fríggjadagur 23. oktober 1992síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 22
tíðindablaðið
Konsertin hjá Dusika
— hóskvoldið 15. okt. í fimleikarhøllini í Fuglafjarðar skúla
Úr Norðanættini kom Eg-
mont Ouverturan. Stynj-
andi oman år Skardinum.
Flettingin gekk upp á tað
besta. — Skinnini lógu so gá-
loysin á kjallaragólvinum
og hugdu upp undir loft við
dólskum eygnahvarmum
og spurdu eigaran — ella
knæbóndan: >Fert tú ikki at
lurta eftir Dusika í kvøld?«
— Dusika, Dusika, Dusika…
tað må vera ein frægari
veðrur. Ikki hevði tað verið
burturvið, at farið og vita
hvussu feitt var.
Ein lyfti — annar lætti, tá
ið mett varð. Onkur still-
førur skilamadur metti:
Bådu megin 60 pund. —
Onkur annar: Nei,
kemur ikki til tey 60 — hann
hevur gingið alt ov ovar-
laga. Og mong eru orðini,
og væl sita tey, tá ið tað er
um seyð. Ikki gekst so væl
at síggja hvat bismarin
segði, tá ið flett varð í teim
skýmligu kjallarunum, og
verri tá ið roykstovan var
karmurin um flettingina. Ilt
var at síggja, um tað var á
prikkinum ella á strikuni.
Glámlýsið gjørdi, at eitt
pund varð lagt afturat.
Sjáldan kom fyri, at talið
var minni, hóast eyguni á
metingarmonnunum vóru
sum á einum gl6dkøtti.
Egmont ouverturan dans-
aði fyri tær — dusaði út og
inn. Onkuntíð sást tú vilini
verða drigin — gallið loyst
og leysablóðið renna. De
Unges Symfoniorkester i
Københavns amt var komid
hann |
higar til Føroyaat hava kon-
sertir — mitt i flettingartid-
ini. Hóskvgldið 15. okt. var
hesin veðrur vístur fram í
fimleikarhøllini i Fugla-
fjarðar skúla. Eitt væla lið
av ungdómi. Tey vóru
kanska ikki blivin hagføst
enn í teirra spæli — so ung
tey vóru, men ljómurin frá
teimum kendist fløvandi í
hesum tíðum, hvar samfe-
lagið búskaparliga hvørkier
á prikkinum ella á strikuni.
Hesi ungu hava ikki gjørt
verðina verri — tvørtur í-
móti. Skaldakynstrið í spæli
fer at menna tey. Væl-
dæmda Egmont Ouver-
turan gav ein linna til tey
J
bí
Jøw
i EM
sjálvi og áhoyrararnar.
Floymur av vælaljóði nært
við okkum, og fekk hesa
fletting at verða sjáldsama.
Har stóð Beethoven mitt í
rokanum og dró vilini — sum
um hann hevði ikki gjørt
annað alla ævi sína. Diri-
genturin Niels Granvig
dugdi bara væl at tumma
henda veðr. Um hann pað-
aði Egmont Ouverturuna
onkunstadni, før skinnid at
siga frå.
Rachmaninoff, = Rach-
maninoff — Klaverkonsert
nr. 2, opus 18 Moderato —
Adagio — Allegro scherz-
ando. Soleiðis var heitið á ti
næsta stykkinum, tey
spældu. Her kom tann væla
flettingarmaðurin — Poul
Rosenbaum framat. Tit
skuldu bara hoyrt og sæð
hvussu hann tummaði
klavertangentamar. — Ikki
bert var hann góður klaver-
flettari, men hann var eisini
ein sannur røktingarmadur,
sum hann baldist á tangent-
unum. Tað hevuðsvarta
dissið fek somu røkt sum
tað hvíta G'ið. Summar tíðir
stóð hann á síni ups, og leit
út yvir hagan, og læt løtuna
vera silvurvovnað. Men til
tíðir var hann ein vitugur
rabbinari, sum smurdi
páskasveitan á durastavir-
nar í huga tínum hetta
døkka, dimma heystar-
kvøld. Ungur var Rach-
maninoff, tå ið hann gjørdi
hetta stykkið — lítið eldri enn
tey, sum spældu hetta
kvgldið. Satt at siga ljóðaði
Nr. 202 — 23. oktober 1992
orkestrið betur nú enn fyrru
ferð, men tað kanska tí tey
fingu sjáldsama gott kraft-
fóður frá Poul Rosenbaum.
Lítið skal til, fyri at tað skal
verða á prikkinum.
Schubert gamli var við
teimum hetta kveldið.
Glémurnar í tí ófullfíggjaðu
Symfoni nr. 7 — Allegro
moderato — Andante con
moto skimaðist íkring og
kendi fylgið. Ilter atsigaum
henda symfoni verður aftur
spæld í Fuglafirði, men
sjáldsamt og forkunnugt var
at sita undir bergmálinum í
hesum stykki. Celloimar
vóru eitt sindur smædnar í
byrjanini, men vunnu land
so við og við. Okkurt úr
hesum stykki varð tikið
uttan rætta, men ikki verri
enn so, Niels Granvig fekk
tann størsta partin í rætt til
seinast og síðst. Soleiðis er
at fáast við livandi tónleik.
Onkuntíð fellur okkurt av,
men hvat — ikki var tað verri
enn so, at tað ikki gjørdi
pylsuna.
L'Arlesienne Suita nr. 2
var síðsta stykkið, ið spælt
varð hetta kvgldið. So vak-
urt, so vakurt. Nú var komið
í rætt. Dirigenturin vandaði
sær væl um hvørt lambið og
hvørja ær í hesum fylgi.
Hann kendi síni og Bizet
sást binda niður veðragjólv-
ingarnar, ið nú skuldu lyft-
ast og lættast. Livandi, rør-
andi vaks orkestrið upp úr
heystardáminum og vind-
urin úr Skarðinum fánaði
burtur, tá ið hann hoyrdi
tónarnar frá Bizét. Flett-
ingarmenninir í høllini tóku
hugvurnar av hgvdinum og
hildu saman hendur og be-
dýraðu vektina. Nei, ikki
hevði so góð vekt verið í
fimleikarhøllini. Bismarin
skákaði sær á og fór av strik-
uni. Floytuspælið hjá ti
ungu gentuni, fekk Papa-
genu at tumma so skjótt, at
flogmúsin sá alt fyri sær
uttan so mikið sum at lyfta
eygnalokinum. Ljósir
dreymar vóru kring teg,
men onkrir við ófrætta dámi
nálgaðust uppi í. Sjóvinnu-
bankin var seyðhúsið, har
tey góðu lombini høvdu
verið. Landskassin var
brunnurin, hvar flestu før-
oyingarnir skuldu vask-
ast... so reinir, at ikki pen-
ingalús var eftir á kroppin-
um. Saxofonljóðið var ynd-
isligt... gott at hoyra slíkt
jarm, nú tá tað rann úr 60
millióna (b)runninum.
Flestu hagapartar eru farnir
yvir til turrvask, so ikki er so
nógv málageip og jarm
longur árættini... eitt spræn
undir holdið á seyðinum
skal halda lýsnum burtur.
Tey ungu reistust, fóru av
rættini. Bizet sat á rættar-
garðinum og eygleiddi tey.
Tú fórt til hús og skrivaði
hesar linjur um hetta kvgld.
Frits Johannesen