mikudagur 21. oktober 1992síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 200 — 21. oktober 1992
Jarðarstríð á Langasandi
Jarðarráðið tanti
--Hetta hevur verið stríggið og seinastu trý árini hevur alt verið
óvist, men nú sær tað út til at eg kann festa, sigur Joana Slætta-
líð á Langasandi í Sundalagnum
Nú er tað upp til Føroya
Jarðaráð, um Joana
Slættalíð á Langasandi
kann festa eftir mammuna
Amaliu Hgjsted. Eitt gam-
alt stríð, sum seinastu trý
árini hevur verið í hæddini
verður loyst ein av fyrstu
døgunum.
--Jarðarráðið ynskti at
leggja festið á Langasandi
saman við festinum hjá
Dávur Emil Samuelsen í
Haldórsvík, hetta festið er
uppá eina millión. Í dag
havi eg fingið úrskurðin
hjá yvirlandbúnaðarstevn-
uni og hesin sigur, at
festini skulu ikki leggjast
saman, sigur 39 ára gamla
Joana Slættalíð á Langa-
sandi.
I rættin
--Tá Jarðarráðið hevði
tikið avgerð um, at festini
skuldu leggjast saman,
kærdi eg hetta mál fyri
landbúnaðarstevnuni. I
hesum førinum sita sýslu-
maðurin í Vestmanna sum
formaður og hann hevur
tveir manns at hjálpa sær.
Landbúnaðarstevnan kom
til tann úrskurð, at festini
skuldu ikki leggjast sam-
an, sigur Fríða Patursson,
sakførari hjá Joanu Slætta-
líð.
--Jarðarráðið kærdi hesa
avgerð til yvirlandbún-
aðarstevnuna, her er
Jóanes Dalsgarð, Jarðarráðið
Ikki í trá við
dómarin formaður og
hann hevur fýra fólk at
hjálpa sær. Yvirland-
búnaðarstevnan kom til ta
niðurstøðu, at festini ikki
skuldu leggjast saman,
men festast útaftur. Og tá
er lítil ivi um, at frammi-
hjárættindini hjá lívs-
arvingunum verða tikin til
eftirtektar, sigur Fríða
Patursson, sakførari.
Bróður doyði
--Mamma kom at sita
eftir við festinum. Ætlanin
var at beiggi mín, Eilif
Højsted, skuldi festa, men
hann doyði í 1988. Festið
hevur verið í familjuni í
150 ár og tað er spell um
—
tad fer familjuni av hendi.
Mamma orkaði ikki meira
og so mátti eg taka um
endan, sigur Joana Slætta-
líð.
--Men tað hevur verið
Óhugaligt seinastu trý
árini. Vit hava ikki vilja
spandera pening uppá
festið, tí vit vístu ikki, um
vit mistu tað.
Festið ber 160 áseyðir.
Fyri 150 árum síðan flutti
bóndin úr Haldórsvik og á
Langasand. Langasandur
er í jarðarbókunum kall-
aður Nybo.
jústinus
nýggju lógina
--Endamálið við nýggju jarðarlógini er at leggja saman, tað er
hetta sum vit hava roynt, men vit fingu ikki viðhald, sigur stjórin |
í Jarðarráðnum
Grundgevingin hjá
Jarðarráðnum fyri at
leggja festið hjá Amalíu
Hgjsted á Landasandi
saman við eitt marka
festinum hjá Dávur Emil
Samuelsen í Haldórsvík
var at eitt stórri festið
hevði betri møguleika at
bera seg.
--Festið á Langasandi er
tvær merkur og fýra gyllin
, festið hjá Davur Emil er
eina mørk. Tað kundi
hugsast sítandi ella
komandi jarðarráð løgdu
tær báðar hálvmerkurnar
sum eisini eru í
Haldórsvík saman við
hesum báðum festunum,
so høvdu vit eiti
fýramarkafestið. Hetta
hevði verið í trá við
nýggju jarðarlógina, sigur
Jóanes Dalsgarð, stjóri í
jarðarráðnum
-Eg vil ikki definerað
hvussu stórt eitt festið skal
vera fyri at tað skal bera
seg. Tað velst um hvussu
nógv ein bóndi skal hava í
inntøku. Men munurin á
nýggju jarðarlógini og tí
gomlu frá 1937 er greiður.
Í gomlu lógini verður
dentur lagdur á at skifta
sundur í nýggju at leggja
saman, sigur Jóanes
Dalsgarð.
Er tú vónbrotin av
úrskurðinum hjá
yvirlandbúnaðarstevnuni?
-Tað er ikki mín
uppgáva at vísa
ovfarakæti ella verða
vónbrotin. Sum stjóri skal
eg gera sum
Sarráðið
Jarðarráðið
Síða 5
Seinasta
orðið
Leggur Jarðarráðið í, so er ikki vist,
at Joana Slættalid fær festið á
Langasandi, tí hon líkur ikki allar
treytirnar, sum settar eru fyri einum
festara, um Jarðarráðið ikki nýtur
undantøkini í jarðarlógini
Tað verður Føroya Jarðar-
ráð, sum í seinasta enda
kemur at avgerða um 39
ára gamla Joana Slættalíð
sleppur at festa á Langa-
sandi.
Nýggja Jarðarlógin gev-
ur rættuliga rúmar ræsur
um hvør kann festa eitt
| festið. Tí í lógini eru
| fyriskipaðar nakrar treytir
| sum festarin skal uppfylla.
Í grein 2. stk. 1. stendur
um minstamarkið av jarð-
arbrúkskunnleika:
“hevur arbeitt í minsta
lagi 2 ár á tveimum
ymsum gerðum, harav
eitt år skal verða á ødrum
garði enn fedranna garði,
og 1 ár við røkt av bø og
kríatúrum í fjósi og haga
| og harafturat.
stk. 2. "skal hava verið
minst eitt 1/2 ára skeið á
landbúnaðarskúla ella tí-
líkum skúla, sum Jarðar-
ráðið hevur góðkent.
Í grein 2. kann Jarðar-
ráðið veita undanrtøk frá
stk. 1. i hesumførum:
a. tá ið tað orsakað av
persónligum orsokum fær
serliga tyngjandi avleið-
ingar fyri umsøkjaran at
fara undir at uppfylla
nevndu útbúgvingarkrgv,
t.d. tí at umsøkjarin er
komin til árs og hevur
familju ella hús at halda
uppi.
b. tá ið tað snýr seg um
smá festim í útjaðaragkj-
um, sum tað í grund-
regluni ikki verður mett at
leggja saman við øðrum
festi.
Hesar reglur geva
Jarðarráðnum rúmar ræs-
ur, men tá yvirlandbúnað-
arstevnan hevur gjørt
úrskurð um, at festini ikki
skulu leggjast saman, so
er líuð sannlíkt at
Jarðarráðið ikki fer at lata
Joanu Slæualíð festið.
Festið er í minna lagi til til
at føda eina familju.
jústinus
Lýsið í sostalinum
|pt. wenzel petersen, tif. 13873