt var av at koma
til Føroya at filma og tosa
við fólk um grind og grinda-
dráp, greiðir Kate Sander-
son frá fiskivinnudeildini í
Tinganesi frá. Tað var hon,
ið líkasum skuldi taka sær
av amerikansku sjónvarps-
fólkunum, meðan tey vóru
her á vitjan.
Sínar egnu meiningar
— Sum ikki óvæntað var,
vísti tað seg tó, at amerik-
ansku fólkini høvdu sínar
egnu meiningar um tingini,
áðrenn tey komu hendan-
veg, sigur Kate Sanderson.
— Men hóast tað, so mátti eg
royna at fara so væl við
teimum, sum eg kundi. Tað
var nú ikki altíð so lætt...
Tað var sjålvt upptgkulið-
ið við høvudsmanninum í
framleiðsluni, Bill Wilson,
á odda, iðkom hendanvegin
mánadagin 5. oktober at
gerafyrireikingar til tað, tey
vildu hava við í sendingina.
Kate Sanderson sigur, at
tað var heilt týðiligt, at am-
erikanararnir vistu, hvørj-
um teir skuldu fara eftir,
men at tað tók teimum eitt
sindur av tíð at finna útav, at
føroyingar ikki hava somu
stóðu til sjónvarpsfólk, sum
eitt nú amerikanarar hava.
— Soleiðis funnu tey útav,
at tú ikki kanst koma brest-
andi inn á gátt hjá einum
føroyingi og so rokna við, at
hann tveitir alt annað frá
sær fyri at tosa við teg, sigur
hon. — Heldur ikki gekst
teimum allastaðni, sum tey
høvdu ætlað. Millum annað
vóru tey og prátaðu við ein
eldri mann í Kvívík, sum
tey væntaðu fór at siga, at
fólk nú á døgum ikki dugdi
at drepa grind. Men tað
segði hann als ikki — tvørt-
urímóti segði hann, at fólk
nú á døgum dugdu eins væl
og kanska betur at drepa
grind, enn fyrr.
Tvøst og spik á borðið
Annars vitjaði upptøku-
liðið inni hjá fólkum í Havn,
har tvøst og spik var á borð-
inum, samstundis sum mað-
urin í húsinum greiddi frá
grind og grindadrápi, ið
hann mangan hevði verið í.
Eisini varð prátað við Kate
Sanderson sjålva og Kjartan
Hoydal frå fiskivinnudeild-
ini í Tinganesi.
— Tey brúktu eisini tveir
dagar til at taka ymsar vakr-
ar myndir av landslagnum,
eitt nú norðan fyri Tjørnu-
vík, sigur Kate Sanderson. —
Beinanvegin tey komu,
varð annars roynt at fáa fólk
at venda sær til okkara, um
tey høvdu hug at tosa við
amerikanararnar, men har
var sjálvandi eingin, ið
gjørdi vart við seg. Og fyri
mítt viðkomandi má eg
siga, at tað er eitt sindur av-
markað, hvussu nógv fólk
Síða 3
eg kenni og kann vísa teim-
um á, uttan at tað gerast tey
somu, hesi sjónvarpsfólkini
koma at tosa við, hverja
ferð eitt sjónvarpslið vitjar í
Føroyum.
Ætlanin var annars, at kend-
asti persónurin í sendingini
»Twenty-Twenty«,
kvinnuligi verturin Lynn
Sherr, skuldi koma til Før-
oya at vera við liðnum frá
mikudegnum 7. oktober,
men henni eydnaðist vegna
mjørka ikki at koma til Før-
oya fyrr enn dagin eftir, so tí
gjørdist vitjan teirra nakað
longri enn ætlað — til leygar-
dagin 10. oktober.
30 milliónir hyggjarar
— Leiðarin fyri allari fram-
leiðsluni av hesi sendingini,
Bill Wilson, segði annars, at
ætlanin er at hava
sendingina klára at koyra í
luftina í januar mánaði,
sigur Kate Sanderson. — Tá
verða tað einar 30 milliónir
hyggjarar, ið kunnu síggja,
hvat amerikanska upptøku-
liðið fekk burturúr í Føroy-
um. Ég vænti tó ikki tað
heilt stóra av sendingini, nú
hon líkasum meira ella
minni skal grundast á upp-
tøkur, EIA-fólk gjørðu av tí
ikki so væleydnaða grinda-
drápinum í Funningsfirði í
juli.
Canon
FC1
kopi-
maskina
lítil og løtt
Framúr góðska
Vanligur prísur
kr. 8.700,- vípatrón
Tilboð kr. 5.900,-
avmarkað nøgd
”JMac=
Sverrisgøta 9, box 118
110 Tórshavn
Tlf. 10400, fax 10915