mikudagur 21. oktober 1992síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A mede
Nr. 200 — 21. oktober 1992
tíðindablaðið
Og vinnulívsmenn tosa um solidaritet.......
Tað er nú vit
hava brúk fyr
fakfeløgunum
-Tað er nú vit skulu hava fakfeløg. Tað er nú,
vit skulu bíta frá okkum. Tað er einki fyri í góð-
um tíðum, tá alt tykist bera til. Men at fara nú,
fyrsta tað lotar úr hanakjafti, at syndra fakfel-
øgini, tað er beinleiðis sjálvmorð skrivar Ed-
vard í Skorðini Joensen
Universalheilivågurin, sum
samb. summum av okkara
politikarum skal loysa okk-
um úr teirri meiraella minni
sjálvgjórdu kreppuni, vit
eru komin í, tykist vera løn-
arniðurskurður.
Onkur — eg haldi líka
gjarna tað var løgtingsfor-
maðurin sjálvur — hevur
hildið, at hetta fekk landið
upp á fót aftur eftir eini
viku?
Og so verða gjørdar út-
rokningar og fín úrslit, sum
prógva, at fáa vit bara løn-
irnar settar niður við so og
so nógvum prosentum, so
eru allar sorgir burtur. Og
øll gjørdust glad, og eru tey
ikki deyð, so liva tey sakt-
ans enn.
Jú, gaman í, at tey kanska
liva. Men tað er eisini mun-
ur á at liva og bara at hóra
undan. Og tað skal annar
lútur til, enn bert ein einsa-
mallur lønarnidurskurdur,
fyri at fáa skil á aftur í hes-
um landinum. Banka- og
sparikassafólk hava so seint
sum í seinastu viku verið í
pressuni og sagt frá, at lív-
reimin hjá fólki kann ikki
táttast meira, enn hon er í
løtuni. So kann kjakast um,
hvørt hesir somu ikki fyri
fleiri årum sidan åttu at råd-
givið fólki soleiðis, heldur
enn bara at lata fleiri án.
Men lat tað fara. Og eingin
ivi man vera um, at við hes-
um vilja tey gera greitt, at
skal bert lønin niður, so
verður einki eftir til teirra.
Og teir vilja treyðugt fara at
útseta afturgjaldingar.
Ergo, fólk verða rikin frá
húsi og heimi. So er Alma
eftir. Men hana er eingin at
gjalda til. Altso, aftur til
bankarnar at biðja um lán til
landskassan, soleiðis at vit
kunnu fáa teir at fíggja løn-
arniðurskurðin við teimum
pengunum, sum fólk ikki
gjalda rentur og avdrøg við,
tí tey fáa onga løn at gjalda
við? Eg eri ivaleyst heldur
tomæmur, men eg fái altso
ikki hetta stykkið at ganga
upp.
Væl vitandi um, atsumm-
ir partar í samfelagnum
longu hava tikið sín part av
niðurskurðinum við lønar-
missi, kann tað kortini ikki
annað enn undra, at tað tyk-
ist verða sett ein beinleiðis
hetz í gongd móti teimum,
sum fáa fasta løn, serliga al-
menna.
Eg havi, sum flestu før-
oyingar onkursvegna, eitt
ávíst samband við vinnu-
lívið. Og við vinnulívið
plagi eg at meina tey, sum
arbeiða í hesum. T.v.s. løn-
móttakaran. Tað tykist ikki,
at øll meta hesi sum part í
vinnulívinum. Eg veit full-
væl, hvussu til stendur hjá
mongum, sum hava fiski-
veiðu til álit. Hvussu verður
við teimum? Skulu eisini
takast prosent av teirra
neyðarsligu útgjaldingum?
Tí roknast má við, at verður
lóggivið um at seta ein sátt-
mála úr gildi, sum samráðst
er um, fara væl aðrir at
fylgja við. Tað ber helst til
at gera so. Men tað tykist
6luksåliga ringt at lóggeva
um at fáa fiskastovnarnar
upp aftur, soleiðis at tað
yvirhøvur verður nøkur løn
at lækka. Og tað, sum tykist
mest hugstoytt er, at tað eru
vanlig fólk, Lv.s. lónmót-
takarar, sum tykjast taka
blint undir við hesum, at nú
-Krúpa og skrava fyri
teimum, sum rópa
harðast um vinnulív, og
so annars kyssa tann
partin, sum hægstur er,
tá eplini verða tikin upp
Hyggið at hesum, sum í
dag tosa um solidartet.
Hava ikki fleiri av hesum
góðar royndir av at
gerast ríkir av húsa-
gangi? spyr Edvard í
Skorðini Joensen í
"Sjónarmið“ í dag.
skulu almennu lønirnar nið-
ur við lóg. Hava hesi fólkini
hugsa um, hvat tað er, tey
gera? Eru tey greið yvir, at
tey eru í ferð við at knúsa
tað, sum teirra forfedrar í
hundrað ár hava roynt at
bygt upp? Nevniliga hetta,
at hava fingið rætt til at vera
við til at avgera sína egnu
løn og har við ráða yvir
egnum lívi? Tey eru reint út
sagt við at bumba okkum
aftur i tælatidina. Tað er
nú, vit skulu hava fakfeløg-
ini. Tað er nú, vit skulu bíta
frá okkum. Tað er einki fyri
í góðum tíðum, tá alt tykist
bera til. Men at fara nú,
fyrsta tað lotar úr hana-
kjafti, at syndra fakfeløgini,
tað er beinleiðis sjálvmorð.
Men aftur her kemur træla-
lyndið í føroyinginum til
sjóndar. Krúpa og skrava
fyri teimum, sum rópa harð-
ast um vinnulív, og so ann-
ars kyssa tann partin, sum
hægstur er, tá eplini verða
tíkin upp. Hyggið at hesum,
sum í dag koma í fjølmiðl-
arnar at tosa um solidaritet.
Hava ikki fleiri av hesum
góðar royndir av at gerast
ríkir av húsagangi? Attu teir
ikki at duga uttanat, hvussu
landskassin kann gerast rík-
ur av at fara fallit? Jú, go'
morin. Og hetta var tað, vit
gingu og agiteraðu fyri und-
an seinasta vali. Ella
hvussu? ,
I dag hoyrdu vit í Útvarp-
inum landsbankastjóran
skjóta upp, at málið um løn-
arniðurskurð fór til fólka-
atkvødu.
Tað kann væl vera, at tað
er ein loysn. Men eitt skulu
fólk vita, at lata tey fyrst
samráðingarrættin frá sær,
verður seinur dagur, til vit
aftur eru á verandi stødi.
Tað er løgið kortini, at fólk
veruliga skulu vera so blá-
oygd. at tey trúgva, at hetta,
at avtaka avtalar semjur við
lóg, skal loysa nakra
kreppu. Tann, sum eygu
hevur, hann síggið. Tann,
sum oyru hevur, hann hoyr-
ið. Og tann, sum hevur nak-
að sum helst at hugsa við,
Síða 11
hann nýtið tað.
Taðer mín inniliga vón, at
so frægt av morali er eftir í
javnaðarflokkinum, at hann
undir ongum umstødum
tekur undir við slíkum. Og
ger hann tað, eigur hann at
vera púra greiður yvir, at tað
verður ein kamelur, sum
ikki verður slúktur, men
kemur fullkomuliga at
kvala flokkin, áðrenn hann
er svølgdur. Hetta er eingin
hóttan, men bara ein heilt
greið konstatering av fakta.
So verður hetta málið lat-
ið ul følkaatkvødu, eiga vit
at gera púra greitt, at slíkum
finna vit okkum ikki í. Ti
talan er ikki bert um lønar-
niðrskurð, men sum áður
sagt um at oyðileggja alt
tað, sum fakfelagsrørslan í
eina øld hevur vunnið okk-
um. Og tað er, tá saman um
kemur, eingin annar enn
fakfeløgini, sum hugsa um
løntakaran, tá á stendur.
Fríggjadagin læt ein fram-
sýning við myndum hjá
Zachariasi Heinesen upp í
Gallerie LIST á Konga-
brúnni í Havn.
Hetta er ein framsýning
við 16 málningum. Tað eru
landslagsmyndir, sum hann
hevur gjørt í summar av
landsløgum norðanfyri.
Myndirnar eru meira
abstraktar, enn Zacharias er
vanur at mála.
Harumframt hevur hann
Einastandandi gott BINGO
byrjar í Sosjalinum um bert fáar dagar
“Mintast tit til haldaragjaldið...“
eitt steinprent, ið nevnist
Nólsoyarfjørður - ein mynd
av Hoyvíkini við útsýni út í
fjórðin. Steinprentið er
gjørt upp á tann gamla mát-
an og er í sjey litum. Tað er
gjørt í Danark, ti her eru
hvorki fakfólk ella verk-
staður til slíkt.
Framsýningin í LIST
verður fram til 6. oktober.