mikudagur 21. oktober 1992síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Gransking og
hægri útbúgving
i Førovum?
Hvørja ferð ein vísindamaður ella ein serkønur
í vinnulívnum fer úr starvi, missa vit ikki bert
vitan, men eisini fórleikan at seta seg inn í
nýggjari vitan, sum kemur uttan eftir. Serliga
fer hetta at merkjast um niðurskurðurin rakar
Fróðskaparsetrið skrivar Arne Nørrevang,
granskari og leiðari av BIO-farprojektinum.
Hann heldur, at hava vit ikki gransking í
Fóroyum, so verða vit eftirbátar.
Eg lurtaði eftir hólm-
gonguni millum Bush og
Clinton. Báðir vóru á
einum máli um, at undir-
vísingarverkið skuldi
stimbrast, nú ringar tíðir
eisini hava rakt heimsins
ríkastu tjóð. Yvirhøvur
hoyrir og sær ein ferð
efur ferð, at lond, ið
koma í kreppu, royna at
varðveita og helst út-
byggja síni undirvísing-
arverk.
Hugsjónirnar aftanfyri
hetta eru, at heimurin — í
hvussu so er Vesturheim-
urin — stendur í einari
broytingartíð, har ídnað-
arsamfelagið meira verð-
ur eitt tøkni- og samskift-
issamfelag (kommunika-
tionssamfund), sjålvt um
tað itøkiliga — úrtókan —
framvegis verður fram-
leiðslan. (Føroyar hava
klárað seg hampuliga
væl, og stýrisskipanir til
virki, elektroniskar snell-
ur og vindmyllur eru
dómi um øki, har væl
hevur verið fylgt við).
Menningin av hesum
>nýggja< samfelagum er
so tengd at tøkni og
náttúruvísindum, og
gongur so skjótt, at um
ikki borgararnir í landin-
um eru væl útbúnir, verð-
ur landið — Føroyar ella
eitt hvort annað land —
afturútsiglt í altjóða hópi.
Samstundis verður
dentur lagdur á, at saman
við fyrireiking til tað
tøkni- og samskifus-
styrda samfelagið eiga
ikki hugvísindini at verða
gloymd, tí landsins ser-
merki: mål, søga, ment-
an, samfelagsfrødi og
mangt annað meira Øi-
tøkiligt eru grundarlagið
undir sjálvum samfelag-
num — fólksins >identi-
teti<.
Framkomna tøkni- og
samskiftissamfelagið set-
ir stór krøv til tey sum
skulu lofta rákum úr út-
heiminum og umseta hesi
til landsins tørv. Tørvur-
in er, at tað nýggjasta
sum skjótast fær ávirkan
á virki, skúlar og undir-
vising. Krøvini til hesi
fólkini eru, at tey duga
fremmand mál so væl, at
tey kunnu lesa tekniskar
og vísindaligar greinir, at
tey hava ognað sær tað á-
stødi, sum er neyðugt
fyri at skilja tað tekniska-
vísindaliga málið í grein-
unum, og at tey kunnu
»umseta« tað lisna til tey
sermerktu viðurskifti, ið
ráða í landinum.
Í einum undirvísingar-
verki — frå barnagarði ul
fróðskaparsetur — vil tað
altid vera so, at kunnleiki
— vitan — forplantar seg
gjøgnum verkið.
Vit hava ein fólka-
skúla, sum støðugt verð-
ur dagførdur við broyt-
ingum i lestrarætlanun-
um, og víðari útbúgving-
ar sum studentaskúla og
HF, ið geva atgongd til
| lestur á hægsta stig.
Støðugt fleiri fara tann
vegin og lesa víðari á
lærdum háskúlum bæði
innan tøkni, náttúruvís-
indi og hugvísindi. Hetta
er í samsvar við, at alt
størri vitan krevst fyri at
fólk verða før fyri at taka
lut í menningini av sam-
felagsins almenna stødi.
Nógvir skúlar eru, ið
fyrireika til ymisk virk-
semi, eitt nú tekniskir
' Skúlar, handilsskúlar,
i fiskivinnuskúlar o.s.fr.
Fólk á Fróðskaparsetrin-
um og gørum víðarigang-
andi skúlum eru sett at
fylgja við í gongdini á
teirra oki og lata hesar
kunnieikar til tey lesandi
og til aðrar lærustovnar,
til samfelagið sum heild.
Í hesum sambandi kann
endurútbúgvingin av
fólkaskúlalærarum verða
nevnd. Partur av henni
er, at lærarar frá fróð-
skaparsetrinum og
granskingarstovnum
greiða frá nýggjastu
gongdini innan teirra ser-
øki, ul dømis mål, veður-
lag, havfrødi, livfrødi,
teldutøkni og mangt ann-
að.
Kvettir tú av >í erva«,
verða stórri krøv sett til
hinar læraramar, kanska
stórri enn teir hava tíð og
orku at lúka, tí eisini teir
| hava eitt í sjálvum sær
| krevjandi dagligt arbeiði.
Alt ov ofta hava vit
sæð, at útlendskir stovnar
hava verið kallaðir inn at
gera kanningar og frá-
greiðingar um føroysk
viðurskifti, ið vóru ætl-
aðar til at seta ymiskt i
verk í Føroyum, og har
álitini vístu seg at vera 6-
hóskandi, tí útlendingar-
nir høvdu hvørki servitan
um tey sermerktu vidur-
skiftini å sjålvum rann-
sóknargkinum ella um
føroysk samfelagsvidur-
skifti i vidastu merking.
Eitt dømi er frågreidingin
um Skålafjørdin, sum
føroysk visindaf6lk av
Heilsufrødiligu Starv-
stovuni, Fiskirannsóknar-
stovuni og Náttúrugripa-
savninum nú hava gjørt
umaftur.
Skal onkur verkætlan
setast í verk í Føroyum
eru drúgvar forkanningar
ofta neyðugar. Í nógvum
førum er ikki hóskandi
beinleiðis at kopiera úr
vørum londum, og holl á-
stødilig vitan og hugflog
— fantasi — eru neyðug til
tess at tillaga verkætlan-
ina til føroyskt um-
hvørvi.
er S0Salurin
að
Fróðskaparsetrið er lærdur háskúli,
sjónarmið
Hetta er sjálvandi gald-
andi á øllum økjum.
Røddir úr landsstyrin-
um hava mælt til at av-
taka partar av undirvis-
ingarverkinum, einamest
á teimum økjum, har út-
búgving líka væl kann
fara fram í útlondum.
Har til er at siga, at øll
undirvísing í prinsippin-
um kann fara av landin-
um, tí óivað eru øll sløg
av skúlum og lærustovn-
um líka góð í hinum
londunum. Hverjar út-
búgvingar skulu veljast
burtur úr?
Um lærustovnar ella
partar av teimum verða
niðurlagdir, er ætlanin
væl eisini, at lærararnir
Skulu sigast úr starvi.
Hetta fer at merkja, at
serkunnleikin, sum hesir
lærarar — hvor í sínum
lagi — hava ognað sær,
eisini fer av landinum, tí
líknandi størv finnast
ikki her.
Hvørja ferð ein vís-
indamaður ella ein ser-
kønur í vinnulivinum fer
år starvi, missa vit ikki
bert vitan, men eisini før-
leikan at seta seg inn i
nýggjari vitan, sum kem-
ur uttan eftir. Serliga fer
hetta at merkjast um nið-
urskurðurin rakar Fróð-
skaparsetrið.
Fróðskaparsetrið er
lærdur háskúli, viður-
kendur sum verandi javn-
bjóðis Københavns Uni-
versitet og universitetum
í hinum Norðurlondun-
um.
Tað merkir, at lærarar-
nir har skulu undirvísa og
granska. Í hesum liggur,
at teirra arbeiði er at
fylgja við í gransking um
allan heimin fyri at
kunna bera víðari til tey
lesandi — tvs. at dagføra
undirvisingina. Hetta
kunnu tey bert gera vid
sjålvir at granska. Vitan
og yvirlit vil fara vid
teimum. Teirra visinda-
liga arbeidi er aloftast
kanningar av almennum
åhuga, eitt nå vedurkann-
ingar, streymkanningar,
kostkanningar og kann-
ingar av geislavirkni, fyri
at taka dómi úr náttúru-
vísindini. Ur hugvísind-
unum kunnu minst líka
nógv dómi verða nevnd.
Ofta verður lítið hugs-
að um granskingina.
Hvat hevur hon at týða
fyri samfelagi. Ofta
erhoyrt um fílabeinstorn-
ið — og kanska hava
granskararnir ikki dugað
nóg væl at leggja teirra
arbeiði alment fram. Men
eitt er vist: Um vit ikki
hava gransking í Føroy-
um, verða vit eftirbátar.
Fáa vit sjey soltin ár, er
stórur vandin fyri, at
bæði vitanin og dugurin
at ogna sær vitan úr teim
primeru keldunum
hvørva. Við hesum verð-
ur sipað til, at vitan fyrst
verður kunngjørd sum
visindaligar greinir, sum
tú skalt hava lært at seta
teg inn í.
Alt hetta er einki gðr-
vísi enn í vinnulívinum.
Um tey mest ídnu og
dugnaligu fólkini, ið
hava lært åstødi og gjørt
drúgvar royndir, fara, so
vita øll, hvat fer at henda
við virkseminum í øllum
Nr. 200 — 20. oktober 1992
se
KA
viðurkendur sum verandi javnbjóðis
universitetum í hinum Norðurlondunum. Hann hevur gjórt stóran týdning fyri
framtíðina hjá fóroyingum heldur Arne Nørrevang
landinum.
Longu nú verður tosað
um, at tey mest >dynam-
isku« fólkini ætla sær av
landinum, tí tey ikki
kunnu nýta vitan og hug-
flog í einum uppsteðg-
aðum samfelagi.
Vit ynskja okkum eitt
samfelag, líkt teimum í
londunum kring okkum,
og tíðirnar eru ikki so, at
hvør maður dugir alt.
Samfelagið — ella heldur
uppgávurnar hjá teim
einstøku í samfelagnum
— eru býttar upp, og hvørt
starv krevur sína útbúgv-
ing, stutta ella langa.
H
i
$
z
i]
F