mikudagur 21. oktober 1992síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Løgtingid fyri
at endurreisa
Sjovinnubanka
Tjóðveldið, einasti flokkur í figgjarnevndini,
sum ikki vildi ganga við til at bjarga Sjóvinnu-
bankanum
Løgungid samtykti måna-
kvøldid vid 25 atkvødum
fyri og ongari ímóti at
endurreisa Sjóvinnubank-
an. Uppskotið hjá lands-
stýrinum snýr seg um at
læna 500 mill. Av teimum
skulu 200 nýtast til
fígging av rakstrinum av
landskassanum og 300
mill. at koyra í ein grunn
at nýta ul nýggjan
eginpening íu
Sjóvinnubankanum. Tær
200 milliónirnar skulu
brúkast til at gjalda vænt-
aða hallið á fíggjarlógini
fyri í ár eins og til til-
taksgjaldføri hjá lands-
kassanum.
Vit prenta her álitini frá
fíggjarneyndini í fullum
líki:
Løgtingsmål nr. 18/1992:
Legtingslóg um låntøku
til landskassan.
Málið er lagt fram av lands-
stýrinum tann 19. oktober
1992 og eftir 1. viðgerð 19.
oktober 1992 beint í fíggjar-
nevndina.
Fíggjarnevndin = hevur
vidgjørt málið og havt fund
við Jógvan Sundstein,
landsstýrismann í fíggjar-
málum. Landsstýrismaður-
in kunnaði fíggjarneyndina
Tjóðveldisflokkurin við
limi sínum Finnboga
Ísaksen, var tann einasti
flokkur í fíggjarnevndini,
sum als ikki kundi taka
undir við at bjarga Sjó-
vinnubankanum undir
fyriiggandi treytum. Í
tinginum atkvøddi flokk-
urin heldur ikki fyri upp-
skotinum frå landsstyri-
num
um tey skjøl, id skulu leggj-
ast til grund fyri víðari av-
greiðslu av fyriliggjandi
Canon
ES3
skrivi-
maskina
lítil og løtt
Tilboð kr. 2.400,-
Sverrisgøta 9, box 118
| 110 Tórshavn
| "Mac == Tlf. 10400, fax 10915
måli, og umrøddi serliga
spurningarnar viðvíkjandi
lániavtalu millum 60 milli-
óna grunnin (Investerings-
fonden for Færgerne) og
koandi »Finansierings-
fonden af 1992<, uppskottil
stovningarskjal viðvíkjandi
nevnda grunni, notat um
sama grunn frá Búskapar-
ráðnum og skriv frá Ríkis-
umboðsmanninum viðvíkj-
andi fyriliggjandi máli sum
heild.
Fíggjarnevndin = hevur
býtt seg í ein meiriluta og
ein minniluta.
Meirilutin (Jørgen
Thomsen, Vilhelm Jo-
hannesen, Anfinn Kalls-
berg, Birgir Danielsen,
Finnbogi Arge og Lasse
Klein) tekur undir við mál-
inum og mælir til at sam-
tykkja uppskot landsstýri-
sins. Lasse Klein vísir til
niðanfyristandandi = við-
merkingar sínar.
Ein minniluti (Finnbogi
Ísakson) ger hesar viðmerk-
ingar: Uppskot Landsstýri-
sins er, at Løgtngid skal
heimila Landsstyrinum at
taka 500 mió. kr. í láni, har-
av 200 mió. kr. skulu bóta
um gjaldføri landskassans,
og 300 mió. kr. skulu nýtast
til endurreising Sjóvinnu-
bankans.
Tjóðveldisflokkurin er
fyri, at roynt verður at end-
urreisa Sjóvinnubankan, tí
tað er sambært búskapar-
frødingum ógjørligt at meta
um tær avleiðingar, tað
kann fáa fyri samfelagið,
um bankin fer á húsagang.
Men Tjóðveldisflokkurin
góðtekur ikki, atein vánalig
Heimastýrislóg, sum varð
kroystniður yvir føroyingar
í 1948, nú í roynd og veru
verður sett úr gildi uttan
veruligar samráðingar mill-
um Føroyar og Danmark,
og at vent verður aftur til
amtsstýðuna.
Ein sokallað »avtala«,
sum varð gjørd millum
Landsstýrið og ríkisstjórn-
ina 6. oktober 1992 uttan
Løgtingsins vitandi, er við-
løgd málinum. Henda av-
tala hevur við sær, at tað
sindrið av sjálvræði, sum
føroyingar hava havt, fellur
burtur. Innihaldið í >avtal-
Nr. 200 — 20. oktober 1992
Her er tað Vilhelm Johannesen, framsøgumadur javnaðarfloksins, sum heitir á
tingmenn um at taka undir við uppskotinum frá landsstýrinum. Mynd kalmar
uni<, sum ikki er annað enn
diktat frá stjórnini, er hetta:
1: Tjóðbankin vil ikki
veita landskassanum eitt lán
uppá 500 mió. kr. uttan
statsveðhald. ,
2: Landsstýrið og llegg-
ingargrunnurin fyri Føroy-
ar seta 500 mió. kr. i ein
grunn, sum skal seta parta-
pening og ábyrgdarpening í
Sjóvinnubankan. Hóast
peningurin er føroyskur,
skal forsætisráðið hava 3 av
S nevndarlimum og Lands-
styrid bert 2.
3: Landsstýrið skal gera
eina realistiska fíggjarlóg
fyri 1993, sum javnvigar.
4: Landsstýrið skal fylgja
einari búskaparligar-polit-
iskari stabiliseringsætlan,
sum serfrødingar frá Al-
tjóða Gjaldoyrisgrunninum
skulu gera innan 5 mánaðir.
5: Lánið úr Tjóðbankan-
um verður ikki lagt um til
lán úr ríkiskassanum uttan
SO, at treytirnar framman-
fyri um fíggjarlóg og eina
stabiliseringsætlan eru
loknar.
Hesar treytir, sum for-
sætisráðið hevur sett,
merkja at Føroyar eru settar
undir útlendska umsiting. Í
veruleikanum eru Føroyar
aftur eitt danskt amt.
Tað er Ógjórligt í einari
handavend at góðtaka, at
ein stabiliseringsætlan,
fyriskipað av IMF-serfrø8-
ingum, og sum vit føroying-
ar onki vita um, skal fylgjast
og setast i verk. Tad er
hugsandi, at krøvini fara at
hava so stórar broytingar
við sær fyri føroyskt vinnu-
lív, sosialar skipanir, búset-
ingarmynstur og annað, at
vit føroyingar undir ongum
umstødum kunnu góðtaka
krøvini.
Tjóðveldisflokkurin
heldur somuleiðis, at tað
hevði verið rimiligt, um ein
greinilig frágreiðing varð
gjørd um orsgkirnar til, at
Sjóvinnubankin kom i
trongstødu.
Tann nyggi grunnurin, ið
kallast Finansieringsfonden
af 1992, verður mannaður
við trimum EF-monnum
sum meiriluta. Viðtókumar
geva stýrinum fyri grunnin
víðar heimildir, sum ger teir
førar fyri at laga føroyska
samfelagið í heilt stóran
mun til EF.
Undir teirri stuttu vid-
gerð, sum hetta mál hevur
fingið á tingi, er onki komið
fram, sum prógvar, at tað
inntrivid, sum nú verður
gjørt, er tað einasta og sein-
asta.
Við hesum viðmerking-
um ger Tjóðveldisflokkurin
vart vid, at øll styring av før-
oyska samfelagnum verður
tíkin úr hondunum á føroy-
ingum.
Tað er tí alneyðugt, at
veruligar tingingar verða
millum Løgtingid og rikis-
stjórnina um viðurskiftini
Føroyaog Danmarkar ímill-
um í framtíðini.
Tjóðveldisflokkurin er
fyri, at Sjóvinnubanin verð-
ur endurreistur, men kann
ikki atkvøda fyri uppskoti
Landsstýrisins orsakað av
teimum treytum, sum eru
lagdar við.
Lasse Klein ger vart við,
at hann er misnøgdur við
málsviðgerðina og at allar
treytirnar í avtaluni millum
donsku stjórnina og lands-
stýrið ikki blivu vidgjørd
undir einum.
Í sambandi við ta mann-
minkandi stóðu og ikki
minst ta skomm, sum før-
oyska samfelagið er komið
i, í fyrsta lagi løgting og í
ødrum lagi landsstýri og í
triðja lagi vinnan og í fjórða
lagi føroyski peningaheim-
urin, sum ikki hava dugað at
umsitið hetta samfelag,
verða tung tøk at taka til tess
at fáa búskapin upp á fótur.
Komandi bankalóg eigur í
framtíðini at seta sera strong
krøv — strangari enn onnur
lond seta til sínar bankar —
ul eginpening, trygd og al-
ment innlit og eftirlit. Bank-
ar og peningastovnar eiga
ikki at sleppa at spæla russ-
iska roulett við landsins
figgjarvidurskiftum og
fólksins vælferð.
Avoldaða partafelagslóg-
in má, saman við ødrum 6-
tíðarhóskandi vinnulógum,
endurskoðast sum skjótast,
og neyðugar åbøtur gerast.
Nú er komið at evstu
stund. Eingin orsøk er at sita
og bíða eftir, hvørji tiltøk
skulu fremjast. Vit hava øll
vitað, hvønn veg tað bar og
vit vita øll, hvat ið eigur at
verða gjørt. Nú dugir eingin
undanførsla longur.
Vit ásanna, at stødan i
samfelagnum er ålvarsom,
og ti hava vit ongan annan
møguleika sum er, enn at
taka undir vid fyriliggjandi
uppskoti, men løgtingid eig-
ur i framtidini at taka aftur
allar aðrar heimildir, ið latn-
ar eru landsstýrinum til lán-
tóku og veðhaldsbindingar.
Við fólkaatkvgðu átti Før-
oya fólk at avmarkað løg-
tingsins heimildir til lán-
tóku, so at sleppast kann
undan skuldarbindingum
av komandi ættarliðum.
Kommunur og almennir
stovnar skulu ongar heim-
ildir hava at læna seg út á
sjógv.
Fíggjarnevndin,
19. oktober 1992
Jørgen Thomsen
Vilhelm Johannesen
Anfinn Kallsberg
Birgir Danielsen
Finnbogi Arge
Finnbogi Isakson
Lasse Klein
Til sølu
Mitsubishi Diamant vøruvognur 2500
diesel, årg. 9/89, í sera góðum standi,
nýlakeraður, til sølu, um hóskandi boð
fæst.
TIf. 71372